Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 14. september 2002 15 høvdu ynskt var í bygdini? Kanska Pizzaria, eitt til- haldahús, og at SÍF-húsi opnaði aftur var svarið. Hondbóltur og fótbóltur eru, men tað eru ikki øll í tíma tað. Tó vóru ikki øll fúr Sandavági, men eisini kom onkur var úr Miðvági. Spurt var um tey ikki gjørdu okkurt fyri tað sjálvi, ella tey bara bíðaðu til onkur annar gjørdi tað fyri tey ? Og tá hildu tey at best var at bíða. Tá ið tunnilin letur upp, fara tit so til Havnar í dans? vildu vit vita. – Ja tað ætla vit okkum, kanska í biograf, at arbeiða ella okkurt annað. Tað eru nógv fleiri møgu- leikar í miðstaðar økinum enn her, siga tey, men um tað fer at kosta ov nógv so verða vit verandi her heima. Fara tit at rýma frá oynni? – Nei, tað ætla vit okkum ikki at gera, vóru øll nokso sikkur uppá. Drongur, ið kom frá Miðvági, helt at í Miðvági var einki at gera, so púra einki lív í. So hann kemur til Sandavágs at hitta ung- dóm her. Tey høvdu eisini hugsað sær at tað oftari var dansur her vesturi. Fara tit ikki í dans på Bryggen ? – Nei, tað er til tey til- komun. Var onkur skjótur at svara. framhald frá síðu 4 Løgreglan hevur verið á Tórshavnar Skipasmiðju og tosað við fólk, ið ikki nýta hjálm til arbeiðis, soleiðis sum annars er álagt teimum ARBEIÐSTRYGD Eftir áheitan frá Arbeiðs- eftirlitinum hevur løg- reglan verið og tosað við arbeiðsfólk á Tórshavnar Skipasmiðju, sum ikki ganga undir krøvini um trygd á arbeiðsplássinum. Talan er um nakrar mans, sum sambært Arbeiðseftir- litinum ikki nýttu hjálm, tá Arbeiðseftirlitið var á staðnum, upplýsir vakthav- andi á politistøðini í Havn. Fráboðan varð send fútanum, sum lat hana víðari til løgregluna at taka sær av. Tosað er við menninar, og síðan verður fráboðan send fútanum og Arbeiðs- eftirlitinum, áðrenn gjørt vertður av, hvat víðari hendir. Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, sigur, at hann veit ikki av, at løgreglan hevur verið har, men fegnast um, at tað verður gjørt. – Tað er í fínasta lagi, at løgreglan roynir at fáa fólk at skilja álvaran í at tryggja seg, tá vit ikki klára at gera tað, sigur hann í stuttari viðmerking. ej Bara tríggjar vikur áðrenn fíggjarlógin fyri 2003 skal leggjast fram, fer Fíggjar- nevndin í løgtingin- um til lágskattalandið Isle of Man at hyggja at teirra skipan, har vanligi skattgjaldarin ongantíð skal gjalda meira enn ein fimtapart í skatti. SKATTAPARADÍS Jón Brian Hvidtfeldt Fíggjarnevndin í løgting- inum fer leygardagin á kunningarferð til bretsku oynna Isle of Man. Enda- málið við ferðini er at kunna seg um skattaskipan- ina á oynni, sum liggur millum Ongland og Írland. Fíggjarnevndin skal m.a. vitja ídnaðar- og handils- ráðharran á Isle of Man, umframt at nevndin skal vitja fíggjarnevndina á oynni. Vertur fyri vitjanina er formaðurin í tinginum á Isle of Man, sum nevnist Tynwald. Lágur skattur Hóast lønarlagið er á leið tað sama sum í Føroyum er skattatrýstið eitt heilt annað á Isle of Man. Marginal- skatturin er 18 prosent, og arbeitt verður við at fáa hetta tal niður á 15 prosent. Harumframt skulu fólk gjalda ein annan skatt, nevndan "national insur- ance", sum er umleið seks prosent. Botnfrádrátturin er 10.000 £, uml. 120.000 krónur um árið, av inntøku millum 10.000 £ og 20.000 £ skulu gjaldast 10 prosent í skatti, og síðan skulu gjaldast 18 prosent í skatti av inntøkuni, sum liggur omanfyri 20.000 £, tvs. uml. 240.000 krónur. Er talan um hjún, har bara annað arbeiðir, eru