Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 16 Nr. 176 - 14. september 2002 17 Teir gomlu avgera í dag NSÍ fer í Gøtu at royna at vinna sætta FM heitið á rað í 5. deild, har HB er mótstøðuliðið 5. DEILD Jóannes Hansen Fótbóltur verður spældur av bæði monnum og kvinn- um og stórum og smáum. Í vikuskiftinum er nógv á skránni, og tað er stórur spenningur hjá bæði yngri og eldri kring landið alt. Í 5. deild ganga teir høgt uppí tað. Og har verður seinnapartin í dag avgjørt, hvør eigur besta 5. deildar- liðið. At tað verður HB ella NSÍ er longu avgjørt, tí tað eru hesi bæði liðini, sum hava spælt seg í finaluna. Harvið kann sigast, at tað longu í dag verður kynt uppundir stórdystin, sum verður millum hesi bæði feløgini í morgin. HB vann sannførandi sína hálvfinalu ímóti ÍF. Úrslitið í Fuglafirði var 5–2 til HB, og í Gundadali vunnu HBarnir 6–2. Hjá NSÍ var tað eitt sindur meiri striltið. Teir tókust við Royn í hálvfinaluni. Í Hvalba vann Royn 2–1, og síðsta leygardag vann NSÍ 2–1 við Løkin. So var neyðugt við longdari leik- tíð, og tá skoraði NSÍ av- gerandi málið: – Men tað tók sína tíð. Hetta hevði við sær, at vit vóru nakað seinir á Svanga- skarð at hyggja at lands- dystinum, og vit sóu ikki málini hjá John Petersen live. Tað fortelur Trygvi Mortensen, venjarin hjá EB/Streymi í 1. deild okkum. Hann er á 5. deild- arliðnum hjá NSÍ. Liðið hevur vunnið FM heitið fimm tey síðstu árini, so teir vilja ógvuliga fegnir vinna steypið til ognar. Finalan millum NSÍ og HB verður í Gøtu í kvøld klokkan seks. Áskoðara- talið verður ivaleyst ikki heilt lítið. Í Runavíkar kommunu verður nógv tosað um 1. deildarliðið, sum liggur so væl fyri. Tað verður eisini tosað um góða smádreingjaliðið, sum Abraham Løkin venur. Teir eru sera væl fyri í kapp- ingini um FM heitið. Og so verður eisini tosað um 5. deildarliðið. Sig- mund Johannesen hevur havt ábyrgdina øll fimm árini, sum teir hava vunnið FM, og hann hevur fram- vegis ábyrgdina. Í Runavík er "liðið hjá Sigga" vorðið eitt hugtak. Venjarin gong- ur so høgt uppí tað, at hós- kvøldið visti onkur av spælarunum at siga, at hann hevði tvær ferðir sama kvøld fingið boð til finaluna! Hjá NSÍ er greitt, at Tórbjørn Jacobsen ikki verður við í finaluni. Hann er uttanlands í politiskum ørindum. Men hann plagar ikki at spæla so nógv. Tað hevur verið sagt, at talu- tíðin hjá honum í FM veitslunum altíð hevur verið longri enn samlaða spælitíðin á árinum! Á HB heimasíðuni verð- ur eisini gjørt eitt sindur burturúr. HB plagar at vera best, tá øll FM heitini verða tald saman. Í ár eru teir ikki so einaráðandi í yngru deildunum, sum teir hava verið fleiri onnur ár. FM heitið í 5. deild telur í samlaða roknskapinum, og tí er einki at ivast í, at HB fegið vil vinna. HB hevur ikki vunnið 5. deild síðani 1994. Teir vunnu eisini í 1992 og í 1985, sum var fyrsta árið, at 5. deild var á skránni. Finalan í 5. deild verður altso millum HB og NSÍ í Gøtu í dag klokkan 18. NSÍ–HB: Balling verður neyvan við í morgin Sum í steypafinaluni so hevur NSÍ aftur hesa ferð trupulleikar at manna álopið, tí Sonni L. Petersen er leikbannaður og Ulrik Balling er sera ivasamur UPPTAKT Jóannes Hansen Tá tað fyrr í summar var greitt, at NSÍ hevði spælt seg í steypafinaluna ólav- søkudag, var tað eisini greitt, at føstu álopsmenn- inir, Óli Hansen og Sonni L. Petersen, ikki fóru at spæla við í finaluni, tí teir báðir vóru leikbannaðir. Tá vóru góð ráð dýr. NSÍ vildi fegið vinna løgmans- steypið. Teir funnu Ulrik Balling í Vejle, og tað loysti seg væl, tí hann skoraði í finaluni og var sera arbeiðs- samur. Tað hevur hann eisini verið síðani. Men nú er sera ivasamt, um hann verður við í sera avgerandi uppgerðini ímóti HB í morgin: – Hann varð skaddur í lærkrikanum undir venjing mánakvøldið, og tað hevur ikki sæð gott út síðani. Hóskvøldið vandi hann als ikki, og vit hava ikki serliga góðar vónir um, at hann verður tøkur sunnudagin, segði Jógvan Martin Olsen undan