Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 176 - 14. september 2002 Nr. 176 - 14. september 2002 31 Hanin kom inn í heimin, bara fyri at berjast. Nakað soleiðis falla orðini av varr- unum á nítiára gamla poet- inum í kubansku kyk- myndini hjá Teiti Árnasyni, sum hevur rullað eftir tjald- inum hjá Grímu hesar seinastu dagarnar. Og har stendur so ein dalsaki av vaksnum monnum og sleppur sær av við ágong- una ígjøgnum ein hvítan deyðan hana, sum liggur eftir á vali og bløðir út. Teitur punkteraði ikki á leiðini úr Hattarvík til Hav- anna. Saman við Katrini hevur hann sett á eina nýggja slóð í føroyskari list. Filmslistin. Gáttin er longu somikið høg, at ein nýggjur, lovandi heimur má liggja frammanfyri føtur teirra, bara karmurin røkk- ur, og virkishugurin trívist. Ikki sørt, at associatiónir- nar fella aftur á føroyskan politikk, tá ið hesin inten- sivi hanakampurin kemur í hæddina. Alt tykist so mál- leyst. Onkuntíð vónleyst. Hitt horisontala vinnur á tí vertikala. Alt flaknar út. Sveipini um einki øsir fólk- ið upp. Tær stóru visiónir- nar og hugsjónirnar eru følnaðar. Tað er líkasum einki, ið tráðar eftir polit- isku hæddunum. Eftir sjálvsøgdum málum. Nú gjørdist hetta mest ein hanakampur fyri at vera ein hanakampur. Soleiðis tykist tað teimum flestu. Í hvussu so fer. Hunangsmánaðin er gott og væl farin hjá hesi sam- gonguni. Sum ber navnið av sjálvstýri, men heldur man hava forskansað seg í heimastýrinum, í einum blendingi av vinstra, høgra, fundamentalismu og pro- gressiviteti, sum ringur er at fáa greiði á. Hvaðni verri at stjórna. Líkist meira eini terrorjavnvág heldur enn eini roynd, at fremja skila- góðan politikk. Greipurnar av áraknútum stinga nú út ígjøgnum psykologisku kamasjubrøkurnar hjá teimum víðgongdu. Bara hetta ódemokratiska valið, av eini siðsemisnevnd, mátti verið meira enn nóg- mikið fyri ein flokk, sum Tjóðveldisflokkin, ið onk- untíð var somikið fram- brúsin og radikalur, at hann ikki av egnum ávum legði seg í heimastýrisreiðrið og gloypti øllum sum fyri kjaftin rak. Ígjár fylti Atli P. Dam 70 ár. Skilst at dagurin verður hildin við Trongisvágsfjørð leygardagin. Hiðani varpa vit honum tær bestu kvøð- ur. Ynskja honum somu- leiðis lýðku í einum blíðum lívskvøldi. Hann man vera eitt hitt stórsta politiska talentið, sum føroyingar nakrantíð hava átt. Krops- & sálarliga fullborðin. Gløggur, snúðin, pragmat- iskur, væltalandi, stívur við penninum, úrmælingur í samráðing o.s.fr. Eitt so- mikið politiskt menniskja, at hetta helst hevði verið lívsleiðin, undir øllum um- støðum, eisini hóast førn- ingurin, ið skuldi togast víðari fram á leið, ikki stóð har, tá ið hann varð lagdur í vøgguna suðuri á Tvøroyri. Sum tey flestu gjørdi hann sínar feilir. Hevur alment viðgingið at so var. Hetta er meiri enn hvatið teir flestu megna. Gemyttið var gear- að. Kundi ikki kroystast niður í nakran konstruerað- an form. Eitt serligt slag, sum nú er farið at fækkast. Bevin, Brandt, Kreisky, Hækkerup, Dayan, Larsen, Gerhardsen o.a. Eitt lívs- játtandi fólkaslag, sum ongantíð hevði tørv á ein- um fremmandum image. Glæman, frá teirra egnu sál og heila, bræddi nógmikið fyri sær, at teir av sær sjálv- um, av egnari uppdrift, kundu standa á odda á pol- itiska svalanum. Hóast ikki samdir í øll- um, minni enn so, so mega vit ásanna, at Atli gjørdist eitt nýbrot í føroyskum politikki. Hann megnaði saman við einum øðrum politiskum stórtalentið, Finnboga Ísaksyni, at seta nýggjar konstellatiónir upp í føroyskum politikki, sum høvdu verið óhugsandi frammanundan. Og hóast hann meiri ella minni kom bóltandi inn í politikkin, eisini inn í gomlu politisku frymlarnar, har ið heima- stýrisflokkarnir pr. definiti- ón skulu kilstrast saman, høvdu teir meirilutan, so vendi hann