Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 C M Y K 26 6 Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002 FRÍTÍÐARÍTRIV Áki Bertholdsen Tá tosað verður um dreingir og frítíðarítriv, verður mangan bara hugsað um telduspøl, sjónvarp og ítrótt. Men tað eru eisini dreingir, ið hava onnur frítíðar- ítriv, sum eru minst líka spenn- andi og ið hvussu so er minst líka mennandi. Ein av teimum er Dennis M. Rólantsson Christensen í Kolla- firði. Tað, sum honum dámar best, er hvørki framkomin telduspøl ella filmar. Nei, hann er veiðimaður burt- urav og trívist best úti í natúruni undir opnum himmali og alt summarið er hann sjáldan undir taki. Men, viðgongur hann kortini, um veturin, tá ið veðrið er ringt, er ikki so galið at hava telduna. Veiðimannalyndi hevur hann ikki frá fremmandum, tí hann bregður ikki burtur úr ætt. Abbin í Danmark er íðin veiði- maður og familjan hjá pápanum her heima brúkar eisini nógvar tímar í báti. Serliga væl dámar honum at fiska og tað eru so mangir dagar, at hann, so títt og knapt skúla- taskan er ripað inn í gangin, sæst fara titandi ígjøgnum bygdina við tráðu í hond. Hann plagar ofta at vera á seiðabergi og tað er ikki so lítið, hann hevur drigið til húsar ímill- um ár og dag og hann er heldur ikki seinur, tá ið boð eru eftir honum at flota bátin, sum tey eiga. Onkuntíð hava teir verið langa leið úr landi við bátinum, pápin og hann, saman við øðrum, men tað hevur ligið væl fyri og rætta sjónatúru hevur hann eisini, tí sjóverkin beit hann í seg, tí ikki skuldi hann forða honum at fiska. Arbeiddi fyri tráðu Men júst hetta er tíðin, tá ið tey, sum hava alsk til at fiska laks og síl standa sum riparatindar í hvørjum ósa og á hvørjum áar- bakka, við tráðu, línu, flugum og spinnarum. Og ímillum teir garvaðu laksa- fiskararnar, smæðist Dennis heldur ikki burturímillum. Hóast hann bara er 12 ára gamalur, er hann longu royndur laksafiskari, tí hann hevur longu fiskað í fleiri ár, saman við nøkr- um av vinmonnunum. Hjá tí, sum fiskar laks, ræður um at hava útgerðina ílagi og tað hevur Dennis eisini. Hann hevur arbeitt fyrifallandi arbeiði av og á, eitt nú hjá IR lastbilum, eins og hann hevur smíðað við páp- anum og fyri lønina hevur hann m.a. keypt sær tráðu, flugur, spinnarar og alla aðra útgerð, sum hartil hoyrir. Tað plagar at vera misjavnt, hvussu tað hevur hilnast. Hini árini hevur hann mest fingið smærri síl, sum eru farin heil á pannuna. Hann og vinmenninir hava eis- ini havt til stuttleika at gera hylar í áunum og har plaga teir at sleppa smásíl og smáan laks í, sum teir fáa. Tær báðar áirnar, Botná og Dalá, eru føst mið hjá Dennis hesa tíðina, laksurin er fyri og í ár hevur borið serliga væl til. Heili 19 stór síl og stórar laks- ar hevur hann drigið til hús og hetta er fyrstu ferð, at hann hev- ur fingið so stórar laksar, at tað loysir seg at skera til flak og at roykja. Størsti laksurin, hann hevur fingið, fekk hann nú ein dagin. Hann var 79 sentimetrar langur og vigaði 6,6 kilo, so tað er góður biti. Hjá Dennis er tað mest fiskarí- ið, sum dregur, tí seyð og jarðar- brúk tímir hann ikki so væl at fáast við. Men púra vist er tað, at ein 12 ára gamal drongur væl kundi havt funnið sær okkurt verri frítíðarítriv enn hetta. Eg havi fingið lús Laksakongurin Tólv ára gamli Dennis í Kollafirði er ein rættur innløgumaður. Ikki minst liggur væl fyri at fiska laks og síl Hesin laksurin er tann størsti Dennis hevur fingið. Hann fekk hann nú ein dagin og hann var 79 sentimetrar langur og vigaði 6,6 kilo ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið