hósdagur 26. mai 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosiaturin
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Mútler
Lýsingar: Árni Joensen
Í |
| — oddagrein |
SS HO
BORGARLIGA ALTERNATIVID
hevur gjørt taå munandi tyngri at
liva hjå ti vanliga føroyinginum.
Tad seinasta er skattarokningin
fyri 1983. Men hetta er bara tað
seinasta.
LAT OKKUM draga fram onnur til-
tek av sama slagi. Á heysti 1981
samtykti borgarliga samgongan at
hækka toll- og innflutningsgjald
so munandi, at hetta var mett at
geva landskassanum 50 milj. krón-
ur í eykainntøku um árið. Í dag
kosta hesar hækkingar
føroyingum 60-70 milj. krónur
árliga.
TAÐ, AT ongar javnføringar eru
gjørdar í skattastiganum, persóns-
frádráttinum og barnafrá-
dráttinum, ger at fólk nú eisini
verða skattað av teimum dýrtíðar-
viðbótunum, sum tey hava fingið
seinastu trý árini. Tá lønin hækkar
við dýrtíðini uttan at skattastigin,
persónsfrádrátturin og barnafrá
drátturin verða javnførd í sama
mun, so tíðir hetta eina beinleiðis
hækking í skattinum.
Á TINGI liggur eisini uppskot frá
landstyrinum, sum hevur til
endamáls at broyta reglurnar fyri
kredittkeyp, soleiðis at útgjald-
ingin verður 45 prosent. HEtta
kemur at gera tað heilt ógjørligt
Sendið
Uppseting p/f sostalurin. Prent: p/f pressan 1981
Borgarligu leggja stein oman á byrðu
hjá vanligu lentakarunum at
útvega sær ella at endurnýggja
vanligar húsarhaldslutir so sum
vaskimaskinur, komfýrar, kulda-
skáp, frystiboxir o.s.fr.
VEKTGJALDIÐ av motorakførum,
sum áður var innkravt við fýra ár-
ligum gjøldum, verður nú innkravt
við einum gjaldið fyri alt árið.
SEINASTU tvey árini er reallønin
minkað við umleið 30 prosentum.
Hetta vil siga, at 100 krónur sum í
1980 høvdu eitt reelt keypigvirði
upp á 100 krónur, í dag bert hava
eitt reelt keypivirði upp á 70 krón-
ur. Prístalið er sett aftur á 100.
SUM ROSINAN í pylsuendanum
kom so skattarokningin fyri 1983.
Skattgjaldarin, sum í jan., febr. og
mars 1983 hevur goldið 30 prosent
av skattaálíkningini fyri 1982/83
skal nú í tíðarskeiðinum mai-nov.
gjalda 75 prosent av ålikningini
fyri skattaárið 1983/84. 30 og 75
prosent geva sum kunnugt 105
prosent
HETTA VAR so borgarliga alterna-
tivid nú reidiliga hálvur fjørdurin er
rógvin. Politikkurin hevur í
stuttum verið tann, at vanligi
føroyingurin skal bera munandi
stórri part av samfelagsbyrðuni og
spurningurin er so, um fólkið vil
lata sær hetta lynda ella ikki.
SVARIÐ KUNNU tey geva við val-
borðið í seinasta lagi um
hálvtannað ár.
lesarabrøvint
til Sosialin
Føroyingar og
fólkamentan
Svar til Hera Kragesteen
Í Sosialinum 17
stendur ein merkilig grein,
sum Heri Kragesten
hevur skrivað.
Eg varð ógvuliga bilsin,
tá ið eg las nevndu grein
tí hon er øll bygd á
gitingar
Eg kann taka undir við
mai 1983
tygum í tí, at tað var
harmiligt, at tygum og
konan og sonurin ikki
sluppu inn um dyrnar í
Norðurlanda húsinum týs-
kveldið 10. mai 1983, men
tá tygum so í sama anda-
drátti leggja dansi-
feløgini, ella okkurt av
teimum, undir at hava
ábyrgdina av hesum
beinleiðis ella óbeinleiðis
skilji eg einki.
Tí, tað var >Sláið ring“,
iandsfelag føroyskum
dansi at frama, sum vid
limum sínum úr átta
dansifelegum var umboð-
að nevnda kveld í Norður-
landa húsinum í Havn,
men eg veit einki um, at
„Sláið ring< hevur forða
nøkrøum í at koma inn
ei heldur hevur havt
nakað við lýsingina í
útvarpinum at gera.
Men tygum halda fram:
„Tað, sum eg fái burtur úr
hesum er, at førandi
dansifelog enn eina ferð
hava tikið patent uppá
føroyska dansin....
Nú veit eg ikki bein-
leiðis hvørji dansifeløg
tygum meina við, men av
teimum tíggju, sum eru
limir í >Sláið ring«, verður
einki roknað fyri >fer-
andi«. Har eru ell mett
javnbjóðis við somu rætt-
indum, somu skyldum og
javnbjóðis umboðan.
Hinvegin vita tygum ó-
ivað, at tað beinleiðis var,
ti at áhugin fyri føroysk-
um dansi var so burtur-
fjaraður, at ikki fekst lík-
inda dansiringur, ið
gjørdi, at fólk við ansi og
áhuga fyri feroyskum
dansi stovnaðu dansifeløg
.
kring i ovggjunum
Og hetta var als ikki fyri
at taka »patent« uppå
føroyska dansin, men
stutt og greitt = fyri at
bjarga honum undan full-
komiligari týning. Og tað
er júst við tí endamáli
at føroyskur dansur er
foroysk fólkaogn at
dansifelegini royna at
verja hann og kvæðini.
