týsdagur 17. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 177 - 17. september 2002
Nr. 177 - 17. september 2002
9
Loysn í ljósmála um kongafiskin
– Men hvør hendan
loysnin verður, er ov
tíðliga at siga nakað
um enn, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýris-
maður.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sambært Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fiski-
vinnumálum, er nú glið
komið á spurningin um
føroysku kongafiskakvot-
una í Irmingarhavinum.
– Í løtuni er líkt til, at ein
loysn verður funnin, sum
báðir partar kunnu góðtaka.
Hvør loysnin verður, er tó
ov tíðliga at siga nakað um
enn. Í politikki vita vit, at
einki er avgjørt, fyrr enn
semjan er gjørd.
Fiskimálaráðharrin held-
ur tó, at ymiskt nú bendir á,
at stríðið hjá honum og
embætisfólkunum í Tinga-
nesi ikki hevur verið til fá-
nýtis.
– Tá ið eg var í Grønlandi
herfyri í øðrum sambandi,
steðgaði eg har yviri ein
dag longri enn ætlað, og
hetta var fyri at tosa við
ymiskar partar í Grønlandi
um kongafiskaspurningin.
Í Grønlandi hitti Jørgen
bæði grønlendska fiski-
málaráðharran og lands-
stýrisformannin.
Men áðrenn Jørgen fór til
Grønlands, hevði Hans En-
oksen, fiskimálaráðharri,
boðað frá, at hann als ikki
vildi tosa um kongafiska-
kvotuna, tí Grønland vildi
ikki víkja frá sínari tulking
av avtaluni. Jørgen og Hans
búðu á sama hotelli, og sum
tíðin leið, bar til at koma á
tal við Hans um konga-
fiskin.
Royndi øllsínu
kynstur
– Í Grønlandi royndi eg øll
míni kynstur, bæði hendan-
vegin og handanvegin, at
fáa grønlendingar at skilja,
at spurningurin um tey 500
tonsini aftrat, bygdu á før-
oyska og grønlendska veiði
í Irmingarhavinum og ikki
um samlaðu veiðina hjá
øllum tjóðum sum fiska av
grønlendskari kvotu.
Jørgen ásannar, at grøn-
lendingar hava verið tungir
at tosa við og rættiliga av-
gjørdir.
– Tað nyttar einki, at vit
hava eina tulking av sátt-
málanum og grønlendingar
eina aðra. Vit mugu finna
eina politiska loysn, sum
báðir partar kunnu liva við.
Eftir mongu og drúgvu
samrøðurnar millum ym-
isku partarnar, er nú glið
komið á, og eg vænti, at
okkurt fer at henda rætti-
liga skjótt, sigur Jørgen
Niclasen.
Minni attraktivt
Í samrøðu við Sosialin í
síðstu viku, segði reiðarin á
Akrabergi, Anfinn Olsen,
at so hvørt, sum tað líður út
á heystið, gerst ein møgulig
føroysk eykakvota minni
attraktiv, tí veðurlagið í
Irmingarhavinum er so
ringt, tá ið tað líður út.
Í løtuni er Akraberg undir
pólskum flaggi og fiskar av
pólskari kvotu í Irmingar-
havinum.
Jørgen Niclasen væntar nú,
at føroyingar og
grønlendingar fara at semjast
um eina loysn um
kongafiskin í
Irmingarhavinum.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Beint áðrenn Sosialurin
fór til prentingar í gjár,
ringdi Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður og boð-
aði okkum frá, at diplom-
atiska kreppan millum
Føroyar og Grønland nú
er loyst.
Fríggjadagin
undir-
skrivaðu partarnir eina
avtalu sum sigur, at Før-
oyar fáa tey 500 tonsini av
kongafiski aftrat í Irming-
arhavinum,
samstundis
sum
grønlendsk
skip
sleppa at fiska 100 tons
undir Føroyum, men utt-
anfyri ringin.
– Hetta gjørdist so úr-
slitið av tí, eg vil kalla
teirri diplomatisku krepp-
uni, sum hevur verið mill-
um londini bæði síðan
hálvan august, sigur Jørg-
en Niclasen.
Hann metir, at útflutn-
ingsvirðið av hesum 500
tonsunum av kongafiski
verður einar 4-5 milj.
krónur, so avtalan, sum
gjørd er, hevur ikki ongan
týdning fyri samfelagið.
– Ivasamt er, um grønl-
endingar fara at gera brúk
av síni kvotu undir Føroy-
um, har landsstýrið hevur
treytað sær, at hjáveiðan
av toski og hýsu ikki kann
fara yvir 20%.
Jørgen sigur, at undir
samráðingunum, sum ver-
ið hava um loysn av træt-
uni, er komið fram, at
grønlendingar hava áhuga
í at sleppa at fiska undir
Føroyum.
– Men tað verður so
ikki eftir toski og hýsu, tí
til tess hava vit nóg mikið
av skipum á grunninum,
leggur hann dent á.
Landsstýrismaðurin
fegnast um, at luftin nú er
reinsað
aftur
millum
londini, soleiðis at komast
kann víðari.
