Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kata — ella ein seinkaður nekrologur Lé ygårdagur 18 juni 1983 Vindeyguni Tey vendu móti havinum móti einum víðum sandi og handan land var kirkjan og ein stórur handil og prestagarðurin og hús hjá vanligum fólki og eg gleddi meg altíð at koma tí eg slapp at standa á bonkinum og hyggja út og eg helt hetta var øll verðin Og um kvøldini áðrenn eg sovnaði lurtaði eg eftir havinum. Og altíð var tú har. Í hvussu er næstan altíð og var tú ikki har lógu húsini still Tey segdu oll. Tú stóð við vaskið og vendi tú tær rokk tú til komfýrin og kjallarahurðina hevði tú vinstru- megin. Hent. Har var eitt langt arbeiðsborð úti í kjallaranum. Eisini tað títt Nú er langt síðani Eg var barn tå eg helt at tu åtti at vera gomul Eg eri ikki gomul Tu var yngri tå enn eg en nu. Og eg flenni hvønn dag og ferðist um lond. Tu var altid heima. Tu stendur her å einum bilæti. Tú stendur í einum høsnaflokki. Tú hevur meis í einum fati. Tú ert í fyriklæði og sólin hon sær. Eg var har tann dagin vit fóru út í sólina tú við fatinum og eg tók teg av við einum gomlum myndatóli. Tað átti tú. Tú keypti tað í útlondum. Hinuferð tú fór burtur at læra. Tú vildi verða lærari. Tú noyddist heimaftur. Mannfólkini í tíni ætt søgdu tað. Pápi tín hevdi ongan son. Hann og broður hansara søgdu at nú noyddist tú heim. Mamma tín var deyð Nú skuldi tú ansa ollum. Tú smíltist ikki tá tú komst aftur. Tú hugsaði: tað gongur nokk. Um trý ár bert trý ár, er yngsta fjúrtan er næstyngsta nitjan er triðyngsta tjúgueitt systrar minar. Og um trý ári eri eg sjálv fimmogtjúgu Eg havi góða tíð. Um trý ár, um trý ár eg fari avstadaftur um trý ár. Fotomyndin er følnad tå eg tok teg av segði tú at tú hevdi keypt myndatólið fyri tjúgu árum síðani — Ein sovorðnan deiligan dag Veit eg ikki at heimurin er fullur av spennandi kvinnum segði tú hin dagin tú heuði borðreitt fyri trimum utlendskum plantufrødingum id vitjadu gjónna á kanningarferð. Tann dagin løgdu vit bitar í eina kurv og tú gjordi kaffi og vit settu okkum á tann kalda sandin inni í tí lítla tjaldinum sótu vit og vit vendu bakið móti ollum vind- eygum í bygdini og andlitið móti tí víða havinum og tú var næstan glað og tín hálva gleði smittaði og eg varð næstan glað og eg rann út í aldubrotið og skilti teg og kuldin beit men tú segði er tú ikki annað enn ein genta so men tå trudi eg at tu langt sidani hevdi givid upp Ikki tordi eg at spyrja teg Spakuliga fataði eg tað. Alt var vorðið ov seint Sjålvt systrar tinar vandu seg við at Tú var har Sjálvt giftu systrar tínar vandu seg við at lata arbeiði hvíla á tær. Tær góvu tær børnini. Tú fylti grýtur teirra og tú heuði hjalslykilin »hon er altíð her, lat hana hava hann« Á ovasta lofti fanst tú tær skýli og tú keypti eina bindingarmaskinu tá tú fylti fýratifimm ár. Dreymurin um frælsi var ikki deyður og tú píndist av látrinum ti teir søgdu: Eitt hálugamalt konufólk við maskinu! Og so er tað fult av pengum og av jørd! Hatta er valahús, tað vita ell! Hoyr tú, far heldur at mjólka! Hoyr tú, hvussu gongst við maskinuni! Fær hatta aldrin nógmikið! Íkki eru nógu síðani Tá bergholið kom fór tå at ferðast — á børu. Tú kom aftur í kistu og nógu fylgdu tær til gravar. Hon fór skjótt, segdu tey. Gud í himlinum viti hví segdu tey. Hon sum altíð hevur havt nokk av øllum, søgdu tey Eg eigi títt myndatól og brævið tú skrivaði mær dagin tú doyði: »G6da«, skrivar tú, góða! »Køb Visdom for det bedste du ejer, køb Forstand for alt hvad du har (Ordsprogenes Bog) Rym! Gud signi teg. Kata.« trt