hósdagur 2. juni 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjåri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Løgmadur uttan ábyrgd
oddagrein
TAÐ man vera eindømi í heimastýri-
sins søgu, at ein løgmadur ber seg so
ábyrgdarleyst at sum Pauli Ellefsen
tað seinasta árið.
HETTA ábyrgdarloysið kemur fyrst og
fremst fram í løgtinginum, har løg-
maður ber seg at sum ein óvandur
ótangi. Tað tykir sum um hann bart út
ikki tolir at tingið virkar í góðum siði
og semiligheit.
EITT er, at hann øsir alt upp og vevur
alt tingstarvid upp i ein ellubita, tå mål
frå andstøduni eru til viðgerðar. Hetta
er sjålvsagt åbyrgdarleyst, men ikki
annad enn ein kann vænta eftir at
hava eygleitt henda politikara frå ti
degi hann legði út við »skrokkinum«
til dagin í dag.
ANNAÐ er so tann atburður hann
sýnir, tá landsstýris- og samgongumál
eru til viðgerðar. Ein skuldi trúð, at
hann hevði ein ella annan áhuga í, at
hesi mál fóru igjøgnum tingið á ein
toluliga sømiligan hátt.
MEN gakk! Her er líka galið — her er
sami sjónleikur, somu ótangalótirnar.
Hann øsir og argur — ikki minst sínar
samgongupartnarar. Er tað ikki fólka-
flokkurin, so er tað sjálvstýrisflokk-
urin. Serstakliga sjónligt var hetta
undir viðgerðini av kommunulógini,
hvar løgmadur heilt tyduliga stýrdi at-
kvødugreidsluni soleiðis, at oll hjarta-
mál sjálvstýrisfloksins fullu og á ein
so provokerandi hátt, at ein næstan
hevði hug at tykja synd í Asbjørn og
Torbjørn! Spælið var sum vanligt vun-
nið: alt tingið á gosið og ein sam-
gongupartnari argaður og tyktaður.
VIT nevna ikki hetta av samhuga við
sjálvstýrisflokkinum — hann liggur
sum hann hevur reitt, men vit nevna
hetta fyri at minna á, hvussu skaði-
ligur hesin atburður løgmans er fyri
virðing tingmanna — og manna yvir-
hevur fyri legtinginum harvið fyri
fólkaræðinum.
EITT annað — av mongum dómum —
um åbyrgdarloysi løgmans er atburður
hansara í einum máli, hvar landsstýrið
hevur loyst ein bróður løgmans úr
milliónaábyrgd mótvegis landskassa-
num: umsitingin fær skuldina. Hetta
er ikki fyrstu ferð — hetta er reglan.
Hverja ferð landsstýrið hevur gjørt
nakað skeivt, forklutrað eitt mál ella
beinleiðis gjørt skaða á feroysk
áhugamál úti og heima, fáa embætis-
menn og starvsfólk skyldina. Hetta
verður oftast kunngjørt frá tingsins
rødarapalli, so løgmaður sleppur frá at
standa til svars fyri síni orð.
ALT samantikid eitt syndarligt stýri
við einum fullkomiliga ábyrgdarleys-
um leiðara, sum kundi bøtt um skaðan
við at lagt frá sær, men so frægt av
ábyrgdarkenslu hevur hann sjálvsagt
heldur ikki!
Nr. 62
2. juni 1983
Fólkapensionistur:
ani kanska til jóla!
Hervið fari eg at spyrja
teir tríggjar knassarnar
Hilmar Kass, Paula Ellef-
sen og Jogvan Sundstein
hvussu teir ætla, at vit
einsamallu fólkapensi-
onistar skulu liva frá nú
av og til jóla
Eg loyvi mær at ganga
út frá mínum húsarhalds-
roknskapi:
Fólkapensión kr. 3017 um
mánaðin
Skattur kr. 380,00
SEV 500,00
Telefon 225,00
Olja 700,00
Vidlikahald 200,00
Sjúkrakassi
medisin
flutn. v.n 600.00
Ymisk gjøld 80,00
Utreidslur ialt kr. 2695,00
Eftir at liva fyri:
3017 — 2695 kr. = 322 kr
Hetta sær kanska pent
út i eygum tykkara, men
við teimum prísum, sum
eru á mati og eðrum neyð-
synjarvørum rekkur hetta
altso ikki til.
