leygardagur 14. september 2002síða 23
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 176 - 14. september 2002
Nr. 176 - 14. september 2002
45
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 16. sept.:
kl. 10 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10-18 Ítriv
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
bobspæl, dart og onnur spøl
Tilmelding til døgurðan
mikudagin tlf. 316491
Týsdagin 17. sept.:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Vit syngja.
Eyðun Sørensen. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
kl. 15 Hava tygum eina søgu,
so støkk inn á gólvið.
Mikudagin 18. sept.:
kl. 10-13 Matgerð
kl. 12 Døgurði. Í vetur verð-
ur matgerð í Tilhaldinum
undir kvøldskúlaskipanini
hvønn miku- og fríggjadg.
frá kl. 10-13.30. Byrja
verður mikudagin 25.
sept. og 27. sept. Tilmeld.
hjá Anne Grete Harlou,
tlf. 421580/316491
Tilhaldið er stongt kl. 12.00.
Vitja Mentunarhúsið,
Høvdahúsini 1804 og
Ribarhús í Fuglafirði.
Døgurði verður á Muntra,
kostnaður 210,-. Gjaldast
áðrenn. Úr Steinatúni kl.
12.00 aftur í Havn kl.
17.00. Tilmeld. 316491.
Hósdagin 19. sept.:
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát, Brandur
Petersen.
Hósd. 26.9. kl. 10.30-17
Vaska og lita vit før. ull.
Pláss er fyri 10 fólk. Ása
Hátún og heimildarfólk úr
Kvívík. Tilm.
Fríggjadagin 20. sept.:
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit ynskja
at øll skulu kenna seg væl-
komin.
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd, avvarð-
andi og tey, ið arbeiða við
afturvenjing.
Sendið okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, Vingetoften 18,
DK 2730 Herlev
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
4484 2665 (Jón) mobil: 2443
0903 (Jón)
www.neozone.dk
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Roykfríur fundur í morgun kl.
9-10. Fundur verður í kvøld
kl. 17-18 og sunnudagin kl.
11-12.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 15.00.
AA-Suðuroy/Vágur
AA-fundur verður í Vágs
skúla hvønn leygardag kl. 19.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
www.aca-danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í
Mariukirkjuni, Varðagøta 16.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband við
felagið fæst við at ringja til
formannin: Nigro Hermansen
tlf. 314304 / fartlf. 288304.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið mánadag og
mikudag millum kl. 12 og 16
og týsdag kl. 16-18.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-
18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í Geils-
gøtu 1 er opin allar gerandis-
dagar frá kl. 9.00-12.00.
Telefon: 310197.
Teldupostadressa: lisa@lisa.fo
– heimasíða www.lisa.fo
MÁF
(Meginfelag Áhugaleikara
Føroya)
heldur til í húsum Hans
Andrias Djurhuusar
undir Pisuvarða 2, Tórshavn
Tlf. 315624, Faks 315924,
e-mail: maf@maf.fo
Heimasíða: www.maf.fo
Opið er: má. og tý. kl. 10-15,
mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl.
10-15.
Endamál felagsins er at stuðla
áhugaleiklist og menna hesa
mentunargrein í Føroyum. 16
sjónleikarafeløg eru limir í
MÁF.
Formaður: Hilmar Joensen,
Nólsoy. Dagl. leiðari: Malan
Matras Joensen.
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 13.00-17.00 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost:
Amnesty-Amnesty.fo
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Tórhild,
e-mail:
torhildm@post.olivant.fo
Hildebjørg, tlf. 313897,
e-mail:
jwimport@post.olivant.fo
Nakað av bókum eru til láns
hjá felagnum.
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar millum kl.
09.00 og 16.00.
Íslandsvegur 10C, FO-100
Tórshavn.
Tlf. 317373. Fartlf. 264839.
Faks: 310813.
t-postur: mbf@post.olivant.fo
Heimasíða: www.mbf.fo
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Heimasíða: www.alzheimer.fo
t-postur: sigmo@post.olivant.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið á tlf. 313102.
Demenslinjan er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 svarar
týsdag kl. 18–20.
Sinnisbati
Íslandsvegur 10 C,
100 Tórshavn
tlf. 322544 · Fax 310813
T-postur:
sinnbati@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin mikudag
frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta
mikudag í mánaðinum er opið
til kl. 19.30.
