Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Lista- og handverkaskúlin oddagrein NU ER so royndin av. Fýra ár eru liðin síðani Lista- og handverka- skúlin á Sandi fyrstu ferð sá dag- sins ljós. Teir fýra fyrstu næming- arnir hava tikið prógv. Lærarar, sensorar og umboð fyri myndug- leikarnar fegnast um tað framúr vakra arbeiði, ið hesir fyrstu næm- ingarnir hava greitt úr hondum. VIÐ VØKRUM og hálovandi orðum takka vit hvgrjum øðrum fyri hetta góða tiltak. Víst verður á, at vit eiga at brúka ta råvøru vit hava í landinum, eitt nú føroysku ullina. Eisini verður vist á, at tørvur er á eini lista- og handverkaút- búgving. ØLL skiljast vit. Næmingar fara til hús og lærarar fara í summarfrí. HVUSSU tá við skúlanum í fram- tíðini! Skal nú bidast í nøkur ár, áðrenn okkara myndugleikar gera av, hvat víðari skal henda í hesum máli! EIN og hver byrjan er torfør. Og tann roynd tað hevur verið at seta á stovn ein lista- og handverka- skúla i Føroyum hevur verið bæði torfør og drúgv. Men henda royndin hevur lært okkum nógv. Hon hevur m.a. lært okkum at virdisseta ta råvøru sum er í Føroyum og at virðismeta tey fólk, sum kunnu fáa okkurt burtur úr hesi råvøru. NÚ er so upp til myndugleikarnar, hvat skal henda við hesum skúla. Hóast einki itøkiligt fæst at vita, so frættist at menn eru ósamdir um framtíðina hjá hesum skúla. ØLL eru samd um, at skúlin skal halda fram. Men nær hann skal byrja aftur veit eingin. Heldur ikki veit nakar, hvar skúlin skal halda til í framtíðini. SMÍÐAÐ eigur at verða, meðan jarnið er heitt. Hetta kann eisini sigast um skúlan á Sandi. Hann er í sínum »besta« blóma nú og tí eigur hann ikki at leggjast niður nú, men at halda fram til heystar. TAÐ hoyrist at tað eru tey, sum halda at skúlin eigur ikki at liggja á Sandi, tí har liggur hann ov ósen- tralt fyri. Lærarar, sum skulu úr Havn hava ov langt at fara. Tí meta summi, at skúlin skuldi ligið nærri Havnini, soleiðis at lættari var at koma til og frá skúlanum. HESUM taka vit ikki undir við. Ti tá átti alt at ligið í Havn ella her nærhendis. Vit mugu tverturímóti gera alt tað vit eru ment fyri at eggja bygdafólki at varðveita bygdalívið, henda so livandi og týdningarmikla partin í føroyska samfelagnum. JÚST við at leggja ein slíkan skúla sum Lista- og handverkaskúlan í Sandoynni geva vit teimum fólk- um, sum har búgva møguleikan at vera við til at mynda menningina h esum okkara lítla samfelag. AT TOSA um, at tað er ov langt at fara hjá lærarum til ein skúla, sum liggur í Sandoynni er ørvitistos. Tí útviklingurin gongur jú tann vegin, at vit útbyggja samferðsluviður- skiftini millum oyggjarnar, júst við tí fyri eyga at vit skulu koma skjótari og lættari til og frá. TÍ TIL okkara myndugleikar! Latið ikki kjakið um henda skúla verða eitt kjak um Havnina ella bygdina. Latið skúlan liggja í Sandoynni, har fyrsti spírin varð lagdur. Latið hesi oynna hava meguleikan at byggja upp ein skúla, sum í størri mun enn aðrir skúlar gera brúk av tí råvøru sum vit eiga í Føroyum. Og sum við tíðini fer at nøkta ein tørv sum liggur í mongum av okkum. em Pussið Nr. 68 — 16. juní 1983 Propagandabrillurnar Nakað herfyri hevði Dag- blaðið eina stórt uppsetta frásegn frá tveimum fólkafloksunglingum úr Albaniu, og var tað ikki smávegis, garparnir hevdu upplivað teir tímar- nar, teir lógu við bryggju í albanskari havn við eðrum av bátunum hjá Global Chemical Tankers. Við hesum báðum glogg- skygnu >Hansun uden- lands< hevur Dagblaðið tryggjað sær teir heilt ide- ellu uttanrikiskorrespon- dentarnar, sum upp á ta tíð tað tekur at ferma ella tøma ein litlan kemikaliu- tangabåt megna at seta seg inn i samfelagsviður- skiftini å plåssinum. Skal ein trúgva hesum monn- um, hava teir vitjað eitt sera legið læand, har vakt- armenn halda vakt uppi yvir hverjum eðrum, somuleiðis halda loðsar vakt yvir loðsum uppi á brúnni, meðan siglt verður inn — at pornobleð og ka- lendaramyndir av naknum konufólki ganga sum heitt breyð, er næstan ov trivi- elt at nevna millum sensa- tiónirnar. Tá undirritaði grípur pennin, og kemur við eini lítlari viðmerking til mín- ar ungu starvsbreður, er tað ikki fyri at speireka ela døma teir ov hart. Fólka- floksideologiin er ikki tannbesta barlastin at taka við sær út í verðina, eisini man manningin á Dagbladnum, við einum ávísum á odda, hava sett teimum »leading questi- ons< so frásegnin fekk hóskandi dám. valdar í Albaniu deils eri eg javnaðarmaður og deils havi eg enn ikki verið í Albaniu Men eg havi allarhelst verið