botnfrá- dráttirnir dupult so stórir, tvs. at annar hjúnarfelagin kann forvinna 20.000 £ skattafrítt um árið. Optimera inn- tøkurnar Á odda fyri føroyska ferða- lagnum er Óli Breckmann, formaður í Fíggjarnevnd- ini. Hann metir, at føroy- ingar kunnu læra nógv av skipanini á Isle of Man. Fíggjarnevndin skal hava fund við sínar starvsbrøður á Isle of Man, sum skulu greiða frá, hvaðan teirra landskassi fær sínar inntøk- ur til vega, og hvussu inn- tøkurnar verða býtta mill- um ymsu útreiðsluøkini. – Stóri spurningurin er, hvussu fært tú mest burtur úr tínum inntøkum, uttan at skatturin skal hækka, sigur Óli Breckmann og vísir á, at t.d. verður í løtuni bygt eitt nýtt sjúkrahús á oynni, sum fer at kosta á leið tvær milliardir krónur, og sum tað almenna fíggjar. Kunnu læra av Isle of Man Óli Breckmann sigur, at ferðin fyrst og fremst er ein kunningarferð, men at endamálið eisini er, at tað skal síggjast aftur á før- oyskum fíggjarlógum tey næstu árini, at Fíggjar- nevndin hevur verið henda túrin. Ella sagt við øðrum orðum: at føroyski skatta- stigin skal broytast og skatturin skal lækka. – Tað kann ikki vera rætt, at ein handverkari í Føroy- um skal gjalda 60 prosent í skatti av síni síðst forvunnu krónu, tað er rán á alljósum degi, sigur Óli Breckmann. Sum dømi vísir hann á, at fólk í Føroyum við meðal inntøku gjalda útvið helvt- ina í skatti, meðan ein per- sónur á Isle of Man við eini inntøku uppá 450.000 sleppur við at gjalda ein fimting í skatti og "national insurance". Ferðin hjá Fíggjarnevnd- ini, sum hevur ein búskap- arfrøðing og ein skrivara við sær, til Isle of Man, kostar 100.000 krónur. Óli Breckmann metir, at hesin peningur er væl givin út. - Vónandi kunnu vit læra nakað av teirra skipan, og fáa íblástur til, hvussu okk- ara skipan kann broytast, so meira fæst burturúr sam- felagsliga við lægri skatta- trýsti enn vit hava í Føroy- um í dag, sigur Óli Breckmann. Íblástur úr Isle of Man Løgreglan á Skipasmiðjuni 15 14 Nr. 176 - 14. september 2002 UTTAN ÚR HEIMI Vilja friða hval Omar er á lívi Høgrameiriluti í Noregi Lítlibeiggi skal skiljast Myndugleikarnir í Av- stralia ætla nú at skipa so fyri, at sildreki verð- ur friðaður fyri allari veiði í øllum heimsins høvum, samstundis sum ætlanin er at skipa ser- ligar friðingarleiðir í Kyrrahavinum fyri onn- ur hvalasløg. Avstralia hevur fleiri ferðir fyrr roynt at fáa altjóða hvalaveiði- nevndina IWC at friða sildreka, men málið hevur ongantíð vunnið frama har. Nú roynir stjórnin ístaðin málið ígjøgnum Bonn-sam- tyktina um hótt og ferðandi djórasløg. Væntandi verður málið viðgjørt einaferð síðst í hesum mánaðinum. 80 lond hava skrivað undir Bonn-samtyktina. Teirra millum er Noreg, sum rekur vinnuliga sildrekaveiðu, og sum skilst hava norsku myndugleikarnir longu orðað eitt svar til av- stralska uppskotið. Nógvir norðmenn halda tað vera løgið, at Avstralia loyvir sær at virka fyri at friða hval, samstundis sum landið sýtir fyri at staðfesta Kyoto-sáttmálan. Av- stralia er tað landið í heiminum, sum saman- borið við fólkatalið hev- ur tað størsta CO2-út- látið. Arabiska sjónvarpsstøð- in Al-Jazeera, sum fleiri ferðir hevur almanna- kunngjørt upptøkur við Osama bin Laden, sigur nú, at hon hevur fingið eitt bræv, sum fyrrver- andi andaligi leiðarin hjá Taliban, mullah Om- ar, hevur skrivað. Bræv- ið var dagfest tann 11. september. Í brævinum skrivar Omar, at kríggið í Af- ghanistan fer at halda fram, til landið aftur er frælst, og islsmska lær- an aftur verður sett