„Hver kelling livir til
jóla=, segdu teir gomlu
gaman i, eg ani kanska
jóla við hesum oyrun
men at liva kalli eg tað
ikki
At enda eitt dem
afturat um hvussu nógv
tit tríggir hava økt un
skattin hjá okkum: Sein
ast hevði eg 160 kr. at
gjalda í skatti fyri hvert
gjaldið — í ár havi eg 380
kr. ella meira enn tað dup-
ulta!
Tit eru vorðið sum polit-
ikarar — tað má eg siga!
fólkapensionistur
Føroyingar og »folkamentan«
Góði Heri Kragesteen!
Vegna bræv titt um
fólkamentan og Norrøna
Húsið. Hevur tú nakran-
tíð verið so barnatrúgv-
andi, at tú helt >fólka-
mentan« kundi trívast i
Feroyum?
Enntá í fína norrena
húsinum? Kennir tú ikki
so mikið til feroyska
mentan? Er tann mentan,
ið verður praktiserað av
kammeratum tínum (F.S.)
handan jarntjald veruliga
»følksins«? Hví harta tey,
sum »duga at dansa«, tá
tey loyva at banna ødrum
sum »ikki duga«. Tu
stydjar tidarrit, sum frå
uppruna var ætlad at vera
»følksins«, men sum bert
er fyri fimm-manna kliku,
sum »dugir at skriva«?
Og Heri Kragesteen,
heldur tu, at tad var
»følkid« við vanligum
inntekum, sum hevði ráð
at vitja tína spykologi-
kiosk, fyri eitt prát við teg
og pípuna fyri 200 kr. um
tíman?
Nei, lat Norrena húsið
standa sum eitt umboð
fyri útlendska mentan.
Feroyingar hava onki at
læra aðrar norrenar tjóðir.
Latum okkum sjálvar
taka við læru frá teirri
begávaða yvirklassa.
Hver helt annars, at hetta
hús fór at gerast ein fólka-
ogn? Nei, saman við marg-
arinfabrikkini við liðina
av, bunkaranum við »list«
niðri við plantasjuna og
klovna betongkassanum í
Hoydelum vitnar hesin
moldheyggur um, at fólk-
sins mentan í framtíðini
skal vísast úti á getuni.
Og Heri: hver er ferur
fyri at dema, hver ið er
førur fyri at danska
føroyskan dans. Er ein
slík »eksamia« gamalur
foroyskur vani? Ella fyri
so vítt at duga at drekka,
ella at duga at skriva?
Ella hvat?
Ein, ið hevur meldað seg
úr samfelagnum
Sct. bern-
hards-
hundar
Kæri Eystanroði. Um Óli
Breckmann hevur ein
»Sct. Bernhardshund«
hava tå Emil, Einar & Co.
ongar? Heldur ongar, sum
kunnu brukast av
moskva-kommunistum i
»fridar«-gongum? Mær
kunnugt var dyggasti
stuðul Emils fremstur í
gonguni.
maoistur.
Øl] eiga at hava sama rætt
til vælferðar-samfelagið
logtingsmaður á.
iðin 4 mr:
nan, droymdu um
1f mong at
tt fatæksligu
felagid. Tey fegnadust um framstigini, men spyrja
;
seg s;
droymdu um.
nýta vælferðina,
Skála fast
r ,
rkingtnt visir Jørgen
telmum, sum iivdu I
væ lferðar-sam-
jålvan í dag, um hetta var samfelagið, tey
Tað kann ongantíð vera rætt, at
bert ávísir stættir í samfelagnum hava ráð til at
slær javnadartingmadurin á
Í NOMSEON,
politisk
viðmerk-
ing
Tey. ið farin eru um tey
fimti, hava upplivað eina
velduga broytingartid, og
tey, ið eldri eru, vita at
siga frá fåtækradømi og
nógvum strevi. Tey vita
at siga um trongar tíðir, tá
lítið var til klædna og
matna, men arbeiðssemi
og nøgdsemi teirra gjørdi,
at tey fingu lívbjargað
sær og sínum.
