týsdagur 17. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 177 - 17. september 2002
Nr. 177 - 17. september 2002
5
Bill Justinussen royn-
ir nú at finna útav,
hvat kann gerast fyri
at loysa trupulleik-
arnar á føroyska
sjúklingahotellinum
Tórshavn í Keyp-
mannahavn
HOTEL TÓRSHAVN
Áki Bertholdsen
Bill Justinussen, landsstýr-
ismaður í heilsumálum, er
nú farin at kanna eftir,
hvussu umstøðurnar hjá
teimum føroysku sjúkling-
unum, sum verða sendir til
Keypmannahavnar, kunnu
gerast betri.
Seinastu tíðina hevur eitt
sindur verið frammi um,
hvussu vánaligar umstøð-
urnar á føroyska sjúklinga-
hotellinum
Tórshavn
í
Keypmannahavn eru.
Bill Justinussen sigur, at
síðani hetta var frammi í
Sosialinum og øðrum fjøl-
miðlum herfyri, hevur hann
fingið hann frætt frá heilt
nógvum fólki, sum eisini
hava givið ilt av sær um
umstøðurnar á hotellinum.
– Eitt nú er, at legionella
bakterian er staðfest í vatn-
inum og tað hevur ført við
sær, at sjúklingar við veik-
ari immunverju ikki eru
sloppin í bað. Men aðrir
trupulleikar hava eisini
verið,
eitt
nú
hevur
ventilatiónin ikki virkað,
svampur eru í onkrum ver-
ilsum, onki fríøki er rund-
anum, og hotellið er so lít-
ið, at onkuntíð er reitt upp
til fólk á baðiverilsum, ella
at verilsi eru leigað á øðr-
um hotellum. Somuleiðis
skuldi garðurin gerast til
fríøki, men tað er ikki hent
enn.
– At rúm ikki skal vera
fyri øllum á Hotel Tórs-
havn, er ikki nøktandi, tí
starvsfólkið har eru sjúkra-
systrar og skulu fólk gista
aðrastaðni, er ein partur av
endamálinum burturdottin.
Bill Justinussen sigur, at
tey allarflestu, hann hevur
frætt frá, kæra seg um,
hvussu vánaligar umstøð-
urnar eru. Og ganga vit út-
frá, at tað bara er toppurin á
ísfallinum, sum vit frætta
um, mugu vit ásanna, at
umstøðurnar eru alt annað
enn nøktandi, sigur Bill
Justinussen.
– Og tá ið ónøgdin er so
stór, sum hon er, mugu vit
kanna málið fyri at vita,
hvat vit kunnu gera, leggur
hann afturat.
Kanna ymsar
møguleikar
Bill Justinussen sigur, at
fleiri møguleikar eru.
Fólk út umsitingini í
Trivnaðarmálaráðnum
kanna umstøðurnar. Eitt nú
skal hotellið, sum grøn-
lendingar hava og tey skulu
eisini tosa við felagið, sum
eigur húsið, sum Hotel
Tórshavn er í, fyri at vita,
um tað ikki ber til at gera
umstøðurnar betri.
Samstundis eru tey í
Trivnaðarmálaráðnum farin
at kanna eftir, sum sástt-
málin um leigumálið er
hildin, ella um hann brotin
so illa, at tað ber til at siga
hann upp og at sleppa burt-
urúr leigimálinum.
Sostatt verður arbeitt við
fleiri møguleikum, bæði
møguleikanum at gera um-
støðurnar á hotellinum
betri. Men kannað verður
eisini, um tað ber til at leiga
ein størri part av húsinum
fyri at gera hotellið størri,
og
somuleiðis
verður
møguleikin kannaður at
siga leigusáttmálan upp og
at leiga eini heilt onnur
høli, ella at keypa eini høli.
Enn veit hann ikki, hvat
endin verður.
Men hann ásannar eisini,
at hetta er ein peningaligur
spurningur, tí landsstýrið
hevur hámark fyri, hvussu
nógvur
peningur
kann
brúkast, fyri ikki at missa
tamarhaldið á búskapinum,
so at vit enda aftur í kreppu
og sostatt eru fíggjarligu
karmarnir avmarkaðir.