– Vit mgu bara stað-
festa, at avtalan, vit høvdu
við Grønland um konga-
fiskin í Irmingarhavinum,
var ikki nóg greið, og tað
verður so uppgávan til
næstu samráðingar at fáa
hesa skorna út í papp, so
eingin ivi verður um,
hvussu nógv tons føroysk
skip kunnu fiska av
kongafiski í Irmingarhav-
inum, sigur Jørgen Nicla-
sen, landsstýrismaður.
Diplomatiska
kreppan millum
Føroyar og
Grønland er loyst
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú trætan millum Føroyar
og Grønland um konga-
fiskin í Irmingarhavinum
er loyst, er óvist, hvør fer at
fiska av eykakvotuni, sum
Føroyar hava fingið.
Talan kann vera um trý
skip; Akraberg, Ljósafelli
og Enniberg.
Í løtuni fiskar Akraberg
undir pólskum flaggi og av
pólskari
kvotu,
meðan
Ljósafelli, sum eisini er í
Irmingarhavinum, fiskar
sambært veiðiavtalu av
kvotu hjá grønlendskum
reiðaríi. Enniberg hevur
júst verið í Bretlandi og
selt, og tað er ikki óhugs-
andi, at teir kanska eisini
hava áhuga í hesi kvotu.
Landsstýrið tekur
støðu
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum, sigur, at landsstýrið
fer nú at viðgera, hvør ella
hvørjir skulu fiska eyka-
kvotuna.
– Samanlagt eiga vit nú
400 tons eftir av kongafiski
í Irmingarhavinum, og eg
ivist ikki í, at okkurt av
hesum skipum fer eftir
teimum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at onnur skip verða ikki
sett inn at fiska hesa kvotu.
Óvist, hvør fer at fiska av
kvotuni
Landsstýrið fer nú at taka støðu til, hvussu tey 400 tonsini, sum Føroyar eiga aftrat í Irmingarhavinum, skulu fiskast.
Brimil sleipaði Strauk
Sunnudagin um mid-
dagstíð kom Brimil á
Klaksvík við Strauki,
sum var staddur eyst-
anfyri Hetland, tá teir
fingu maskintrupul-
leikar fríggjadagin
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Skiparin á Brimli greiðir
frá, at fríggjadagin fingu
teir boð um at Straukur var
uppsteðgaður við maskin-
trupulleikum
eystanfyri
Hetland.
– Vit fingu so ein fyri-
spurning um vit kundu
sleipa hann. Vit settu okk-
um so í samband við reið-
aríið og søgdu, at vit kundu
fara at veita teimum hjálp.
Og vit vóru so hjá Strauki
leygardagin á middegi. Tað
gekk fínt at seta sleip á og
so sleipaðu vit hann inn á
Klaksvík, har vit vóru
sunnudagin á middegi,
greiðir skiparin frá.
Hann sigur, at veðrið var
avbera gott og tað gekk
skjótt og væl báðar vegir.
Tað var ongantíð nakar
vandi á ferð.
Fiskikapping í Klaksvík
Árliga fiskikappingin,
sum stuðlafelagið
Dragin skipar fyri,
var í Klaksvík leygar-
dagin. Tveir bátar
endaðu javnir á
fyrstaplássinum og so
varð drigið lut mill-
um teir. Vinnarar
gjørdust Sólarn og
Marni Isaksen
FISKIKAPPING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Fischer Johannesen ein av
trúføstu Dragastuðlunum
sigur, at umstøðurnar til
fiskikappingina
leygar-
dagin vóru av tí allarbesta.
– Bæði veður og streym
viðurskiftini vóru av tí
besta, so kappingin eydn-
aðist avbera væl. Teir 25
bátarnir, sum vóru við í
kappingini, fingu nógv,
men tað vísti seg, at teir
bátarnir, sum høvdu verið
norðanfyri fingu meira enn
teir, sum hildu seg sunnan-
fyri, greiðir Fischer frá.
Tilsamans hálvtsjeynda
túsund pund komu á land
leygardagin, og Fischer sig-
ur, at tað má metast at vera
rættiliga gott.
Tá fiskikapping er, verða
snøri, snella og tráða van-
liga nýtt. Tað er ikki loyvi
at nýta línu.
Tað løgna hendi, at tá
menn fóru at viga, tá vísti
tað seg, at tað vóru tveir
bátar, sum høvdu fingið
líka nógv. Og tað vóru sam-
stundis teir, sum høvdu
fingið mest. Sostatt vóru
tveir vinnarar.
Tað vóru Marni og Sól-
arn Isaksen, sum vóru við
bátinum Benjamin og so
tveir ungir dreingir, Steynir
Andreassen
og
Bergur
Mikladal, sum vóru við
bátinum Hemarin. Báðir
bátarnir høvdu fingið 217
kilo og lógu sostatt javnir á
fyrstaplássinum. Og so
bleiv drigið lut millum teir,
og teir báðir á Benjamini
vunnu.
