Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 176 - 14. september 2002 Nr. 176 - 14. september 2002 11 Landaplágur allan vegin Tá Boney M fer á pallin, so heldur manningin seg til allar teir kendu sangirnar frá byrjan til enda. — Teir eru ikki torførir at syngja og verri enn so altíð líka avbjóðandi, men tað eru teir sangirnir, ið fólk vilja hoyra, siga limirnir í Boney M SAMRØÐA Heri á Rógvi Okkurt serligt er við at skula gera eina samrøðu við Boney M. Hesin her bólkurin, sum er á einari fløgu í bilinum, og sum meira enn so kann hoyra í útvarpi ella úti millum fólk. Sagt verður, at tingini henda nøkur ár aftaná í Før- oyum. Tað var ein tíð, tá limirnir í Boney M vóru stjørnur og lógu ovast á tónatindunum í Bretlandi og Týsklandi. Hetta var aft- uri í sjeytiárunum. Allíkavæl er tað okkurt serligt, tí talan er hóast framvegis um Boney M. Um ikki annað so navnið, og sangirnir hanga við. Sangirnir eru eisini hetta serliga slagið av tónleiki, sum tykist mestsum ódoyggjandi í Føroyum. Tað er nakað við sjeytiárunum og útvaldum, sum fær føroysku fjøldina at smelta. Um tíggju ár vilja vit mest sannlíkt enn hoyra Rivers of Babylon og allar hinar. Stór útskifting Nøvnini á teimum fýra, ið manna bólkin í Føroyum, eru: Zara Martin, Toyin Adekale, Kelly Rahman og Maizie Williams. Henda seinasta hevur verið við í bólkinum frá byrjan. Kelly Rahman er mannliga ísletti í bólkinum. Søgan hjá Boney M byrjar í 1975. Tær skrivligu keldurnar, vit hava leitað upp á alnetinum, vísa frá- vík í støðum, so eitt ávíst fyrivarni má takast. Í øllum førum eru øll samd um, at maðurin aftan- fyri Boney M er Frank Farian. Hann er týskari og hevur starvast sum bæði framleiðari og sangari. Mest heppin hevur hann verið sum framleiðari. Hann hevur arbeitt saman við so kendum fólkum sum Toto og Stevie Wonder, og so var tað eisini hann, sum stóð aftanfyri Milli Vanilli, ið onkur kanska minnist. Hann gav í 1974 ein sang út í Týsklandi, sum gjørdist ógvuliga væl umtikin, men sjálvur helt hann seg ikki framat at syngja og fram- føra, og hann setti tí ein bólk saman. Hesin bólkurin kom at eita Boney M. Herfrá verður søgan eitt sindur innviklað, men tað stutta av tíð langa er, at bólkurin byrjaði av álvara at fóta sær í seinnu helt av sjeytiárunum. Í stórheitstíð- ini hjá bólkinum taldi manningin umframt Maizie Williams: Liz Mitchell, Marcia Barret og mannligi limurin kallaðist fyri Bobby Farrell. Tey eru ættaði úr Jamaika og Vest Indisku oyggjunum. Fyri hesari manningini gekk tað slag í slag við sangum, sum komu at liggja um ovastu rókirnar á tóna- tindunum. Bólkurin hevur serliga verið væl umtóktur í Týskland og fyri ein stóran part eisini í Bretlandi. Løg sum Ma Baker, Synny, Rivers of Babylon, Brown Girl in the Ring og Mary’s boy child gjørdist øll stór "hit" í Bretlandi. Rivers of Babylon, sum varð givin út saman við Brown Girl in the Ring í 1978, er mest umtókti sang- urin hjá bólkinum. 1978 gjørdist eisini besta árið hjá bólkinum. Við sjeytiárunum fór eisini populariteturin hjá bólkinum. Bólkurin var framvegis væl umtókur í Týsklandi, men bretar kendu ikki nógva trongd eftir Boney M og teirra tónleiki. Boney M gjørdist ongantíð nøkur ævintýr- søga í USA. Í 1982 fór mannligi sang- arin úr bólkinum, og í 1986 valdi bólkurin at gevast. Síðani tá eru fleir royndir gjørdar at endurstovna Boney M til fleiri ymisk høvi við rættiliga nógvum ymiskum manningum. Eis- ini hevur upprunaliga manningin verið savnað til eitt høvið. Sambært einari heima- síðu eru tað nú tríggjar ymsar manningar, sum ferðast kring knøttin undir navninum Boney M. Boney M hevur millum ár og dag givið eina øgiliga rúgvu av bondum, plátum