Tú ert vælkomin at ringja og
spyrja um alt, sum hevur við
sinnistrupulleikar at gera á tlf.
322544.
Javni
Skrivstovan er opin týsdag til
fríggjadag kl. 10.00-14.00.
Adr.: Hoydalsvegur 40,
3. hædd.
Tlf. 314827 – fax 310557
Teldupostur:
javni@post.olivant.fo
Heimasíðan www. javni.fo
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098 · Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan er opin mánadag
til hósdag frá kl. 10.00 til kl.
15.00. Tlf. 31.7597, fartlf.
22.2381, skrivitlf. 31.6929
fax 31.3609 og teldupostadr.
deaf@post.olivant.fo
heimasíðan: www.deaf.fo
Heilafelagið, MBF-húsið
Íslandsvegur 10C
tlf./fax 321520
Telefontíð hvønn týsdag
kl. 18.00-20.00.
Cøliakifelag Føroya
Postadr.: MBF-húsið,
Íslandsvegur 10C.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
við felagið fæst við at ringja
til onkran av nevndarlimun-
um: Annegreta tlf. 448664
Beinta tlf. 310574
Henning tlf. 314783.
Nýrafelagið
Postsmoga 1063
110 Tórshavn.
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men samband
fæst við felagið á e-mail:
thomsen1@post.olivant.fo
Tlf. 315928, Odny
Tlf. 315786, Karin Elisa
Tlf. 444796, Hallbjørg
TILTØK
Í dag, leygardagin kl. 15.00 giftast í Børglum Kloster-
kirke Oda Andreasen, Løkken, dóttir Jastrid og Wilhelm
Andreasen og Sean Aggenem Jensen, Herning. Veitsla er
fyri innbodnum á Gl. Vraa Slot, 9382 Tylstrup.
Í dag, leygardagin kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Oddbjørg Klein og Niclas Joensen, bæði Argir. Veitslan
verður í HB-húsinum fyri innbodnum.
Í morgin, sunnudagin kl. 09.00 giftast í Vesturkirkjuni,
Maria Nattestad Jacobsen, Glyvrar og Thomas Berg
Thomsen, Skopun. Døgurði verður fyri innbodnum á
Hotel Føroyum.
Leygardagin 21. september kl. 14.00 giftast í Siloa í
Fuglafirði Fríða Jøkladal, Fuglafjørðpur og Jógvan
Højbro, Klaksvík. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum
í Leirvík kl. 19.30. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at
koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 319570, 216156
ella 456156 innan 14. september.
Leygardagin 28. september kl. 15.00 giftast í Sjóvar
kirkju Malan Thomsen, Strendur og Dávur Johansen,
Streymnes. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl.
19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma, verða
biðin at siga frá á tlf. 447061, 422335 ella 422880 í
seinasta lagi 18. sept.
BRÚDLEYP
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Men tá ið Pætur sá illveðrið, óttaðist hann, og tá ið hann tók
at søkka, rópaði hann og segði: »Harri, bjarga mær«
Blaða vit Halgubók ígjøgnum, lesa vit fleiri ferðir: »Harri,
bjarga mær«.
Og mong menniskju verða bjargað. Ránsmaðurin á kross-
inum rópar: Harri, minst til mín, tá tú kemur í ríki títt! Og
sjálvt um hann doyr á krossinum, fær hann tey játtandi orðini
av vørrum frelsarans: Í dag skalt tú verða við mær í paradís!
Harri, bjarga mær! Hesi orð eiga vit at rópa av einum sonn-
um hjarta, tí sum børn av og í tíðini er tilverugrundarlag okk-
ara avmarkað. Vit liva nú, men vit kenna ikki dagin í morgin.
Sum børn í tíðini eiga vit ikki at fylgja heilanum, men hjart-
anum.
Harrin kennir hjartalagið hjá hinum einstaka, tí veit hann,
at vón er fyri framman. Og vónin er hann, ið gevur lív!
Einaferð verður Luther spurdur, hvat hann vil gera, um
hann veit, at heimurin fer til grundar í morgin. Hann svarar:
At hann vildi farið út í urtagarðin og grivið eitt hol, og har
plantað eitt tær, og fjalt tað vil mold!