Vit fingu eitt nýtt sam-
felag at liva í, frá tí gamla
fátæksliga til tað, ið vit nú
hava, og sum vit kalla fyri
vælferðar-samfelagið. Sig-
ast kann, at hetta okkara
samfelag er væl útbygt,
bæði á tí privata og á tí al-
menna økinum.
Heimini hjá vanliga
fólkinum hava nú hent-
leikar, ið vóru heilt ókend-
ir fyri bert stuttari tíð at
kalla.
Hetta er at fegnast um,
tí øll eiga sama rætt til
hesa vælferð — øll eiga
sama rætt til lívið.
Vert er at minna á, at
tey, ið gomul ella eldri eru
í dag, eru tey. sum í fátæk-
dømi, strevi og stríði
løgdu lunnar undir væl-
ferðarsamfelagið.
Tað er gamalt sagt, at
vandi er í hverji vælferð,
og tykist tað sum at væl-
ferðarsamfelagið er í ferð
við at avskeplast, soleiðis,
at tað bert verða tey
ávísu, ið at enda kunnu
nýta hesa vælferð.
Mong av teimum, ið
livað hava í broytingartíð-
ini, og stóðu í besta blóma
i tí fåtæksligu tidini, og
droymdu um vælferðar-
samfelagid, og fegnadust
um hvert framstig, ið
gjørt varð, munnu
mangan spyrja seg sjálv-
an, var hettar vælferðar-
samfelagið, ið vit drovmd-
u um í ungum árum, eru
vit betri nøgd?
Tað kann ongantíð vera
rætt, at ávísir stættir ella
bólkar í samfelagnum at
enda bert vera tey ið ráð
hava at nýta vælferðina.
Nú um dagarnar kom
skattarokningin inn um
dyrnar. og munnu Bell
halda seg hava ríkiligt av
skatti at gjalda, og munnu
tey eisini halda, at lítið
sæst til skattalættan, ið
lovaður varð av teimum,
sum tóku sær av at stýra
landinum.
Har aftur ímóti er bæði
skattur og tollur øktur,
afturat tí at reallenin ella
keypiorkan er fallin so
munandi sum ongantíð
áður.
Eitt demi: i
meðalstórari bygd høvdu
eini eldri hjun, id eg hitti,
68.000 kr. i skaitskyldug-
ari inntøku seinasta år,
veruleikanum er
sum i
munandi minni i mun til
urdanfarin år, vegna
lækkandi keypiorku
Hesi fáa eina skatta-
rokning upp á 24.000 kr.
ella 35% í skatti. Eftir eru
14.060 kr. at liva fyri, sum
helst ikki er meiri enn
37.000 kr. í mun til tey ár-
ini, ið undanfarna
samgonga sat við róðrið.
Skjótt kann semja fáast
um, at ådurnevndu hjún
hava tað ógvuliga trong-
ligt peningaliga, og kunnu
ikki hava ráð til at nýta
vælferðina, sum tey sjálvi
vóru við at leggja lunnar
undir í fåtækradømi og
strevi.
Oman á allar byrðar var
hetta stýrið so ósmæðið,
at koma við eini eyka
skattarokning við at taka
5% meir inn við teimum
sjey fyrstu gjøldunum frå
ellum skattgjaldarum.
Hetta er júst tað sama
sum ein eyka skattarokn-
ing uppá 5%, soleiðis at
han, ið skuldi gjalda 35%
í veruleikanum skal gjalda
10% av eini sera lágari
inntøku.
Tá ið so verður hugsað
um málageipið, ið var, tá
ið teir sótu í andstødu
málageip um skilaleysan
fíggjarpolitikk, ið ríkin
varð av undanfarnu sam-
gongu, o.s.fr.
Málageipið er ikki so
ógvisligt í dag, tí stødan er
hon, at almennu
útreiðslurnar okjast
alsamt, og harav tyngjast
skattabyrðarnar, sum
nýggja skattarokningin er
ein borgan fyri.
Kortini sigur legmaður
seg hava vent gongdini
tann rætta vegin. Tey, ið
hava fingið skattarokn-
ingina, munnu neyvan
hava somu meting, men
munnu heldur spyrja
hvussu skulu vit fáa end
arnar at rekka saman, og
hvar er lovaði skattalætt
in?
Jergen Thomsen
EEN