Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 177 - 17. september 2002 Nr. 177 - 17. september 2002 3 Ein irakskur kjarn- orkuserfrøðingur, sum rýmdi av land- inum fyri átta árum síðani, heldur, at Irak verður ført fyri at gera eina kjarnorku- bumbu nógv fyrr, enn vesturlendskir leiðarar halda IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Khidir Hamza, sum flýddi úr Irak fyri átta árum síð- ani, sigur við bretska blaðið The Times, at irakar eru uttan iva komnir munandi longur við at gera ta fyrstu kjarnorkubumbuna, enn teir politisku og hernaðar- ligu leiðararnir í Vestur- heiminum halda. Khidir Hamza vil vera við, at irakskir serfrøðingar hava eftirgjørt eina týska sentrifugu, sum verður nýtt til at ríka uran. Vápnaeftir- litsmenninir hjá ST oyði- løgdu ta týsku sentrifug- una, áðrenn teir fóru úr Irak í 1998, men Khidir Hamza sigur, at irakar hava fleiri eftirgerðir av týsku sentri- fuguni. – Vit tóku fleiri sjónbond av sentrifuguni, tá hon varð sett upp, so vit kundu vera førir fyri at gera okkara egnu eftirgerðir, og eg eri vísur í, at tað finnast fleiri hundrað slíkar eftirgerðir í Irak í dag, sigur kjarnorku- serfrøðingurin við The Times. Sambært blaðnum tekur tað millum fýra og sjey ár at ríka nóg mikið av urani til eina kjarnorkubumbu, og hildið verður, at iraksku serfrøðingarnir hava arbeitt við hesum seinastu fýra árini. Tann viðurkendi bretski kanningarstovnurin IISS segði herfyri, at fær Irak fatur á tí neyðuga tilfarin- um, kann landið gera eina kjarnorkubumbu eftir fáum mánaðum. Svensku sosial- demokratarnir fingu nógv størri undirtøku enn væntað og halda fram í stjórn SVENSKA VALIÐ Árni Joensen: – Gøran. Gøran. Gøran. Lógvabrestirnir rungaðu í valhølinum hjá sosial- demokratiska flokkinum í Stockholm sunnukvøldið, tá tað var vorðið greitt, at flokkurin hevði fingið eitt nógv betri valúrslit, enn veljarakanningarnar høvdu sagt. Tann einasti, sum ikki tóktist ovfarin av úrslitin- um, var forsætisráðharrin sjálvur. -– Eg kendi tað á mær, tí eg fekk varhugan av hesum ta seinastu vikuna upp undir valið, segði ein fegin Gøran Persson. Sosialdemokratarnir fingu 40,1 prosent av at- kvøðunum ímóti 36,4 pros- entum á valinum fyri fýra árum síðani. Fyrrverandi kommunistarnir, Vinstri, fekk 8,4 prosent og Um- hvørvisflokkurin 4,6 pros- ent. Saman hava teir tríggir flokkarnir 191 av teimum 349 tingsessunum. Sosialdemokratunum og Vinstra vantar bert ein ting- lim í at hava meiriluta einsamallir, og tað er ikki óhugsandi, at fínteljingin kann geva teimum ein ting- lim afturat. Teir borgarligu og serliga formaðurin í Fólkaflokkin- um, Lars Lejonborg, róðu sunnukvøldið upp undir at fáa Umhvørvisflokkin at stuðla eina borgarliga stjórn, men politiskir eyg- leiðarar í Stockholm siga, at hesin møguleikin er lítil og eingin. Ein av talsmonn- unum hjá Umhvørvisflokk- inum, Peter Eriksson, segði, at mál floksins er at skipa stjórn saman við sosi- aldemokratunum. Umhvørvisflokkurin hótti í valstríðnum við at fella eina sosialdemokrat- iska stjórn, fekk flokkurin ikki ráðharrasessir í stjórn- ini, men eygleiðarar vænta kortini ikki, at flokkurin fer at gera álvara av hóttanini. Upp og niður Hjá teimum borgarligu flokkunum royndist valið ymiskt. Fólkaflokkurin fekk sum væntað sera stóra framgongd og fór úr 4,7 upp í 13,2 prosent av at- kvøðunum. Men tann stóra framgongdin hjákpti ikki tí borgarliga vonginum stór- vegis, tí meginparturin av framgongdini hjá Fólka- flokkinum kom frá hinum borgarligu flokkunum. So- leiðis mistu Moderatarna nógv og fór úr 22,9 niður í 15,2 prosent, meðan Kristi- ligu demokratarnir fóru úr 11,8 niður í 9,2 prosent av atkvøðunum. Miðflokkurin hevði haafturímóti eina lítla framgongd. »Sossarnir« halda fram Irak hevur skjótt