leygardagur 14. september 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
C
M
Y
K
24
4
Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Henda unga kvinnan vil vera
dulnevnd, orsakað av viðkvomu
støðuni, sum hon hevur verið í.
Vit hava tí valt at kalla hana
Anna.
Anna greiður frá, at tá hon
varnaðist, at hon var við barn,
var hon komin næstan tveir
mánaðir.
– Eg hevði verið sjúk í eina tíð
tá. Sjúk, so meini eg við, at eg
spýði alla tíðina og vildi bara
sova. Eg gekk í skúla tá, og tí var
tað sera strævið. Eg orkaði onki,
so tað gekk sanniliga eisini út
yvir skúlagongdina hjá mær. Eg
hugsaði ikki so nógv um, at eg
kundi vera við barn, tí eg og
sjeikurin høvdu nýtt fyribyrging.
Men tað má so hava verið okkurt
galið, tí eg var við barn, sigur
Anna.
Anna hugsaði beinanvegin, at
hon vildi hava fosturtøku, tí hon
helt seg als ikki kunna taka sær
av einum barni. Og harafturat
vildi sjeikurin als ikki góðtaka
tað, tá hon segði honum tað, og
harvið gjørdist tað greitt fyri
henni, at hon fór at standa einsa-
møll við ábyrgdini.
– Eg gevi ikki honum skuldina
fyri nakað sum helst. Eg vildi
sjálv hava fosturtøkuna og hevði
tikið hana, um so hann hevði
taklað støðuna øðrvísi.
Anna sigur, at hon hevði eitt
negativt forhold til fostrið frá
fyrsta degi av. Hon helt, at tað
var nakað keðiligt, sum hon
hevði í búkinum og vildi als ikki
hava tað har. Hon bleiv tunglynt
og vónaði hvønn dag, at hon fór
at missa tað. Men tað gjørdi hon
ikki.
– Tá eg var longst niðri av
hesum, minnist eg, at eg onkun-
tíð kundi liggja og sláa meg
sjálva í búkin, sigur Anna, sum
veit um rættiliga nógvar ungar
gentur, sum eru farnar út at
renna ella hava staðið og hoppað
fyri at fostrið skal fara.
– Eg helt, at tað var skomm, at
eg var vorðin við barn. Eg var so
ung, har var ongin pápi, ongin av
mínum vinkonum hevði barn, eg
helt als ikki, at eg var før fyri at
ganga við einum barni í níggju
mánaðir og enn og minni taka
mær av tí og so hevði eg tað so
ringt eisini – bæði likamsliga og
sálarliga.
Fekk fosturtøku
Hon fór so til læknan. Mamma
hennara var við henni, tí Anna
var so mikið ung, at ein undir-
skrift frá mammuni var eitt krav
fyri at hon kundi fáa fosturtøku.
– Mamma var heilt einastand-
andi. Hon stuðlaði mær hundrað
prosent og blandaði seg slettis
ikki uppí. Hon hevði nógva um-
sorgan fyri mær og segði, at tað
var mín avgerð og at óansæð
hvat, so stóð hon aftanfyri meg,
sigur Anna, og leggur afturat, at
eitt, sum gjørdi tað lættari var, at
kommunulæknin segði, at tað var
óhoyrt, at løgtingsmenn, sum sita
og stýra landinum skulu sita og
gera av, hvat ein kvinna kann og
ikki kann við sínum egna kroppi.
– Tað var júst tað sama, sum
eg haldi, so tað gjørdi tað eitt
sindur lættari hjá mær.
Eftir hetta skuldi hon so til ein
gynækolog, men hon noyddist at
bíða eina tíð, áðrenn tað var
møguligt at sleppa framat. Og
tíðin arbeiddi ímóti henni tá, tí
fyri at fáa fosturtøku, skal fostrið
ikki vera eldri enn 12 vikur.
– Tað var ein nervapirrandi
bíðitíð, men eg slapp so fram at,
áðrenn eg var komin so langt
kortini. Tað einasta, sum eg
hugsaði um og var bangin fyri,
var, at eg fór at fáa noktandi
svar.
Anna sigur, at tað er ikki ein
og hvør, sum fær fosturtøku í
Føroyum.
