týsdagur 17. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 177 - 17. september 2002
Nr. 177 - 17. september 2002
7
Fyrrapartin í gjár
kundi Føroya
Landsbókasavn
avdúka úrslitið av
verkætlan, sum
Føroyar, Ísland og
Grønland hava gjørt.
Verkætlanin inniber,
at nú ber til at síggja
føroysk tíðarrit á
alnetinum
TALGILD TÍÐARRIT
Ingrid Bjarnastein
Eini 20 fólk vóru komin
saman í hølum hjá Føroya
Landsbókasavni, tá teir
mánadagin avdúkaðu úr-
slitið av eini verkætlan,
sum hevur verið í gongd
síðani ár 2000.
Martin Næs á Føroya
Landsbókasavni
bjóðaði
fyrst vælkomin.
– Hetta er ein søgulig
stund nú Landsbókasavnið
saman við landsbókasøvn-
unum í Íslandi og Grøn-
landi, kann avdúka talgild
tíðarrit, sum vit hava arbeitt
við at fáa út á alnetið síðani
ár 2000, segði Martin Næs
millum annað.
Eisini segði hann, at hetta
er ein vegamót í bókasavns-
søgu. Tað at tað ber til, at
bera tilfar víðari, sum vit
vanliga bara hava standandi
á hilunum hjá okkum
gjøgnum alnetið.
Ókeypis
Øll, ið hava hug, kunnu
brúka talgildu tíðarritini hjá
bókasøvnunum ókeypis. Í
løtuni liggja góðar 33.000
blaðsíður tøkar á netinum.
Tíðarritini talan er um eru
flest øll eldri enn frá 1920,
men tó eru einstøk undan-
tøk gjørd.
Annlis
Bjarkhamar,
landsstýriskvinna í mentan-
armálum, var komin at
trýsta á tann grøna knøttin,
sum
avdúkaði
nýggju
heimasíðuna.
Verkætlanin er býtt upp í
stig. Hetta fyrsta »byggi-
stigið« gevur atgongd til alt
tilfarið, sum er lagt út hig-
artil. Seinni fer at bera til at
leita meira nágreiniliga. Til
dømis eftir persóns- ella
staðarnavnið, og síðani
hoppar leitiskipanin bein-
leiðis inn á síðurnar, sum
hava hetta ávísa persóns-
ella staðarnavn.
Føroysku tíðarritini eru
Færingetidende, Føringa-
tíðindi, Dúgvan, Fugla-
frami, Búreisingur, Vár-
skot, Oyggjarnar, Dúgvan
og Fróðskaparrit.
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
bókasavnsvørur, hevur ar-
beitt við hesi verkætlan,
sum tað føroyska umboðið.
Fimm fólk hava annars
arbeitt við at talgilda tíðar-
ritini síðani ár 2000.
– Tilfarið avmarkar seg
tíðarliga, sigur Arnbjørn Ó.
Dalsgarð. – Tíðarritini eru
fram til 1920 og tey eru av
slagnum fólk vanliga ikki
hava atgongd til. Nøkur eru
tó yngri enn frá 1920, og
hava vit valt tíðarrit, sum
hava verið nógv eftirspurd
av fólki.
Sum er nú ber til at velja
bókasavn, tað verið seg
antin føroyskt, íslendskt
ella grønlendskt, velja blað,
árgang og blaðnummar.
– Hetta er sera umráð-
andi keldutilfar hjá søgu-
skrivarum. Serliga upp-
runaritini Oyggjarnar og
Dúgvan hava verið nógv
umbiðin, og vit eru errin av
at kunna veit fólki hesi tíð-
arrit í heilum líki. Tað er
ógvuliga torført at finna
eitt eintak av hesum tíðar-
ritunum í heilum líki, tí tey
hava ongantíð verið endur-
prentað,
sum
eitt
nú
Føringatíðindi.
2. byggistig
Næstu tíðina verða 500
nýggjar síður lagdar út um
dagin, so talið av talgildum
blaðsíðum fer at vaksa
skjótt. Í komandi viku verð-
ur íslendsku tíðarritini tøk
og í oktober mánaða eisini
tey grønlendsku tíðarritini
tøk.
