leygardagur 14. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 176 - 14. september 2002
Nr. 176 - 14. september 2002
7
Bill Justinussen:
Kanska var eg nakað óstortsligur
– Men eg farin ikki at
velja siðseminevndina
av nýggjum, bara tí at
einstakir løgtings-
menn eru ósamdir
við mær, sigur Bill
Justinussen
SIÐSEMINEVNDIN
Áki Bertholdsen
– Kanska var eg nakað
óstortsligur, tá ið eg valdi
siðseminevndina.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður ásannar nú, at
hann átti at verið farin øðr-
vísi fram, tá ið hann valdi
siðseminevndina av nýggj-
um.
Hann sigur, at hann er so
nýggjur í politiska starvin-
um, at hann hevur ikki
ordiliga funnið útav, hvussu
ein landsstýrismaður eigur
at fara fram í øllum lutum,
eitt nú tá ið nevndir og ráð
skulu veljast, sum í hesum
føri, tí enn kennir hann ikki
allar tættir í tí politiska
virkseminum.
– Tað havi eg ongar trup-
ulleikar við at viðganga,
leggur hann afturat.
Hinvegin ger hann heilt
greitt, at hann velur ikki
nevndina av nýggjum.
– Skal nevndin veljast av
nýggjum, má onkur annar
gera tað. Men tað fái eg
heldur ongar trupulleikar
av.
Hann sigur, at hann kann
ikki broyta støðu, hvørja
ferð, onkur løgtingslimur er
ónøgdur, tí so skuldi hann
broytt støðu alla tíðina.
Men samstundis heldur
hann eisini, at tað, hann
hevur gjørt, kann forsvar-
ast.
– Tað er mín skylda, sum
landsstýrismaður at velja
siðseminevnd. Skuldu vit
treytaleyst fylgt tilmælun-
um frá umsitingini, hevði
tað verið rættast at tikið
ábyrgdina frá landsstýris-
manninum og latið umsit-
inginina valt nevndina, tí so
sluppu vit undan trupul-
leikunum.
– Eg havi so onki ímóti at
sleppa undan ábyrgdini av
at velja siðseminevndina.
– Men eg má so eisini
spyrja, hvat liggur í tí, at
landsstýrismaðurin
skal
velja nevndina? Skal hann
so ikki kunnu velja tey, sum
hann vil og hevur álit á?,
spyr landsstýrismaðurin.
Ikki valt vinfólk
Hann vísir eisini á, at tað, at
nýggj nevnd er vald, merkir
ikki tað, at hann hevur
vrakað limirnar, sum sótu í
nevndini frammanundan.
– Eg kenni ikki teirra
hugsunnarhátt. Hinvegin
kenni eg heldur ikki eg
heldur ikki øll tey, sum nú
eru vald í nevndina, tí eg
havi ongantíð hitt summi av
teimum og eg eri ikki vin-
fólk við nøkur av teimum.
Tí er tað heilt burturvið at
skíra hetta vina- og kenn-
ingapolitikk.
– Eg veit heldur ikki,
hvørja politiska áskoðan
hesi fólkini hava. Ongin av
teimum hevur verið virkin í
miðflokkinum og tann eini
nevndarlimurin hevur enntá
sitið á tingi fyri fólkaflokk-
in eitt skifti fyri nøkrum
árum síðani.
Tí heldur Bill Justinussen
als ikki, at hetta kann sam-
anberast við málið, tá ið
Signar á Brúnni, sum tá var
landsstýrismaður, valdi út-
varps- og sjónvarpsnevnd
og fekk harðligar ábreiðslur
fyri at hava valt ov nógv
tjóðveldisfólk.
– Hinvegin kann ein
landsstýrismaður ikki velja
fólk í eina nevnd, sum hann
als onki kenni til, tí tað er
ómøguligt .
– Skuldu øll tey, eg kenni
hugsjónirnar hjá, verið
skúgvað til viks, hevði tað
merkt, at túsundtals føroy-
ingar frammanundan vóru
diskvalifiseraðir og tað
kann heldur ikki vera
ætlanin.
– Hinvegin slepst ikki
undan, at nevndir og ráð
eru forlongdi armurin hjá
politiska valdinum og tað
hevði verið trupult at valt
fólk í nevndina, sum eru
politisk mótstøðufólk.
– Hevur nevndin onki við
politikk at geva, hví skal
hon so veljast eftir hvørt
løgtingsval? Er talan um
eina fakliga nevnd, eigur
tað at vera umsitingin, sum
velur hana og ikki lands-
stýrismaðurin.