og fløgum út. Eitt tað mest kenda í Føroyum er mestur jólaplátan hjá bólkinum. Hendan – eins og nógvar aðrar – eru vorðin endurút- givin og miksað fleiri ferðir. Bólkurin hevur eisini givið eina longri røð av uppsaml- insplátum út. Onkur av hes- um hevur fingið góða mót- tøku. Samanlagt er sølan hjá Boney rættiliga drúgv. Manningin, ið er á vitjaní Føroyum hevur verið sam- an í átta ár. Tann eina, Zara Martin, er við avloysari á Føroyatúrinum. – Síðani tann originala manningin fór hvør til sítt, so helt eg ein steðg. Eg varnaðist tó skjótt, at tað var ein eftirspurningur, og spurdi tí hinar, um tær ikki vildu vera við í bólkinum, greiðir Maizie Williams frá. Landaplágur Tá spurt verður eftir, hvat vit kunnu vænta okkum av teimum, so skal eingin vera bangin fyri, at hann fer avstað aftur, uttan at hava hoyrt ein kendan sang. Øll hittini verða spæld slag í slag tann góða tíman, ið bólkurin fer at standa á pallinum. – Teir eru ikki torførir at syngja og verri enn so altíð líka avbjóðandi, men tað eru teir sangirnir, ið fólk vilja hoyra, siga tær tríggjar kvinnurna við ein munn. – Eg vildi gjarna roynt okkurt annað, men vit kunnu sanniliga fáa tað at bera til. Hesin tónleikurin riggar til allar aldursbólkar, sigur Toyin Adekale. – Virðislønina fáa vit frá áhoyrarunum, siga tær. Sangirnir frá sjeytiárun- um hava fingið eina yvir- háling, so teir hóska seg betur til 2002. Á konsertini verður tónleikurin playback Konsert leygarkvøldið Sum nevnt er Boney M komin til Føroya fyri at spæla. Leygarkvøldið verð- ur stór konsert í Mentunar- húsinum í Fuglafirði. Fríggjakvøldið spælir bólkurin eisini eina eyka konsert í Platform í Havn. Havgrímur Johannesen, stjóri fyri Platform, hevur fingið bólkin hendavegin, og hann sigur, at tað leingi hevur verið ætlanin at finið hendur á bólkinum, og nú skuldi tað so vera. Limirnir í Boney M á føroyaferðini siga, at tey spæla eini 10-12 ferðir um mánaðin. Tað eru øll sløg av spælistøðum. – Vit spæla alt frá ítróttur- vøllum við fleiri túsund áskoðarum til privatar veitslur, siga limirnir í bólkinum. Áðrenn tey komu til Føroya, høvdu tey hoyrt um staðið, men væntaðu ikki tað stóra. – Vit høvdu ikki roknað við nøkrum, men tá vit so komu vaknaðu vit veruliga, tí hetta landið er so ser- merkt, ljóðar tað frá teimum. Boney M fer í eldin leygarkvøldið í Fuglafirði, og tey leggja longu leiðina avstað sunnumorgunin. Maizie Williams hevur verið við í Boney M frá byrjan. Tað eru 27 ár síðani, at bólkurin byrjaði sítt virksemi. Mynd: Jens Kristian Vang. Manningin hjá Boney M á vitjanini í Føroyum f.v. Kelly Rahman, Zara Martin, Toyin Adekale og Maizie Williams, ið hevur verið við frá byrjan. Tey lova at allir teir kendu – og bara teir – sangirnir fara at verða spældir í Føroyum. Mynd: Jens Kristian Vang.a Rætting Í einum myndateksti í greinini um uppflytingina hjá AB er nakað komið skeivt fyri. Formaðurin í AB eitur Tórálvur Sten- berg og Johan Stenberg, maðurin á myndini við blómunum, er sonur bróður Tórálvs, Hans Jac- ob Stenberg. – Sum útgangsstøði, segði Robert G. Tribault seg vilja vera positivan fyri at fáa eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við, sigur landsstýrismað- urin. Ítøkiliga úrslitið av fundinum var, at føroyska og kanad- iska sendinevndin hittast sunnudagin, sum fundurin í NAFO verður mánadagin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í hesi vikuni hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og kana- diski fiskimálaráðharrin, Robert G. Thibault, havt telefonfund, har teir serliga tosaðu um føroysku rækju- rættindini á Grand Bank og á Flemmish Kap. Umframt Kanada, eru 15 lond limir í NAFO, ið