leygardagur 4. juni 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr, 63 — 4. juni 1983 = tíðindablaðið S | si luri | Síða 3
Ungfólk traa
eftir at arbeiða
sum gøtusoparar
Orð og myndir:
Dagny Joensen
Í góðveðrinum í vikuni
hitti Sosialurin tvær
gentur, sum vóru so hepn-
ar, at tær hevdu fingið
arbeiði sum getusóparar í
Havn.
Hetta hevur áður helst
verið arbeiði, sum dreingir
hava sekt, men her sum á
so mongum eðrum ekjum,
fylgjast gentur og dreing-
ir, í royndini at forvinna
sær nekur oyru í summar-
frítíðini.
Eyðver Rasmussen
gongur í 9. flokki í Komm-
unuskúlanum og Eydna
Jensen gongur í 9. flokki í
Eysturskúlanum. Tær eru
vinkonur og grannar, og
hava fingið í boði at
arbeiða sum getusóparar í
summar.
— Hetta dámar okkum
væl, og vit hava eisini
fingið loyvi at arbeiða sum
hjálparfólk, tá asfaltering
kemur fyri, siga tær báðar
Eyðbjerg og Eydna.
Eydna og Eyðbjerg
skulu arbeiða fullan dag
sum getusóparar. Tær
fara annars at ganga í
skúla eitt ár afturat, men
ætla sær síðan til Dan-
markar at ganga í skúla
eitt ár. Síðan fara tær at
taka steðu til hverja út-
búgving tær fara at fáa
sær
Stórur
eftirspurningur
Tað hevur rættuliga verið
eftirspurningur eftir at
sleppa at arbeiða
kommununi í Havn í ár.
Hetta eru ikki umsóknir
sum eru komnar í seinast-
uni, nú summarfritidin
stendur fyri durum, — nei,
tey ungu frå 13—14 åra
aldur og upp til 19 år,
hava havt umsóknir
liggjandi frá januar
mánaða og fram til I. juni
í ár. Tey størv, sum ung-
fólk kunnu fáa hjá komm-
ununi er at virka sum
getusóparar og sum hjálp-
arar, tá asfalteringin fer
fram.
Olivur Dam, skrivstovu-
maður hjá arbeiðsfor-
hjá
monnunum í Tórshavnar
Kommunu, sigur, at so
nógv ungfólk sekja um ar-
beiði, at teir undanfarnu
árini hava verið noyddir at
»kvotera« arbeiðið so-
leiðis, at einstaklingurin
fær eina viku at ráða yvir,
og so hevur arbeiðið verið
givið yvir til tann næsta á
umsóknarlistanum.
Enn er íkki greitt
r
0
hvussu nógv fólk er brúk
fyri í ár, men plagar hetta
at vera í tíðarskeiðnum
juni, juli og fram til ólav-
sekuna, tá serliga nógv er
at gera hjá getusóp-
arunum.
Í len fær ungfólkið um
tað er 14—15 ár 50 pst. av
fullari tímalen. 15—16 ár
75 pst. og 17 ára gomul
fáa fulla tímalen.
Friðarligt
upp undir
Norðoyarstevnuna
A Politistødini í Klaks
vík er løgreglan við at
gera seg klára til Norð-
uroyarstevnuna. Tveir
politistar úr Havn eru
komnir norður at
hjálpa til, so møguleiki
er at ganga skiftivakt
teir dagarnar, stevnan
er.
Vanligt er, at nógv
fólk kemur til
Klaksvíkar á Norður-
oyarstevnu. Hetta er
fyrsta stevna á árinum,
og tí er ungdómurin og
ítróttarfólkið | áhugað
at meta til dystin fús.
Vakthavnadi á
Politisteðini í Klaksvík
sigur, at tað hevur
verið friðarligt upp
undir Norðuroyar-
stevnuna — bert eitt
lítið innbrot í Kappróð-
arneystinum í kioskini,
har 300 krónur vórðu
stolnar
Klaksvíksvegur
parkeringseki
Í mai mánaða byrjaðu
eisini klaksvíkingar at
stríðast við parker-
bleiv
frá
ingsbetur. Tá
Klaksvíksvegur
Posthúsinum og út á
parker-
Sjúkrahúsið,
ingseki.