Bill Justinussen sigur eis-
ini, at arbeitt verður somu-
leiðis við at fáa fleiri við-
gerðir á Landssjúkrahúsið,
sum nú fáast á Ríkissjúkra-
húsinum, eins og spurning-
urin um at senda sjúklingar
til onnur lond, enn til Dan-
markar, eisini verður við-
gjørdur og spurningurin um
Hotel Tórshavn skal eisini
síggjast í tí ljósinum.
–
Spurningurin
er,
hvussu fast vit skulu læsa
okkum í Hotel Tórshavn, tí
enn vita vit ikki, hvussu
nógvir sjúklingar fara at
verða sendir til Keyp-
mannahavnar í framtíðini. (
Sí eisini greinina niðan-
fyri).
Bill Justinussen fer nú
kanna, um tað ber til
at senda føroyskar
sjúklingar aðrastaðni
enn til Danmarkar.
Møguleikin at flyta
fleiri viðgerðir heim á
Landssjúkrahúsið,
verður eisini
kannaður
SJÚKUVIÐGERÐ
Áki Bertholdsen
Føroyskir sjúklingar, sum
hava brúk fyri serviðgerð
uttanlands, skulu nú hava
fleiri møguleikar, enn at
verða sendir til Danmarkar.
Tað heldur Bill Justinsusen,
landsstýrismaður í heilsu-
málum.
Hann sigur, at hann fer at
kanna eftir, um tað ikki ber
til at flyta onkrar viðgerðir
heim á Landssjúkrahúsið,
sum føroyingar nú fáa utt-
anlands.
Somuleiðis fer hann at
kanna eftir, um tað ikki ber
til at senda føroyingar aðra-
staðni, enn til Danmarkar at
fáa viðgerð.
Sostatt ætlar hann at taka
táttin uppaftur, sum undan-
maður hansara í Landsstýr-
inum,
Helena
Dam
á
Neystabø, hevði sett sær
fyri at kanna, men sum hon
ikki kom nakran serliga
langan veg við, tá ið hon
legði frá sær.
– Tá bleiv tað ongantíð til
meiri enn tankar og ætlanir.
Men eg ætli ikki at leggjast
á
boðini,
sigur
Bill
Justinussen.
Hann sigur, at eitt nú ætl-
ar hann at finna útav, hvat
íslendingar, sviar, norð-
menn, og kanska eisini
skotar, hava at bjóða av
viðgerð á teirra sjúkrahús-
um.
– Í løtuni tykist tað sum
um danir hava fingið eitt
slag av einkarrætti upp á at
viðgera føroyingar og tað
haldi eg ikki er rætt og tí
fara vit at kanna aðrar
møguleikar.
Hann hugsar bæði um at
skipa so fyri, at føroyingar
verða sendir hagar at fáa
viðgerðir, men hann hugsar
eisini um at fáa serlæknar
hendavegin at viðgerða
føroyingar á Landssjúkra-
húsinum við ymsum mill-
umbilum.
– Ístaðin fyri at senda
fleiri sjúklingar av landin-
um, kann tað verða ein betri
loysnt at fáa ein serfrøðing
hendavegin at viðgera teir,
tí tað er uttan iva betri fyri
sjúklingin, at vera heima.
Hann sigur, at hann hugs-
ar ikki um ávísar viðgerðir,
men at ætlar at kanna, hvat
tey ymsu sjúkrahúsini í
grannalondum okkara runt
íkring, hava at bjóða av
serfrøði.
Hann væntar, at fyrsta
stigið verður, at læknaser-
kunnleikin í Føroyum, fer
at finna útav, hvat tey ymsu
londini hava at bjóða og
hann sigur, at farið verður í
holt við arbeiðið, so skjótt
arbeiðsorka er í Trivnaðar-
málaráðnum til tað.
