Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 176 - 14. september 2002 Nr. 176 - 14. september 2002 13 Stýriskipanarlógin gevur landsstýrismonnunum stórt vald. Hetta krevur ein sterkan løgmann, ið kann tryggja, at landsstýrismenninir halda seg til tær demokratisku reglur og siðir, ið eru galdandi í okkara samfelag. Og tað átti at verið lagamanni, tí lógin gevur eisini løgmanni stórt vald. Tíanverri hava vit verið vitni til ein viknandi løgmann, nú nýggj samgonga er skipað, og nærum øll mál eru tikin (ella latin) úr hondunum á løgmanni og løgd undir landsstýrisfólkini her ikki minst varaløgmann. Tað hevur ljóðað frá løgmanni, at nú er tað hann, sum ger av, hvørja lagnu yvirtøkurnar fáa, hvørjar samráðingar verða við danir osfr., men veruleikin er ein annar. Nú sær tað út til, at tað er reint sjálvtøkuborð í Tinganesi. Einstøku landsstýrismenninir gera júst tað teimum hóvar á yvirtøkuøkjunum, og fyri Tjóðveldisflokkin kemur hetta sera væl við, tí tá slepp- ur hann jú at fara nógv longur enn samgonguskjalið loyvir honum. Vit hoyra so eitt pipp frá løgmanni av og á, tá bólkar í samfelagnum gera hann varugan við hesa støðu. Sjálvstýrisflokkurin vísir seg bókstaviliga at vera djúpt niðri í lummanum á løgmanni, tí hesin flokkur, ið segði seg vilja taka annað skinn um bak í sjálvstýris- tilgongdini, letur eins og løgmaður bara standa til. Mest umráðandi tykist vera bara at kunna vera í samgongu. Vit eru so vitni til somu tøgn, nú ávís landsstýrisfólk velja at brúka og tulka lógir og siðir uppá sína egna máta. Hetta er valið av nýggjum nevndarlimum í siðsemisnevndina eitt talandi dømi um. Landsstýris- maðurin hjá Miðflokkinum hevur tveitt gomlu limirnar úr nevndini og sett nýggjar, sum nærum allir eru eftir hansara høvdi. Týðandi almennar nevndin eiga at umboða breiddina í fólkinum og ikki bara ávísar áhugabólkar. Tí er tað ikki ov nógv sagt, at Bill Justinussen hevur sett demokratisku skipanina ella í hvussu er andan í henni til viks. Og tá eigur løgmaður, sum er arbeiðsgevarin hjá øllum landsstýrisfólkunum, straks at taka afferu. Ein nøs ella nefs er ikki nokk. Landsstýrismaðurin eigur at fáa eina kraftiga ávaring og samtíðis fáa boð um at velja limirnar í nevndina av nýggjum, soleiðis at teir eru í tráð við demokratisku mannagongdina við val av slíkum nevndarlimum, ið jú skulu umboða okkum øll og ikki ein lítlan minniluta av fólkinum. Løgmaður ger ikki sína skyldu, um hann bara letur standa til. Hann er tvingaður at krevja av Bill Justinussen, at hesin velur nevndina av nýggjum, og at hann kemur við eini treytaleysari umbering. Tað er løgið at hoyra umboð fyri Tjóðveldisflokkin tosa um valdsmisnýtslu, tá Miðflokkurin velur eina nevnd, sum eigur at umboða alt fólkið, ístaðin velur ein minniluta at umboða alt fólkið. Hví hugsaði man ikki um tað, tá samgonga skuldi skipast? At byggja eitt stýri á ein minniluta sum Miðflokkin, var tað ikki júst tað sama, sum Miðflokkurin ger nú! Hví var tað so avgerandi tá at halda Javnaðarflokkin uttanfyri? Hví var tað so umráðandi at byggja sítt politiska mandat komandi fýra árini uppá ein so lítlan minniluta, tá tú kundi fingið nógv breiðari undirtøku fyri tínum politikki, var eitt nú Javnaðarflokkurin við! Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eigur at svara hesum spurningum alment. Men fyrst eigur løgmaður at seta krøv til Miðflokkin um at virða demokratiið. Fólk spyrja: hvar er og hvat ger løgmaður egentliga í Tinganesi!!! DAGSINS MEINING Sosialurin Hvat ger løgmaður! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Dánial á Dul Jacobsen Góði Niels Uni. Tú hoyrir og skilir tað tú vilt. Salman Ruhsdie er ikki bert eitt einkult dømi. Vit í tí frælsa heiminum kunnu og eiga so vítt gjørligt at umstilla okkum til tey fremmandu, sum koma til okkara, men tað verður ógjørligt at venja seg við hugtakið ærudráp, ið er ein veruleiki, sum hini norðanlondini eru noydd at viðgera í ramasta álvara. Í islam hava vit við eina religión at gera, sum undir ongum umstøðum loyvir tað frælsið, sum vit onnur taka sum eina sjálvfylgju, og fyri teimum er tað óhugsandi, at tey skulu um- stilla seg til okkum, tá vit koma til teirra lond. Og nú endi eg, har eg byrjaði: Tað er í lagi, at tú hevur eina aðra meining. Tað er eisini í lagi, at tú sigur hana hart, men tað er ikki í lagi at brúka so sterk orð um onn- ur, sum tú hevur gjørt hesa- ferð. PS. Tað er nú ógvuliga naivt at samanlíkna seg sjálvan við Jesus. Jesus hevur myndugleika, tað hevur tú ikki. Hann hevur myndugleikan, tí hann er sannleikin og tað ert tú ikki. Til Niels Una Dam (3) Jan Christiansen, borgarstjóri Samgonga og andstøða, sigur onkur. Onnur nevna tað meiriluti og minniluti. Sjálvur dámar mær betur seinra heitið, tí orðið andstøða merkir, samb. orðabókini: modstand, opp- osition. Tað er soleiðis í politikki, at nakrir flokkar finna saman og gera eina samgongu, og seta hesir flokkar út í kortið eina ætl- an, so at teirra málsetning- ur kann verða framdur í valskeiðinum. Hetta merkir ikki, at minnilutin ikki skal verða hoyrdur, ella at minnilutin treytaleyst skal verða ímóti ætlaðu mál- setningum. Tí dámar mær ikki orðið andstøða. Men tíverri uppliva vit í býráðnum í dag, at minni- lutin skikkar sær sum ein andstøða. Tey eru at kalla altíð imóti meirilutanum. Tey gera rumbul við so nógvum málum sum gjør- ligt, og kortini royna tey at taka sær heiðurin av mál- um, sum tey einki eiga í. Slík framferð, sum minnilutin vísir, ger sjálv- sagt, at vit í meirilutanum mugu standa enn meira saman, tí ein veit ongantíð rættuliga, hvat væntast kann frá minnilutanum (andstøðuni). Dømi um teirra atburð er málið um at bjóða bussleið- ina út. Lat meg royna stutt at greiða frá hesum máli. Sáttmálin um bussleiðina gongur út í februar mánað, og støða skuldi takast til, um vit skuldu leingja ver- andi sáttmála, ella um vit skuldu bjóða bussleiðin út í almennari lisitatión. Eingin greið støða frá minnilutan- um! Útbjóðingartilfar, sum klárt og væl greiðir frá, hvat arbeiðstakarar kundu bjóða uppá, skuldi gerast, men minnilutin vísti lítlan og ongan áhuga í hesum arbeiði. Útbjóðingartilfarið bleiv gjørt, og hóvaði minnilutanum lítið, at tæn- astustøðið á bussleiðini ikki var hækkað enn meira. Greið tala frá teirra síðu, men teirra áskoðan vann ikki frama, og bleiv sam- tykt at bjóða bussleiðina út í almennari lisitatión, sam- bært fyriliggjandi tilfari. Sjey arbeiðstakarar geva inn tilboð uppá bussleiðina út frá tilfarinum, og skal býráðið síðan taka støðu til innkomnu tilboðini. Hvørki meira ella minni. Men hvat ger minnilutin? Teir taka ikki støðu til innkomnu til- boðini, men koma aftur við uppskoti um at broyta koyr- ingina. Tvs. at broyta út- bjóðingartilfarið, eftir at tilboðini eru komin inn. Um ynski teirra var gingið á møti, so var tað at bróta við allar vanligar manna- gongdir í sambandi við út- bjóðing, og vildi tað verið fyrstu ferð í býráðsins søgu í nýggjari tíð. Eg kundi hugsað mær, at minnilutin alment greiddi frá, um tey: • Eru ímóti at bussleiðin bleiv bjóðað alment út • Um tey eru ímóti at tikið verður av lægstu tilboð- unum, ið uppfylla treyt- irnar Lat meg at enda siga, at sáttmálaskeiðið er yvir 7 ár, og at broytingar sjálvsagt vilja koma í bussleiðina í hesum tíðarskeiði, men eisini hesum er hædd tikin fyri í sáttmálanum. Eftir stendur, at vit hava fingið eina bussleið við hægri tænastustøði, enn verandi bussleið hevur, og at kostnaðurin er 3,5 mió lægri enn í dag. Borgarstjórin og bussleiðin