leygardagur 18. juni 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Ferðafólkapolitikkur
oddagrein
SUMMAR, sól, lýðka, útlongsul
og heimlongsul. Ferðamanna-
streymurin er byrjaður. Nýggja
føroyska ferðamannaskipið
NORRØNA hevur gjørt sínar
fyrstu túrar. Somuleidis hava
DFDS og flogfelagið økt um ferðir-
nar, nú tørvurin eftir ferðaseðlum
økist.
FØROYINGAR i hópatali leita av
landinum i allar ættir fyri at sleppa
undan »gråa« gerandisdegnum, at
síggja aðrar partar av heiminum,
at brúnkast undir Mallorcasólini —
at njóta tær fýra vikurnar summar-
frí, sum legtingið hevur ásett, at
øll eiga rætt til.
MEN FERÐAFÓLK koma eisini
higar til lands. Hesa árstíðina
meta vit teimum dagliga — við
ryggsekki, á hjólhesti, í bilum, og
víðahvar á oyggjunum slødast
tjøld. Neyvan munnu føroyingar
hava nakað ímóti teimum ferða-
fólkum sum koma higar at vitja.
Og hví skuldu vit tað. Vit ferðast
jú sjálvi aðrastaðni og eru væl-
komin har. Men tá vit síggja ferð-
andi í Føroyum fara slóðandi
gjøgnum tað síða grasið og seta
tjald upp á bønum kunnu fólk
hava orsøk at harmast og ilskast.
FERÐAFÓLK eru bæði til gleði og
trega, men orsøkin til tvørleikar-
Glaðustrok
nar er óivað bert hon, at vit ikki
reka ein ferðafólkapolitikk. Vit
hava enn ikki funnið ein setning
um, hvussu nógv ferðafólk vit vilja
hava, hvaðar vit skulu senda tey,
hvat vit skulu vísa teimum, hvørj-
ar tænastur vit skulu veita teimum
ella hvussu vit skulu herberga
teimum.
FYRI FÝRA ÁRUM síðani skipaði
Ferðamannafelagið fyri eini turist-
stevnu. Luttakararnir á stevnuni
vóru fólk, sum á ein ella annan
hátt høvdu okkurt við ferðing at
gera. STevnan ásannaði, at ein
ferðafólkapolitikkur, sum gagnar
mest møguligt, samstundis sum
hann er til minst møguligan ampa,
må rekast!
HOAST HENDAN stevnan iva-
leyst hevur eydnast væl i mangar
mátar og hóast nógv hevur verið
tosað um hendan spurning síðani
— millum annað hevur landsstýrið
havt sitandi eina turistnevnd í
drågva tíð — er okkum kunnugt
lítið ftøkiligt komið burturúr.
VIT EFTIRLÝSA eitt úrslit m.a. frá
okkara turistnevnd. Eftir okkara
tykki hava vit ongantíð áður havt
ein miðvísan ferðafólkapolitikk so
nógv fyri neyðini sum júst nú.
Serliga tá vit hugsa um teir góðu
ferðameguleikar, ið ferðafólk í
dag hava, og hvussu tíðandi tað er
m.a. fyri bæði skip og flogfør, at
flyta so nógv ferðafólk sum gjør-
ligt.
og fráhaldsrerslan
Glaðustrok, blaðið ið
Forsíðugrein, leiðarin og
leypa á tey. Tað skal eisini
z
skuldi verið málgagn hjá
foroysku fráhaldsrersluni,
var í apríl útgávuni meiri
merkt av einari einvísari
og fordómsfyltari anti-
kommunistiskari og anti-
sosialistiskari propa-
gandu, heldur enn við ein-
ari meiri sakligari viðger
av teimum evnum, ið blað-
ið nokk vil til lívs.
Blaðið er fyri mesta
partin eitt skandalublað,
har partvís okkara egnu
lokalfeløg, russarar og
okkara egnu kommunistar
og politikkarar á vinstra-
vonginum fáa av at vita.
ikki minst »Gåtuhornid«
eru blaðnum til lítlan heið-
ur. Sovjettiska stýrið má
hava tey brek tað vil, men
vit liva í einum demokrat-
iskum samfelag, har hver
einkultur hevur rætt at or-
ganisera seg politiskt,
sum ein sjálvur vil, eisini
tey ið hava eina komunist-
iska áskoðan, og her
skuldi málgagn fráhalds-
rerslunnar (fråhaldsrørsl-
an hevur stoltar traditión-
ir í demokratiseringspro-
sessini), heldur kent sína
uppgávu, at vart um slík
rættindi, enn beinleiðis at
vera pláss fyri tykkum, ið
eru redaktión á Glaðu-
strok at argumentera
ímóti kommunistum og
sovjettiska systeminum,
men føroyska fråhalds-
rørslan, og tess målgagn
skal ikki hava til uppgåvu
at driva eina einvisa og
óundirbygda antisovjett-
kampanju, har fólk, ið
hava politiskt tilknýti til
vinstravongin verða
svínað til við at fáa knýtt
heitir sum nazistar og fa-
cistar at síni politisku
áskoðan. Vil verandi
redaktión halda somu
— luni I
Turt sum i Sahara
— men lagið var gott
Hvør hevur yrkt tåttin å landsfundarveitsluni, spyr ein turr-
lagdur luttakari
Herfyri hevði Javnaðar-
flokkurin landsfund í Salt-
angará og í hesum sam-
bandi var eitt frálíkt borð-
hald leygarkveldið 14.
mai, har m.a. ein sangur
ella táttur kom fram, sum
varð yrktur til hetta
hevið.
Viðhvert hevur Sosial-
urin havt yrkingar, har
tað ikki beinleiðis hevur
sæst, hver yrkt hevur.