Hann sigur, at spurning-
urin um umstøðurnar hjá
føroyskum sjúklingum í
Keypmannahavn,
skulu
eisini síggjast í ljósinum á
hesum (sí greinina oman-
fyri).
Ónøgdin er so stór at
vit mugu kanna málið
Føroyskir sjúklingar skulu
hava fleiri tilboð um viðgerð
Ætlaniner nú at vita, um tað
ber til at senda føroyskar
sjúklingar aðrastaðni, enn til
Danmarkar og somuleiðis
verður kannað, um tað ber
til at fáa útlendskar
serlæknar hendavegin í størri
mun enn nú, so at vit
framyvir sleppa undan at
senda so nógv sjúklingar av
landinum
Bill Justinussen fer nú sat vita, um tað ikki ber til at gera umstøðurnar á føroyska sjúklinga-
hotellinum í Keypmannahavn, betri, men hann ásannar, at fíggjarligu møguleikarnir eru
avmarkaðir
Leygarkvøldið var 4.
innleiðandi umfarið í
Nósabarnaprix.
Kappingin var í KÍ-
høllini í Klaksvík
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
Við í kappingini leygar-
kvøldið vóru 8 gentur og 1
drongur, men hóast gent-
urnar vóru so nógv við
yvirlutan, var tað drong-
urin, 12 ára gamli Olvheðin
Jacobsen úr Hvannasundi,
ið fór avstað við sigrinum.
Á øðrum plássi kom
Maria Nolsøe úr Havn, og
nr. 3 gjørdist Mathilda Siv-
ertsen úr Hoyvík.
Undirtøkan í Norðoyggj-
um var ikki stór hesuferð, tí
sluppu luttakarar úr øðrum
pørtum av landinum við til
hesa kapping.
James sigur, at áhugin
annars er stórur at verða við
í Nósabarnaprix. Um 300
børn sluppu ikki við á hes-
um sinni, sigur hann.
Sum altíð, var ógvuliga
torført at døma, siga dóm-
ararnir. Luttakararnir lógu
sera tætt.
– Millum børnini hesu-
ferð, eru avgjørt »talentir«
at finna, sigur James Olsen,
sum saman við Mark Joen-
sen hevur tikið stig til
barnaprix í Føroyum.
James sigur, at endamál-
ið við kappingunum er at
geva børnum møguleika at
koma sær fram, hava tey
gávur at syngja og fram-
føra.
– Sjálvur fekk eg mítt
»gjøgnumbrot«, tá eg sum
11 ára gamal vann eina
sangkapping í SMS í 1981,
sigur James Olsen.
James sigur, at síðani tá
hava ongar sangkappingar
verið fyri børn.
Eitt sindur fyri øll
Kappingin leygarkvøldið
var
væleydnað.
James
Olsen og Angela Petersen
undirhildu, og tað komu tey
serstakliga væl frá.
Tey fingu ikki bara børn-
ini at flenna, men eisini tey
vaksnu fingu sær ein góðan
látur hetta kvøldið.
– Vit royna at gera eitt
sindur fyri øll, so tað ikki
verður
keðiligt,
sigur
James.
Nú eru 3 undankappingar
eftir; í Havn 5. okt., á Oyra-
bakka 12. okt. og í Vágun-
um, 19. oktobur.
Finalan verður á Kambs-
dali 9. novembur.
Tað er Føroya Banki, ið
er høvuðsstuðul fyri hesum
tiltaki, sum hevur fingið
heitið; Nósabarnaprix.
– Vit eru væl nøgd við
kappingarnar, sum hava
eydnast væl, og verður
hetta eitt afturvendandi til-
tak hvørt ár framyvir, sigur
James Olsen at enda.