um- sitir fiskirærættindini á hesum leiðum. Kanada, sum eigur meginpartin av Grand Bank, fær 5.000 tons av samlaðu kvotuni, meðan øll hini 15 londini, ið eftir eru, fáa 1.000 tons í part, sum sambært avtaluni verða býtt javnt millum londini. Hetta gevur 67 tons av rækjum til hvørt landið, og tá ið Føroyar og Grønland verða roknaði sum eitt land, er ikki nógv at býta millum londini. Hetta eru føroyskir myndugleikar og føroyska rækjuvinnan ógvuliga mis- nøgd við, tí tey halda, at søguligu rættindini hjá okkum eiga at røkka til størri kvotu enn hetta. – Vit hava tí kravt at fáa ein størri part av rættindun- um á Grand Bank, sigur Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður. Hann vísir á, at tá ið før- oyskir myndugleikar løgdu trýst á kanadisku myndug- leikarnar og søgdu seg um- hugsa at áseta egnu kvotu, avgjørdu kanadisku mynd- ugleikarnir at steingja havnirnar fyri føroyskum skipum. – Hóast vit ikki hava giv- ið føroyskum skipum loyvi at fiska uttan um ásettu NAFO-kvotuna, hava kan- adiarar prógv fyri, at skip- ini kortini hava fiskað. Hetta hevur gjørt okkara samráðingarstøðu truplari, sigur landsstýrismaðurin. Soleiðis er Jørgen Nicla- sen eisini vitandi um, at kanadiski fiskimálaráð- harrin ikki hevur umtalað hesi stig hjá føroyskum skipum við positivum orð- um í kanadiskum fjølmiðl- um. Telefonfund við Robert G. Tribault Nú undan fundinum í NAFO, sum byrjar í Spaniu mánadagin komandi, hava føroyskir og kanadiskir em- bætismenn tosað saman um støðuna, og hesar samrøður førdu í hesi vikuni til, at telefonfundur varð avtalað- ur millum Robert G. Tri- bault og føroyska starvs- bróðurin, Jørgen Niclasen. – Vit tosaðu saman hós- dagin. Eg legði fyri við at greiða frá okkara søguligu viðurskiftum á Flemmish Kap og Grand Bank. Eg greiddi honum frá okkara fiskiskapi á hesum leiðum gjøgnum árini og vísti á, at vit hava hildið okkum til tær reglur, sum hava verið galdandi. Somuleiðis vísti eg á, at vit í flestu førum hava stuðlað uppundir sjón- armiðini hjá Kanada í NAFO. Yvirfyri Roberti legði Jørgen dent á, at Føroyar eru eitt land, sum bara livir av fiski. Tí er eisini neyð- ugt hjá okkum at halda fast um tey søguligu rættindi, vit halda okkum eiga. – Eg greiddi frá, at vit halda okkum eiga stór søgulig rættindi á Grand Bank og halda tí, at hesi eiga at hava eina ávísa vekt, tá ið kvotur verða tillutaðar. Jørgen duldi ikki, at føroy- ingar kendu seg ógvuliga vónsviknar, tá ið allar grundgevingar vórðu feið- aðar av borðinum á eyka- fundinum í NAFO, sum var í Helsingør í januar. – Hesum kunnu vit slett ikki liva við, legði eg dent á. Størri forstáilsi Landsstýrismaðurin sigur, at so hvørt, sum samrøðan millum hann og kanadiska fiskimálaráðharran leið, var reaktiónin í hinum end- anum meira og meira posi- tiv. – Robert segði seg hava fingið ta fatan, at føroysk skip gjørdu júst sum tey vildu á Grand Bank, men hesum vísti eg aftur og segði, at landsstýrið hevði vent sær ímóti hesum fiskiskapi. Jørgen sigur, at samrøðan millum partarnar endaði við, at Robert lovaði bein- anvegin at taka upp sam- band við kanadisku sendi- nevndina, sum fer á NAFO- fund í Spaniu nú mánadag- in, og hann lovaði eisini, at søguligu rættindi føroyinga skuldu vigast neyvari í samband við kvoturættind- ini á Grand Bank. – Sum útgangsstøði, segði Robert seg vilja vera positivan fyri at fáa eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við. Landsstýrismaðurin sig- ur, at ítøkiliga úrslitið av telefonfundinum var, at før- oyska og kanadiska sam- ráðingarnevndin skal hitt- ast á fundi í Spaniu dagin fyri ársfundin í NAFO. – Hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, er