í gildi í skúlunum. Hetta er fyrsta lívs- teknið frá mullah Omar í langa tíð, men afgh- anski forsetin, Hamid Karzai, segði so seint sum í síðstu viku, at hann er sannførdur um, at Omar er á lívi. Var stórtingsval í Nor- egi nú, høvdu Fram- burðsflokkurin og Høgri fingið so nógvar at- kvøður, at teir kundu skipa stjórn einsamallir. Teir báðir flokkarnir høvdu fingið 88 av teimum 165 stórtings- limunum. Eftir einari kanning, sum varð almannakunn- gjørd í gjár, hevði Fram- burðsflokkurin fingið 27,4 prosent av atkvøð- unum og Høgri 21,1 prosent. Arbeiðaraflokkurin hevði harafturímóti bert fingið 18,5 prosent ímóti 21,4 prosentum á valinum seinast. Lítið mætari gongst flokkin- um hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráð- harra. Kristiligi Fólka- flokkurin fekk á sein- asta vali 12,4 prosent, men eftir teirri nýggju kanningini hevði hann bert fingið 7,6 prosent nú. Neil Bush, yngsti bróð- ur amerikanska forsetan George W. Bush, skal skiljast frá konuni Sharon. Sambært blaðnum Houston Chronicle hev- ur Neil Bush boðað rætt- inum frá, at hann vil sleppa burtur úr hjúnar- lagnum. Sambært blaðn- um skal Neil Bush hava greitt rættinum frá, at tey bæði eru so ósamd, at tað nyttar einki at halda fram. Neil og Sharon Bush eiga tvær døtur og ein son. Í gjár fóru svensku politikararnir undir sjálvan endaspurtin upp undir ríkisdags- valið í morgin. Alt bendir á eitt sera spennandi val. SVENSKA VALIÐ Árni Joensen Í gjár tordi neyvan nakar svii at siga, hvør fer at vinna ríkisdagsvalið í morgin, tí munurin millum teir báðar partarnar er so lítil, at tað kann fara báðar vegir. Gøran Persson, forsætis- ráðharri hevur valt at vitja fleiri býir nú í ednanum á valstríðnum í einari sein- astu roynd at venda gongd- ini, sum seinastu tíðina hevur gingið tann skeiva vegin hjá sosialdemokrat- unum. Men heldur ikki teir borgarligu kenna seg tryggar, og teir hava eisini tann trupulleika, at ósemja tykist vera um, hvør av floksformonnunum skal verða forsætisráðharri, vinna teir valið. Ein kann- ing í Aftonbladet í gjár vísti, at góð 31 prosent av teimum borgarligu veljar- unum vilja hava Lars Lejonborg, 30 prosent vilja hava Alf Svenson, 25 pro- sent Bo Lundgren og 13 prosent Maud Olafson. Men tað størsta stríðið er um teir seinastu veljarar- nar, sum framvegis ikki vita, hvar tey fara at seta krossin. Sambært teimum seinastu kanningunum hava meiri enn 600.000 sviar framvegis ikki gjørt av, hvønn tey fara at velja í morgin. Endaspurtur í Svøríki Irak fingið knívin á barkan Tað mundi kennast sum lætti hjá nógvum ríkis- og stjórnarleið- arum á ST-aðalfund- inum, tá amerikanski forsetin, George W. Bush, lovaði, at USA fer at samstarva við ST í Irak-málinum. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Men amerikanski forsetin lat ongan av fundarluttakar- unum vera í iva um, hvat USA heldur um Irak, og hvussu verandi støða skal broytast ella loysast, sum amerikanska stjórnin kallar tað. – Framferðin hjá Irak er ein hóttan fyri ST og ein hóttan fyri heimsfriðin. Tey seinastu tíggju árini hevur Irak sýtt fyri at laga seg eftir samtyktunum hjá heimsfelagsskapinum. Allur heimurin skal nú standa sína roynd, og ST noyðist at taka eina stóra avgerð. Skulu samtyktirnar hjá ST, sum trygdarráðið ger, virðast og setast í gildi, ella skulu tær ongan týdn- ing hava? Skal ST ongan týdning hava, ella skal felagsskapurin liva upp til sjálva hugsjónina aftan fyri felagsskapin, spurdi am- erikanski forsetin í røðu síni á aðalfundinum. Og