2. byggistig verður í
januar mánaða næsta ár, og
tá er ætlanin at verkætlanin
skal verða fullførd. Og er
tað tá tað fer at bera til at
leita meira nágreiniliga í
ymsu greinunum.
Heimasíðan er tøk á
fimm málum. Føroyskum,
donskum,
íslendskum,
grønlendskum og enskum.
Ein maskina í Reykjavík
hevur avmyndað tíðarritini,
har tey síðani eru løgd út,
soleiðis, sum tey eru at
síggja á heimasíðuni í dag.
– Tey stóru norðanlondini
eru eisini í holt við at tal-
gilda tíðarrit, og tá báðar
verkætlanirnar eru lidnar,
skulu tær tvinnast saman,
sigur Martin Næs.
Tey stóru dagbløðini í
føroyskum høpi, sum Sosi-
alurin og Dimmalætting eru
ikki við í nýggju talgildu
skipanini hjá Landsbóka-
savninum. Hetta kemst av,
at Landsbókasavnið heldur
valdi smærri tíðarrit, men
vent verður aftur til at tal-
gilda dagbløðini einaferð
seinni. Henda ætlanin er
ikki slept enn, sigur Martin
Næs.
Føroyingar hava ikki
goldið nakað til hesa verk-
ætlan enn. Hetta hevur
verið ein partur av arbeið-
inum hjá Arnbjørn Ó. Dals-
garð, sum er bókasavnsvør-
ur. Íslendski parturin lá í
fjør
um
11
milliónir
íslendskar krónur, sum er
góð millión í føroyskum
pengum. Verkætlanin er
annars stuðlað av Nordinfo,
sum
er
nevnd
undir
Norðurlendska Ráðharra-
ráðnum. Teirra íkast til
verkætlanina var 350.000
krónur.
Annars eru talgildu tíðar-
ritini at finna á heimasíðuni
http://www.flb.fo/tidarrit
ella http://www.tidarrit.fo
Frumtíðarrit talgild á alnetið
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin
fór
ein
maður við báti av Klaks-
vík. Hann var ávirkaður
av rúsdrekka. Tíbetur lá
Brimil á fjørðinum, so
gummibáturin
hjá
Brimli fór eftir mannin-
um, sum verður ákærdur
fyri brot á sjólógina.
Annars hevur verið
stak friðarligt um alt
landið um vikuskiftið.
Nøkur smá ferðslu-
óhapp hava verið í Eyst-
uroynni
fríggjadagin.
Ein
rúsdrekkakoyrari
varð tikin á Eiði leygar-
dagin og eisin var eitt
sindur av húsaófriði.
Ein fráboðan var á
politistøðini í Runavík
um harðskap. Tað var ein
maður, sum var sligin í
andlitið til dansin í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði. Hann hevur
verið hjá lækna, har
hann hevur fingið stað-
fest skaðar, og kanningar
fara nú fram í hesum
málinum,
sum
helst
verður tikið sum eitt
harðskapsmál.
GRINDADRÁP
Ingrid Bjarnastein
Leygarkvøldið
løgdu
280 springarar beinini í
Vági. Springararnir vóru
býttir til sunnaru helvt
av oynni.
Av
politistøðini
á
Tvøroyri verður sagt, at
drápið gekk væl, sjálvt
um tað var um at gerast
myrkt, og flestu spring-
ararnir
gjørdu
land-
gongd. Nakrir máttu tó
dragast inn.
280 springarar í Vági
Enn eitt brot á sjólógina
Í gjár avdúkaði Føroya
Landsbókasavn heimasíðuna
við talgildum tíðarritum.
Henda verkætlan hevur verið
í gongd síðani ár 2000
Mynd: Álvur Haraldsen
Trygdarbeltið bjargaði trimum mannalívum
Eitt ferðsluóhapp í
Kaldbaksfirði sunnu-
morgunin kundi end-
að við eini syrgiligari
vanlukku, tá ein bilur
við trimum ungum
fólkum fór niðan av
vegnum, bóltaði runt
og lendi á takinum í
eini á. Bilurin kroyst-
ist saman og gjørdist
vrak, men fólkini
sluppu við onkrum
bláum merki og eym-
um akslum av
trygdarbeltinum,
sum tey í dag takka
fyri, at tey sótu í.
