hósdagur 23. juni 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
tidindabladid
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ongan tjans — ongan ans
oddagrein
UM stutta tíð verður enn ein
Føroya Vika hildin í Føroyum.
Hesaferð verður hon í Norður-
landa Húsinum, so nú skuldi ídn-
aðurin havt tær bestu umsteður at
víst fram, tað hann í dag er førur
fyri at framleiða og víst á teir
meguleikar, sum liggja fyri
framman.
TAÐ er gott og neyðugt, at før-
oyingar keypa føroyskar verur í
stóran mun. Tað eiga vit tó ikki at
gera fyri ein og hvønn pris.
Okkara ídnaðarvirki mugu kenna
tað sum eina avbjóðing og eina
ábyrgd at gera dygdargóðar verur
til kappingarførar prísir.
TAÐ er heldur eingin ivi um, at
nógv av okkara virkjum eru før
fyri at rakka hetta mál.
TAÐ er tó ein sannroynd, at fyri-
tekur, virki, stovnar og einstak-
lingar sum keypa í Føroyum í dag
heldur fara til Danmarkar ella
annað land at keypa inn. Í Føroy-
um hava hesi bind fyri eyguni. Tey
vilja als ikki síggja, at vit eiga ein
ídnað, sum er førur fyri at hjálpa
teimum við hesum innkeypi.
DÓMI eru um nýggjar ídnaðarfyri-
tekur í Føroyum, sum í harðari
kapping við innfluttar verur hava
fingið fótin fyri seg. Hesar fyri-
tekur geva nýggj arbeiðspláss og
eisini møguleika hjá ungfólki at
koma í læru. Skulu hesi virki hava
nakran møguleika at yvirliva, tå
mugu vit eisini geva teimum ein
kjans — ella rættari — vit mugu
vísa teimum ans, tá vit skulu gera
eitthvert minni ella stórri innkeyp.
FYRI stuttum kundb vit lesa um
eina ávísa misnøgd við eitt åvist
bygdaráð í landinum. Tað snúði
seg um ein skúla, id er projekt-
eraður í Danmark av donskum
projekteringsfelag. Hesum mót-
mælti føroyska Arkitektfelagið,
sum visti á, at tað í dag er tørvur á
slíkum arbeiði hjá fleiri av
føroysku projekteringsfeløgunum
og at slikt arbeidi eins væl kann
gerast i Føroyum sum i Danmark.
Í HESUM vilja vit geva arkitekt-
unum fulla undirtøku. Vansin við
at vit fara til Danmarkar við slíkum
projekti er eisini tann, at donsku
arkitektarnir helst íkki kanna eftir,
hvat kann gerast í Føroyum. Teir
hava sínar kanalir, sum teir hava
gott samarbeiði við og endin
verður sum oftast tann, at donsk
virki gera størsta partin av arbeiði-
num. Hóast vit sjálvir kundu gjørt
tað.
naAnuivirRAMT kemur alt tað
leysa t.d. innbúgv, sum okkara
virki kundu gjørt. Men tey hava
als ikki fingið henda kjansin, tí
eingin gav teimum ans. Tey eru
við sviðið soð, áðrenn vit kunnu
byrja at tosa um góðsku og prís-
legu.
MEN eisini føroysku arkitektarnir
eiga at hava ringa samvitsku í
hesum so týðandi máli. Tí tíanverri
hendir tað ikki bert eina ferð men
oftani, at okkara egnu arkitekt-
feløg taka bind fyri eyguni í
Føroyum og taka bindið av í Dan-
mark. Har gera tey innkeypini til
projekt, tey eru við til at tilrætta-
leggja i Føroyum.
TAKA vit eitt dømi sum Hotel
Føroyar! Har setti Meistarafelagið
krav fram um, at føroyskar fyri-
tekur skuldu fáa loyvi at luttaka í
lisitatiónini av innbúgvinum, og
innbúgvið varð tí gjørt í Føroyum
uppá stytstu tíð og allir partar
vórðu nøgdir við úrslitið. Tað kost-
aði ikki hotellinum meira, enn um
tað høvdu verið útlendskar fyri-
tøkur, sum tað upprunaliga var
ætlanin.
HETTA skapti fleiri arbeiðspláss
og legði stødid undir nýggjari
framleiðslu.
AFTUR her síggja vit ta sann-
roynd, at virkini í Føroyum høvdu
ongan kjans tí eingin gav teimum
ans. Ikki fyrr enn víst varð á hetta
og trýst varð lagt á, vaknaðu teir
avvarðandi.
TAÐ skal vera okkara vón, at hes-
ar reglur fara at ljóða sum bergmál
kring Føroya land, soleiðis at vit í
framtíðini í hvussu so er fara at
geva føroyskum ans og á tann
hátt geva teimum ein ærligan
kjans at vera við í kappingini.
FØROYA VIKAN fer vónandi
eisini at taka hetta so týðandi mál
upp til viðgerðar.
Nr. 71 — 23. juni 1983
Svimjihylurin ov lítið opin
Endiliga fekk Havnin eina
innilokaða svimjihell —
langt eftir at tær flestu
stórbygdirnar og býirnir
hevdu fingið slíkar. Hóast
nógv tosaðu og brúktu seg
um hetta dýra og oyðsl-
uta byggjaríið, sum skuldi
forkoma Havnini fíggjar-
liga (sjálvandi mest tey
sum frammanundan ikki
lata tey nógvu oyruni í
skatti), so hevur nýggja
svimjihellin fingið góða
undirtøku og nógv rós
Nógv eru eisini tey, sum
farin eru at svimja dagliga
haruppi.