kjarnorkuvápn Gøran! Gøran! Gøran! Lógvabrestirnir mundu ongan enda tikið, tá svensku sosialdemokratarnir fingu eit nógv betri valúrslit sunnukvøldið enn væntað Valluttøkan á svenska ríkisdagsvalinum sunnu- dagin var tann minsta síðani seinna heimsbar- daga. Bara 79 prosent av veljarunum settu kross. Fyri fýra árum síðani var luttøkan 81,4 pros- ent. Svenskir valgranskar- ar bera ótta fyri, at tann minkandi vallutøkan hevur samband við sosi- alan ójavna í samfelagn- um, sum ber í sær, at summir minnilutar leggja ikki í at fara á val. Kanningar benda eisini á, at tað eru serliga tey fíggjarliga veikastu í samfelagnum, sum ikki nýta valrættin. Granskararnir halda eisini, at fólk við var- andi sjúku og fólk av fremmandum uppruna kenna seg sett uttan fyri samfelagið, og at tey tí ikki leggja í at fara á val. Tað vóru ikki bert sviar, sum vóru á vali sunnu- dagin. Í Makedonia var eisini tjóðartingsval, og har eins og í Svøríki gjørdust sosialdemo- kratarnir størsti flokkur. Sambært myndugleik- unum fingu sosialdemo- kratarnir 41 prosent av atkvøðunum, meðan tann høgrasinni tjóð- skaparflokkurin, sum hevur sitið við valdið, fekk bert 24 prosent. Úr- slitið ber í sær, at Make- donia fær eina nýggja mið-vinstra stjórn. Valúrslitið vísti eisini, at millum teir albansku veljararnar fekk flokkur- in hjá fyrrverandi upp- reistrarleiðaranum Ali Ahmeti nógv flestar at- kvøður. Ahmeti var pol- itiskur leiðari í albansku mótstøðurørsluni UCK, sum seinasta summar skipaði fyri uppreistri ímóti makedonska stjórnarherinum. Sunnukvøldið kom eldur í eitt farmaskip, sum var statt í Erma- sundi einar átta fjórð- ingar úr ensku strondini. Tað frættist skjótt, at skipið hevði ein vanda- miklan farm, sum er í bingjum, og enska sjó- verjan setti alt fyri eitt sløkkiliðsmenn umborð á skipið. Nakað seinni varð boðað frá, at sløkkiliðsmenninir høvdu fingið tamarhald á eldinum, og at eingin vandi var fyri lastini. Farmaskipið »Wester Till« er skrásett í St. Johns í Antigua, men tað er týska felagið triton, sum rekur tað. Felagið segði í gjár, at skipið var á veg til Tunis, men einki varð sagt um, hvar tað er fyri farmur, skipið hevur. Helmingurin av fólkin- um í Norðurnoregi eru misnøgd við Svein Lud- vigsen, fiskimálaráð- harra og tað, sum hann hevur fingið av skafti, síðani hann gjørdist ráð- harri. 26 prosent av teimum spurdu halda, at ráðharrin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Sjálvur er Svein Lud- vigsen væl nøgdur við úrslitið av kanningini. Hann sigur, at tá hugsað verður um, hvussu nógv fjølmiðlarnir hava funn- ist at sær, kann hann ikki vera annað enn nøgdur við, at fjórði hvør norð- urnorðmaður framvegis styðjar hann. Eitt annað, sum frøir ráðharran er, at sambært somu kanningini eru nógv av teimum ungu væl nøgd við tað, sum hann hevur sagt og gjørt. Tøkk Øllum tykkum, ið so hjartaliga gleddu meg í samband við 80 ára føðingardagin, veiti eg mína bestu tøkk. Heilsan Betta Eið, Hvalba Tøkk Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu tá ið góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Salmina Johannesen andaðist og fór til gravar. Tøkk til tykkum á Gerðis- og Áargarði, til prestin Jákup R. Hansen, til sangarar og gravarar og til øll, ið á einhvønn hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervi. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir og til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Vigdis, Sigrun, Anna, Regin og Halldis Lítil valluttøka Andstøðan vann Vandamikil eldur Illa umtóktur ráðharri C M Y K 3 2 sp/f sp/f Postboks 354 - FO-700 Klaksvík Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706 Postboks 354 - FO-700 Klaksvík Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706 Pumpur til ein og hvønn tørv