VIÐMERKINGAR Elin N. W. Tausen Argir Tað er sjáldan at eg geri viðmerkingar til tað, sum fer fram á Føroya Løgtingi, men hesuferð haldi eg, at eg kann ikki tiga. Ofta verður havt at ting- monnum, tá teir av tingsins røðarapalli hava at føroysk- um embætisfólkum fyri ymiskt, sum er farið fram í teimum ymisku ráðunum. Eg haldi, at viðgerðin sum fór fram av nýggju nevndarlimunum í Vísinda- ligu Siðsemisnevndini, var undir alt lágmark. Hví Bill Justinussen hev- ur valt júst hesar persónar, veit eg ikki, og ætli eg mær ikki at gera fyristillningar um hví. Eg eri limur í Mið- flokkinum, men havi einki at gera við, hvat avgerðir landstýrismaður ella løg- tingsmaður floksins taka. Ei heldur geri eg hesa við- merking, tí Dánjal á Dul Jacobsen, nývaldur nevnd- arlimur í siðsemisnevndini, er fyristøðumaður í tí sam- komu, ið eg hoyri til. Orsøkin til at eg skrivi, er at eg eri sera ónøgd við mátan hesir nývaldu nevnd- arlimir vóru viðgjørdir. Ja, nøkur teirra hoyra nokk til eitt annað trúarsamfelag enn fólkakirkjuna, men tað ger tey ikki til verri persón- ar av tí. Einki verður nevnt um teirra arbeiðsroyndir og útbúgvingar í hesum høpi. Høvdu tey hoyrt til fólka- kirkjuna, og høvdu tey somu arbeiðsroyndir og út- búgvingar, sum tey hava nú, ja, so vóru tey góðkend uttan at blunka. Er hetta ikki diskriminatión av ring- asta slag? Serstakliga ringa viðgerð haldi eg, at Anne Lene Olofsson fær frá Annitu. Eg taki eitt sitat úr Dimmalætting: …»tann fjóðri limurin í nevndini umboðar uttasta høgra- vongin í fólkakirkjuni, um talan yvirhøvur er um fólkakirkjuna, tí viðkom- andi hevur ella er í ferð við at ríva seg leysan hagani«. Eg má spyrja, hvar Annita hevur hesar upplýsingar frá. Hevur hon ringt og tosa við Anne Lenu Olofsson? Ella er hetta slatur, sum Annita brúkar til grundgev- ing fyri sínari framløgu á tingsins røðarapalli? Tað er eyðsæð, at Anne Lene Olofsson ikki passar inn undir kategoriina hjá Ann- itu á Fríðriksmørk, hvør er fólkakirkjulimur. Hesi fólk eru spurd, um tey vilja verða í hesi nevnd, og hava tey játtað tað. At tey skulu fáa hesa viðgerð á Føroya Løgtingi, haldi eg er sera ósømuligt og skammiligt. Hvat trúarsam- felag tú hoyrir til, er ein persónlig avgerð, og eigur hetta ikki at verða við til at seta fólk í bás. Eg visti ikki, at í hesum landi verða tínar kvalifik- atiónir dømdar eftir, hvørj- um trúarsamfelag, tú kemur úr. Ja, kanska áttu vit øll, sum ikki hoyra til fólka- kirkjuna, gingið runt við eini stjørnu ella onkrum líknandi, sum vísir, hvørji vit eru, so at ongin skal ivast í, at vit ikki eru kvalif- iserað nokk til at taka ábyrgd og avgerðir. Nei, bíða nú. Vit skulu jú yvirtaka fólkakirkjuna, og tá skulu vit øll gjalda, so tá eru vit øll sjálvskrivaðir limir í fólkakirkjuni, tí vit kunnu ikki bara gjalda og ikki valda. Mær hevur altíð dámt Annitu á Fríðriksmørk sum polittikara, hóast vit ikki hava somu politisku sann- føring, men hetta var alt ov langt úti. Eg haldi, at ein umbering fyri at tosa um nývaldu nevndarlimirnir á handa hátt hevði verið uppá sítt pláss. Ikki tí at øll skulu vera samd um nevndarval- ið, men hesir limir hava einki við valið sjálvt at gera, og tí skal teirra per- sónur ikki viðgerast á ting- ið. Jónfinn Olsen Form. í UfM. Eg skal her ikki leggja meg út í ósemjuna, ið er komin av persónsvalinum til sið- semisnevndina, og heldur ikki leggja meg út í tað, ið drigið var fram um tveir av landsstýrismonnunum her- fyri. Men kann ikki lata fara aftur við borðinum, at Torbjørn rópar og skríggjar at menn mugu steðgast. Fyri tað fyrsta er tað Tor- bjørn, sum skuldi fingið eina harðliga átalu fyri sín framferðarhátt í samgong- uni, síðan hon bleiv veru- leiki. Hevur leika í, so sjálvt hansara egnu kundu ikki fáa tamarhald á