leygardagur 14. mai 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
A A SO:
Útgevari: p/f sosialurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni Joensen
oddagrein
Á
TORSHAVNAR BYRÅD hevur avgjørt
ikki at seta partapening i Smyril-Line,
ið skal reka millumlandasigling við
ferðamannaskipinum Norrøna.
Felagnum tørvar enn nakað av parta-
peningi fyri at koma til åsettu
upphæddina, ið er tólv milliónir krónir.
Kommunan í landinum, sum uttan íva
er best fyri fíggjarliga, vil ikki vera við
at hjálpa til, hóast henda kommunan
fær mesta ágóðan av útlendskum
ferðafólki, turistunum, sum Norrøna
fer at flyta.
GRUNDGEVINGARNAR fyri íkki at
seta partapening í vóru ymiskar.
Nakrir býráðslimir halda, at tað er ikki
ein kommunal uppgáva at luttaka í
vinnuni. Onkur segði, at hetta er ein
privat fyritøka, og so eigur hon eisini
at verða privat. Onkur annar helt, at
tað var illa atborið ikki at klára tað,
fyrireikararnir hava sett sær fyri. Aðrir
býráðslimir tóku blaðgreinir, har stjór-
in í felagnum hevur sagt, at setir
Havnin ikki pening í, ja, so skal
Norrøna heldur ikki sigla til Havnar,
sum eina hóttan, og teir tóku ikki móti
hóttanum. Stjórin hevur sagt at
Norrøna ístaðin skal sigla til onkra
kommunu, ið er sinnað at seta pening
í. Tær eru fleiri. Og tað skilja flest oll
væl.
FIGGJARÆTLANIN SKAL HALDA og
rakstrarkonti skulu ikki rørast. Tad
eru aðrar grundgevingar fyri, at
býráðslimir ikki vildu seta pening í
Smyril-Line. Tá fíggjarætlanin varð
gjørd, vóru allir 13 samdir um, at
eingin rakstrarkonti skuldi fara til
annað enn ætlað. So eru projekt-konti
eftir. Hesar upphæddirnar eru væl
skarvaðar. Og tað, nevndirnar fáa, er
lítið í mun til ynskini. Tí vil eingin
nevnd, nevndarformadur, blgða ella
lata
EINGIN — allar minst Sosialurin — fer
at lasta Térshavnar byråd fyri at
leggja doyin á at fáa fíggjarætlanina at
halda. Tverturímóti. Býráðið, bæði
meiriluti og minnilutar, skal hava rós
fyri, at skil er í, hóast Sosialurin
kanska ikki er heilt samdur í, hvussu
býráðið prioriterar ymisku ætlanirnar,
og um fíggjarpolitikkurin í longdini er
so skynsamur.
HELDUR íkki er Sosialurin samdur við
avgerðina hjá teimum nýggju, sum at-
kveddu ímóti at seta í Smyril-Line.
Térshavnar kommuna er óivað tann
kommunan sum er best fyri figgjar-
liga. Í mun til aðrar koramunur er låns-
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Rikasta kommunan ikki ráð
Medan
summar, ja, nógvar virknar komm
unur, hava eina lánsskuld, sum er fleiri
og avdráttarbyrðan lítil.
skattaálíkningar, hevur Tórshavnar
kommuna ikki eina. Skattainntøkan í
kommununi er væl størri enn samlaða
lánini hjá kommununi. Og tað øvunda
nógvar kommunur høvudsstadnum.
HENDA KOMMUNAN hevur stórar
fyrimunir av, at allir landsins stovnar
hava høvudssæti í býnum. Í hesi
kommununi eru allar tær høgu løn-
irnar, tey nógvu almennu stervini, tær
stóru privatu fyritøkurnar (sum
kanska kortini ikki kastar so nógv frá
sær í skatti vegna eina fyri tær frálíka
skattalóg), og til hesa kommununa
koma túsundtals fólk um vikuna fyri
at keypa og útvega sær ymiskt.
