leygardagur 14. september 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
28
Nr. 176 - 14. september 2002
29
8
Sosialurin Nr. 176 - 14. september 2002
Tá ein átjan ára gamal maður fær
koyrikort og verður "sleptur" út í
trafikkin, merkir tað so, at hann er
bevístur um ta ábyrgd, sum liggur
á honum, tá hann ferðast í
ferðsluni, so sum at koyra eftir
UMSTØÐUNUM? Ella merkir
eitt koyrikort bert, at nú veit hesin
ungi maðurin, hvussu ein bilur
skal koyrast, og hvat skeltini
merka?
Vit valdu at halda alla summ-
arferiuna í ár heima í Føroyum
(heima eitur tað framvegis eftir
óvikavist 16 og 12 ár í útlondum).
Tað eru nøkur ár síðani, vit seinast
vóru so leingi heima, og tí høvdu
vit ein langan "ynskilista" yvir
ting, sum vit skuldu náa. Ein
biltúrur til Viðareiðis var eisini á
"listanum". Maður mín koyrdi
bilin og átta ára gamla dóttir
okkara sat framman saman við
pápa sínum. Tvey ára gamli sonur
okkara sat og svav aftan fyri
førarasetrið við høvdinum ímóti
hurðini, og eg sat saman við
honum. Barnasetur og trygd-
arfetlar vóru sjálvandi í brúk.
Komin miðskeiðis millum
Hvannasund og Viðareiði, smalkar
vegurin til eitt spor, og har var eitt
skelti, sum vísti, at okkara spor
steðgaði, men einki, sum segði, at
tveir bilar ikki kundu møtast á
vegnum. Vit koyrdu so út á hitt
sporið. Beint, sum vit koyra,
kemur ein knall-reyður bilur við
ýlandi ferð upp um bakkan. Vit
sóu skjótt, at vit ikki náddu yvir til
víkiplássið fyri framman og held-
ur ikki at bakka; tað var bara eitt
at gera, at steðga og bíða eftir
stoytinum. Uttan at seta ferðina
niður, rakti tann reyði fartdevulin
okkum við 100-120 kilometrum
um tíman. Í einum sovorðnum føri
fær man tann sanna týdningin av
"handlingslammilisi" at kenna.
Men vit vóru meira enn heppin.
Tað vóru bert speglini á báðum
bilunum, sum møttust og knústust,
hóast hesin ungi maðurin koyrdi í
sínum reyða devuli á alfara vegi,
sum Schumacher koyrir í sínum
Ferrari á einum lukkaðum bana.
Tá vit bakkaðu aftur til tann unga
mannin, sum var cirka 18 ár og 2
dagar gamal, segði hann við mann
mín: "Ert tú svakur maður?!"
Hann hevði týðiliga ikki skilt, at
tá man hevur koyrikort, so er tað
allar vigtigasta at koyra eftir UM-
STØÐUNUM!
So kann man sjálvandi kon-
kludera, at løgmaður og vit onnur,
sum vitja hansara vøkru bygd,
skulu hava ein tvísporaðan veg at
koyra eftir. Men tað hjálpir ikki
uppá koyriførleikan hjá teimum
ungu monnunum, máttu vit sanna
næsta dagin í Klaksvík. Tá vóru
vit stødd millum Grøv og
Norðoyri fyri at taka seyð til klip-
pingar. Nógv børn vóru við, og
tey vóru báðumegin vegin. Nú
kemur ein bilur úr Klaksvík út til
kirkjugarðin og setur fótin á
speedarin. Vit hoyrdu hetta einar
hundrað metrar longri niðri, og vit
vaksnu runnu til og tóku í børnini.
Til børnini, sum komu rennandi
oman eftir bønum hinumegin
vegin, bleiv rópt. Ja, og so var
aftur bara at bíða og vóna tað
besta!!! "Hygg hattar hendir, tá
vegirnir eru ov góðir:" segði ein
av monnunum. Men at nakar við
sínum fulla viti kann accellerera
við fullari ferð ímóti einari
fólkamongd, har nógv børn standa
báðumegin vegin, er yvir mín for-
stand. Hvar er ÁBYRGDAR-
KENSLAN?!
Ein linja í einum sangi sigur:
"Fools never learn.." nei, tað sær
ikki soleiðis út. Tað hevði týðiliga
onga ávirkan á hesar ungu menn,
at ein tjúgu ára gamal maður
hevði koyrt seg íhel fáar vikur
áðrenn.
Hvat skal til fyri, at ungir menn
við einum koyrikorti og smartum
akfari ikki eru sum leysslopnar og
villfarnar misilar, sum ein og
hvør, sum ferðast í ferðsluni kann
risikera at verða raktur av. Er tað
meiningin at fyri at ferðast í
ferðsluni, so skal man bara
kalkulera við tí vandanum, at man
kann verða raktur av einum av
hesum misilunum akkurát sum ein
jødi, sum hættar sær út á eina café
í Tel Aviv kann vænta at verða
offur fyri einari terroratsókn? Ja,
nú kann onkur halda, at hatta ikki
kann samanlíknast, men um
úrslitið er tað sama, hvør er tá
munurin?
Í fleiri londum í vesturheimin-
um hevur man ásannað, at ungir
dreingir og bilar kunnu verða ein
deyðilig blanding. Serliga trygg-
ingarfeløgini loyva sær at taka
meira pengar fyri at tryggja ungar
menn enn aðrar bilistar. Men tað
er heldur ikki so einfalt at fáa
koyrikort, sum tað annars er í tí
danska ríkinum. Her í Svøríki
kann man sum sekstan ára gamal
byrja at øva seg uppá at koyra.