Bill Justinussen sigur, at
tey, sum gjørdu lógina, sum
siðseminevndin
arbeiðir
eftir, hava ikki hugsað so
nógv um samanhangin í ar-
beiðnum. Hinvegin hevur
umsitingin mett, at reglarnr
eiga at broytast, so at øll
nevndin ikki verður skift út
í senn.
– Sum er, kunnu nevnd-
arlimir bara veljast aftur
einaferð.
Fyri at tryggja saman-
hangin í vendina, gjørdi eg
tískil av at velja fýra nýggj-
ar limir í nevndina nú.
Næstu ferð verða so teir
tríggir læknarnir skiftir út,
tí tá skulu teir skiftast út
eftir lógini. Varð øll nevnd-
in afturvald nú, skuldi eis-
ini øll nevndin verðið skift
út næstu ferð, eydnast tað
ikki at broyta reglarnar.
Ósakligt
Samstundis átalar hann
harðliga skuldsetingarnar
frá Annitu á Fríðriksmørk,
løgtingskonu fyri tjóðveld-
isflokkin, um at hann skal
hava valt umboð fyri víð-
gongdar minnilutabólkar í
siðseminevndina.
– Eg havi ikki valt umboð
fyri ávísar samfelagsbólkar
í nevndina.
Bill Justinussen sigur, at
tað, hann hevur hugsað um,
er at velja fólk í nevndina,
sum hann metir eru væl
skikkað at kjakast um
siðsemiligar spurningar.
Hann sigur, at hann
kennir teirra lívsáskoðan út
frá tí, at tey tikið lut í al-
mennum orðaskifti og tað
er útfrá tí, at tey eru vald í
nevndina.
– Men at døma Onnu
Lenu Olofson út frá tí, at
hon er kona Peter O. K. Ol-
ofson, heldur enn at døma
hana útfrá tí, at hon er
guðfrøðingur, er ósakligt.
– Tað er ósakligt bara at
døma nevndarlimirnar út
frá einum og sama felags-
nevnara, nevniliga at tey
hava gjørtvart við seg á
átrúnaðarliga økinum og at
gloyma allar aðrar felags-
nevnarar, sigur Bill Justin-
ussen.
– Harumframt er tað ein
lóg, sum altíð skal fylgjast,
tá ið nevndir og ráð verða
vald og tað er javnstøðulóg-
in, og sostatt umboða tær
báðar kvinnurnar í nevnd-
ini, allar kvinnur í Føroy-
um, leggur hann afturat.
Fingu 25.000 krónur til útgerð at bjarga fólki við
Peningurin kemur
serstakliga væl við,
sigur Kári Hammer í
Suðuroyar Syðra
Bjargingarfelag
GÁVA
Áki Bertholdsen
–Hetta kemur ómetaliga
væl við
Í Bjargingarfelagnum í
Suðuroyar Syðru helvt eru
tey serstakliga væl nøgd
við gávuna, sum tey miku-
kvøldið fingið frá Lions
Klubbanum í Suðuroy.
Á lítlari samkomu í Stóra
Pakkúsi í Vági mikukvøld-
ið, handaði Lions forsetin í
Suðuroy, Leivur Nygaard,
Bjargingarfelagnum í Suð-
uroyar Syðru helvt ein
kekk upp á 25.000 krónur.
Kári Hammer, sum tók
ímóti kekkinum fyri felag-
ið, sigur, at gávan kemur
serstakliga væl við.
Peningurin skal brúkast
til at keypa eina hydraul-
iska pumpu til bilasaksin
hjá felagnum við.
Felagið eigur ein saks,
sum verður brúktur at
klippa bilar sundur, tá ið
fólk sita føst eftir van-
lukkur.
Men higartil hava tey
verið noydd at pumpa við
hondmegi og tað krevur
bæði nógv fólk og nógva
tíð.
– Tá í ein vanlukka hend-
ir, eru tað viðhvørt minuttir
ella sekund, sum eru mun-
urin ímillum lív og deyða
og tí er ein hydraulisk
pumpa til saksin altørvandi.
Kári Hammer sigur, at hann
sparir 2/3 av tíðini og hann
sparir tveir mans, so tað er
eyðsæð, hvønn týdning, ein
slík pumpa hevur, tí nú er
nóg mikið við einum manni
at passa pumpuna, har tað
frammanundan mátti verða
tríggir, sum skiftust um at
pumpa við egnari megi.
Hann vísir á, at alt sum
ferðslan alsamt økist, slepst
heldur ikki undan, at talið á
vanlukkum eisini veksur og
tíverri hava teir nakrar ferð-
ir havt brúk fyri saksinum.
Sjálvt hevði felagið ongan
møguleika havt at keypt sær
eina slíka pumpu, tí tað
hevur tað ikki ráð til. Í fel-
agnumer bara sjálvboðin ar-
beiðskraft og hóast komm-
unan er ófør at hjálpa og
nøkur oyru eisini fáast á
fíggjarlógini, er tað verri
enn so nóg mikið og tí hevði
pumpan ikki verðið keypt,
uttan hendan stuðulin.
