Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 176 - 14. september 2002 Nr. 176 - 14. september 2002 9 Smoltstøðin á Kalsoynni Sylvin Rasmussen, leiðari, sigur, at tað verður hildið aftur í framleiðsluni sum er, tí at alistøðirnar á sjónum eru varnar við at keypa sum nú er. Eisini gleðir hann seg til nýggju ferju- havnina, sum fer at gera flutningin av oynni munandi lættari ALIVINNA Solby A. Eliasen Kalsoy: Sylvin Rasmussen sigur, at tað at alistøðirnar eru varn- ar við at keypa er ein av- leiðing av ILA sjúkuni, sum hevur herjað alibrúkini í eina tíð nú. - Soleiðis merkja við ILA sjúkuna, so vit hava hildið aftur í framleiðsluni nú. Vit kundu framleitt 2.5 milli- ónir um árið, men sum er framleiða vit umleið 2 milliónir, sigur leiðarin á smoltstøðini. Hann vónar og væntar tó, at tað fer at verða loyvi at koppseta fiskin seinni í ár. Tað er ikki loyvt at selja laks, sum er koppsettur móti ILA í ES sum er, men Sylvin væntar, at ES fer at góðtaka tað í ár. – Tey sum framleiða koppsetingarevni eru í øllum førum farin í gongd við at framleiða evni móti ILA, so tað má fara at seta eitt uppaftur størri trýst á ES um at góðkenna tað, heldur Sylvin. – Tey siga, at ILA livir ikki í feskum vatni, so vit hava feskt vatn í kørunum her hjá okkum. Soleiðis verja vit okkum sum fræg- ast í móti virussjúkuni. Eis- ini eru vit givnir at nýta brunnbát til flutning av oynni, tí vit meta, at hann kann føra smittu við sær, greiðir Sylvan frá. Dýrur flutningur Ístaðin fyri brunnbát til flutningin nýtir smoltstøðin tyrluna, tá fiskur skal flytast av oynni. – Vit kunnu ikki líta á til dømis Dúgvuna. Hon er her nakrar fáar ferðir um árið. Um veturin er hon kanska bert tríggjar ferðir her, og tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Eisini, um hon ger ein túr yvir, og tað ikki viðrar, so kunnu tað ganga vikur, áðrenn hon kemur aftur. So tað er ikki ein flutningsháttur, sum vit kunnu líta á. Tí nýta vit tyrluna, hóast tað er so nógv dýrari, sigur Sylvin Rasmussen. Hann vísir eisini á truplu støðuna við tað, at ongin kranabilur er í oynni. Tað kemur eisini av truplu flutningsviðurskiftunum. Um ein nú velur at flyta ein kranabil yvir á Kalsoynna, so veit hann ongantíð, nær hann kann fáa hann av aftur oynni, tí alt veldst um, nær Dúgvan kann koma aftur til oynna. Sylvin greiðir frá, at tann støðan millum annað tók seg upp, tá smoltstøðin stóð í gerð. Tá skuldi sjálvsagt stórir bilar til, men tá bleiv tað koyrt saman við út- bjóðingini av arbeiðinum. – Tað stóð í útbjóðingini, at bilur mátti yvir á oynna, og teir, sum gjørdu arbeiðið, teir høvdu so egnan last og krana bil við. So tað var ikki nakar trupulleiki kortini, men tað er tað nú, um vit hava brúk fyri einum tílík- um bili, sigur Sylvin, sum sjálvandi gleðir seg saman við øllum hinum kals- oyingunum til nýggja ferju- havnin kemur. Hon verður væntandi liðug í 2004. – Tað fer lætta munandi um hjá øllum í oynni, tí tá verður gjørligt at flyta akfør og aðrar maskinur ímillum. Byrjaði í 1999 Smoltstøðin kom á várið í 1999 og á heysti sama ár fór fyrsti fiskurin á sjógv. Tað hevur verið arbeiði allatíðina síðani, og tað hevur verið regluligt. – Í fjør varð ein nýggj høll tikin í brúk, tað var fyri at fáa størri kapasitet, greiðir Sylvin frá. Arbeiðið