– Tú skalt hava eina góða
grundgeving fyri at fáa fostur-
tøku. Mín grundgeving var, at eg
var so illa fyri, eg gekk í skúla,
at ongin pápi var, og at eg var so
ung. Tað er so avgjørt ikki lætt at
fáa játtandi svar, so eg haldi, at
eg plágaði eitt sindur um tað.
Og hon fekk so játtandi svar.
Hon sigur, at hon minnist, at
gynækologurin virkaði irriterað,
tí hon svaraði: " Okey, so gera
vit tað, meðni!"
Hon bleiv innløgd á Lands-
sjúkrahúsið um morgunin og tað
fyrsta, sum hendi var, at hon
fekk eina tablett, soleiðis at hon
kundi slappa av.
– Ein onnur kvinna lá í song-
ini við síðuna av mær, sum eisini
skuldi hava fosturtøku, og tað
minkaði um mína egnu skomm,
sigur Anna, og leggur aftur at, at
sjúkrasystrarnar gingu allatíðina
inn at tosa við seg um tað nú var
tann rætta avgerðin, hon hevði
tikið. Og um hon hevði hugsað
allar aðrar møguleikar í gjøgn-
um, um hon var vís í, at tað var
tað, hon veruliga vildi.
Men Anna hevði tikið sína
avgerð og var vís í, at tað var
tað, hon vildi.
Hon bleiv so løgd í narkosu,
og tá hon vaknaði aftur, var alt
yvirstaðið.
– Eg havi ongantíð kent meg
so fríska, sum tá eg vaknaði aftur
aftaná. Tá gekk tað veruliga upp
fyri mær, hvussu sjúk eg hevði
verið. Eg leyp upp úr í songini,
og eg hevði tað bara so gott. Eg
haldi, at tað kann samanberast
við, tá tey gudiligu siga, at tey
eru frelst. So gott hevði eg tað
aftaná. Kendi tað sum var eg
endurfødd.
Tosaði ikki nógv
Anna slapp heimaftur sama
dag. Hon sigur, at tað var deiligt
at koma heim og bara hugsa um
at koma víðari við sínum lívi.
– Vit tosaðu ikki nógv um tað
aftaná. Hvørki eg og mamma
ella eg og vinkonurnar, sum vistu
av tí. Tað vóru faktiskt fleiri,
sum vistu tað, tí eg tosaði við
mínar vinkonur, meðan eg gekk
og hugsaði um, hvat eg skuldi
gera, um eg var við barn. Men tá
alt var yvirstaðið, tosaðu vit so at
siga ikki um tað.
Eg havi ongantíð angrað fosturtøkuna
Sosialurin hevur tosað við eina unga kvinnu, sum er miðskeiðis í tjúgunum, sum valdi at taka fostrið, tá hon
gjørdist varug við, at hon var við barn. Hon heldur, at tað er skeivt, at løgtingsmenn skulu sita og lóggeva um,
hvat ein kvinna kann gera við sín egna kropp og ikki
Modellmynd. Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002
5
HUGLEIÐING
Ása undir Kletti
Eg havi verið úti í Svínoy.
Nakrar dagar í juli fóru vit —
saman við góðu vinfólkum
okkara — út til Svínoyar at
ferðast. Hetta vælsignaða pláss
— andarholið, sum ber av øllum.
So dánt, tú hevur sett fótin á
land, fer pulsurin niður, tú andar
djúpan, og strongd og onnur
óhumska fer við lýggja lotinum
út móti Draganum og hvørvur
sum døggdropi fyri sól.
Undurfult.
Størsta hending á degnum er,
tá Másin kemur við ferðafólki.
Hvør er við henda túrin? Og
hvør er farandi? Jú, vit hava ov
mikið at gera við at kaga út
gjøgnum vindeygað um morgn-
arnar, tá vit svøvnpískut koma
niður av loftinum inn í køkin at
fáa okkum ein bita. Hetta er
ongantíð áðrenn kl. 10.00!
Eingin grund til at skunda sær.