í fleiri havnabýum enn hasir báðir, og mann- ingin á Dagblaðnum til- samans, bæði eystan- og vestanfyri. Summi av hes- um plássum havi eg v itjað fleiri ferðir í einum tíðar- skeiði frá seinast í fimti- árunum til seinast í sjeyti- árunum, so eg haldi meg hava toluligt grundarlag at „skila lort frá pannu- køku« og koma við fylgj- andi viðmerkingum til ó- storsliga skreggið í Dag- blaðnum. Tveir loðsar á brúnni er ikki serliga óvanligt, og als ikki eitt albanskt, kommunistiskt, anarkist- iskt ja ikki eingang nakað politiskt fyribrigdi, men tað uppdaga tit óivað, tá tit hava siglt ein kráku- mánað afturat. Eg havi staðið til róðurs við tvinn- anda loðsum í USA, Au- stralia, Sovjet, Ítalia og mongum eðrum pl Tað er so, at viðhvert hava vit ein sjóloðs, ið tek- ur skipið inn á redina og ein havnaloðs, ið leggur tað til bryggju — annar kann fara frá borði, tá hin kemur umborð, men tað er als ikki sjáldsamt, hvaðna minni óhoyrt, at báðir koma umborð ísenn. Tá loðsað verður yvir eitt longri strekki, t.d. innan- skers, eru javnan tveir loðsar. Annar hevur vakt- ina, meðan hin svevur. Sera einfalt! Men grund- gevingin í Dagblaðnum er eru eisini eitt rættuliga globalt fyribrigdi. Teir finnast í Vesturtýsklandi, Europort, Norður- og Suð urameriku sovjettiskum og polskum havnabýum, og altso eis- eins væl og ini í Albaniu — har hava teir umframt vanligu skyldur sínar eisini til uppgávu at ansa eftir hverjum eðrum, vilja tit verða við, men tað er kanska ikki so býtt! Ja, tankin er líka fram demo- kratiskur. Viðvíkjandi pornoblød- um og kalendaramyndum er at siga, at slík kom- merciel | misnýtsla av kvinnukroppinum er bannað í ollum londum, ið rópa seg sosialistisk. Slíkt bann skapar helst ein ávís- an eftirspurning eftir hesi trotaveru. Nakað, ið ber á tað borðið, hava vit við okkara rúsdrekkalóggávu, uttan samanburð annars, summir feroyingar keypa svart so tað forslær — men man nakar útlendsk- ur sjómaður, ið selur eina fløsku til ein tystan føroy- ing, leggja nakran stórvegis politiskan tydn- ing í, at keyparin hevur eitt vakið eyga eftir, um tollararnir eru í nánd? Um ein albaniubúgvi, ið vil keypa pornobleð, kemur sníkjandi við eygunum á baki, nýtist ikki at merkja, at vaktarmenninir á havnarlagnum eru nak- að Gestapo, ella at al- banska fólki er i andstødu til stjórnina. Halda tit tað, upp á eitt so fjákut grund- arlag, treingja tit til at taka propagandabrillur- Heldur ikki eru erindi sjálvsagt meira spenn- nar av og pussa tær extra míni at bera í betuflaka andi. væl. fyri Enver Hoxa, og tí Teir vápnaðu vaktar- Sjómaður slagi av sosialismu, ið menninir á havnalagnum F 10 Nú so nógv hevur verið men hetta sýnist als ikki ferimuni roynt at tikið skrivað og tosað um frið í heiminum, so skerst ikki burtur, at áskoðanirnar hesum viðvíkjardi hava verið ymiskar. Tað, ein serliga hevur lagt til merk- is, er leikluturin, ið mál- gagn Fólkafloksins hevur havt. Skrivingin í Dag- blaðnum er vanliga so ó- hugnalig, at ein nærum fær ta fatan, at hesir einki hava ímóti, at kríggj brestur á. Bróðirflokkur Fólka- floksins í Bretlandi hevur júst vunnið stórsigur, og vísa metingar, at stríðið um Falklandsoyggjarnar hevur gjert sítt til, at sig- urin gjerdist so stórur, sum hann nú einaferð var. Samstundis gongur ein stórur partur av fólkinum í Bretlandi í arbeiðsloysi, at órógva jarnkvinnuna, gudinnu Óla Breckmans. Her í Feroyum hava fólk tikið seg saman og hava m. a. skipað fyri frið- argongum. Vit vita øll, hverja viðferð hesi hava fingið í Dagblaðnum, m. a. verða hesi skýrd fyri at vera góðtrúnir býttlingar, kommunistar og mangt annað. Nú kann tað væl vera, at onkur einstakur av hesum eru Moskva- trúgvir, men eitt er vist, tann stóri parturin av hes- um, ið tosa um frið og ganga friðargongur eru fólk, ið veruliga ynskja frið í heiminum. Tí kundi verið hóskiligt at stungið hesar Moskvatrúgvu og Óla Breckman og Co. í »sama sekk. Dagblaðið hevur eftir sær einarætt upp á krist- indómin, ja sjálvt Óli Breckman hevur roynt seg á hesum eki. Óli hevur kanska lisið so mikið í Halgubók, at hann veit, at fyri brátt 2000 árum síðan ljóðaði hesin boðskapur til jarðar: Friður á jerð og í menniskjum góður tokki, men eitt er sólarklárt, at so leingi Reagan, Andro- pov og Breckman, ella hvat teir nú allir eita, hava megi aftan fyri seg, verður ikki friður á jerðini. Tí eiga fólk fyri friði at gera sær ómak fyri at vísa á, hvussu vandamikil Oli Breckman veruliga er, tí best er at rudda hjá okk- um sjálvum fyrst. S.D.O.