venjingini í gjár- kvøldið. Sjálvandi harmaðist NSÍ venjarin um støðuna hjá Balling, og tann skaðin er serliga meinur, tí ein av hinum álopsmonnunum, Sonni L. Petersen, er leik- bannaður. Hann var eisini leikbannaður í steypafin- aluni. Djóni N. Joensen var skaddur í síðstu viku, tá hann bara vandi við hálvari ferð, men hesa vikuna hevur hann vant sum hinir, og teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla. Helgi L. Petersen vandi hóskvøldið við fullari ferð. Saman við Jógvani Mart- in Olsen vóru Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteins- son og Sjúrður Jacobsen í síðstu viku upptiknir á landsliðnum. Spælararnir vandu sjálvandi ikki saman við NSÍ seinnapartin av síðstu viku. Men tað gjørdi venjarin, sum hóskvøldið og fríggjakvøldið bæði vandi landsliðið og NSÍ. Álopið er besta verjan Jógvan Martin Olsen sigur seg ikki ivast í, at HB fer at vinna FM, um teir fáa øll stigini í Runavík. – Um teir vinna í morgin, so fara teir tvey stig fram- um okkum. Eg havi alla virðing fyri EB/Streymi, Skála og TB, men HB miss- ir ikki stig til hesi liðini. Og hvat við um tað verður javnleikur í morgin? – So verða vit framvegis eitt stig frammanfyri HB, og so verður rættuliga spennandi, tí vit hava væl torførari dystir enn teir. Fyrst skulu vit suður á Sevmýri, og so skulu vit spæla ímóti B68 og KÍ, sum eisini er við í FM kappingini. Tí er tað sera týdningarmikið hjá okkum at vinna í morgin. Hvussu ætlar tú at gera tað? – Í steypafinaluni var tað týðuligt, at besta verjan hjá okkum var at leypa á. HB álopið er sterkasti parturin av liðnum, og tí ræður um at arbeiða fyri, at teir ikki sleppa í álop. Men tað verð- ur torført at seta HB verj- una undir trýst, tá vit ikki hava Sonna L. Petersen og Ulrik Balling. Teir eru báðir sera óførir at renna. Ongantíð so tætt við áður Tað hevur verið tosað um, at NSÍ ikki er girað til so avgerandi avbjóðing sum hana, ið nú stendur fyri framman. Men tað sigur venjarin seg ikki ivast í, at hansara menn eru: – Serliga í 2. hálvleiki vístu spælararnir, at teir kundu, tá teir vóru undir trýsti. Eg dugi ikki at síggja, at støðan er øðrvísi hesa ferð. Spælarnir hava arbeitt miðvíst síðani eftir ársskiftið. Málið hevur ver- ið at vinna steypakapping- ina og FM heitið. Teir hava rokkið fyrra partinum av málinum, og teir vita, at um seinni parturin skal røkkast, so skulu teir geva alt, sum teir eiga, og tað rokni eg við, at teir fara at gera. Men tit taptu 4–0 í Gundadali ímóti HB? – Tá var talan um ein kollektivan offday í fyrsta umfarinum. Tað vita vit allir, og tíbetur hava spæl- ararnir síðani prógvað, at tað er væl meiri í teimum enn so. Eg havi álit á teim- um, men teir skulu gera sítt ítarsta. NSÍ hevur ongantíð vunnið heiðursmerki áður. Tað næsta, sum teir hava verið, var í 1987. Tá lógu teir ikki so langt undan kappingarenda til at vinna fremsta plássið, men so taptu teir 2–1 á heimavølli ímóti LÍF. Í síðsta umfarin- um vóru teir við til at gera av, at TB skuldi vinna FM heitið. GÍ hevði verið meistari, um teir høvdu vunnið í Runavík, men NSÍ vann 3–1. Einki er at ivast í, at tað er dyggur smeitur hjá NSÍ, um Ulrik Balling ikki er tøkur. Higartil hevur danski álopsmaðurin skorað í hvørjum einasta dysti 17 Nr. 176 • leygardagur • 14. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo NSÍ-HB: HB heldur seg vera aftur á toppinum Allir HB spælararnir eru tøkir, og liðfor- maðurin heldur ikki, at tað nervar teir, at hagtølini fyri útidyst- irnar ikki eru nakað at reypa av UPPTAKT Jóannes Hansen Eftir at tað kiksaði í steypa- finaluni ímóti NSÍ, bendu úrslitini á, at HB var í aldu- dali. Teir taptu í Klaksvík og ímóti B36, og so fekk Ion Geolgau reyða kortið frá felagnum. Síðani hevur HB vunnið í Gøtu og í Gundadali ímóti VB. Rúni Nolsøe er liðfor- maður hjá HB. Hann sigur, at teir eru væl fyri, nú teir í morgin skulu til Runavíkar, har so sera nógv stendur uppá spæl. – Eingin spælari er leik- bannaður, og eingin