Tá tú soleiðis fert at ferðast "í
egnum landi", so má ferðin
fyrireikast væl og virðiliga. Tú
kanst ikki bara fara avstað. Nei,
nei. Her krevst ein neyv tilrætta-
legging, sum stendur mát við, tá
amerikumenn ætla sær upp á
mánan!
Fyrst skal vikan/dagurin velj-
ast – nær fer Másin – fer hann
einaferð ella tvær ferðir út til
Svínoyar, dagin, vit hava kosið
okkum at ferðast hagar. Eingin
grund til at fara avstað á hálvari
nátt, um sleppast kann undan tí.
So skulu tær innleiðandi
venjingarnar viðv. matinum
gerast. Hvussu nógv verða vit?
Hvussu nógvar dagar vera vit
harúti? Hvussu nógvar døgurðar
skulu vit keypa? O.s.fr. Seti
góðu vinkonu míni stevnu hjá
handilsmanninum, tá vit hava
avgjørt at fara mikudag seinna-
partin. Deiligur dagur mikudag-
ur. Soleiðis mitt ímillum tvey
vikuskifti. So fer at rigga væl at
vera harúti til sunnudagin.
Mikumorgunin verður farið til
handils, og vit fylla vognin við
alskyns døgurðamati, eplum, rísi,
grønmeti, breyði, viðskera,
skipskeksum (tað er tað mest
umráðandi), og so einari rúgvu
av góðgæti. Hetta sær væl út —
ikki ov nógv at dragsa við okk-
um út hagar. Vit meta, at her eru
einar tríggjar hampuliga stórar
ítróttartaskur. Tað eiga vit at
klára. Vit hava eisini verið henda
túrin so ofta, at nú vita vit, hvat
vit skulu hava við okkum. (Gera
vit nú tað?)
Avtalað er, at konurnar og
børnini fara í einum bili, meðan
menninir, viðførið og hundarnir
fara í einum øðrum! Tilsamans
fara 8 fólk, tveir hundar, 1 lítil
súkkla, ein klappvognur og 14
onnur kolli til Svínoyar henda
fagra mikudagin. Og nú havi eg
ikki talt ryggsekkir og aðrar
taskur uppí. Tað var ikki sørt, at
grannarnir øtaðust, meðan vit
stúvaðu og bóru inn í bilarnar —
hildu kanska, at vit fóru med
alla! Á ja, gloymdi at nevna, at
tá vit vóru komin oman ímóti
Studentaskúlanum, vendu menn-
inir aftur — teir høvdu gloymt
eitt løbihjul! (Nú eru 15 kolli
umframt tað leysa).
Leiðin norður til Leirvíkar
gekk sum eftir ánni – vit spældu
The Beatles og sungu og
murraðu við eftir besta førimuni
– til vit komu á Leirvíkskei – tá
var eingin murring meira. Har
stóðu eitt ótal av treylarum og
bilum – tað var ikki hugsingur
um, at bilarnir sluppu við henda
túrin. Vit vóru farin alt ov seint
heimanífrá. Spyr ikki hví – lat
tað fara, men eitt er vist – vin-
konan undir liðini á mær skifti
andlitslit nakrar ferðir! Hon visti
óivað nakað, eg ikki visti!
Hvat var nú til ráða at taka.
Skjótt skuldi berast at – báturin
fór um skamma stund, og fyrst
skuldi avráðast, hvør skuldi við
og hvørji kolli! Aftaná stutta
samráðing varð avrátt, at kon-
urnar og børnini skuldu fara við
Dúgvuni, og garparnir (eitt av
mínum yndisorðum) skuldu so
koma dagin eftir við (næstan)
øllum dragslinum og.... hund-
unum. Sum teir so fittir søgdu í
felag: "Kvinnur og børn fyrst".
Nú var bara eitt at gera og tað
var at finna taskuna við blæum,
mikudagssuppuna og onkrum
øðrum og so avstað umborð.
Borgarstjórin í Svínoy, Pól, sum
fekk sín bil við umborð henda
túrin, sá okkara "dilemma" og
var so beinasamur at koyra okk-
um útvalda viðførið til Hvanna-
sunds og fáa tað umborð á Más-
an. Stak fittur maður, Pól.