FERÐSLUVANLUKKA
Jón Brian Hvidtfeldt
– Eg veit ikki, hvat hendi.
Eg má hava durvað, og
vaknaði ikki fyrr enn bilur-
in var komin út í vegjað-
aran. Áðrenn eg fekk reag-
erað fór hann uppá bilverj-
una, atuovernið, og bóltaði
síðan runt í lagdini oman-
fyri vegin. Alt gekk so
skjótt, og áðrenn eg visti av,
lá bilurin á takinum niðri í
lagdini við ánna. 22 ára
gamli Jógvan Óli Ellings-
gaard hyggur at bilinum,
sum liggur samankroystur
omanfyri vegin í Kalbaks-
firði, umleið ein kilometur
sunnan fyri tunnilsmunnan.
Tað er mánamorgun, og
bara gott og væl eitt sam-
døgur síðan hann, gentan
hjá honum og ein vinmaður
lógu fastspent í bilinum við
høvdinum niðureftir, og
takkaðu fyri, at tey vóru á
lívi.
Tey trý, Jógvan, gentan
hjá honum, 19 ára gamla
Maria Ulrika Schneider, og
vinmaðurin, 20 ára gamli
Jan McIntosh vóru sunnu-
morgunin á veg aftur til
Havnar, eftir at tey høvdu
verið til konsert í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði. Teir
báðir Jógvan og Jan, sita og
práta frammanfyri, meðan
Maria situr og svevur
aftanfyri. Tónleikurin rung-
ar úr hátalarunum. Men
sum frálíður sovnar eisini
Jan. Komin út úr Kalbaks-
tunnlinum hevur Jógvan
eisini durvað, og bilurin er
farin niðan av vegnum.
– Eg sat og svav, men
minnist, at eg vaknaði, í tí
løtu at bilurin fer upp á
bilverjuna, har hon sneiðir
uppeftir, greiðir Jan frá. Í
somu vaknar eisini Maria,
og saman eru tey trý ung-
fólkini vitni til at bilurin
bóltar runt, áðrenn hann
endar niðri í eini á, umleið
20 metrar longur frammi.
Tey greiða frá, at hesi sek-
undini fuku túsund tankar
gjøgnum høvdið.
– Tá bilurin varð steðgað-
ur rópti eg, um øll vóru á
lívi, greiðir Jógvan frá. Jan
svarar, men Maria svarar
ikki
beinanvegin.
Teir
hyggja afturum seg, og tá
letur hon við seg koma.
Hon er kløkk, men hevur
tað gott. Tey hanga øll í
trygdarbeltinum við høvd-
inum niðureftir. Takið á bil-
inum er trýst niður og
trongt er. Eisini er nógv
vatn úr ánni komið inn í
bilin. Jan fær loyst sítt
trygdarbelti, og sleppur út
gjøgnum fremra síðurút
høgrumegin. Jógvan fær
togað nakkastúttuna út setr-
inum og fær síðan smoygt
sær afturum og hann og
Maria sleppa út gjøgnum
síðurútin
vinstrumegin
aftanfyri.
– Tað var ein løgin
kensla, tá vit vóru komin úr
bilinum. Ein kundi kanska
trúð, at vit vóru í sjokk,
men vit blivu glað. Vit vóru
øll á lívi, og eingin var
komin til skaða, greiða tey
frá. Maria minnist, at hon,
meðan hon lá í bilinum,
hoyrdi ljóðið av vatni, og
eina løtu óttaðist hon, at tey
møguliga vóru endaði á
sjónum.
Ein
hýruvognsførari
koyrdi beint frammanfyri
tey trý ungfólkini og sá til-
burðin. Hann fekk beinan-
vegin boðað løgregluni frá,
klokkan var tá 04:38, og var
eisini fyrstur á staðið.