á smoltstøðini fevnir um at hyggja eftir og taka deytt upp. – Nú ljóðar tað, sum um tað doyr so nógv her, men tað ger tað slettis ikki. Men tá vit síggja okkurt, sum er deytt, so taka vit tað sjálv- andi upp beinanvegin. Tað sleppur ikki at liggja, sigur Sylvin og sigur sum eitt dømi, at um tað eru 100.000 í einum kari, so verða okkurt um tíggju deyð tikin upp. Eisini er arbeiðið hjá teimum á støðini at kanna eftir, at føðingin er rætt innstillað. Sylvin sigur, at tey fóðra okkurt um 350 kilo um dagin, og tað verð- ur ikki mett at vera so øgiliga nógv. Umframt hetta, so verður fiskurin eisini skildur sund- ur eftir stødd og koppsettur móti sjúkum á sjónum. Og um ES seinni í ár fer at loyva sølu av fiski, sum er koppsettur móti ILA, so fer tað eisini at verða gjørt á smoltstøðini á Kalsoynni. Tað arbeiða 9 fólk á smoltstøðini, sum liggur mitt í millum Syðradal og Húsar. Hesi arbeiða øll fast, so eru onkuntíð onnur aftur at, um tað hevur verið nógv at gera. Øll, sum arbeiða á støðini eru búsitandi á oynni. Spurdur um, hvønn týdn- ing støðin hevur fyri oynna, svarar Sylvin Rasmussen, at hon sjálvandi hevur havt stóran týdning, tí hon hevur skaffað arbeiðið til oynna. – Hesi fólkini fara upp um morgunin og kunnu fara til arbeiðis uttan at skula hugsa um at fara av oynni. Og har aftur at, er hetta eisini eitt pláss, har framhaldsdeildin, sum er í Húsa og Syðradals skúla, kann koma í starvsvenjing, um tey ynskja tað. So sleppa tey eisini frá at fara av oynni, sigur Sylvin Ras- mussen, leiðari á smolt- støðini á Kalsoynni at enda. 1: 350 kilo av fóðuri verða nýtt um dagin á smoltstøðini, og millum annað skulu starvsfólkini kanna eftir, at fóðurinnstillingin er røtt Smoltstøðin liggur mitt í millum bygdirnar Syðradalur og Húsar Virksemið á smoltstøðini byrjaði á várið 1999 Erik Eliasen býr á Syðradali og er ein av teimum níggju, sum starvast á smoltstøðini hjá Faroe Salmon á Kalsoynni Jenis av Rana: Torbjørn Jacobsen hevur ein trupulleika við Miðflokkinum - Okkara sjónarmið vekja debat í samfel- agnum. Vit eru farin til arbeiðis í sam- gonguni, og fleiri mál eru á veg frá Mið- flokkinum, sigur Jenis av Rana, sum fer at biðja um fund við Torbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkin eftir at tingmaðurin hevur lagt eftir Mið- flokkinum fyri at reka víðgongdan politikk á átrúnaðarliga økin- um. SAMGONGUSTEV Jón Brian Hvidtfeldt Formaðurin í Miðflokkin- um, Jenis av Rana, heldur lítið um atfinningarnar hjá samgongufelagnum, ting- manninum Torbjørn Jacob- sen, móti flokkinum. Í Sosialinum í gjár segði Tor- bjørn Jacobsen beinleiðis, at vil Miðflokkurin ikki sleppa sínum viðgongda politikki á átrúnaðarliga økinum, eigur hann at verða varpaður úr sam- gonguni. Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum nevn- ir tvey mál, har sjónarmið- ini hjá Miðflokkinum eru langt frá teimum hjá Tjóðveldisflokkinum, spurningurin um fosturtøku og valið av fýra limum í Siðsemisnevndina. – Torbjørn Jacobsen hev- ur ein trupulleika við Miðflokkinum, sum stavar frá fyrr í summar, tá flokk- urin stuðlaði ikki ákærun- um hjá Torbjørn móti løg- manni, sigur Jenis av Rana. – Eg segði tá við Tor- bjørn Jacobsen, at eg stuðl- aði honum, um hann legði nýggj prógv á borðið og ikki bara kom við