Á vaktarlistanum hjá fel-
agnum eru 10 mans, men
tað stendst ongantíð á at fáa
fólk, tá ið á stendur, tí
hendir eitthvørt, eru tað
altíð fleiri sum bjóða seg
fram a hjálpa til, sigur Kári
Hammer.
Pumpan er nú bíløgd og
kemur skjótt.
–Eg eri so nýggjur í politikki at eg havi ikki reiðiliga funnið
útav, hvussu ein landsstýrismaður eigur at fara fram, tá ið
nevndir og ráð skulu veljast, sigur Bill Justinussen
Leivur Nygaard, Lions forseti í Suðuroy, v.m. handar Kára Hammer í Bjargingarfelagnum í
Suðuroyar Syðru helvt ein kekk upp á 25.000 krónur, sum felagið fer at brúka til serliga útgerð
James Olsen
undirheldur í Klaksvík
Leygarkvøldið fer
James Olsen at und-
irhalda við sokallað-
um »sing-back
showi« í Klaksvík.
Eisini fer Martin
Kjærbo at venda
plátum
DANSITILTAK
Eyðun Klakstein
KÍ-høllin
fer
leygar-
kvøldið at hýsa einum
dansitiltaki, har James
Olsen verður høvuðs-
maður. Hann fer á pallin
við sínum nýggja »sing-
back showi«. Hetta merk-
ir, at hann fer at syngja til
tónleik, sum er spældur
inn á fløgu frammanund-
an.
Umframt James Olsen
fer væl umtókti plátu-
vendarin Martin Kjærbo
eisini at undirhalda fólki
við nýggjum dansitónum.
Tiltakið í KÍ-høllini
byrjar
leygarkvøldið
klokkan 23.30 og heldur
fram út á náttina.
Vágs kirkja sandblást
Vindeyguni í kirkjuni
í Vági eru sandblást
og eru nú sum nýggj.
Ókendur gevari lat
gávu til umvælingina
av kirkjuvindeygun-
um, og nýggir rútar
verða nú settir í – eini
1000 í tali
KIRKJUTÍðINDI
Dagfinn Olsen
Síðstu tvær vikurnar er
stórarbeiði farið fram við
kirkjuna í Vági. Menn hava
arbeitt tíðliga og seint, og
stórar maskinur hava verið í
gongd og ikki sørt av gangi
hevur staðist frá kring
kirkjuna.
Talan er um, at vindeyg-
uni í kirkjuni eru sandblást.
– Frá ónevndum gevara
fekk kirkjan í heyst gávu,
ið skuldi nýtast til vindeyg-
uni, har nakað av rusti var
komið í. Men nú er kirkjan
sera vøkur. Vindeyguni eru
sandblást, metalliserað og
málað hvít. Nú eru tey sum
nýggj. Nýtt glas verður sett
í, og talan er um nógvar
smáar rútar. Eg taldi einar
860 í kirkjuskipinum, og so
er nakað afturat, so talan er
óivað um meira enn 1000
rútar, sigur Jóhannis Øst-
erø, kirkjuráðsformaður.
Tipp topp
Guðstænasta hevur sein-
astu vikurnar verið í Mein-
igheitshúsinum, men nú
verður farið undir at gera
reint aftur í kirkjuni og tað
tekur nakrar dagar.
Arbeiðið at sandblása
hevur gingið skjótt og væl,
bert 10 dagar hevur tað tik-
ið, hóast væl meira av tíð
var sett av til arbeiðið.
Nú verður farið undir at
mála kirkjuna innan. Jó-
hannis Østerø sigur, at
kirkjan verður málað uttan
til várs. Ætlanin er at seta
kirkjuna í stand, so hon
verður tipp topp, sum hann
tekur til.
Arbeitt hevur verið við at
umvæla múrin, men nakað
er eftir at gera enn. Enn
lekur eitt sundur í uttara
enda. Múrurin hevur verið
illa farin, tí hann hevur ver-
ið so vátur.
Hóskvøldið var liðugt at
sandblása og so vantaði
bert at seta teir 1000 rútar-
nar í aftur vindeyguni í
Vágs kirkju, men kirkju-
ráðsformaðurin vónar, at
góð manning fæst til arb-
eiðið, tí enn siga veður-
menninir frá turrveðri í
nakrar dagar.
Vágs kirkja. Vindeyguni eru nú sandblást og eru sum nýggj. Nú er bert eftir at seta teir 1000
rútarnar í
Mynd: Dagfinn Olsen
C
M
Y
K
7
6