Men nú kom so býráðið
við nýggjum upp- og
afturlatingartíðum. Ser-
liga afturlatingartíðum, tí
nú er hellin ikki opin tvey
kveld og tveir seinrapart-
ar um vikuna. Hetta ger
sjálvandi tað, at vit, sum
fara til arbeiðis klokkan
sjey á morgni og ikki hava
frí fyrr enn klokkan fýra-
fimm, slettis ikki hava
meguleika at svimja tveir
dagar um vikuna. Nú vil
onkur siga, men so kunnu
tit svimja í degurðatíma-
num, jú, gamaní, men tá
er heldur ikki opið
Nakað soleiðis var
eisini, tá hellin læt upp, tí
tað var ikki opið seinra-
part leygardag, soleiðis at
ell tey sum arbeiða í
handli slettis ikki fingu
hevi at svimja leygardag,
sum annars er ein frídagur
og fólk tí hava meguleika
at njóta ein tíma haruppi.
Eisini skal minnast á, at
tá svomið verður reglu-
liga, og man fyrst kemur
út úr rytmuni, ja, so
minkar hugurin at fara
niðan uttan at man varn-
ast tað fyrr enn aftaná. Tí
hevur avgerðin hjá komm-
ununi at lata aftur tveir
dagar um vikuna uttan
iva sterri ávirkan enn bý-
ráðslimirnir, ella tey sum
seta upp- og afturlatingar-
tíðirnar, geva sær far um.
Tí skal ráð mítt vera: tá
handa dýra hellin nú er
bygd fyri okkara pening,
havið so hana opna, tá vit
hava meguleika at svimja
— eisini aftaná vanliga
arbeiðstíð.
svimjari
Meira brot
Nú kom fiskaselustjórin
aftur í Dimmu, og málaði
onkra ljósa striku, í svertu
mynd sína av marknaðar-
útlitinum, serliga fyri
toskaframleiðsluna.
Avrokningarprísir = og
avreiðingarprísir, við tí
festu játtan, sum Ráfiska-
grunnurin hevur á fíggjar-
lógini, eru so tætt knýttir
at hver eðrum, at tann
sum hevur eitt fast og
gott tak á tí fyrra, hann
stýrir eisini avreiðingar-
prísunum. Er so semja
um at bróta grein 2 í reglu-
gerðini fyri Ráfiskagrunn-
in, viðv. tí, sum er oman-
fyri 4 mill. kr. í tiltaks-
grunninum, gerst stýring-
in total.
Í løtuni loysir seg betur
hjá pertum av útróðrar-
flotanum at liggja, heldur
enn at fara til útróðrar.
Hetta veit fiskaselustjór-
in at gjaldast skal fyri
hvenn útróðrartúr. Hann
veit eisini, at hetta er
greitt brot á grein 2 í
reglugerðini fyri Ráfiska-
grunnin, umframt veit
hann, at ein útróðrarfloti
sum liggur, ikki gevur pro-
fitt í hansara lumma.
Tí má hetta ljósari útlit
hansara fyri seluni, sum
eru sera fá og sjáldsom, í
mun til tey svertu, vera
ein hálvkveðin vísa, sum
Ráfiskanevndin eigur at
taka til eftirtektar.
Teir prísir sum Ráfiska-
nevndin varð hótt og
tvingað, bæði við lockout
og eðrum, at lækka í úrtíð,
eiga at hækkast aftur í
stundini, í hvussu er allur
A-fiskur.
Mint verður á tað, sum
fiskaselustjórin sjálvsagt
»gloymdi« at nevna í
Dimmu, at dollaravirðið er
ógvuliga nógv hækkað,
síðan avreiðingarprísirnir
blivu lækkaðir, og skuldi
hetta givið grundarlag hjá
Landsstýrinum, at givið
loyvi til frávik. Tann
styrkti dollarin dregur
eisini oljuútreiðslurnar
upp, meðan prísirnir falla.
Mint verður eisini á, at
fiskaselustjórin, meðan
hann bardist fyri at fáa
avreiðingarprísirnar á
upsa niður, alment bar
fram, at av teimum fýra
krónunum (hví ikki 4,10
ella 3,90?), upsafram-
leiðslan kom at geva
minni pr. kg. á teim
marknaðum, hann nú fór
at selja til, mátti avrokn-
ingarprísurin niður við
tveimum kr. pr. kg. ella
50%.
Krevur hesin mikli
roknimeistari hetta, tá
marknaðarprísirnir lækka,
má tað vera rímuligt av
okkum, at krevja hetta
sama, tá prísirnir hækka.
Og hetta eigur Ráfiska-
nevndin at hava í huga.
Heitt verður á Ráfiska-
nevndina um at biðja
Landsstýrð um loyvi til
frávik, so avreiðingarprís-
irnir = kunnu hækkast
aftur. Landsstýrið fær av-
rit av hesum, sum vanligt.
Virðingarmest
Ísak Matras
0
Er