Summar av hesum yrk-
ingum hava borið eitt
heldur keðiligt yvir sær, tí
dentur er ofta lagdur á tey
meira og minni ókvæmis-
kendu orðini. Á prenti er
slíkt áleypandi og eigur
eftir míni metan ikki eyð-
kenna tað, sum skal ber-
ast út millum fólk sum
lesitilfar.
Hví so ikki heldur velja
at seta tílíkt í blaðið, sum
veruliga er vert at lata
fleiri fáa lut í. Sum t.d.
tann tátturin, sum yrktur
varð til borðhaldið á lands-
fundinum har yrkjarin
sera væl hevur dugað at
tikið fram nakað av tí,
sum hevur verið
umhugsað í samband við
hetta veitsluborðhald.
Blaðið átti at kunnað
fingið uppspurt hver yrkj-
arin er, tí hann hevur verið
heppin og hevur dugað at
sagt frá nekrum, sum
felagsskapir ofta hava at
Lag: I Kvívík hoyrdist sjongur
Hin javn arveitslan turra,
har hoyrdist onkur murra,
um sak vid gyltum løg.
Ei nakað til at fara,
nei turt sum í Sahara
og onnur turrlig stød.
dragast við, tå støda skal
takast, um nú ein veitsla
skal vera »turr«, sum í
Sahara, ella um elefantar
skulu hava yvirtakið.
Nú var henda veitslan
avgjert ikki »turr«, hóast
sterki legurin ikki varð
við, tí sjáldan hevur eitt
borðhald verið merkt av
góðum hýri og væl fram-
borðnum stuttorðaðum
reðum, sum hesa ferðina.
Og ikki mundi tátturin,
sum eg biði blaðið prenta
upp, verða minsta orsekin
til at so var. Heldur
tverturímóti.
Luttakari
enn fast á oðrum stað.
Atli styðjar bygningum av knerrum,
um neyðugt gerst við bleikingum og
verrum,
av skipaloysnum velur hann tað størru,
at Smyril gerst til Vón og síðan Nørru.
Hvat var hetta fyri felags stýri,
sum vildi forða gestum veitsluhýrið,
smæddust bæði veðr og fila-dyrid,
borðreiddu við kál og kanska sýru.
Teir skiftu mangt eitt orðið,
um tað sum skal á borðið,
at fríðka veitsluhøll.
Minst til at rósan reyða,
hon gleðir gestsins eyga,
tað halda fólk flest oll.
Um tú tær kennur meinið,
íormum ella beini,
á sjúkrahús fara má.
Í Klaksvík hevur verið,
ein sera góður skeri,
sum rættar legg og tá.
Nú vil læknaneundin hetta broyta,
Vilhelm rísin eftir teim má skoyta,
ei at undrast, at hann ger ein blástur,
nú Klaksvík unnist bert albyl og plástur.
Torfinn, Ellint, Niklas vildu turka,
Hans-Jåkup, Jens og Rikkard mettu
var uppá sítt pláss á hesum staði,
Eli ynskti hvorki ella bæði.
Tá Jorgin skuldi fara,
til almenning at spara
og klippa toppar av
teim ovurstóru lonum,
sum latast nokrum konum,
ið kenna snodd og skaða.
Sóust fleiri javn 'arlonir daga,
sum mýrifipa upp úr fornum haga,
klipti hann tí bert við huga hálvum
og kom at snøgga fruntin á sær sjálvum.
Um tú tær skip vilt smíða,
ei eftir lánum bíða,
tað neyðugt er í dag.
Realurin hann letur
og rentan hon er betur,
surka
Nú lønarstrid er lokið
og streikuflaggið strokið,
tað lættir hug og lund,
ein lønarbata fingu,
tad røttu leid vit gingu
å samrådingar fund.
Ingeborg hon megnar hesar leikir,
so stjórar mangir ofta Sita bleikir,
um datatól teir brúka móti ødrum,
hon vinnir tó framá í flestu forum.
Vit jaun 'arrótin stinna,
vit skulu framá vinna
og byggja land og heim,
so pláss gerst fyri ollum
úr smáttum og úr hellum,
at taka í mót teim,
sum vilja okkum stevnumidid forða,
lat teir bert buldra eins og hvølla tora,
vit tola bæði regn og heglings ælið,
vit rætta rygg og vinna næsta valið.
A
linju, finnið so tykkum
eitt annað málgagn, á
Glaðustrok hava tit onki
at gera.
Blaðið hevur ligið stilt
eina tíð. Skal tann linjan,
ið var í blaðnum fyri apríl,
og sum eisini í eitt ávíst
mát hevur skinið igjøgn-
um frá somu redaktión á
Losjutíðindi, er tað nógv
betur, at onki blað kemur
út. Til leiðsluna fyri frá-
haldsrørsluna og IOGT,
sum lim kenni eg meg illa
vid, at tit ikki eru so frægt
at tykkum komin, at tit
hava reagerad og fordømt
hesa skriving, ið hevur
verið okkara rerslu til
óbótaligan skaða. Eg vil
hervið harðliga mótmæla,
at slík skriving fer fram í
málgagni fráhaldsrersl-
unnar, og heiti tí á leiðsl-
una fyri »Mål og mentan“
(um ein slík finst) at taka
neyðug stig, so hendan
persónútspillan og hesi
ógrundaðu politisku álop
halda uppat.
Sverri Hansen,
úr Leirvík
PS. Tað skal hervið verða
sagt frá, at Tórhallur
Thomsen, ið stóð sum
ábyrgdarblaðstjóri fyri
nevnda Glaðustrok, hevði
sagt seg frá sum blað-
stjóri, og hevði ikki sæð
blaðið, tá tað fór í press-
una, og kann onga ábyrgd
taka fyri tað, ið stóð í blað-
num.
Sverri Hansen