Væleydnað barnaprix í Norðoyggjum
Babyjames fekk bæði vaksin og børn at flenna í kíki. James
Olsen og Angela Petersen, gjørdu kvøldið til eina stuttliga
uppliving fyri bæði vaksin og smá
(Mynd Rúna Sivertsen)
Við sanginum,
»Eingin er sum tú«,
sang 12 ára gamli
Olvheðin Jacobsen úr
Hvannasundi seg inn
í hjørtuni á áhoyrar-
unum í KÍ-høllini
leygarkvøldið. Olv-
heðin vann innleið-
andi kappingina í
Nósabarnaprix í
Norðoyggjum
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
»Eingin er sum tú, eingin
annar rørir hjartað sum tú.«
Kensluborið og stillisliga
sang Olvheðin seg til ein
tryggan sigur.
Hóast sín unga aldur,
hevur Olvheðin gott tamar-
hald á røddini. Framførsla
hansara var sannførandi, og
lítið er at ivast í, at hesin
ungi drongur kann koma
langt, ger hann sær ómak.
Í stuttum práti við Sosi-
alin, sigur Olvheðin:
– Eg hoyrdi um kapping-
ina í juni mánaða, og í juli
teknaði eg meg til.
Spurdur, hvør hevur vant
hann, og um hann vanliga
syngur nógv, sigur Olvheð-
in:
– Mamma hevur hjálpt
mær og sagt mær, hvar eg
skal anda, men eg havi bara
vant heima. Systir mín hev-
ur eisini hjálpt mær, sigur
hann.
– Eg syngi í samkomuni,
Soli Deo Gloria, har vit
ganga. Har syngi eg eisini
fyri við hvørt, og onkuntíð
havi eg sungið solo, sigur
Olvheðin.
Olvheðin sigur, at hann
fegin vil sleppa at geva eina
fløgu út, men tað er nokso
dýrt, heldur hann.
Til framførsluna leygar-
kvøldið, stóð Olvheðin
einsamallur á pallinum, utt-
an dansarar, sum alt vanlig-
ari er.
– Eg helt tað ikki vera
neyðugt at hava dansarar.
»Eingin er sum tú«, er ein
stillur sangur. Eisini er
ringt at finna dansarar á
mínum aldri, segði ungi
hvannasundsdrongurin at
enda.
Miðvísur drongur
Mamma Olvheðin, Mari-
anna Jacobsen, sigur við
Sosialin, at Olvheðin er ein
serstakliga miðvísur drong-
ur.
– Setir hann sær nakað
fyri, so gjøgnumførir hann
tað eisini, sigur hon.
Marianna sigur, at Olv-
heðin ikki er komin spæl-
andi til sigurin.
– Hann hevur sungið og
vant so at siga út í eitt,
síðani hann hoyrdi um
kappingina. Vit eru nærum
ikki sloppin inn í kamarið
til hansara, sigur hon.
– Frammanundan kapp-
ingini, hevði eg ikki vænt-
að, at Olvheðin fór at
vinna. Men tá hann kom á
pallin, gjørdist eg púra ov-
farin og roknaði tá við, at
hann hevði góðan møgu-
leika at gerast bestur, sigur
Marianna.
Marianna sigur, at Olv-
heðin hevði ætlað at sungið
ein sang hjá Branduri Enni,
men 10 dagar áðrenn kapp-
ingina, gjørdi hann av held-
ur at syngja; »Eingin er
sum tú«.
Luttakararnir á Nósa-
barnaprix 2002 í Norð-
oyggjum vóru 9 í tali; 8
gentur og Olvheðin, sum
var einsamallur drongur, ið
luttók á hesum sinni.
Nýggj stjørna úr Hvannasundi
Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi, vann innleigandi umfarið
í barna Grand Prix í KÍ-høllini leygarkvøldið. Við kenslubornu
og reinu rødd síni, sang hann seg inn í hjørtuni á áhoyrararn-
um
C
M
Y
K
5
4
Vitjan av SERFRØÐINGI
í húðrøkt og make-up
frá 16.-21. september
Ger vakurleika til veruleika
RING OG FÁ ÓKEYPIS TÍÐ
Umframt
2 kundakvøld:
avmarkað pláss
Bøgøta 15 • Boks 24
Tel. 314811 • Fax 314877
Drós
parfumarí
Sosialurin 311820
(einaumboð í føroyum)