út bókina Eg havi fingið lýs. Ein fitt søga um skriðandi gestin, sum herjar á serliga hesa tíðina á árinum. Mike Brownlow hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt úr enskum. Man tað ikki henda teimum flestu, at tey sjálvi ella onnur í húsinum fáa lýs? Foreldur fáa ein hvøkk, tá ið barnið fyrstu ferð kemur heim úr skúla ella av stovni við brævi um viðgerð fyri lús, og enn størri hvøkk fáa tey, um tey finna lús á barninum. Halda kanska, at tað er skittligt, flóvisligt og ófínt. Henda fitta bókin lýsir skriðandi gestin á ein stuttligan hátt, og hon kunnar eisini um viðgerð móti sama óynskta gesti. Bókin er 28 síður í litum, heft. Hon kostar 50 krónur í bókabúðunum. Málteigurin Ovvandin upplestur Í 8. Orðafari varð undir yvir- skriftini "bátarnir, konurnar" borið við hetta at bera fram hvønn bókstav í skrivaða orð- inum. Stavseting okkara er bygd á søguliga grund. Tað hevur við sær, at ikki hvør stavur í skrift eigur at ljóða í framburði. Øll munnu vita, at oy í navn- inum á landi okkara verður sagt sum [j]: Føroyar [førjar], men vónandi eru tey fá, ið fáa seg at siga lýsingarorðið før- oyskur sum [fø:roiskur] í staðin fyri [fø:riskur], ið er tað rætta (: merkir ljóðlongd). Í nøvn- unum Nólsoyarstova og Nóls- oyar-Páll skal -oy- ikki ljóða sum [oi] men sum [ij], og r'ið hoyrist ikki, tí at hjáljóð koma aftaná. Fyrri partur í hesum nøvnum ljóðar tí [nolsija-] og ikki [nolsoiar-], sum mangur hevur lyndi til at siga í "ovvandnum" upplestri. Ofta hoyrist, at tað, sum er skrivað í Suðuroy, verður sagt [suwuroi]. Hetta hevur onga rót í natúrligum talaðum máli. Hetta eigur at verða sagt í [su:ri], og til Suðuroyar [su:rijar]. Suðuroyingar sjálvir siga í Suðuroynni. Í fleiri oyggjarnøvnum vikn- ar -oy til [-i], t.d. Fugloy [fugli], Skúvoy [skúvi] ella Skúgvoy [skigvi]. Tað er als ikki ráðiligt at skriva "í Fugli", "í Skúgvi" og "í Suðri". Lýsingarorðið bretskur skriva vit við t, tí tað hevur samband við tjóðarheitið breti og lands- navnið Bretland, men av tí at tvey hjáljóð koma aftaná, hvørvur t í framburðinum, og vit siga tí [breskur]. Hetta t eru tað mong, ið hava hug at overva tunguoddin við at royna at siga. Úr Orðafari nr. 12, juni 1988, 2. árg. Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002 7 Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002 FERÐAFRÁSØGN Orð/myndir: Nina Brockie Aeroflop ella flott. Tá ið tað heldur skirvna flogfarið hjá russiska Aeroflop, ella tað eitur nú Aeroflot, hevði lent í Kath- mandu, hevði eg veruliga hug at klappa, júst sum føroyingar eru kendir fyri at gera (ella gjørdu). Ferðin hevði verið long, einar 12-13 tímar úr Keypmannahavn, og tá havi eg ikki nevnt tann 7 tímar langa steðgin í tí 17 stig kalda Moskva. Ein lítil millum- lending var eisini í Dubai og kendist tað har, sum um ein trein inn í eina prýðiliga borg. Har var eisini sera heitt. Marmorveggir og pálmar inni . . . eg kundi ikki lata verða við at hugsa um, hvussu tað mundi síggja út uttan fyri. Víðari hugsaði eg, hvussu mundi landið Nepal vera? Land- ið har eg skuldi vera í uml. 8 vikur? Var tað nakað so sum eg hevði hugsað mær og sæð í sjón- varpinum? Tað skuldi eg skjótt fáa greiði á. Seinasti parturin av ferðini var 4 tímar til høvuðs- staðin í Nepal, Kathmandu. Visum eitt "must" Tá ið eg steig úr flogfarinum og trein niður trappurnar, var eg glað fyri, at eg langt um leingi hevði rokkið mínum ferðamáli. Eg var í øllum góðum lend á Kathmandu flogvøllinum og skjótt skuldi mín ferð av álvara byrja. Eg var spent at síggja, hvat heimurin