ALT HETTA eru tær smáu — ja, tær
eru smáar í mun til Havnina — komm-
unurnar við til at gjalda. Men Tórs-
havnar kommuna, nei hon skal íkki
gjalda. Nei, tá tað kemur til kommun-
alan solidaritet, er Tórshavnar komm-
una so ósmæðin, at hon ikki er limur í
kommunufelagnum, hvørs endamál er
m.a. at vera ein tænastustovnur hjá
teim smærru kommununum, ið ikki
hava tann allar minsta fíggjarliga
møguleikan at klára slíkt sjálvar. Fyri
Havnina var limagjaldið ov hegt! Hjá
onkrum rennur kanska til -hugs við-
merkingar frá kommunalpolitikkarum
í Havn um SEV og interkommunalu
brennistøduætlanina.
Í FÍGGJARÆTLANIN!
lánsramma til projekt løgd. Men
neyvan verða hesar heimildirnar
brúktar fult út Og um so var, at
býráðið tók eyka eitt lán upp á eina
hálva millión, ella eina heila, so ávirkar
henda låntøkan avdráttarbyrðuna hjá
kommununi so lítið, at tað er ikki vert
at taka upp á tunguna. Smyril-Line
hevur al tann tíð yvir 100 arbeiðspláss.
Tann stóri parturin hevur helst knýti
til Havnina og aðrar inntøkur hevur
Havnin eisini av siglingini. Tann
kommunali partapeningurin kom
skjótt inn aftur í øðrum líki. Men
henda legði Tórshavnar býráð sektina
á.
er eisini ein
OG HENDA pening leggur Tórshavnar
Havn eisini sektin á. Havnanevndin
hevur havt málið til viðgerðar. Men
beindi málið til býráðið. Tórshavnar
Havn hevur sína egnu fíggjarætlan og
Havnanevndin hevur ikki — sum tað
skilst — ov lítið av pengum at arbeiða
við. Tí kundi Havnanevndin uttan
trupulleikar víst á eina upphædd og
lagt tað fyri býráðið til góðkenningar.
Og býráðið hevði tá uttan iva tíkið
undir við Havnanevndini og sett
pening í Smyril-Line.
Nr. 55 — 14. maí 1983
Fiskiskapur — fiskaprisur
Seinasta týsdag hoyrdist í
útvarpinum, at nevndin
fyri Ráfiskagrunnin beyð
til fundar í Havn. Hverjir
vóru so teir innbodnu? Jú,
felagið trolskip, ráfiska-
keyparafelagið, fiskaselan
og reiðarafelagið. Letu
seinni var so lýsing í út-
varpinum: nýggjur avreið-
ingarprísur á upsa yvir 55
cm. Hann fall við 25
oyrum pr. kg. Men hvat,
er nakað legið í hesum?
flakavirkini liggja jú full
av upsaflaki sum, eftir
hvat Fiskaselan sigur
ikki kann seljast fyri ein
brúkiligan prís.
Hver hevur so fiskað
hesi fløk? Sum øll vita, eru
tað trolararnir. Sagt
verður, at tað er nøgdin
sum ger, at illa gongst at
selja. Man tað nú vera“
feilurin ikki hin sami, sum
í fjør og hini árini?
Meðan hetta hendir,
fiska trolararnir ótarnaðir
upp á smáfiska- og hýsu-
stovnin, meðan snellu-
skipini, sum um summarið
plaga at fiska við Ísland,
har í miðal 60% av veiðuni
upsi, ikki
) er
hjá teimum er
ru sloppin avstað
Sum sagt, nu er nýggjur
prisur settur å upsan, men
heldur nevndin fyri Rå
fiskagrunnin ikki, at tit
skuldu sett ein annan pris
fyri snelluupsa, tad sama,
sum hann var, ella kanska
eitt 25 oyru hægri. Og
kundu tit so gjørt so væl
at svara einum spurningi
nogvur húka
fiskur liggur
Hvussu
veiddur
lagri i løtuni? |
Sum fryktandi er fyri
ger nevndin fyri Råfiska-
grunnin helst einki við
hetta. men so tit, hátt
virda Føroya Løgting: Tit
skulu nú viðgera stuðuls-
skipanina til fiskivinnuna
Roynið tit at fáa nakað til
tann húkaveidda fiskin, tí
sum tit vita eru teir, sum
ringast fyri
veiða hann
figgjarliga, tó at hesin
fiskur hevur bestu góðsk
una.