Vakthavandi sigur,
at hetta hevur verið
ómetaliga gagnligt fyri
ferðsluna, tí hetta
vegastrekkið framman-
undan var sannur
ferðsluteppur. Vegurin
er so smalur og bilar
stóðu parkeraðir alla-
staðni.
Vakthavandi sigur,
at fólk flest hava fingið
nógvar parker-
ingsbetur í byrjanini,
men at hetta nú er við
at koma í rættlag, tí
fólk hevur vant seg
ógvuliga skjótt til
nýggju parkerings-
skipanina.
— Tey, sum hava
fingið betur, hava íkki
verið misnegd kortini,
tí ell her kunnu ásanna,
at hetta er nakað av tí
besta, sum býráðið
hevur gjert, sigur vakt-
havandi á Politisteðini
í Klaksvík.
Bygdafólk
í Havnargetum
Hóskvoldið um sjey
tíðina, hendi eitt
ferðsluóhapp í J. Pat-
urssonargetu á horn-
inum við Grenlands-
veg.
Óhappið hendi. tá ein
bilur kom koyrandi
oman eftir Grenlands-
vegi og koyrdi beint út
í J. Paturssonargetu
uttan at steðga á ella
kanna ferðsluna har.
Ein bilur kom koyr-
andi heimeftir frá Vest-
urkirkjuni og móti
ferðsluljósunum, men
har var einki at gera,
bilarnir rendu saman,
og stórur materiellur
skaði hendi, tó at eing-
in mannaskaði stóðst
av hesum.
Vakthavandi á
Politigarðinum í Havn
sigur, at tað tíanverri
hendir fleiri ferðir um
vikuna, at bygdafólk
koma til Havnar í bili,
og ikki duga ferðslu-
reglurnar ella at skyna
á ferðsluskeltunum.
— Oftast eru fólk
sum koma av bygd til
Havnar við bili, ógvu-
liga varin, og tí hendir
ikki so nógv, um bert
tey eru varin.
Hvat kann gerast við
hetta? — Tað er bert
eitt at gera. Bilferarar
á bygd skulu lesa
ferðslulógina og duga
at skilja skeltini. Hetta
eru øll fólk pliktað til —
eisini bygdafólk, sigur
vakthavandi.
Fleirtónað horn
Fyrranáttina varð ein
bilferari tíkin, sum
koyrdi í bili við fleir-
tónaðum horni. Hann
brúkti hornið á náttar-
tíð og hetta fekk Politi-
steðin fráboðan um.
Teir tóku bilhornið frá
eigaranum.
Fleirtónaða hornið
var av slíkum slag,
sum kann samanberast
við ljóðið sum brand-
bilar og ambulansur
nýta, og tí er hetta ikki
loyvt. Tó er loyvt at
hava fleirtónað bilhorn,
men tá skulu allir tón-
ararnir láta í senn,
sigur Vakthavandi á
Politigarðinum í Havn.
Dag.
Ein kveða og tøkk til Hotel Før-
oyar
Aðrenn hitt nýggja Hotel
Feroyar alment varð latið
upp, vóru fyrst pension
istar og síðan brekað
boðin at gista, og annars
verða gestir har, uttan at
gjalda eitt oyra fyri tað.
Hetta serliga tiltakið var
sera væl umhugsað og ikki
er ov nógv sagt, at tað
vóru ógloymandi letur fyri
øll, sum við vóru. Plássið
varð avmarkað vegna tess
at húsið als ikki var liðugt,
men tó, alt fall sera væl í
lag.
Hann, ið hetta skrivar,
var við til báðar sam-
komurnar, og er hetta or-
sekin til hesa takkar-
kveðu.
Pensiónistarnir, 32 í
tali, vóru ávikavist úr
Klaksvík, Tórshavn,
Vágum og norðaru helvt
av Suðuroynni. Øll vóru
vit helst meira og minni
spent um, hvussu hetta
fór at laga seg. Men alt fall
so serliga væl í lag.