gomlum slatri og leysum pástand- um. Tað gjørdi hann ikki, og tí fekk hann ikki mín stuðul. Síðan hevur Tor- bjørn Jacobsen beinleiðis sagt, at tað skal koma Mið- flokkinum afturumaftur, leggur Jenis av Rana afturat. Miðflokkurin fylgir samgonguskjalinum Jenis av Rana vísir á, at í spurninginum um fostur- tøku fylgir Miðflokkurin samgonguskjalinum. Har stendur beinleiðis, at ar- beiðast skal fyri at avmarka talið av forsturtøkum. Tí heldur hann orðini hjá Tor- bjørn Jacobsen vera heilt burturvið. – Eg haldi, at Torbjørn Jacobsen skal fara at finna semju í Tjóðveldisflokkin- um fyrst, áðrenn hann leggur eftir Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana. Rasisma Formaðurin í Miðflokkin- um heldur sera lítið um orðaskifti, sum hevur tikið seg upp, síðan landsstýris- maðurin hjá flokkinum, Bill Justinussen, valdi fýra limir í Siðsemisnevndina. – Bill Justinussen hevur valt fýra fólk í nevndina, sum hann hevur álit á. Síð- an hevur verið roynt at finna ein felagsnevndara fyri tey, og tá man heldur seg hava funnið hann, fer man í holt við at spilla tey út. Tað líkist mest av øllum rasismu, sigur Jenis av Rana. Hann heldur somu- leiðis, at tingformaðurin átti at havt átalað orðaskift- inum í løgtinginum fyrr í vikuni, tá tinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Anita á Fríðriksmørk, fanst hvassliga at valinum av fólki í Siðsemisnevndina. Ikki ein samgongu- trupulleiki Jenis av Rana metir ikki, at nógvi ágangurin móti Mið- flokkinum seinastu tíðina kann tulkast sum trupul- leikar í samgonguni. Hann metir har aftur ímóti, at tal- an er um smáting, sum tað eigur at bera til at tosa seg til rættis um. Formaðurin í Miðflokkinum fer í næstu viku at biðja um fund við Torbjørn Jacobsen og Tjóð- veldisflokkin fyri at fáa reinsa luftina. Formaðurin í Miðflokk- inum leggur als einki í orðini hjá Torbjørn Jacob- sen um, at vil Miðflokkurin ikki sleppa sínum við- gongda politikki á átrúnað- arliga økinum eigur hann at verða varpaður úr sam- gonguni. – Maðurin er illur. Hann kann ikki skjalprógva nøkr- um av sínum pástandum, tí Miðflokkurin hevur í øllum málum fylgt tí, sum stendur í samgonguskjalinumn, sig- ur Jenis av Rana. Væntar sær ikki durafjórðingin Jenis av Rana óttast ikki, at politikkurin hjá Miðflokk- inum fer at enda við, at flokkurin verður tveittur úr samgonguni. – Miðflokkurin er farin til arbeiðis í samgonguni. Vit vita av, at fleiri av okkara málum vekja debat í samfelagnum, men vit fara ikki at broyta okkara polit- ikk av hesi orsøk. Flokk- urin hevur ein aktivan landsstýrismann, og fleiri stórmál eru á veg frá Mið- flokkinum, sigur Jenis av Rana. Hann væntar, at fundurin við Torbjørn Jac- obsen og Tjóðveldisflokkin fer at lætta um arbeiðið, og leggur afturat, at hann er ikki bangin fyri at fáa dura- fjórðingin frá Tjóðveldis- flokkinum. - Tí ger Tjóðveldisflokk- urin tað, so kann hann sjálvur vænta at enda úti í politiska myrkrinum, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana heldur lítið um atfinningarnar móti Miðflokkinum og lands- stýrismanni floksins, Bill Justinussen. Hann fer í næstu viku at biðja um fund við Torbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkin eftir atfinningarnar hjá tingmanninum móti flokkinum. Savnsmynd C M Y K 9 8