týsdagur 14. juni 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tað var seinnapartin ein
kaldan dag í juli í 1981 at
tann chilenski målarin
Hugo Riveros sá tann
legna bláa bilin steðga
uttan fyri húsini hjá sær.
Gjegnum fleiri dagar var
bilurin stedgadur hinu-
megin vegin, meðan bíðað
varð eftir at Hugo Riveros
fór frá húsum, og síðan
varð hann eltur. Í fyrstani
komu teir í einum hvítum
Daihatsu, men við hvert,
sum í dag, í einum myrka-
bláum persónbili.
Tríggir av monnunum
hevdu verið har um morg-
unin, meðan hann var úti,
og spurt eftir honum. Teir
segdu við konu hansara:
„Hugo Reveros Gómez
skal meta í rættinum.«
Teir segdu ikki hví. Nú
vóru teir aftur.
Hann hevði neyvan latið
hurðina upp fyrrenn teir
tóku hann og bundu fyri
eyguni á honum. Síðan
legdu teir hann í jandjern,
drógu hann út á getuna,
koyrdu hann inn í bilin og
fóru avstað við honum.
Í Chile er einki óvanligt
í at fólk verða burturførd,
eiheldur var hetta fyrstu
ferð at tann 29 ára gamli
Hugo Riveros var ferdur
heimanfrá. Árið fyri, tann
20. oktober 1980, varð
hann handtikin heima við
hús í Santiago av vápn-
aðum monnum i
sivilklædum. Hetta var
byrjanin til 17 dagar i
varðhaldi hjá CNI, loyni-
politii i Chile. Hann sat i
loyndum og varð píndur
vid elektriskum stoytum.
»Teir søgdu vid meg: Tad
er okkum tað sama antin
tú livir ella doyr< greiddi
hann seinni frá. Fanga-
verðarnir hóttu við at teri
skuldu svrgia fyri at hann
»hvarv« og góvu honum
ein spaka. >Teir fóru út í
garðin við mær og noyddu
meg at grava eitt hol...
Tá holið var nóg djúpt
fekk eg boð um at seta
meg á botnin og ein teirra
segði í tí hann tók eina
byrsu: Hvusu vilt tú
helst doyggja?<
Av ótta fyri hvat kundi
henda Riveros i
hondunum á CNI tók
Amnesty International
sær beinanvegin av máli-
num. Hann varð seinni
fluttur í varðveitslu hjá
einum dómstóli, ákærdur
fyri at vera limur í einum
ólógligum politiskum
flokki. Allir politiskir
flokkar eru bannaðir í
Chile. Riveros sat í fongsli
í Santiago inntil hann
slapp leysur móti kautión
í mars 1981.
Sakarmálið helt fram
komandi mánaðirnar;
ákærin kravdi at Riveros
varð fluttur úr Santiago
og út á bygd at búgva.
Tað var tá hann varnaðist
at teir eltu hann. Einaferð
kendi hann ein av monnu-
num í helunum á sær
ein av teimum, ið plágaðu
hann í varðhaldinum hjá
CNI!
Tann julimorgunin teir
komu eftir honum í tí bláa
bilinum hevði Riveros
verið í býnum og hitt sak-
føraran hjá sær. Nú, sama
seinnapart, varð hann
jagstraður av húsinum og
burturførdur.
Dagin eftir varð líkið av
honum funnið í útjaðari-
num av býnum, í Cajon
del Maipo, ein gjóta nær
Coloradi-ánni. Ein elek-
trikari sum var til arbeiðis
har um leiðir, gekk seg
fram á tað. Hendurnar
vóru bundnar aftanfyri
bak og trý knívssár vóru
á búkinum. Á bringuni lá
eitt papppetti við bók-
stavinum R á, skrivaður
við blóði. R er merkið hjá
»Resistance«, ið er ein
felagsskapur av vinstra-
halum mótsteðufólki móti
stjórnini.
Líkið varð ført til
rættarlæknastovnin Insti-
tuto Médico Legal, har
kona Riveros, Miriam,
kendi tað sum líkið av
manninum. Uttan at vita
hver hevði burturfert
mannin, hevði hon longu
verið í appelrættinum í
Santiago við kravi um at
rætturin setti eina
kanning í verk fyri at
finna hann.
Nú gjerdi hon av at av-
dúka drápsmenninar. Hon
kravdi eina kanning av
dråpinum, men appel
rætturin sýtti fyri hesum.
Tað eydnaðist henni
kortini at fáa ein av undir-
rættunum í býnum at taka
sær av málinum. Men
áðrenn eitt ár var liðið
varð málið endað, uttan at
tað eydnaðist at finna
útav hver var sekur í
morðinum av Riveros, og í
apríl 1982 staðfesti appell-
rætturin at málið skuldi
leggjast niður. Tað kundi
ikki verða uppafturtikið
uttan nýggj prógv vórðu
útvegað.
Teir ósvaraðu
spurningarnir eru fram-
vegis nógvir í hesum máli-
num eins og í eðrum
málum í Shile og víða hvar
í heiminum. Hverjir vóru
drápsmenninir? Einki
talar fyri at Riveros varð
myrdur av vanligum
brotsmonnum: Eingi krøv
vóru um loysipening og
papppettið, ið funnið varð
á likinum, ber boð um eitt
politiskt morð.