Jákup A. Joensen
Eiði
Klandursvættini í V
Eftir drúgvan steðg varð
aftur boðað til býráðsfund
í Vági, mánadagin 9. mai.
Fór mær hettar kveld
vestur á kommunuskriv-
stovuna at forvitnast,
hvat var á skránni.
Jú, onnur viðgerð av
fíggjarætlanini var til við-
gerðar so tað forsló. Ikki
tí, tað sum framborið varð
á fundinum hevði nú ikki
so nógv við fíggjarætlan-
ina at gera, men minti
mest um eina veitslu, har
menn hevdu fingið ov
nógv upp í hevdið.
Serligi »vinmadurin«
hjá skúlastjóranum leik-
aði í av tí allar ringasta.
Orð sum »sleikja um reyv-
arholið<, reyvarhol, tveita
tykkum út gjøgnum vin-
deyga, korruptir fanar,
helvitis tjóvur, gingið
spren, blóðpengar o.m.a.
ágs byråd
feyk um býráðssalin.
Menn, sum nýta slík orð
á einum almennum bý-
ráðsfundi, eru ikki búnir
at sita í býráðnum, men
burdu av rettum at verðið
varpaðir út gjøgnum bý-
ráðsdyrnar, og hurðin læst
aftur eftir teimum.
Skammið tykkum.
Vágbingur
Viðmerking til pylsustuðul
á Tveroyri
Í Dagblaðnum, tann 29/4,
stendur grein um Kommu-
nalan pylsustuðul á Tver-
oyri. Eg, sum eigari av
pylsuvogni, vil nú loyva
mær at svara, tá eg haldið,
at tað gongur ov vítt.
Hetta er aðru ferð, tað er
gjørt i Dagblaðnum.
Eg vildi meint, at nú á
degum skuldu ell ævind-
sjúka verið burtur, men so
er ikki
Eg vil biða handar
skrivaran, sum ikki torir
at seta navn til, pávísa
mær, hvat stuðul eg havi
fingið frå kommununi
Ég kundi haft troytta
Kommununa sum mong
onnur, tá mín maður bleiv
sjúkur, og gekk sjúkur í
fleiri ár, tá eg sjálv tók
róður í hond, og fór
vaskikarið fyri at vinna
okkara lívsuppihald, og
arbeiða kanska meir enn
man var mentur, so skal
ein nú, sum ein óklaktur
nalvungi, koma og leggja
meg út fyri at hava fingið
úr Kommunukassa. Tað
harmar meg.
Eg fekk at vita fyri
langari tíð síðan, at mín
pylsuvognur stóð illa fyri
koyrsluni nú, og vildi eg tí
fáa flutt hann út eftir, men
tað gekk leiðslan í tekn-
isku nevnd mær ikki á
meti, men vildi hava hann
hagar, sum hann stendur
nú, tó eg mótmælti,
har var einki annað økid,
og mátti eg so viðganga
tað.
Tað er sostatt tekniska
nevndin, sum hevur ornað
men
hatta og ikki vit. Tí haldi
eg, at tit skuldu fyrst
kanna betur, aðrenn tit
fara í almenn bleð við at
seta á fólk, sum einki ger
tykkum. Nei, mín góði
vinur, eingin kommuna
hevur girt mítt stykki
heima inni upp á komm-
unukassans rokning. Tú
skuldi vita betur, tí gott er
tú útbúgvin, tað veit eg.
Mín pylsusøla er ikki
nýggj. Hon hevur verið
her á plássinum langt
áðrenn nekur Grillbarr,
blaðbúð og annað er
komið. so hetta er ikki
nýggj fyritøka, bert flutt
fyri ferðslu
Og at ein brekaður
maður hevur eitt arbeiði
at takast við — skrivingi
vísur nú á, hvussu lágt
fólkaflokksmenn ríða.
Og at teir eru bangnir
fyri at detta oman, so
nýtir tú ikki at fara langt.
tí detta kann alla-
staðni. men er tað onkur
við vingluvatni, so kann
tað lættliga fara at era,
men tað ferð tíðin at vísa.
man
Ásla Jespersen