Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 22 23 2 Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Føroyar hava eitt serstakt ting til felags við Kina. Her eru nevniliga ongi samkynd at finna. Vit gera eins og kinesiska stjórnin, vit lata bara vera at geva loyvi til, at borgarar eru samkyndir. Av tí at vit klára at standa ímóti, og ikki geva samkyndum í paralagi loyvi at arva hvørt annað, og ikki geva loyvi til samkynd paraløg yvirhøvur, ja so hava vit hórað undan, so ongin tilburður av samkynni finst í ársfrágreiðingini hjá landslæknanum. Gott, at vit hava sovorðnar stinnar politikarar, sum megna at forða fyri at Sóttin kemur inn um 12 fjórðingar.... Eg vildi bara fegin hoyrt skilagóðar grundgevingar fyri, hví tað er so umráðandi at forða samkyndum í at búgva her. Eg gekk í flokki saman við eini gentu, sum plagdi at siga "tí tað er bara FOR", tá hon ikki hevði nakað argument. Er hetta eisini grundarlagið undir lóggávuni í Føroyum? Eru fólk, sum ikki kunnu fáa grundleggjandi rættindi, tí tey eru bara FOR? Tað sýnist sum har er onki annað. Ájú, at tað er Gudi ein andstyggiligheit, sum ein kona einaferð ringdi til ein fimmara at siga. Hon sat við Bíbliuni framman fyri sær. Tað hevði verið stuttligt, um hon var sloppin at lesa restina av kapitlinum. So høvdu lurtararnir hoyrt, at tað er somuleiðis Gudi ein andstyggiligheit at maður hevur tvær ymsar avgrøðir á somu mark. Og at kona gongur í klæðum úr tvinnum sløgum av tilfari, er eisini Gudi ein andstyggiligheit. Men tað hevði kanska gjørt argumentið eitt sindur láturligt. Tað er álvarsamt, at vit soleiðis halda føroyingum burtur úr heimlandinum. Fólk, sum eiga ætt og vinir her. Fólk við góðum útbúgvingum, sum vit hava brúk fyri. Men tey, sum líða mest undir okkara politisku angist fyri samkyndum kærleika, eru tey, sum enn ikki eru farin av landinum. Ung fólk, sum ikki hava dirvi at koma úr skápinum at standa undir øðisrystandi peikifingrunum og vera sjúkueyðkenni fyri Sóttina. Men um vit bara lata vera at tosa um tey, so man sjúkan fara at doyggja út. Er tað ikki soleiðis tað er? Samkynd: ongin tilburður í ár Katrin Petersen skrivar: 40 ÁRA SÍÐANI Eirikur Lindenskov Í Sosialinum 1. september 1962 verður greitt frá ein- um sjáldsamum fótbólts- dysti, sum verið hevur í Gundadali í Havn. Blaðið skrivar, at tað vóru prestar og lærarar, sum skuldu leika, og sum vera man, so vóru tey mong, sum vóru forvitin eftir at vita, hvussu leikur fór. Tiltakið var ætlað sum stuðul til einkjugrunnin, soleiðis at tað, sum inn kom fyri dystin, óskert varð latið í hendan grunn. »Neyvan er nakrantíð so stór mannfjøld komin niðan í Gundadalin, sum hetta kvøld, Svart av fólki – avtakið við fólki. Bæði yngri sum eldri, børn, sum vaksin. Ein stuttleiki var at síggja lærarar og prestar í leiki. – Summir stuttligari enn aðrir á vølli, og kunnleikin meir og minni til henda leik. Stuttleika fekk fólk fyri peningin – tað var vist. Men tíverri var tað so óheppið, at Poul E. Peter- sen breyt lærhálsin, og einir tveir aðrir fingu smærri skaðar í beinið. Tað er tó allan heiður vert, at hetta tiltak var gjørt; tað gav 7.020 krónur 47 oyru í inntøku til einkjugrunnin. Prestaligur fótbóltur Men vandi er í hvørjari vælferð Vinstrumegin sæst Pól Eide og aftan fyri hann Husgaard. Follend situr, Viderø, prestur, til høgru TÓNLEIKUR Turið Kjølbro Føroyskur tónleikur er eftir øllum at døma ógvuliga væl umtóktur í Íslandi. Føroyska aldan ger framvegis um seg, síðani Ormurin Langi hjá Týr fór at runga úr hvørjum hátalara í Íslandi og legði seg ovast á tónatindunum í mars. Samstundis tók bólkurin Makrel lut í íslendsku prix-kappingini, vann umfarið og gjørdust endaliga triðbesti bólkur av 40 bólkur í alt. Gittaristurin Rasmus Rasmussen, sum er føroyingur, var valdur besti gittaristur í kappingini. Í apríl fingu íslendsku miðlarnir eygað á Eivør Pálsdóttir, og útvarpsstøðir fóru um somu tíð undir at spæla tónleik hjá bólkinum 200 eisini. Í nógvar vikur bar til at lesa eitthvørt um føroyskan tónleik í íslendsku bløðunum og tíðarritum hvønn dag. Íslendska Rás 2, sum er tann størsta útvarpsstøðin, spældi føroyskan tónleik hvønn dag. Í juni byrjaði PoppTV, íslendska svarið uppá MTV, at spæla tónleik hjá Brandi Enni, eisini hvønn dag. Enn spælir Rás 2 Ormin Langa í minsta lagi 2-3 ferðir um vikuna, og lagið hjá Clickhaze "Daylight" hoyrist eisini javnan. Á útvarpsstøðini Útvarp Suðurlands er føroyskur tónleikur at hoyra tríggjar tímar hvønn sunnudag. Endursent hvønn hósdag. Íslendsku miðlarnir hava serliga eyguni við Clickhaze, serliga eftir, at teir tóku lut á Roskilde Festivalinum og fingu góða móttøku í donskum bløðum. Teir gáaðu eisini eftir, at Clickhaze