spælari er skaddur. Nocko Jokovic var ikki við ímóti VB, tí hann var skaddur, men nú hevur hann aftur vant við fullari ferð, og lagið er gott, sigur Rúni Nolsøe. Eru tit nøgdir við at fáa eitt stig? – Vit hava ikki tosað tak- tikk enn, men vit fara altíð eftir sigrinum og harvið øllum stigunum. Møguleik- in at vinna FM verður ikki heilt burtur, um tað endar javnt hesa ferð, men vit hava bara avgerðina í okk- ara egnu hondum, um vit fáa fult í morgin, og vit vilja fegnir avgera alt sjálvir. Men tit taptu steypafinal- una ímóti NSÍ? – Tað kunnu vit ikki renna undan, og vit vóru sera vónbrotnir. Teir spældu við tíggju monnum mesta partin av 2. hálvleiki, og vit høvdu allar møguleikar. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit vóru í minsta lagi á hædd við teir. So fingu teir brots- spark og skoraðu, og so gekk tað, sum tað gjørdi. Men nú snýr tað seg um dystin hesa ferð. Vit kenna okkum á toppinum, og vit hugsa ikki so nógv um tað, sum er farið. Men kortini slepst ikki undan, at tað ikki hevur roynst nakað serligt hjá tykkum á útivølli í ár? – Um vit síggja burtur frá útisigrinum á B36, sum jú var vunnin á heimavøllin- um hjá okkum, so hava vit bara vunnið á Skála og so í Gøtu. Tað var málleyst í Vági, og vit vóru hepnir at sleppa av Toftum við 1–1. Vit duga ikki at siga hví, at tað hevur gingist soleiðis, men tað hevur verið væl betri eftir summarsteðgin. Vit taptu í Klaksvík, men har vóru vit við til at mynda ein sera spennandi og tættan dyst, og so vunnu vit í Gøtu, og tá haldi eg, at vit vóru nógv betri enn GÍ. Eingin serligur heilivágur Seinnapartin í morgin fara nógvir HB stuðlar til Runa- víkar. Teir vóna, at teirra lið kemur aftur til Havnar við sigrinum, og tað liggur á ljóði millum HB stuðlarnar, at um tað eydnast at sleppa av Skálafjørðinum við øll- um, so er fyrsta FM heitið síðani 1998 væl og virði- liga í eygsjón. Skulu tey rokna við, at tit fara at spæla álopsfótbólt? – Vit leypa altíð á. HB hevur skorað nógv mál. Vit sakna framvegis Una Arge, men nú hava vit aftur tríggjar rættuligar álops- spælarar, og sjálvandi líta vit á, at teir fara at skora málini, sum skulu til. Hvussu við sjálvsálitinum? – Tað er í lagi. Venjingar- nar hava gingið væl, og moralurin er, sum hann skal vera. Tú hevur verið í HB síðani 1993. Viðhvørt hev- ur tað ikki roynst so væl í avgerandi dystunum? – HB vann nógv FM heiti í 70unum, og í 80unum vóru teir eisini væl við. Teir vunnu FM í 1990, men síðani eg kom í felagið, er tað bara eydnast í 1998. Vit eiga eina rúgvu av silvur- krónum, so nú er tað upp á tíðina, at vit aftur enda ovast. Minnist tú nakrar serligar ferðir, tá tað hevur kiksað? – Í 1999 taptu vit mjørka- dystin í Gundadali ímóti KÍ. Kurt Mørkøre var á veg til Noregs, tá hann skoraði 2–1 sigursmálið. Í fyrraárið javnaði B36 í næstsíðsta umfarinum, so VB gjørdist meistari, og í fjør gekk tað ikki so væl. Men kortini hevur tú gott mót hesa ferð? – Avgjørt. Vit hava eitt gott og javnt lið. Vit eru einir fimtan, sum kunnu spæla á besta liðnum. Allir hava nógvar royndir, so sjálvt um vit vita, at tað stendur nógv upp á spæl, og at tað verður torført, so fara vit at royna at gera okkara besta, og eingin verður darvaður av nervum. Tað er heilt víst. Hetta er spenn- andi, eru síðstu orðini hjá HB liðformanninum, áðr- enn hann í gjárkvøldið fór til síðstu venjingina undan stóra slagnum í Runavík í morgin. Skal HB framvegis kunna avgera alt uttan nakra hjálp, skulu teir vinna í Runavík, og tað er eisini sigrinum, sum teir fara eftir, skilst á liðformanninum Skeivt navn Fyrr í vikuni vóru vit ov bráir, tá vit umrøddu uppflytingina á Argjum. Sum myndatekst til eina mynd av AB-málverjan- um, Johan Stenberg, skrivaðu vit, at hann var sonur formannin í AB, Tórálv Stenberg, men so er tó ikki. Johan – sum annars eisini er trúgvur AB’ari - er sonur Hans Jacob Stenberg. Vit biðja lesaran og ikki minst teir báðiar, Johan og Tórálv, halda okkum til góðar. -jm