Seinni greiddi hann teim-
um frá, at tey vóru tað
fimta
ferðsluvanlukkan,
sum hann var komin fram
á, bara í ár. Tey trý vóru so
væl fyri, at øll kundu fara í
sama sjúkrabil til Havnar,
men tey sluppu skjótt heim
aftur av landssjúkrahúsin-
um. Ballónin hjá løgregluni
vísti eisini, at førarin ikki
var ávirkaður av rúsdrekka.
Trygdarbeltið
bjargaði
Tey trý eru ikki í iva um, at
trygdarbeltið er orsøkin til,
at tey øll eru á lívi í dag, og
ikki hava fingið mein.
Jógvan greiðir frá, at hann,
áðrenn tey fóru úr Havnini
leygarkvøldið, mestsum í
spølni segði við hini, at »nú
mugu tit sita í trygdarbelti,
tí tað bjargar lív«. At álvar-
in í orðunum bara fáar tím-
ar seinni skuldi vísa seg
fyri teimum, hugsaðu tey
als ikki um tá. Tey vóru jú á
veg til BoneyM konsert í
Fuglafirði, lagið var gott,
og tankarnir positivir.
Nú tey henda mánamorg-
un standa og eygleiða vrak-
lutirnar av Ford Escort bil-
inum, sum tey høvdu lænt
frá foreldrunum hjá Jógv-
ani, hava tey trupult við at
skilja, hvussu tað ber til, at
tey eru sloppin so væl.
– Tað er ótrúligt, at man
er komin livandi frá tí,
sigur Jan, og Maria leggur
afturat, at tað kann næstan
ikki vera rætt. Líka síðan
hendingina sunnumorgunin
hava tey í tonkunum sæð
fyri sær løtuna, tá bilurin
bóltaði runt, umaftur og
umaftur. Jógvan greiðir frá,
at hann má hava smekkað
høvdið í og fingið eitt
»blackout«, tí hann minnist
einki, næstan frá tí at tey
koyrdu framvið Hósvík, og
til bilurin fór út í vegjaðar-
an. Tað er rættuliga ør-
kymlandi, heldur hann.
Jan fekk blátt merki á
herðablaðið, og fleiri blá
merki eru at síggja á høgra
arminum hjá Mariu. Eisini
hava tey øll ilt í herðunum
av trygdarbeltinum, men
annars eru tey óskadd.
– Eg fari nokk at seta
meg aftan fyri róðrið aftur,
men tað verður sera varliga,
skal eg koyra aftur, sigur
Jógvan. Øll trý eru tey
samdu um, at tey fara ikki
aftur í bil, uttan at spenna
trygdarbelti, eisini um tey
sita aftanfyri.
Aftur gerandisdagur
Túrurin á konsert endaði
ikki, sum tey trý høvdu
ímyndað sær. Síðan sunnu-
morgunin hava tankar teirra
malið um vanlukkuna, og
fara helst eisini at gera tað í
eina tíð framyvir. Men í dag
eru tey bara glað fyri, at tey
eru á lívi, og at tey komu
frá vanlukkuni uttan mein.
Hjá Jan byrjaði gerandis-
dagurin aftur í morgun, tá
hann fór í skúla aftur. Hann
er í læru sum rørsmiður og
gongur í løtuni á Tekniska
Skúla í Havn. Jógvan og
Maria valdu bæði at vera
heima í dag fyri at koma
eitt sindur fyri seg aftur.
Maria er donsk men hevur
fleiri ferðir verið og arbeitt
í Føroyum. Bæði hon og
Jógvan arbeiða hjá Hjálpi-
rót.
Tey trý, Jógvan Óli Ellings-
gaard, Maria Ulrika
Schneider og Jan McIntosh,
sótu øll í bilinum, sum fór
niðan av vegnum í Kalbaks-
firði sunnumorgunin. Tey
eru ikki í iva um, at trygdar-
beltið bjargaði lívum teirra.
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgreglan fekk boðini um ferðsluvanlukkuna í Kaldbaksfirði klokkan 04:38 sunnumorgunin. Ein hýruvognsførari koyrdi beint
frammanfyri og var fyrstur á staðið. Hóast bilurin fórst rættuliga illa, fingu tey trý ungu fólkini ongan skaða. Tey sluppu sjálvi út
úr bilinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6