tók lut á NipiaA Rock Festival í Grønlandi. Fyri fáum vikum síðani var ein stór grein um Clickhaze í blaðnum Fréttablaðið. Í hesi vikuni er ein stór grein við yvirskriftini "THE BEST GROUP OF SCANDINAVIA?", við stórum litmyndum í Morgunblaðnum, sum er størsta og mest virda tíðindablaðið í Íslandi. Sigast kann ikki annað enn, at føroyskur tónleikur hevur viðrák í Íslandi. Føroyska aldan í Íslandi Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002 3 TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Føroyski tónleikarin og kom- ponisturin Hans Petur í Brekk- unum skal næsta summar vera við í arbeiðnum við einum sjón- leiki í Svøríki. Uppgávan er komin í lag, eftir at eini svensk hjún vóru á ferð í Føroyum í summar. Tey hoyrdu Hans Petur spæla undir Hest- oynni, og tey vóru so hugtikin av spælinum, at tey hava biðið hann skrivað tónleik til ein sjónleik, sum skal setast upp á einum fólkaháskúla, sum Foreningen Norden eigur. Konan er rektari á fólkaháskúl- anum, og maðurin eigur eitt plátufelag, sum millum annað hevur givið tónleik hjá navn- frama pinaistinum Lars Janson út. Hann hevur forrestin verið lærari hjá Hans Peturi á Kon- servatorinum í Århus. Svensku hjúnini standa á hvørjum ári fyri at seta ein leik upp á háskúlanum, og hetta verður gjørt við hjálp frá listar- fólki úr øllum Norðurlondum. Næsta summar verður leikstjórin úr Finlandi og høvundin úr Íslandi. Melodiøsur tónleikur Hans Petur í Brekkunum gav fyrr í ár út fløguna Sooner or Later við tónleiki, sum hann sjálvur hevur skrivað og lagt til rættis. Tónleikur gongur undir heitið jazzur, men talan er fyri tað mesta um melodiøsan tónleik. Hans Petur hevur verið búsit- andi í Danmark í nøkur ár, og í løtuni starvast hann sum tón- leikalærari á einum háskúla í Jútlandi. Í summar spældi Hans Petur ymsastaðni í Føroyum, og tað gjørdi hann bæði sum einsamall- ur saxofonistur og sum partur av bólkinum Take Off, sum spældi til dans í høvuðstaðnum tvey vikuskifti áðrenn ólavsøku. Ætlanin er, at Hans Petur skal til Føroya at spæla tónleikin frá útgávuni hjá sær seinni í ár, men næsta summar bíðar ein spenn- andi uppgáva í Svøríki. Hans Petur skal skriva tónleik til sjónleik Eini svensk hjún, sum ferðaðust í Føroyum í summar, vóru hugtikin av føroyska saxofon-spælaranum og hava biðið hann skriva tónleik til norðurlendskan sjónleik Hans Petur í Brekkunum skal til Føroya at spæla tónleikin frá útgávuni hjá sær seinni í ár Lær teg at telva Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út bókina Lær teg at telva. Eingin minni enn enski talvmeistarin Michael Basman, sum eisini er altjóða meistari, leggur lag á. Michael Basman byrjaði at telva sum tíggju ára gamal, og hevur hann telvað síðani. Eisini hevur hann tikið lut í nógvum olympiskum leikum. Seinastu tjúgu árini hevur hann burturav lært skúlabørn at telva, og í 1996 byrjaði hann UK Chess Challenge, sum er stór talvkapping, har fleiri túsund børn og ung taka lut á hvørjum ári. Einfalt og lættliga leiðir hann unga lesaran inn í spenn- andi og avbjóðandi talvheimin. Í bókini lærir tú einføldu mannagongdirnar, frá byrjan til endatalv. Fotomyndirnar vísa stig fyri stig, hvussu tú skalt gera, frá fyrsta leiki til meira framkomið talv. Í bókini eru eisini brot úr talvsøguni, nakað um talvútgerð, og greitt verður frá endamálinum við spæl- inum. Orðalýsingar og svar og loysnir eru eisini í bókini. Martin Berg hevur týtt bókina úr enskum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini. Bókin kostar 100 krónur í bókabúðunum. ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út Vakrastu ævintýrini hjá brøðrunum Grimm. Hetta úrvalið við vakrastu og kendastu ævintýrunum hjá brøðrunum Grimm hevur kenda, týska frásøgukonan, Arnica Estrel, gjørt. Við vilja hevur hon valt tekstin, sum hann er prentaður í heildar- útgávunum í 1857, tí júst tær gomlu útgávurnar geva rætta ævintýrdámin. Amy Tausen týddi eftir danskari og týskari fyrimynd. Ævintýrini hjá brøðrunum Grimm eru líka hugtakandi nú sum fyri nærum tvey hundrað árum síðan. Áhoyrararnir sita líka bergtiknir og lurta, hvørja ferð, ævintýrini verða søgd. Henda útgávan er myndprýdd, øll sum hon er, við frálíkum, litføgrum vatnlitamyndum, fullar í smálutum. Russiska listakonan, Anastassija Archi- powa, hevur málað myndirnar. Í nýggjum búna geva ævintýrini lesaranum nýggja uppliving av kendu søgunum, sum eru endursagdar í óteljandi útgávum. Í bókini eru millum onnur ævintýrið um Øskufíu, Lorku- legg, Snjóhvítu, Kýsareyðu og Tornarósu – 17 í alt. Ævintýrbókin er 198 bls., innbundin og hevur bókaband. Hon kostar kr. 225 kr. í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini og bókin er prentað í Spania.