Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

[1 eygardagur 18. juni 1983 11 tímar | Skjótt doyr allur í óvissu |trivnadur í býnum — um spíssarnir í Klaksvíkar Býráð áhaldandi sleppa at týggja sær við teirra ágangi ímóti frítíðar- og ungdóms- arbeiði í Klaksvík Norrona — stolt og snotuligt, men eitt vónbrot fyri gjaldandi ferðafólk Ein feroyingur sum er komin heim til Førovar í summarfri, heldur ikki, at Norrøna er tann rætta fyrimyndin, gimsteinurin, sum allir feroyingar eiga at vera stoltir av. Í ellum forum hevur skip- ið eina álvarsliga slagsíðu, sum krevur at rættast upp, um Smyril Line í framtíðini skal tryggja sær nekur gjaldandi ferðafólk Í óvissu bíðaðu vit á atløgubryggjunii Hanst- holm. Hornblásararnir kýttu seg, men aftaná ein tíma við marchum og eðrum tónum, uttan at nakað skip var í eygsjón, hildu teir uppat Ovitandi um hví skipið var seinkað stóðu vit á atløgubryggjuni og bíðaðu. Onkur var so heppin at fáa dintilin kloyndan niðurat í tí tronga bíði- rúminum, men har var lagt í frá pláss fyri okkum ollum Tríggjar tímar seinni kom Norrena. Vit sluppu umborð, men eingin gav okkum vanligu ferða- fólkum gætur ongin umbering ella gestus hóast skipið var seinkað. Aftaná at hava keypt okkurt at væta hálsvelarnar við uppi í barrini fingu vit at vita, at fyrsti drinkurin var ókeyp- is..!? — men ein góð máltíð til tey svongu bíð- andi ferðafólkini kom ikki upp á tal. — Vit hevdu sjálvandi væntað, at nú fór skipið at sigla. Men uttan at vita hví, fóru tað nú heilir 8 tímar áðrenn skipið sigldi. Leiðin gekk til Bergen har »litidvitandi« ferðafólk stóðu og bíðaðu eftir flaggskipi foroyinga. Tey innbodnu sótu væl — Tað skal ikki verða lastað starvsfólkunum nakað — tey vóru fitt og fyrikomandi, men heldur ikki tey dugdu at siga ferðafólkunum hvat ið var áfatt. Øll informatiónin var stutt sagt út av lagi. Men eisini var annað at fýlast á — ikki bar til at veksla pengar og servican av mati ruggaði ikki sum hon skuldi. Skipið kom á Havnina 11 tímar seinkað. Vit sum hevdu goldið eina erliga billet fyri at ferðast við skipinum høvdu mist nærum eitt hålvt døgn - uttan at vita hví og uttan so mikið sum at fáa eina matartuggu ókeypis hesa tíðina. Men onkur sat væl. Tíðindafólk og politikarar sóu ikki út til at mangla nakað. Tað kann væl vera, at nógvir av hesum trupulleikunum kunnu stavast frá manglandi til laging, at skipið er nýtt og manningin óroynd Men snobb, mannamunur og líkasæla kann ikki verða góðtikin av fólkum, sum hava goldið fullan pris fyri at sleppa til Førovar við hesum rutu skipi. hvers túrur gerst drúgvur við spill av tíð og utreidslum, og onki fæst ístaðin fyri tað mista sigur ein rættuliga onøgdur nýheimkomin feroy- ingur stra. Tað vóru ikki hissini kort formaðurin í mentunar- nevndini og býráðsfor- maðurin hevdu í hondini á fundi seinasta mánadag, tá ið teir spældu út. Klaks- vikar Ungdómsfelag og Norðoyar Heimavirki, ið sótu hinu megin borðið, hevdu fingið at vita, at ætlanin við fundinum var at umreða helisviðurskift ini annað stóð ikki á fundarinnbjóðingini. Ein bygningur aftrat rívast niður Jú, nú skuldi aftur ein bygningur rívast niður. Hesaferð vóru tað gomlu handilshúsini á Biskup- steð sum áttu tern. Hví, nær og til hvat dugdu teir báðir samgongumenninir ikki rættuliga at temja, men sum Ungdómsfelagið skilti, so bóðu teir báðir Asbjørn Lómaklett og Jógvan við Keldu feløgini óbeinleiðis um at pakka saman, tí bygningurin skuldi slættast við jerðina. — Ógreitt og luskut tykist útspælið frá býráðsspíssinum fyri okk- um. Okkum vitandi hevur ikki nakar sterri fundur verið um hetta málið, og