Vit skulu í tíðini ongantíð geva skarvin yvir, tí Kristus sum
hin deyði og upprisni er mentur at bjarga okkum!
Amen
Andreas Andreasen
SILVURBRÚDLEYP
Fríggjadagin 20. september hava hjúnini Jórun og Marner
Olsen, Vestmanna, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin
leygardagin 21. september millum kl. 10.00-15.00 við
morgunmati í miðhøllini í Vestmanna skúla, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 14. september: Georg Egholm, tlf. 448016
Sunnudagin 15. september: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 13-14. Tlf. 314544.
LÆKNAVAKTIR
75 ÁR
Sunnudagin 15. september verður Elsa í Holusteini,
Glyvrar, 75 ár. Føðingardagurin verður hildin í Kvinnu-
felagshúsinum frá kl. 19.00.
Tríggjar mánaðar
gamli Andreas Við-
bjørg Mohr fór
fríggjamorgunin við
mammu síni, Elsebeth
Mohr, til Havnar at
síggja pápa sín. Pápin,
Jóhannes Pauli V.
Mohr siglir við ferða-
mannaskipinum, Sea-
bourn Pride, sum kom
á Havnina fríggja-
morgunin og lá har í
seks tímar
Solby A. Eliasen
– Tað er fantastiskt at síggja
tey aftur. Andreas er sera
nógv broyttur. Hann er bliv-
in nógv størri, og hann smíl-
ist allatíðina. Tað var ikki
nakar trupulleiki at fáa sam-
band við hann, so hann
minnist meg sikkurt, segði
ein ovurfegin Jóhannes Pa-
uli, tá Sosialurin hitti hann
og familju hansara á keiini.
Jóhannes Pauli fór avstað
tann 17. august. Tá var
Andreas tveir mánaðir.
Sáttmálin hjá Jóhannes
Paula sigur, at hann skal
verða umborð í 12 vikur og
so 12 vikur heima. Tað vil
siga, at hann skuldi verða
burtur frá konu og soni í
næstan tríggjar mánaðir.
Og eitt so lítið barn broytist
avbera nógv upp á tríggjar
mánaðir.
– Tað var sera ringt at
fara frá teimum tá, sigur
Jóhannes Pauli, men leggur
tó aftur at, at tað er ein góð-
ur sáttmáli, hann er undir.
Hann samanber sín við sátt-
málan hjá onkrum av hin-
um umborð. Har eru bæði
filippinarar, bretar, kanadi-
ar og sviar umframt aðrar
tjóðir eisini, sum hava ein
sáttmála, sum sigur, at tey
skulu verða umborð í seks
til átta mánaðir.
– So samanborið við tey,
so er tann sáttmálin, sum eg
eri undir sera góður, sigur
hann.
Nógvir noregs menn eru
eisini við skipinum og Jó-
hannes Pauli siglir undir
sama sáttmála, sum teir.
Hann er "reefer – engine-
er" umborð. Tað er hann,
sum tekur sær av eitt nú
hitaanlegginum, frysti- og
kølirúmum og skápum og
líknandi.
– Eg skal stutt sagt syrgja
fyri, at alt og øll umborð
hava tað gott – ikki ov heitt
og ikki ov kalt, greiðir hann
frá.
Skipið lá, sum sagt, í
seks tímar á Havnini, og
tann lítla familjan nýtti
hetta høvið til at hugna sær
og njóta tað góða veðrið í
høvuðsstaðnum
henda
fyrrapartin.
Tað eru 198 ferðafólk við
Seabourn Pride hendan
túrin. Skipið kann taka upp
til 208 ferðafólk.
– Vit fylgja faktiskt sól-
ini, sigur Jóhannes Pauli og
leggur tó aftur at, at her er
talan um ferðafólk, sum
ikki vilja hava tað alt ov
heitt. Leiðin úr Føroyum
gongur til Íslands og síðani
víðari til Canada og so
longur suðureftir.
Lítli Andreas Viðbjørg Mohr kom til Havnar saman við
mammu síni tíðliga fríggjamorgunin at síggja pápa sín, sum
skal verða umborð á Seabourn Pride í tríggjar mánaðir
Til Havnar at síggja babba
C
M
Y
K
45
44