Man fær loyvi frá myndugleikun-
um til at byrja, og ein persónur
(mamma ella pápi) verður góð-
kendur, sum tann sum skal læra
tann unga. So hevur tann ungi
tvey ár, har hann kann øva seg í.
Hesi tvey árini kann hann eisini
ganga til teori og koyring hjá
koyrilærara. Tá persónurin er
fyltur átjan ár, og teoriroyndin og
koyriroynd á ísbana er lokin, kann
hann taka koyriroyndina. Um
hann klárar kloyriroyndina, fær
hann koyrikort uppá prøva í tvey
ár. Og hesi tvey árini verður sæð
serliga strangt uppá, hvussu hesin
persónurin klárar seg í ferðsluni.
Schumacher á Viðareiðisvegnum
hevði mist koyrikortið eftir hesi
skipan. Í Danmark tosar stjórnin
nú eisini um at fáa eina líknandi
skipan, eftir at gransking av hag-
tølunum av ferðsluvanlukkum
vísa, at ungir menn standa fyri
mesta partinum av vanlukkunum.
Við hesi skipan fáa tey ungu
tvey ár til at seta seg inn í hvussu
fjølbroytt og kompleks tann saml-
aða ferðslumyndin er. Hesi tvey
árini koyra tey alla tíðina við ein-
um vaksnum undir liðini á sær,
sum leypandi kann ráðgeva teim-
um um, hvussu tey skulu handla í
ymiskum førum. Eg vildi mett, at
hetta í hvussu er gevur ungum
fólki ein møguleika at skilja, at
hvør bilførari má koyra eftir um-
støðunum, og hevur hann tí sjálvir
ábyrgdina av, hvussu væleydnaður
biltúrurin verður.
Vit høvdu lánt bilin, sum vit
koyrdu til Viðareiðis í, og eigarin
segði eina ferð, at tann ungi mað-
urin átti at goldið fyri speglið.
SPEGLIÐ?! Tað var tað minsta, tá
eg hugsi um, hvat kundi hent við
mínari familju hendan seinsumm-
ardagin á Viðareiðisvegnum.
Michael Schumacher á Viðareiðisvegnum
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Chanette á Lofti, Svøríki
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
síggja hesar vápnaðu unglingar
ymsa staðni í býnum. Mær varð
sagt, at teir vóru blivnir fleiri í
tali eftir at kongafamiljan var
blivin myrd og landið var lýst í
undantaksstøðu. Tað var skjótt, at
eg lærdi, at teir bláu vóru løg-
reglumenn og teir grønu vóru
hermenn, heilt óvitandi um, at eg
skuldi hitta teir ofta, áðrenn eg
vendi nøsina heim aftur á
klettarnar.
Ferðin til slottið
Á leiðini heim til Jan og Tor-
gunn, sat eg púra málleys og
gloypti alt tað eg sá í meg. Alt
var so nýtt og so spennandi. Eg
mátti út at síggja meiri av býn-
um. Á gøtunum vóru eitt ótal av
fólki og kríatúrum á hvørjum
horni. Húsini vóru als ikki, sum
eg kendi tey í Føroyum. Tað var
ein heldur hektiskt ella stressað
fyrsta sjón. Tó máttu vit fyrst
hava eina løtu at koma fyri okk-
um eftir hesa longu ferðina. Tá
ið vit komu at húsunum hjá úti-
setunum, ivaðist eg í, um eg var
komin til eitt slott ella um tað
bert líktist einum. Við einum
stórum prýðiligum portri framm-
an fyri húsini, var eingin ivi í, at
her búði eingin nepalesari.
Lítli trygdarvørðurin
Ein sera blíður maður læt portrið
upp, so at vit kundu koyra inn í
túnið. Samstundis sum vit stigu
úr bilinum, bukkaði hann kur-
teisliga, ímeðan hann helt saman
hendur og segði "Namasté"- eina
ferð fyri hvønn av okkum. Tað
vísti seg, at hesin eldri harrin var
trygdarvørður. Fyri mær syntist
tað vera óneyðugt, tí at garðurin
rundan um húsið var meiri enn
eina manshædd høgur og ovast
var hann "pyntaður" við píka-
tráði. Men so søgdu tey frá søg-
um um aðrar útisetar, ið høvdu
havt innbrot, summi hóast tað, at
tey høvdu ein trygdarvørð og
vakthund. Í summum førum
hildu tey, at tað var eina avtalu
ímillum tjóvin og trygdarvørðin.
So at best mátti vera at gera seg
væl við starvsfólkini. Ja, har
vóru fleiri starvsfólk. Ein kokkur
og ein tænastukona umframt
trygdarvørðarnar. Tænastukonan
vaskaði klæði og helt húsið
annars.
Svimjihylurin
Aftan fyri húsini høvdu tey ein
svimjihyl. Tað var hitt fasta
spæliplássið hjá børnunum í
grannalagnum um summarið. Tá
læt Tórgunn dyrnar upp fyri
børnunum, so tey kundu njóta
hylin saman við sær. Samstundis
kundi hon læra enn meiri um
fólkið og mentanina. Svimjihyl-
urin var tómur nú, tí at tað var so
kalt hesa tíðina. Kalt....?? Hugs-
aði eg fyri mær sjálvari í tí eg
læt meg úr heitu troygguni og
kom at hugsa um, hvussu býtt eg
hevði verið at drassa mín, í Før-
oyum, so góða, síða dýnufrakka
allan vegin higar. Tó tá ið hesin
dagurin endaði og náttin kom,
fataði eg, hví tey kallaðu tað eitt
"føroyskt" summar.
Hermenn á varðhaldi
Býarmynd