leygardagur 14. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
20
Nr. 176 - 14. september 2002
Nr. 176 • leygardagur • 14. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Michael Schumacher á Viðareiðisvegnum
Tá ein átjan ára gamal maður fær koyrikort og verður "sleptur" út í trafikkin,
merkir tað so, at hann er bevístur um ta ábyrgd, sum liggur á honum, tá hann
ferðast í ferðsluni, so sum at koyra eftir UMSTØÐUNUM? Hetta spyr
Chanette á Lofti bersøgin og beinrakin í teldubrævi á s. 8
Lesið síðu 8
HUGLEIÐING
Solby A. Eliasen/Ingrid Bjarna-
stein
Vit eru á veg til Viðareiðis í ar-
beiðsørindum og koyra gjøgnum
Depil og Norðdepil á Borðoynni.
Høgrumegin okkum liggur
Hvannasund á Viðoynni. Vit
práta um, hvussu tað man vera at
búgva á bygd og munin millum
tey smáu plássini, har koyrandi
er til størri pláss, og so har tað
ikki er landfast.
Meðan vit koyra við hampu-
ligari ferð, kemur nakað til
sjóndar fyri framman, sum ein
ikki roknar við at síggja her um
leiðir, um ein ikki er kendur á
staðnum. Ljóskurvar eru fyri
framman.
– Vit koyra bara, her er ongin
bilur, siga vit báðar við ein
munn.
Ikki meir enn talað, so kemur
ein bilur vinstrumegin frá og
snarar móti Hvannasundi, og
hvat hendir: Sjálvandi skifta
ljósini til reytt og, sum rættir
borgarar, ið fylgja ferðslulógini
her á landi, steðga vit.
Øll kenna vit hetta at standa
og trippa, meðan bíðað verður
eftir, at ljósini skulu skifta. Og
vanligt er eisini, at ein so situr
og eygleiðir allar hinar bilarnar,
sum koyra framvið, tí teirra ljós
er grønt. Men her trippa vit ikki.
Vit hava heldur hug at smílast
við, tí her sita vit í einum gráum
Toyota, og bíða eftir at kunna
koyra, meðan ongin bilur er at
síggja nakrastaðni. Vit hyggja
upp á hvørja aðra, og smílast –
kanska eitt sindur ótolnar. Hetta
er eitt sindur komiskt, hóast alt.
Tvey fólk í einum bili, sum
stendur og bíðar eftir, at ljósini
skulu skifta til grønt, meðan
ongin annar bilur er at hóma í
nær námind. Hvørjum bíða vit
eftir? Vit bíða eftir, at ljósið skal
gerast grønt. Løtan byrjar at
tykjast drúgv nú, og tað er ikki
frítt, at ein hevur hug at kenna
seg eitt sindur býttan, sum vit
sita. Vit byrja at tosa um, hvussu
ofta ein ikki hevur sitið í bili og
bíðað í Klaksvík í nógvari
ferðslu á posthúshorninum til
dømis. Har eru ongar ljóskurvar,
sjálvt um tørvurin á teimum er
ovurstórur. Men tað er í umbúna
at byrja at gera eina rundkoyring
har, um ikki so langa tíð. Men lat
tað fara. Nú sita vit her við ein-
astu ljóskurvarnar í Norðoyggj-
um – og so eru tær í Norðdepli.
Norðdepil er ikki ein stór
bygd, og her er ikki nógv ferðsla.
Í øllum førum ikki at síggja til.
Men onnur okkara veit at siga
frá, at hon hevur sitið í bili og
bíðað her, meðan heilir fýra bilar
koyrdu framvið. Tað má hava
verið í myldrutíð!
Vit práta um tað munnu vera
mong, sum kortini koyra framvið
tí reyða ljósinum, tá ongin bilur
er at síggja. Tað kann tykjast ikki
sørt freistandi... Bara loysa
bremsuna, flyta fótin eitt sindur
til høgru og skunda sær framvið
ljóskurvunum. Men tað er ikki
gott at vita, men tað er eisini
líkamikið, tí endiliga skifta ljós-
ini, og tey verða grøn. So fara vit
víðari móti Viðareiði.
Vit tosa um, hvussu sannlíkt
tað man vera, at vit verða noydd-
ar at steðga aftur, tá vit fara inn
aftur til Klaksvíkar. Vit eru
samdar um, at tað helst ikki fer
at henda, men um so er, so ger
tað onki, tí løtan, meðan vit
stóðu har, var sera hugnalig, og
vit fingu eitt prát burtur úr, sum
vit helst ikki høvdu havt fingið,
um ljósini vóru grøn.
»Tá ljósini í býnum lýsa...
... reytt, reytt, reytt. Eiga vit at bíða.« Hetta er sangurin, sum rennur okkum í huga, meðan vit standa við
ljóskurvarnar í Norðdepli og bíða til ljósini skifta til grønt
C
M
Y
K
20