Men tað kundi havt verð-
ið avgjørt uttan lutakast. Tí
annar av dreingjunum um-
borð á Hemaranum, hevði
lagt sær eitt kók til síðis, so
um hann ikki hevði gjørt
tað, so høvdu teir havt tað
meira enn hinir og kunnað
farið til hús sum vinnarar
av bæði fiskikappingini og
kappingini um størsta fisk-
in. Tí hana vunnu hesir
unglingar nevniliga. Teir
høvdu ein tosk, sum var 93
sentimetrar til støddar. Og
fingu teir steyp fyri tað,
meðan Sólarn og Marni
vunnu steypið fyri sjálva
fiskikappingina.
Tá steypini vóru handað,
varð skipað fyri uppboðs-
sølu. Men ikki allur fiskur-
in bleiv seldur har, so restin
fór á Fiskamarknaðin, har
tað
varð
selt
mána-
morgunin.
Fischer Johannsen sigur,
at flest allir luttakararnir
vóru samdir um, at tað var
nógvur fiskur at fáa. Tað
kundi farast avstað klokkan
átta leygarmorgunin og
klokkan fimm seinnapartin
skuldu allir bátarnir verða
komnir innaftur.
Leygarkvøldið varð so
skipað
fyri
almennum
dansi,
har
Lagamenn
spældu. Umleið 250 fólk
vóru í dansi, og Fischer sig-
ur, at tað er tað mesta nakr-
antíð, síðani stuðulssfelag-
ið Dragin fór undir at skipa
fyri fiskikappingini í 1991.
Árini frammanundan var
tað Lions Club, sum skip-
aði fyri.
– So alt í alt má sigast, at
tiltakið eydnaðist avbera
væl í ár, sigur hann.
Gott fíggjarligt íkast
Fischer Johannesen sigur,
at tað bleiv selt fyri úti við
10.000 krónur leygardagin,
men hann hevði ikki tey
neyvu tølini, tá Sosialurin
tosaði við hann, tí restin var
ikki seld tá á Fiskamarkn-
aðinum.
Men hann dylir ikki fyri,
at hetta tiltakið sum tað er,
er eitt avbera gott fíggjar-
ligt íkast til stuðulsgrunnin
hjá Draganum.
– Tað er ikki á hvørjum
degi, at grunnurin fær yvir
50.000 krónur í kassan. Vit
hava sum sagt ikki gjørt
endaligu støðuna upp enn,
men tað er heilt vist, at tal-
an er um meira enn 50.000
krónur, sigur ein sera væl-
nøgdur Fischer Johannesen.
Peningurin, sum kom inn
frá tiltakinum, fer beinleið-
is í stuðulsgrunnin hjá
Draganum. Arbeiðið at
gera Dragan líður nú sera
væl.
– Ja, ja, nú lýsa ljósini
niðri undir, so nú slepst frá
at fara á WC við lumma-
lykt, sigur ein vælhýrdur
Fischer skemtandi.
Hann sigur, at teir vænta,
at Dragin fer at sigla kom-
andi summar.
Framhaldsdeildin í fólka-
skúlanum hevur sjóvinnu
til vallærugrein, og Fischer
sigur, at salongin umborðu
er innrættað til eina skúla-
stovu, har tað so er møgu-
ligt at hava undirvísing.
Eisini plagar sjóvinnu-
flokkurin í Sjómansskúlan-
um at vera umborð onkun-
tíð.
Brimil kom á Klaksvík við
Strauki sunnudagin.
Straukur fekk
maskintrupulleikar
fríggjadagin, tá hann var
staddur eystanfyri Hetland
Mynd: Rúna Sivertsen
25 bátar vóru við í fiskikappingini leygardagin, og tilsamans fingu teir góð 6.500 pund. Tað verður mett at vera rættiliga gott
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
9
8
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Nissan Terrano II 2,7DT Van
grønur, 4 hurðar,
árg. 1996.
Nissan Micra
reyður, 5 hurðar,
15.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 406 ST 2,1 DT
beige, 4 hurðar,
árg. 1997, 136.000 km.
143.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7 DT
beige, 5 hurðar,
árg. 1996, 95.000 km.
85.000
Opel Astra 1,6 16V
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 30.000 km.
125.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 60.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Opel Astra 1,7 DT
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1997, 101.000 km.
89.000
Opel Astra 1,6 St. Car
bláur, 5 hurðar,
árg. 1993, 116.000 km.
55.000
Opel Astra 1,6
beige, 4 hurðar,
árg. 1997.
78.000
Opel Astra 1,6
5 hurðar,
árg. 1998.
92.000
Opel Astra 1,4 GL
bláur, 5 hurðar,
árg. 1992, 134.000 km.
42.000
Opel Vectra 1,8
svartur, 4 hurðar,
árg. 2000, 22.000 km.
174.000
Opel Vectra 2,0 Di
bláur, 4 hurðar,
árg. 1998, 96.000 km.
130.000
Audi 100
grønur, 4 hurðar,
árg. 1987, 290.000 km.
25.000
Ford Courier 1,8d Diesel Van
reyður, 3 hurðar,
árg. 1995.
28.000
Fiat Marea
svartur, 4 hurðar,
árg. 1996, 70.000 km.
85.000