ivasamt er tí, um hesir handla lógligt nú teir bera slík feigdartíðindi, sigur nevndin í Klaksvíkar Ung- dómsfelag. — Víðari fingu vit at vita, at býráðið kanska kundi vísa núverandi leig- arum á onnur høli ella grundeki, men hetta lá eisini rættuliga ógreitt. Okkum bleiv gjert kunn- i | ' a" % Nú hóttir Klaksvíkar byråd við at ríva húsini á Biskupstød, har Klaksvíkar Ungdóms- felag og Nordoya Heimavirki halda til, niður. Fyri stuttum vóru húsini hjá Olafi á Stongunum rivin niður. Nógv fólk argast um, at gomul hús hvørva, meðan aðrir bygningar — t.d. ein privat benzinstoð ugt, at vit kundu hugsa um steðuna til 1. septem- ber og síðani koma við ein- um útkasti. Stríðast fyri hugsjónini — Tað einasta vit hava at halda okkum til, er ein leigusáttmáli, sum tryggj- ar felagnum eina uppsagn- arfreist uppá tvey ár, men ikki nakað endurgjald fyri tær ílegur sum vit hava lagt í bygningin. Sum flestum kunnugt hevur K.U. lagt nógvar hundrað túsund krónur í bygningin umframt eitt ótal av arbeiðstímum Tá ið AL. á sinni trýsti Ungdómsfelagið at undirskriva leigusátt- málan vissaði hann tó okk- um um, at Býráðið als ongar ætlanir hevði við bygninginum, men at hann ikki kundi góðtaka nakran sáttmála, sum fevndi yvir fleiri ár, tí hann vildi ikki binda kom- andi býráð. — Men vit ætla okkum heldur ikki út við bræði, og vónandi verður steðan ein heilt onnur eftir kom- andi býráðsval, hóast vit ikki trúgva, at tað eitt samt býráð, sum í dag vil slætta alt tað góða gamla við jerðina, ístaðin fyri at hugna um tað ið vit eiga. Onkuntíð eigur mammon at leggjast uppá hillina og trivnaður og áhugamál at verða havd í huga. Um býráðið ger álvara av síni hóttan og felagið gerst heimleyst um tvey gamlar býarmyndir verður bygd ístaðin ár, er tað ungdómin tá, ein slík eirindaleys avgerð kemur at raka. Øgiligt er, um býráðslimir tá, við brosi á varrunum, fara at vaska sínar hendur. Ungdómsfelagið sigur, at um á stendur, so vænta tey allan stuðul frá teim- um mongu í býnum, eisini býráðslimir, sum stuðla felagið og tað ungdómsar- beiðið stílað verður ímóti. Upp og niðurgangstíðir vilja altíð verða, men hug- sjónin og ungdómurin vil altíð liva. Tí eiga tey ungu, og íkki minst býráðslimir og onnur vaksin fólk at stuðla ung- dómin, so nakað dygdar- gott kann spyrjast burtur- úr felagsarbeiðinum stra. Stór summarlega úti í Svino Sum nakað nýtt fer Ung- dómslandsfelag Feroya at skipa fyri einari umfat- andi feroyskari summar- legu. Frá fyrireikarum í U.L.F. frættist, at legan verður í døgunum 3.—7. august úti í Svínoy. Hug- skotið við summarleguni er at savna feroyskan ung- dóm til eina stóra tjald- legu, har felags tiltøk, samhald, kjak, upplýsing, dansur, føroyska náttúran og onnur ítriv eru stúttur- nar til felagstúrin. Í stór- VA an mun verður eisini stevnt ímóti at gera nýtslu av teimum meguleikum sum Svín- oyar bygd hevur tekar U.L.F. sigur, at hetta er fyrstu ferð at landsfelagið skipar fyri eini slikari legu, men vónandi ikki seinastu ferð. — Vit meta tað vera av stórum týdningi, at feroyskur ungdómur hitt? ist úti á einari feroyskari bygd og á tann hátt lærir hvenn annan betri at kenna — uttan rúsdrekka, men við samanhaldi og áliti til hvenn annan. Tað er 8 ungdómsfeleg sum eru limir í U.L.F. Tó er ætlanin at skipa so fyri, at eisini áhugaður ungdómur sum ikki er limir í nekrum limafelags- skapi skulu vera vælkom- in. Eisini gestir frå oðruim nordanlondum, sum U.L.F. samstarvar við, verða at síggja úti i Svin- oy í summar. Um mánaðarskiftið fæst nærri at vita um skránna, hvussu nógv legan fer at kosta og um meguligar treytir fyri tilmeldan. stra.