rákinum, og breiðkaði spektrið, tá ið samgongan ímillum teir tríggjar: Tjóðveldis, - Fólka, - & Javnaðarflokkin varð skipað miðskeiðis í sjeytiárunum. Ein sam- gonga, sum hvørki hevði bylting ella fullveldi á síni dagsskrá, orðið var ikki uppfunnið tá, men sum hóast hetta legði nakrar álv- arssamar ætlanir og framdi nøkur politisk stórverk, sum gagnaðu framtíðini. Hjá politiskt virknum tann- áringum, kendist hendan samgongan í hvussu er, onkursvegna, sum ein renæssansa, í mun til tað ið verið hevði. Fiskimarkið, yvirtøkur, vaktartænastan, havrannsóknarskip, skúla- verkið, postverkið, EEC- málið. You name it. Hetta er nú ein farin og minnisrík tíð. Fáir av aktør- unum eru aktivir ídag. Onkrir farnir heim til fedrarnar. Fleiri givnir fyri tíðina. Tað er strævið at fáast við politikk. Bakka- loðararnir eru nógvir. Smásinnið stórt. Og nú vit standa á hesum vegamót- inum, har framherjin frá sjeytiárunum fer um tey sjeyti, kundi tað kanska verið hóskandi at spurt, um ein konstellatión, ein sam- gonga, ímillum hesar flokkarnar ikki er møgulig ídag. Og um so er, hvør ið trupulleikin so man vera? Tað røkist fyri ongum hjá samgonguni sum nú situr. Miðmenninir gjørdust strævnari enn væntað. Koyra fram sum hesir dresseraðu sirkushestarnir við skýklappunum. Grava seg niður í egnari funda- mentalismu. Gjørdust ein statur í statinum. Mýkja roðini, sum Viderø segði, um hesar garvillu sektirnar, tá ið tær tulka og tamba tær heilagu skriftirnar, haðartil tær bara passa teimum sjálvum. Sjálvstýrisflokk- urin leingist eftir hundrað- áramótinum við einum sambandsmanni í fram- skutinum. Og onkur hevur ávísar fólkafloksmenn ill- tonktar fyri, at fáa gásar- hold, hoyra teir orðið yvir- tøku nevnt. Soleiðis liggur landið nú vit hava fingið takið á nýggju øldini. Atli man vera hin mest maktfulli floksleiðarin sum føroyskur politikkur hevur átt. Var flokkurin. Ikki tí at hann var og er sonur pápa sín, men heldur tí at hann hevði hesi sjaldsomu leiðsluevnini, ið eru so fáum beskorðin. Nú ræður Jóannes fyri borgum. Er ikki komin líka væl út úr startholunum sum undan- maðurin, men tað man fara at bragda, við einum góð- um vilja. Nógv vatn er runnið í ánna í eina fjórðingsøld. Føroyingar eru nú komnir somikið langt ávegis, pol- itiskt, at teir eru farnir at hugsa og droyma um re- publikkina. Nú tosið hevur gingið um svenskar konsul- entar í javnaðarflokkinum, í eina tíð, kundi verið hósk- andi at endurgivið Palme, sum í einum orðaskifti við Kreisky og Brandt sigur soleiðis um triðja heimin og hjálondini: Meginreglan hjá okkum øllum má vera, at vit taka atlit til tjóðskap- arligu krøvini haðani. Tað snýr seg ikki bara um teir arabisku statirnar, men heldur um allan hin triðja heimin, - í heila taki. Ynskja vit hetta, so mega vit stuðla frælsisrørslunum. Vit mega góðtaka at teir berjast fyri fullveldinum. At teir stríðast fyri at vinna niðaná búskaparliga og at teir somuleiðis ætla sær at spæla ein størri leiklut í altjóða samfelagnum. Kanska er tíðin komin hartil, at teir tríggir flokkar- nir, sum vegaðu rás í sjeyti- árunum, tá við lægri segl- um enn nú eru hóskilig, skuldu farið at tosa saman aftur, við eini dagsaktuell- ari skrá, sum røkk fram í fullveldið. Kanska skála tit fyri hesum nýggja leisti, suðuri í Trongisvági, leyg- arkvøldið. Einum nýggjum føgrum heimi. Eini virðiligari framtíð. Hanakampurin hjá Teiti endar hvørt kvøld niðri á gamla Meiarínum. Svartur vinnur á hvítum. Veljara- kanningar benda á tað sama í føroyskum politikki. Kanska kann hetta broytast, um tríggir hvítir hanar finna saman í konstruktiv- um og progressivum sam- starvið. Lívið má vera ann- að enn ein primitivur hanakampur. Serliga tá ið tað ræður um, at leggja framtíðina hjá eini heilari tjóð til rættis. Hetta var partvíst ætla sum ein føð- ingardagsheilsan. Tillukku Atli ! FREGNIR Terrorjavnvág ella politikkur? Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Naten søla Tórshavn • Tel. 31 86 49 -Ringið og vit senda- natúrligt kostískoyti til 30 dagar kr. 300,- - propolis - bee pollen - royal gelé Sosialurin - 311820 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 754, Sp/f 23.10.1997, 510 Gøta. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jan Erik Niclasen, 660 Søldarfjørður. Innkomin sum stjóri: Niels Juel Nattestad, Fugloyarvegur 7, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2636, Sp/f Højbilar, 490 Strendur. Viðtøkur broyttar: 13.08.2002. Nevnd: Farin úr nevndini: Joen Martin Høj, 490 Strendur (formaður) Innkomin sum formaður: Tummas Jákup Høj, 490 Strendur. Innkomin í nevndina: Signar Martin Høj, 490 Strendur. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Tummas Jákup Høj, 490 Strendur. Innkomin sum stjóri: Margit Høj, 490 Strendur. Endamál: Endamál felagsins er at reka ferðafólka- og farmaflutning, handil, byggivirki og annað virksemi sum hevur samband við nevndu vinnur. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle ________________________ Fólk til sølubúðina Sjálvsognarstovnurin Alv søkir eftir einum fólki uml. 1/2 tíð, til sølubúðina á Vaglinum,Tórshavn. Starvið verður at byrja 1. oktober 2002 ella skjót- ast gjørligt. Vit síggja fegin at tú hevur: • Áhuga og royndir í at standa í handli. • Dugir at tosa danskt, enskt og helst eisini týskt. • Ert fyrikomandi og sjálvstøðugur. Av tí at vit selja heimagjørdar vørur,er ynskiligt at umsøkjarin hevur kunnleika til handgjørdar vør- ur. Meira fæst at vita við at venda sær til Kristinu Larsen, tlf 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. september 2002. Sjálvsognarstovnurin Alv Boks 301 110 Tórshavn Sølufólk Vit sóknast eftir fólki til gólvdeildina í Vøruhúsinum á Hjalla at seta skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar avgreiðslu av kundum og annað fyrifallandi arbeiði. Nærri upplýsingar á tlf. 342500 ella 216755, Sól- bjørn. Postboks 1019 100 Tórshavn E-mail: st@litaval Eykaaðalfundur Borðtennissamband Føroya hevur eykaaðalfund leygardagin 28. september kl. 10.00 í ÍSF-húsinum. Skrá: 1) Val av kappingarnevnd 2) Ymiskt Nevndin Telduskeið í Fuglafirði Telduskeiðini í vetur byrja aftur 23. september. Undirvíst verður í: Grundskeið í teldu Internet og postur Tekstviðgerð í Word Rokniark Exel Heimasíðusmíð Myndaviðgerð Flash Bókhaldsskipanin Stellar Office (Grundskeið). Atlantic Online Fuglafjørður Tlf. 444487 – 219920 Teldupostur: atlantic@online.fo Lærlingur s økist... til goymsluna skjótast gjørligt FHS krevst, og tað er ein fyri- munur um umsøkjarin hevur koyrikort Sp/f VR-bilar Hoyvíksvegur 61 Tlf 322 110 Att: Agata Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 421, P/F Fóm, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Árni Svartafoss, Undir Svartafossi 8, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 123, P/F Leif Mohr, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 08.08.2002. Nýtt hjánavn: P/F LM Frost (P/F Leif Mohr) Skráseting Føroya tann 12. september 2002 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2799, P/F Viking Seafood, 490 Strendur. Viðtøkur broyttar: 03.09.2002 Nýtt hjánavn: P/F Viking Salmon (P/F Viking Seafood) Adressa: Box 80, 490 Strendur Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanni saman við einum stjóra, meira enn helvtina av nevndarlimunum ella av allari nevndini. Felagið er samanlagt við skrásetingar-nr. Sp/f 2984, Sp/f Víkingur og skrásetingar-nr. Sp/f 2485, Sp/f Viking Salmon, sum samstundis verða strikaði. Skráseting Føroya tann 11. september 2002 Kristin Balle _______________________ C M Y K 31 30