At límir í dansi
feløgunum ikki luttaka í
almennum føroyskum
dansi m— er nytt fyri mær,
ti eg veit at dansifeløgini
gera tað.
Tað er rætt, at feroyski
dansurin hevur trongar
umsteður í Feroyum nú,
men eg kann vissa tygum
í, at uttan dansifeløgini
við sínum umleið 1800
limum, høvdu tær verið
munin trengri!
J.A. Johannessen
formaður í
„Sláið ring«
Upsamálið
Eg skal sum formaður í
nevndini fyri
Ráfiskakeyparafelagið
loyva mær at koma við
eini rættleiðing til eitt les
arabræv í Oyggjatíð-
indum, har ein lesari
skrivar, at nú má Ráfiska-
keyparafelagið koma við
eini frágreiðing. Tá má
vera ein lesari sum heilt
hevur misskilt steðuna
viðvíkjandi upsanum.
Hann skrivar m.a.:
»Sum sjómaður gjøgn-
um morig ár fari eg hervið
gjøgnum blaðið at biðja
Ráfiskakeyparafelagið
koma við eini skilagóðari
frágreiðing, hvussu tað
ber til, at teir knappliga
nú kunnu keypa upsa 1A
fyri tann prísin, sum Rá-
fiskanevndin kom til sein-
ast. Ein lækking við ein-
25 oyra fyri
nevndu jú,
at upsin í minsta lagi
mátti fara niður við 70
oyrum. Tá kundu tit
arbeiða gratis sum tit
søgdu. Hvusu hongur alt
hetta saman. Framman-
undan vóru tit so ógvuliga
hugaðir fyri at fáa eina
frágreiðing frá Kæru-
nevndini. Nú eru tað tit,
sum eyguni venda eftir.
Komið við eini frágreið-
ing, tað tænir tykkum
sjålvum best.«
Undirskrivad
trolaramaður
Til hetta kann stutt við-
merkjast:
Tá ið seluprísurin á lidn-
ans einum
kilo. Tit
ari upsavøru lækkadi vid 4
kr. kilo. og Ráfiska-
nevndin skuldi áseta
nýggjan avrokningarprís,
tá gekk sera striltið við at
fáa nevndina at lækka
henda pris. Tá segði Rå-
fiskakeyparafelagið við
Råfiskanevndina, at um
teir kundu koma niður á
eina 0-loysn, sum var 2.18
kr. kilo, tå vildu vit góð
taka tad. T.v.s. avrokn
ingarprisurin lækkadur ur
umleið 3,35 til 2,18 kr., so
var tað í lagi. So arbeiddu
vit gratis. Men tað, sum
hendi var, at prísurin
lækkaði ikki so nógv.
Tá vit nú at enda góð-
kendu prísin var hann
komin niður á 2,25 kr. kilo.
Ta hildu vit var so nær
teimum 2,18 kr. kilo, at vit
vildu ikki vera ómeguligir.
Tí góðtóku vit hetta.
Feroya Ráfiskakeypara-
felag
Heri Mortensen, formaður
Yvirtakið Skúlan á Treðni
Kann Sosialurin upplýsa
okkum, hvussu langt tað
er komið við yvirtekuni av
Skúlanum á Treðni. Tað
vóru nekur skilafólk, sum
Jóannes Dalsgaard fyri
Javnaðarflokkin, = Karin
Kjølbro Joensen fyri Tjóð-
veldisflokkin og mær
vitandi Åsbjørn Joensen
fyri Sjålvstyrisflokkin,
sum settu landsstýris-
manninum fyri skúlamál,
Eilif Samuelsen, henda
fyrispurning, um nær
Skúlin á Treðni skuldi
yvirtakast. Eilif Samuel-
sen lovaði at fara í gongd
við málið sum skjotast og
vísti eina positiva steðu í
hesum máli, og tað frøddi
okkum. Men nú er so
gingið ca. '2 ár, og man
hevur onki hoyrt aftur frá
Eilif Samuelsen
viðvíkjandi yvirtekuni av
Skúlanum á Treðni, og
hopa vit ikki at málið er
farið í dvala, tí vilja vit
enn einaferð heita á
tykkum, sum hava lagt
tað fram. Takið hetta mál
upp aftur og fáið gongd í
hetta átroðkandi mál, so
at skúlin kann koma á fer-
oyskar hendur sum
skjótast, helst til summar-
frítíðina. Eitt vita vit, at
yvirtekan kostar nær um
onki. Tað er bara at flyta
umsitingina til Feroya og
fáa skúlan undir Skúla-
fyrisitingina, og tað mátti
verið longst sum best
bæði fyri børn og foreldur,
so tað kundi blivið eitt
tættari samarbeiði
ímillum fólkaskúlan og
Skúlan á Treðni. Skúlin er
jú fyri bernini, og ikki fyri
lærararnar og lønina, men
til gagns fyri børnini, tað
er tað ið foreldrini ynskja
— at bernini fáa sum best
burtur úr, meðan tey
ganga í skúla.
heilsan Foreldur