hon- um. Meðan hinir hava roynt at fingið arbeiðsfrið. Eisini skal Torbjørn gera sær púra greitt, at tað eru menniskju í samfelagnum og á tingi, sum ikki hava somu hugsan sum hann, og hesum má vera pláss fyri. Á sama hátt eru flokkarnir ymiskir, men mugu royna at arbeiða Føroya landi at frama, og ikki bert løga fyri síðani at skjóta eftir sínum javnlíkum. At Torbjørn sigur, at Miðflokkurin & Tjóveldis- flokkurin hava so ymiska áskoðan á ymisk mál, kann væl verða, men at báðir flokkarnir eru tjóðskapar- flokkar, er ongin ivi um. At Tjóveldisflokkurin ikki er samdur við Miðflokkin um fosturtøku (sum tað týðu- liga skilst á Torbjørni »Tobba« í Sosialinum 13. sep.) er spell. Miðflokkurin er ikki fyri at uml. 50 fostur skula lata lív í okkara sam- felagi árliga, og vóni eg at Tjóveldisflokkurin heldur ikki er fyri slíkum. Tí ger familjumálaráharrin onki skeivt, tá hann roynir at finna fram til ein bata á økinum. At snakka um at skikka sær hampuliga og ikki verða búgvin at sita í stjórn. Eg fari at siga við teg Tor- bjørn, at Tjóðveldis- politikkarar hava havt virð- ing millum fólk, og fleiri hava tað enn, oyðilegg ikki hetta, Torbjørn, so endin verður, at undirtøkan ikki verður nóg stór til Tjóðar- frælsi Føroyinga (fólka- atkvøðan hevur ikki verið enn). Tí viðvindurin sam- bandsvongurin hevur fing- ið í seinastuni, hvørji ætt kemur hann frá, er tað úr »Tobbasa ætt« ella… ja ein og hvør kann hugsa, hvat tað er, sum er við at henda, og eg trúgvi neyvan at øll Tjóveldissinna eru so fegin um hesa gongdina (bæði tá talan er um tín atburð, og at sambandsvongurin er vaks- andi). Eftir at hugsa seg væl um, so kann lesarin sjálvur gera av, hvør er skikkaður og búgvin at sita í stjórn. Rætting Tað er ikki fyri heimamissiónina at norski heims- evangelisturin Harald Mydland skal halda møtir 25.-29. september. Hetta kundi annars lesast so- leiðis í mikudagsblaðnum. vinarliga blaðleiðslan Byrja millióna fyritøku í Føroyum! Hans Birgir Hansen Mr. Big Tað kunnu øll seriøs, virk- isfús, motiverað fyri minni enn eina vikuløn, byrja eina millióna fyritøku, handil, uttan at upptaka lán í banka ella sparikassa. Tað er tá ein fær samband við óheftu sjálvstøðugu forhandlarar av Herbalife og Lr & Nature’s Own og F.L.P., ið javnan skipa fyri kunning- arfundum kring landið. Eg havi sjálvur roynt vørur frá G & G & Herbalife og Lr & Vitall & Nu Skin & Nature’s Own & F.L.P. og eg eri stak væl nøgdur við hesar vørur v.m. Eg eri ikki tikin í nóg stórum álvara av brúkarum, ið ikki duga ta skilja, at øll liva og virka skeivt, alla- staðni í Føroyum, ið ein vísir á í lesarabrævunum. Eg havi í blaðnum greitt frá týdningi at liva og virka rætt, fáa reina innandura luft, reint drekkivatn, reinar drykkju-, mat- og nýtslu- vørur sum skjótast. Tað gevur verulig úrslit at fremja áðurnevndu til- tøkini, hópin av føroying- um eru í gongd við kring landið og í Havnini, ið hava fingið lívskvalitetin. Tað at fáa góða konditión eins og íttróttarfólk fær, gevur størri mótstøðumegi at standa ímóti álvarsomum sjúkum og tá ið ein fær sær kosttilskot. Tað eru fleiri óheftir sjálvstøðugur forhandlarar av áðurnevndu fyritøkum kring landið og í Havn, ið fáa skapt sær fíggjar- og persónsfrælsi v.m. Hugsa tær morgun og kvøld alt lívið at fáa sær heilsu- ella náttúrudrykkir og svølgja kapslar og tablettir, ið geva tær nýggja heilsu og nýtt lív. Hugsa tær møguleikar, tú hevur heima við hús við tlf./fax/gsm fartelefon og heimateldu við internet sambandi, og fáa skapt al- tjóða netverk. Øll kunnu fáa betri heilsu og økta vælveru og koma at síggja gott út og kenna seg væl. P.S. Vitja heimasíðuna www.foroeinn.fo Viðmerkining til Annitu á Fríðriksmørk Skuldi nakar verið steðgaður skuldi tað verið Torbjørn C M Y K 13 12