Blíðskapur og gesta-
blídni kom okkum á meti
longu í túninum áðrenn
vit settu fótin inn um
gáttina. Stjórar og starvs-
fólk tóku hjartaliga móti
okkum, og fylgdu okkum
á verilsini har vit skuldu
sova næstu tvær næt-
urnar. Hetta var ikki eiti
á. Vit kendu okkum væl
beinanvegin og her á
verilsunum væntaði einki
Gott skriviborð við tele-
fon, sum vit frítt kundu
nýta. Tvær góðar sengur
við vovnum seingjar-
teppum, vovin í Feroyum
og ur føroyskari ull. Tær
vøkru gardinurnar vóru
eisini vovnar her å landi
og úr landsins tilfari,
seyðaull. Men her var
mangt annað, t.d. rúmlig
sofa, stólar, stórt og gott
baðirúm við nýggjastu út-
gerð. Harumframt var
stórt klæðnaskáp bæði til
at hanga og leggja í. Stutt
sagt eitt trystjørna hotell-
rúm.
Annars skal ikki verða
rett um sjálvt húsið her,
tað er jú so nógv bæði
skrivað og talað um tað
fyrr. Men húsið sjálvt
hvussu gott tað enn er, er
bert karmurin. Tað sum
setur lív og dám á vil altíð
verða fólkið, sum har
virkar.
Her haldi eg meg kunna
talað fyri ell. — Sterri blíð-
skap og hjálpsemi finnur
ein ikki undir hverjum
steini. Hóast húsið sum
sagt ikki var liðugt og ein
rendi seg í arbeiðsfólk alla
staðni, so var einki til
hindurs fyri gestunum, og
ikki at tala um, báðir
stjórarnir tóku sær altíð
væl av gestunum og góvu
sær góða tíð, ikki minst
við borðið, hóast teir iva-
leyst høvdu alt ov mikið
um oyruni.
Maturin var nakað fyri
seg, bæði nógvur og góður
og hartil sera vælsmakk-
andi. Satt at siga varð
veitsludámur við hvert
borðhald, og har varð bæði
talað og sungið.
Leiðslan hevði eisini
syrgt fyri undirhaldi bæði
til álvara og gamans.
Pensiónistarnir vóru eitt
skifti saman við bispinum
Eivindi Vilhelm, og saman
við teim brekaðu var so
Axel Tórgarð prestur eitt
skifti. Marius Johannesen
var til báðar sam-
komurnar og helt fyrilestr-
ar.
Hitt skemtiliga tóku
ávikavist Lina Larsen og
Oliver Næs sær av, og har-
umframt vóru eisini góðir
skemtarar millum gest
inar. Um báðar samkom
urnar kann sigast at tær
vóru glæsiligar, og eg eri
vísur í, at um fremmandur
hoyrdi allan veitslurómin,
vildi hann forsvorið at inn-
anfyri vóru pensiónistar
ella brekað fólk.
Báðar ferðir varð farið
uppá gólv áðrenn fólk fóru
til songar millum klokkan
11 og 12 á kveldi.
Stundir voru eisini til
hjá báðum flokkum hver
sær at talað saman um
felags áhugamál.
Men alt fær ein enda og
soleiðis varð eisini við
hesum báðum veitslunum.
Men báðir flokkar vóru
takksamir og vælnøgdir tå
i vit søgdu farvæl og tøkk
aftanå middag åvikavist
hin 27. og 28. april. Ja
nógv vóru tey, sum søgdu
— vit koma skjótt aftur.
Álagt varð honum, ið
hetta skrivar, at bera eina
tøkk fram í blødunum
bædi frå Teim brekadu og
frå pensiónistunum.
Hetta verður her gjert við
gleði, tí eg veit at eg havi
øll tey luttakandi aftan-
fyri meg.
Hjartans tekk og bestu
kveður til nevnd, stjórar
og alt starvsfólkið á Hotel
Feroyum. Eingin neyndur
og eingin gloymdur. Teir
dagarnir, vit vóru gestir
tykkara vóru ógloymandi
og vilja liva í minni
okkara. Har gott fólk er
kemur gott fólk til.
Vit eru sannferd um at
fyri Hotel Feroyar er lívið
lagað.
Vegna fyrstu innboðnu
gestir tykkara.
Johs. Ravnsfjall