Hví sýttu dómstólarnir
fyri at taka sær av máli-
num? Ein loyniligur
drápsmannabólkur átók
sær ábyrgdina fyri morði-
num í fleiri telefonboðum
til blødini. Kendur undir
navninum Comando de
Vengadores de Humberto
Tapia Barraza hevnir
hesin bólkurin morðið av
Humberto Tapia Barraza,
ein CNI-maður, ið varð
skotin niður á getuni í juli
1981. Hetta er bert ein av
teimum nógvu loyniligu
felagsskapunum í Chile, ið
vera hildnir at standa í
sambandi við trygdartæn-
astuna.
Hví varð sakarmálið
steðgað hóast alt bendi á
at CNI hevði ein fingur
við í spælinum?
EWftirlitið við Riveros og
burturferingin mintu
nógv um framferðina, sum
loynipolitiið hevur nýtt í
eðrum førum.
Ein embætismaður, ið
var settur av mannarætt-
indanevndini hjá S.T. at
kanna tílíkar hendingar og
onnur mannarættindabrot
í Chile, endaði frágreiðing
sína, ið kom í 1981, við
hesum orðum: »Higartil
er einki dømi um at teir
seku í tílíkum brotsverk-
um hava verið revsaðir
eftir løgini.«
Ósvaraðu spurningarnir
í Riveros-málinum eru teir
somu í eðrum dråpsmål-
um í Chile eins og aðra-
staðni. Í londum við
ymiskum politiskum
skipanum frá Guatemala
til India, Philipsoyggj-
arnar og Iran bendir alt á
at stjórnardeildir hava
eina hond við í tílíkum
morðum. Sama myndin
endurtekur seg:
einki
Tekningina hevur danski teknarin Ejler Krag
Nr. 67 — 14. juni 1983
gjort. Hon er frå plakat-framsýning um »avrætt-
ing uttan lóg og døm«
verður gjørt fyri at
avdúka teir seku og morð-
ini halda fram ótarnað.
Summar stjórnir senda
misvísandi tíðindi út fyri
at fjala yvir brotsverk-
unum. Í 1974 boðaði
stjórnin í Eitiopia frá at
60 kendir politiskir
fangar, eitta millum tann
fyrrverandi stjórnar-
ovastin, vóru avrættaðir.
Veruleikin var tann, at
allir uttan ein vórðu
skotnir uttan lóg og dóm.
Í summum førum verða
falsað »prøgv« nýtt. Í
Colombia sýndi ein her-
deild í 1981 fram nekur
lík, sum teir segdu vóru av
uppreistrarmonnum, ið
vóru skotnir í bardaga.
Grannarnir greiddu frá at
teir dripnu vóru ferdir
burtur av einum bónda-
garði dagin fyri, líkini
bótu tekin um tortur og
vápnini, ið lógu við síðuna
av líkunum vóru legd har
av hermonnunum, sum
hevdu noytt bygdafólkið
at hjálpa til við at flyta
líkini og leggja
»framsyningina« til
rættis.
Tað hendir eisini, at lóg-
gávan eggjar til politisk
morð. Í indiska statinum
Andhra Pradesh hava
ávík eki í fleiri ár verið
skrásett sum »vandaøki« í
royndunum at basa teirr
Marxist-Leninistisku rers-
luni Naxalite. Í hesum ekj-
unum hava politimenn
rætt at skjóta við skerp-
um um teir meta at ein
samkoma við meira enn
fimm luttakarum er ólóg-
lig. Indiska stjórnin kunn-
gjørdi i 1981 at seinastu
13 árini vóru 216 Naxa-
littar skotnir til deyða í
Andhra Pradesh, aftaná
vápnað álop á politiið.
Eygnavitni hava kortini
greitt frá, at fleiri av offru-
num vóru handtikin og
pínd áðrenn tey vórðu
skotin.
Í einari roynd at vekja
ans millum fólk um allan
heimin fyri politiskum
morðum sum altjóða
fyribrigdi byrjaði fyrr-
verandi stjórin fyri S.T
mannarættindastovnin-
um, Theo van Boven, reðu
sína tá stovnurin hevði
fund í 1982 við at greiða
frá teimum prógvum hann
hevði fingið. Í stríð við
vanligan sið talaði hann
uttan at leggja fingrarnar
ímillum um hópdráp, ið
vóru framd seinastu
tíðina: útruddingin av
ótaldum cambodianarum,
blóðbað í Suður-Afrika,
týningar í UGanda og
Ekvatorial-Guinea, »hvør-
vingar« og dråp i Chile og
deyðaoffrini i El Salvador
og Guatemala.
»Vit kunnu tjakast um
talið av teimum myrdu,
avrættaðu og horvnu<
segði van Boven. >Talið á
offrum, ofta túsunda og
tíggjutúsundatal, fer
langt út um alt mennisk-
jansligt vit og skil.«
Teir sum myrdu Hugo
Riveros Gómez í Chile eru
framvegis ikki demdir og
síðan tá eru onnur deyð á
líknandi hátt. Tað var um
hesi fólk, chilenarar, cam-
bodianarar, ugandar og
nógv nnur van Boven
talaði, tá hann at enda
segði: >Aftanfyri øll hesi
tel hóma vit menniskju
sum Heimsyvirlýsing
Sameindu Tjóða um
Mannarættindi eins væl
var galdandi fyri og hvers
rættur at liva var eins
sjálvsagdur og tín og
min.«