henda dag hevði at bjóða mær. Vit vóru, sum seyðir, rikin upp í ein buss, ið skuldi koyra okkum til komuhøllina. Bert 100 m hagani. Eg visti einki, um hvussu eg skuldi bera meg at, so eg avgjørdi, saman við Irdi og Lív (mínum ferða- felagum) bara at fylgja rúgvuni. Men eg bleiv eitt sindur kløkk, tá ið eg sá rekkjurnar av fólki, ið skuldu ígjøgnum tollin. Tíbetur sá eg, at tað var køin hjá teimum, ið einki visum høvdu. Pappírs- rúgvan, ið skuldi útfyllast var ikki lítil. So eg kundi prísa meg lukkuliga fyri, at eg hevði fingið mítt visum heilt úr Danmark, tá ið eg gjørdi meg til hesa longu ferð. Eg skuldi bert útfylla nøkur fá onnur pappír, áðrenn eg spent kundi byrja at leita mær eftir viðførinum. Snúsimentan Tað var týðiligt, at teir vóru í holt við at umvæla flogvøllin. Teir gomlu útspýttu bjálkarnir og veggirnir høvdu fingið ein um- gang. Tað er púra vanligt at nýta snús, og tá ið spýtast skal, ja, tá skal tað bara út og tá ræður um ikki at verða fyri. Fyrr vóru spýtibakkar, men í hesum nú uppsnollaða hølinum við mar- morgólvum, vóru teir so passa- liga tiknir burtur. So har var bert eitt at gera...at avlevera snús- klattin á veggin. Og tað eru ikki fá, ið hava hugsað tað sama. Reyðir snúsblettir vóru á hvørj- um veggi og tað skuldi eg bert venja meg við, tí soleiðis sá tað út nógva staðni í býnum, eitt nú í stórum handlum. Fryntligt fólkaslag Eingin trupulleiki var at koma ígjøgnum tollin. Eg hevði ikki meiri enn fingið fatur á taskun- um hjá mær, so stóðu tveir blíðir eldri menn klárir at taka tær. Men eg vildi als ikki lata tær frá mær, nú eg endiliga hevði fingið fatur á teimum aftur. So letur í einari "Teir vilja bara bera tær taskurnar út um, men tú verður uttan iva noydd at gjalda teimum 10-15 rupies aftur fyri". Eg takk- aði og vildi heldur bera taskurnar sjálv. Tá ið eg so fekk skil uppá peningaviðurskiftini, sá eg, at talan var bert um 1,50 føroyskar krónur. Men áðrenn eg kundi fara út úr flogvøllinum, sá eg, at tey lokalu vóru biðin um enn einaferð at lata viðførið hjá sær ígjøgnum nakrar røngenmaskin- ur, so eg gekk trúgv yvir ímóti teimum. Men bert fyri at blíva veittrað víðari. Ein av mongum fyrimunum, ið vit bleiklingar ella hvítu, ofta møtir í Nepal. Móttøka við føroyskum flaggi Tað var ikki smávegis móttøka, ið møtti mær og hinum ferðandi, tá ið vit traðkaðu út í sólina uttan fyri flogvøllin. Tað allar fyrsta eg sá, var eitt føroyskt flagg. Tað vóru Jan á Argjaboða og Torgun Kragesteen, ið vóru so beinasom at koma eftir okkum. Við mær vóru Lív á Argjahøvda og Irdi Neshamar. Vit skuldu allar gista hjá teim- um, áðrenn familjan hjá Lív kom eftir okkum. Vit skuldu halda jól á fílabaki. Hevði tað verið á rossabaki skuldi eg kent meg sum heima. Vápnaðir hermenn Jan arbeiðir við einari el-ætlan í Kathmandu (fyri at stava navnið júst sum Nepalesarar vilja hava tað), so at hann hevði ein sokall- aðan "Blueplate"-bil. Ein, ið ofta verður veittraður fram um hinar bilarnar í raðnum. Harumframt vóru tey sloppin heilt niðan til flogvøllin eftir okkum og tað var ikki ein og hvør, ið slapp tað. Øll lokal máttu steðga við høvuðs- innkoyringina og ganga niðan til komuhøllina. Ja, hóast tað, at tey møguliga høvdu 3-4 ferðataskur. Eitt hitt fyrsta, sum eg legði til merkis, var, at á veg oman frá flogvøllinum, stóðu vápnaðir hermenn. Var støðan verri enn eg hevði lisið á alnótini og hoyrt í tíðindunum heima? Nei, eg skuldi skjótt venja meg við at Mentunarskelk í Nepal Tankar og hugleiðingar frá fyrsta degi úr stórfingna landinum Nepal Húsini hjá Torgunn og Jan Býarmynd