Nú var at renna fyri lívinum
og skunda sær umborð. Komin at
sita í salongini, var vinkonan við
at fáa vanliga dæmið aftur. Hetta,
at vit báðar, saman við børnun-
um, sótu umborð á Dúgvuni á
veg til Svínoyar var eitt slag av
"Deja vu" – nú var bara at vóna,
at Másin ikki fór á víkina! Vit
báðar hava mangan tosað um
túrar, har Másin, hetta deiliga far
frá 1959, er komið í "clinch" við
opna havið við okkum umborð.
Blæur hava flotið aftur og fram á
dekkinum, saman við Anders
And bløðum og skipskeksum.
Børn og vaksin hava spýð, og
sjórokið hevur staðið himmal-
høgt. Og menninir? Eisini ta
ferðina komu teir dagin eftir í
besta veðri, og sjálvandi var
eingin trupulleiki at leggja til á
Eiðinum.
Nú var bert at seta seg afturá í
salongini og njóta eitt Mars ella
bæði tvey á veg til Klaksvíkar. Í
Klaksvík er ruta av bryggjuni
beinleiðis til Hvannasunds. Nýtt
steðgipláss er beint uttanfyri
dyrnar hjá Kunningarstovuni, og
har stóðu vit so og bíðaðu so
tolin saman við øðrum góðum
fólki, sum skuldu til Fugloyar.
Við gamla busssteðgiplássið á
horninum stóð ein riðil av børn-
um, men tað gáaðu vit ikki um,
fyrr enn "okkara" bussur steðg-
aði júst har! So var bert eitt at
gera — skunda okkum oman at
fáa okkum sess. Ryggsekkir og
børn uppá pláss og so at renna.
Kendi meg eina løtu sum Gar-
bage í filminum hjá Chaplin
"The Great Dictator", tá Garbage
vegna Hinky skuldi taka ímóti
Mussolini á tokstøðini, og tokið
koyrdi aftur og fram á perrong-
ini. Stuttligt. Her vóru tað vit,
sum runnu aftur og fram frá
einum busssteðgiplássi til hitt.
Ikki so stuttligt..
Ná. Endiliga komu vit til
Hvannasunds og so umborð á
Másan. Viðførið var uppá pláss,
veðrið av tí allarfagrasta, so
eingin vandi var fyri, at vit fóru
á víkina. Fugloyarfjørður er
lumpisligt farvatn – sær út sum
deyðavatn, men kókar beint und-
ir vatnskorpuni. Gav at bíta, tá
dótturin knappliga fekk karm.
Havi hug at rósa manningini.
Teir vóru um okkum alla tíðina,
so eingin kendi seg ótryggan.
Fjálgaðu um ommusonin, sum
fyri fyrstu ferð skuldi til
Svínoyar.
Og hvussu við okkara kæru
húsbøndrum, er tað kanska onk-
ur tykkara sum spyr. Jú. Tað skal
eg so væl siga tykkum. Veit ikki,
um gandur var uppií, men annar
teirra meiðslaði sær fingurin so
illa umborð á Dúgvuni, at hann
mátti á skaðastovuna í Klaksvík.
Eftir slíka hending er gott at
sessast í fjálgari matstovu hjá
góðum vinmanni og fáa sær ein
bita. Á ja.
Og morgunin eftir, tá teir
komu út við Másanum, gjørdi
annar hundurin ikki mætari enn
at leypa á bláman. Varð við bit
og slit bjargaður umborð aftur.
Gandaðir? Góður spurningur.
Nú er uttan iva onkur, sum
heldur, at vit gera okkum lívið
alt ov trupult. Hví ikki fara við
tyrluni? Bert 10 minuttur og vit
standa í Svínoy. Einki stríð og
næstan eingin beran og dragsan.
Vóru vit farin við tyrluni, vóru
ongar stuttligar og øðrvísi upp-
livingar á túrinum: Eingir Beatl-
es-sangir at lurta eftir í bilinum,
einki Mars at seta tenninar í um-
borð á Dúgvuni, eingin voffur
fyri borð á Eiðinum (heldur álv-
arsligt) - og heldur eingin grein
skrivað. So einfalt er tað.
Og við tyrluni risikerar mann
eisini at verða gloymdur eftir
...um átta minuttir fer Másin avstað