Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 176 - 14. september 2002 Nr. 176 - 14. september 2002 5 Her er einki at gera Tey ungu í Sandavági samlast uttan fyri kioskina um kvøldið. Tey hava onga aðra- staðni at fara, siga tey, og tey tíma heldur ikki sjálv at finna upp á nakað MIKUKVØLD Í SANDAVÁGI Emma Hansen, praktikantur Í Sandavági, uttanfyri ki- oskina hjá Sønrup, var Sosialurin og spurdi tey ungu hvat tey gjørdu, og hví tey stóðu har. – Tað er einki annað til- haldsstað í bygdini, so vit standa og fáa okkum eitt lítið prát inn ímillum. Tað er betri at standa her enn at sita heima og einki gera. Vit spurdu um hvat tey Ungfólk uttan fyri kioskina í Sandavági.Tey hava onga aðra- staðni at fara og tíma heldur ikki at finna upp á nakað sjálv, siga tey Mynd: Emma Hansen. Framhald á síðu 15 Ganga undir øll sett krøv Tey krøv, sum sett verða til undirsjóvar- tunnilin, fer leiðslan fyri felagnum sjálv- andi at útfylla, sigur Dávur Reinert Han- sen, stjóri í partafel- agnum Vágatunnilin TUNNILSTRYGD Edvard Joensen Tað er ingin ivi um, at tey krøv, sum sett verða undir- sjóvartunlinum undir Vest- mannasundi, verða uppfylt, sigur stjórin fyri tunlinum. Tað verið seg frá bruna- umsjón ella øðrum. Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at tey framvegis arbeiða fram í móti, at tunnilin letur upp tann 26. november klokkan 11.00. Enn hevur nevndin ikki annað at halda seg til enn, at alt er klárt til ta tíð. Um hvørjar avleiðingar- nar verða, um okkurt krav ikki er uppfylt til tíðina, sigur hann, at so má handl- ast hareftir, tá støðan uppstendur. – Skuldi tað hent, at tunnilin ikki verður klárur og hevur uppfylt øll tey krøv, sett verða, fara vit at boða frá tí. Og vit vilja fegnir gera tað so tíðliga sum gjørligt, um so verður, sigur hann. Enn er tó eingin útgerð til sløkkiliðini, sum skulu inn í tunnilin, um eitthvørt hendir, keypt. Listin var ikki fingin til vega fyrr enn hósdagin. Fingið listan Tað er gjørdur ein listi yvir ta útgerð, sum kravd er í samband við trygdina í tunlinum. Har undir eisini brunatrygdina. Talan er millum annað um ein brandbil og luftfløskur, sum í minsta lagi skulu hava luft til hálvanannan tíma hvør. Samráðingar eru millum leiðsluna fyri Vágatunnilin og avvarðandi kommunur, um hvussu hetta skal skip- ast. Tær kommunur, ið hava ábyrgd av tunnilstrygdini, eru Kvívíkar- og Sandavágs Kommunur, har tunnils- munnarnir eru. Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sum umsitir Brunaumsjón Landsins, sigur, at krøvini til undirsjóvartunnilin eru millum annað, at føst vatn- leiðing skal liggja gjøgnum tunnilin, ella eisini skal brandbilur við tanga vera tøkur. Hetta verður kravt, so atgongd altíð er til vatn, hvar í tunlinum ein møgu- lig vanlukka skuldi hent. Nú er eingin føst vatn- leiðing í tunlinum, og tí krevst tangabilur. Ein slík- an hevur Sandavágs Kommuna ikki, og tí má hann fáast til vega. Ógreitt er tó, um tað er kommunan ella tunnilin, sum skal gjalda hendan bil- in umframt aðra útgerð, sum brúkast skal í slíkum føri. Dávur Reinert Hansen, sigur, at leiðslan fyri Vága- tunnilin hevur boðið sær til at bera kostnaðin av tí, sum mett verður at liggja oman fyri tað, sum er eitt rímiligt krav til kommununa. – Arbeitt verður við hes- um málinum í løtuni, men eingin semja er fingin enn, sigur hann. Skeiðið útsett Ætlanin var, at eitt brand- skeið, við luttøku av brand- monnum úr Kvívík og Sandavági/Miðvági, sum hava felags sløkkilið, skuldi vera á Brandskúlan- um við Áir í komandi viku. Á hesum skeiðnum skuldu teir millum annað læra at brúka ta útgerð, sum kravd er í sambandi við tunnils- trygdina. Men av Brandskúlanum verður upplýst, at tað skeið- ið er útsett, og sigur leiðar- in á skúlanum, at ein grund, hann hevur fingið upp- givna, er at eingin útgerð er at venja við. Tá soleiðis var, varð hild- ið líka frægt at taka onkran annan á skeið, og tí verður eingin brandvenjing fyri tunnilssløkkiliðsmonnum á hesum sinni. Dávur Reinert Hansen sigur, at hann hevur frætt, at Brandskúlin hevur gjørt av at taka onnur fólk á skeið. Aðrar viðmerkingar vil hann ikki gera til tað málið. Sjórin fyri Vágatunlinum hevur ongan hug at gera viðmerkingar til, hvat hendir tann 26. november, um brunaumsjónin tá framvegis krevur, at ymisk krøv skulu lúkast. –Tað eru ov nógv »um« í hasum spurninginum til, at eg kann taka støðu til hann, sigur Dávur Reinert Han- sen. Men vit fara sjálvandi at ganga undir øll sett krøv, og vit arbeiða framvegis við teirri stevnu, at latið verður upp tann 26. novem- ber klokkan 11.00. Stjórin fyri Vágatunlinum heldur framvegis, at tunnilin verður latin upp tann 26. november sum ætlað Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4