ilt at siga frammanundan, men vit vóna, at funnin verður ein loysn, sum vit kunnu liva við, sigur Jørgen Nicla- sen at enda. Samráðingar- leiðari hjá føroysku sendi- nevndini á NAFO-fundin- um í Spaniu verður Andrass Kristiansen. At enda kunnu vit skoyta uppí, at við seinastu sam- ráðingar vórðu fiskidagarn- ir hjá føroyskum rækju- skipum á Flemmisk Kap øktir úr 1440 upp í 1600 dagar. Jørgen hevur fundast við kanadiska fiskimálaráðharran um Grand Bank Jørgen Niclasen er væl nøgdur við samrøðuna, hann í vikuni hevði við kanadiska fiskimálaráðharran, Robert G. Tribault Ikki ansjósir, men prikkafiskur Russar hava veitt 7.000 tons av prikkafiski undir Føroyum í ár FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Týsdagin, 10. septem- ber, hevði tingmaður Javnaðarfloksins, Hendrik Old, ein munnligan fyrispurn- ing á løgtingi. Løgtingsmaðurin spurdi Jørgen Nicla- sen, um landsstýris- maðurin kundi greiða nærri frá fiskiskapi eftir ansjósum í før- oyskum øki. Hann spurdi, hvar hesin fiskiskapur fer fram, og hvussu nógv russar fáa av ansjósum. Ikki ansjósir, men prikkafiskur Jørgen Niclasen vísti í svari sínum á, at russar í nøkur ár hava havt eina ávísa nøgd av hjáveiðu, ið teir hava uppgivið sum ansjósir. Hetta hevur verið sum hjáveiða uppi í svart- kjaftaveiðini. – Fiskiveiðieftirlitið hevur tikið nakrar av hesum fiskum við til lands, so Fiski- r a n n s ó k n a r s t ova n kundi staðfesta, hvat fiskaslag talan er um. Stovnurin er komin fram til, at talan er ikki um ansjósir, men prikkafisk, sum hann verður róptur. Í svari sínum segði Jørgen, at prikkafiskur er stimafiskur, sum finst kring oyggjarnar. Eini 4-5 sløg eru av hesum fiski undir Før- oyum, og sambært Fiskirannsóknarstov- uni er fiskurin mest sunnanfyri, uttanfyri landgrunnakantarnar á einum dýpi, sum er millum 150-250 metr- ar. – Tær kanningar, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur gjørt umborð á svartkjaftaskipum, bæði føroyskum skip- um og skipum úr øðr- um londum, hava ikki víst nakra hjáveiði av prikkafiski. Sostatt bendir nógv á, at russar hava funnið fram til, hvussu fiskurin skal fiskast og hagreiðast. Jørgen segði, at í 1999 vórðu fiskað 2000 tons av prikka- fiski, somuleiðis 2000 tons í ár 2000, og í 2001 vórðu fiskað 3000 tons. Tað eru bara russar, sum hava fiskað henda fiskin. – Higartil í ár hava russar fiskað heili 7000 tons! segði lands- stýrismaðurin. Hann segði, at kanningar hjá Fiski- veiðieftirlitinum hava eisini víst, at tá ið russ- ar fáa henda fiskin, eru ofta eini 20-30 tons í hvørjum háli. Bestu mánaðirnar hava teir fiska yvir 2.000 tons av prikkafiski. Við í samráðingarnar Landsstýrismaðurin segði, at russiski fiski- skapurin eftir prikka- fiski er nú so týðandi at hetta verður tikið upp í samráðingunum við russar næstu ferð. – Higartil hevur fiskurin verið roknaður sum hjáveiða í svart- kjaftafiskiskapinum og er tískil roknaður av samlaðu kvotuni. Tað er nú nógv, sum tíðir upp á, at fiskiskapurin eftir prikkafiski kann gerast munandi, og hetta er neyðugt at hava við, nú svart- kjaftaf iskiskapurin verður avmarkaður enn meira. Jørgen vísti á, at Fiskirannsóknarstovan hevur ikki gjørt royndir eftir hesum prikka- fiski, men sambært stovninum gera íslend- ingar nú royndir. Í Íslandi verður prikkafiskur nýttur til mjølframleiðslu. – Ætlanin hjá okkum er at gera royndir, men slíkar royndir eru kostnaðarmiklar. Tí vóna vit, at uppisjóvar- vinnan vil verða við, bæði praktiskt og ikki minst peningaliga, tí veiðan eftir hesum fiskaslagi kann jú sum frá líður gerast eitt gott íkast hjá uppisjóarflot- anum, segði Jørgen Niclasen í svari sínum til Hendrik Old. C M Y K 11 10