hann legði afturat: – USA hevur ta støðu, at ST skal vera virkið, og at ST skal hava virðing. Okk- ara støða er, at samtyktirnar hjá heimsfelagsskapinum skulu virðast og haldast. USA fer at samstarva við ST um okkara felags av- bjóðing, sum er Irak. Halda leiðararnir í Irak fram við at seta seg upp ímóti okk- um, noyðist heimurin at lata Irak fáa ábyrgdina at kenna, segði George W. Bush. Saknaðu prógv Hann segði, at umheimurin hevur roynt at fáa Saddam Hussein at beina fyri sínum hópoyðingarvápnum, men at hann beint tvørturímóti kravinum hevur gjørt upp- aftur meiri vápn. Bush legði afturat, at Irak helt fram at gera hópoyðingar- vápn, meðan vápnaeftirlits- menninir hjá ST vóru í landinum, og hann spurdi, um Saddam Hussein mundi steðga framleiðsluni, tá eftirlitsmenninir fóru úr landinum. – Okkara størsti vandi er, at yvirgangsmenn kunnu fremja ágang fyri at røkka sínum málum við hópoyð- ingarvápnum frá einum lógleysum stýri. Í dag er tað bara eitt land, har hesin vandi er til staðar, og tað er Irak, segði amerikanski for- setin í røðuni. Vesturlendskir diplomat- ar í New York siga, at røðan hjá amerikanska forset- anum var sera greið, og at forsetin lat ongan vera í iva um, at USA ætlar sær ikki at sita hendur í favn. Fleiri politikarar á aðalfundinum søgdu tað sama um røðuna, men teir saknaðu prógv fyri, at Irak veruliga hevur tey hópoyðingarvápnini, sum USA sigur landið hava. ST-aðslskrivarin, Kofi Annan, sum helt røðu beint undan George W. Bush, ávaraði USA ímóti at taka Irak-málið í egnar heldur. Í einari sera álvarssamari røðu segði Annan, at øll lond hava rætt til sjálv- verju, verða tey álopin. Men einki land hevur rætt til at taka egin stig, sum kunnu hótta heimsfriðin. Slíkum málum skal ST taka sær av, segði aðalskrivarin og sipaði beinleiðis til álopsætlanina hjá amerik- ansku stjórnini uttan tó at nevna hana ella USA. Irakski ST-sendiharrin helt sum vera man lítið um røðuna hjá Bush. Mo- hammed Aldouri, sendi- harri segði, at meginpart- urin av røðuni var tann beri heilaspuni, og at endamálið hjá amerikanska forsetan- um var at fáa heimin at gloyma stríðið millum Ísra- el og palestinar. C M Y K 14 Skráseting Føroya hevur í dag móttikið fusiónsætlan samsv. § 134 a í P/F- lógini: A. Navn: Sp/f Hallberg (Sp/f-nr. 600), 600 Saltangará. Og B. Navn: Sp/f Miðberg (Sp/f-nr. 2784), 600 Saltangará. C. Harumframt hava vit móttikið váttan frá metingarmanninum samsv. § 134 c, stk. 4 í P/F-lógini. Skráseting Føroya tann 13. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2832, Sp/f Tera, 600 Saltangará. Viðtøkur broyttar: 20.06.2002. Nevnd: Innkomin í nevndina: Fritleif Olsen, 640 Rituvík (formaður) og Hans Jacob Ellingsgaard, 600 Saltangará. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum nevndarlimi ella stjóra. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2216, P/F Føroya Fiskavirking, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Petur Even Djurhuus, N. Mohrsgøta 7, 188 Hoyvík. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1102, Sp/f Ýti, 800 Tvøroyri. Nevnd: Farin frá sum formaður: Jákup Jacobsen, 800 Tvøroyri. Farin úr nevndini: Sverri Jørvør Magni Jacobsen, 800 Tvøroyri. Innkomin í nevndina: Dávid Jacobsen, 800 Tvøroyri. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Sverri Jørvør Magni Jacobsen, 800 Tvøroyri. Innkomin sum stjóri: Jákup Jacobsen, 800 Tvøroyri. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle _______________________ www.sosialurin.fo Lesið Sosialin