hósdagur 23. juni 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
TE
|
|
Nr. 71 — 23. juni 1983
Prísráðið
tíðindablaðið
leir kanningini hjá Brúkara-
felagnum upp:
| Handlar fáa
avaring
pt
„15
-. -
Úrslitið av kanningini hjá Brúkarafelagnum
48 handlar í Havn fáa nú
eina ávaring frá Prísráð-
num. Prísmerkingin hjá
teimum var ikki í lagi,
avdúkaði ein kanning hjá
Brúkarafelagnum herfyri.
Brúkarafelagið boðaði
Prísráðnum frá
kanningarúrslitinum, sum
vísti, at brt 15 av 63
handlum hevdu nóg góða
prísmerking í sýnisglugg-
unum.
Formaðurin í Prísráð-
num, Jarmund Thor-
steinsson, sigur, at ráðið
hevur viðgjert kanningina
hjá Brúkarafelagnum.
Teir handlar, sum ikki
fylgja lógini um pris-
merking fáa eina
ávaring.
Verður prísmerkingin
framvegis í ólagi, fer Prís-
ráðið víðari við málinum,
upplýsir Jarmund Thor-
steinsson.
Hann sigur, at tað er ov
tíðliga enn at siga, hvat so
fer at henda.
— Men kanningin hjá
Brúkarafelagnum verður
altso fylgd upp?
— Tað er ein sjálvfylgja
Men hevur ikki verið
ov illa ansað eftir, tá bara
15 av 63 handlum hevdu
prísmerkingina í lagi?
- Tað mást tú sjálvur
dema um.
Feroyingur fram-
úr gott students-
prógv í Danmark
20 ára gamli Tormóður
Stórá úr Havn hevur
tikið studentsprogv á
Høng Studenterkursus
vid 9,5 í miðal. Hægsta
karakterin, 11, fekk
hann í evnafreði.
Í einum tíðindabrævi
frá Heng Gymnasium,
Studenter- og HF-
Kursus verður sagt, at
Tormóður avgjerdi at
taka studentsprogv á
skeiði, tí tað gekst hon-
um ikki so væl í 1. g.
Hann kendi seg ikki
motiveraðan. Ein lær-
ari ráðlegði honum so
at fara á Høng Studen-
terkursus.
Og har gekst nógv
betur. Hann kendi seg
meira motiveraðan og
meira búgvna.
Tormóður Stórá
hevur ikki enn avgjørt,
hverja útbúgving,
hann nú skal velja. Tað
veldst um fíggjar-
steðuna, sigur hann.
Tíggju *
føroyingar
næsta skulaår
Skulin i Høng ger
nógv fyri at fáa
føroyskar næmingar.
Aftur i år sendi skulin
ein lestrarvegleidara til
Føroya at greida frå
skulanum og teimum
tilbodum, hann hevur
at bjóða. Eini hålvt-
hundrað uncir føroy-
ingar sýndu áhuga og
tíggju hava longu
melda seg til undirvís-
ingina komandi skúla-
ár, upplýsir skúlin,
sum í júst lokna skúla-
ári hevði 12 feroyskar
næmingar.
Heng er í Vestur-
Sælandi, umleið ein
tíma at koyra úr Keyp-
mannahavn.
hd
Sigur formaðurin í
Prísráðnum, sum íkki
vildi siga meira um tann
spurningin.
Hann sigur, at prísans-
ararnir eisini ansa eftir, at
prísmerkingin er í lagi.
Teir hava eisini fleiri ferðir
gjørt vart við vånaliga
merking.
Dagin eftir
fleiri prísmerki
Brúkarafelagið gjerdi
kanningina vikuna 24. mai
1. juni. Aftaná fingu
teir 63 handlarnir úrslitið
at vita.
Ein handil svaraði aftur.
Tað var LM-handlin, sum í
brævi til Brúkarafelagið
boðaði frá, at tann 2. juni,
t.v.s. dagin eftir at kann-
ingin endaði, vóru 15
ymiskar verur í sýnsi-
glugganum. 12 vóru væl
prísmerktar.
LM-handilin sendi Pris-
ráðnum og blødunum av-
rit av brævinum. Eisini av
brævinum, handilin fekk
frá Brúkarafelagnum. Í tí
brævinum stendur, at
bara ein lutur í sýnis-
glugganum hjá LM-
handlinum var prísmerkt-
ur, tá kanningin varð
gjørd.
Brævid frá Brúkara-
felagnum til LM-handilin
er annars dagfest 2. juni
hd
sosialurin
telf. I 1820
Síða 5
Pihl & Søn ger fundamentini til nýggju ítróttarhellina i Havn
Tvær havnir
seta liv aftur
i byggifelag
Framtíðarvónirnar í Foroyum hjá danska
byggifelagnum E. Pihl & Son vóru ikki
góðarí vetur.
Men nú hevur felagið fingið tvey havna-
arbeiði at gera og fer at geva tilboð upp á
tað triðja
Tað er eitt sindur frægari
enn tað var í vetur. Men
onki afturímóti teimum
góðu árunum.
Soleiðis lýsir Sten Balle,
stjóri hjá byggifelagnum
E. Pihl á Sen, steðuna í
Feroyum hjá felagnum.
Byggifelagið, sum hevur
verið í Feroyum síðani
1961, hevur nú aftur
nekur arbeiði eftir at tað
eina tíð í vetur sá rættiliga
svart út.
Felagið, sum í sínum
vælmaktsdegum i
Føroyum hevði 250 fólk í
arbeiði, hevur nú millum
60 og 80 á lønarlistanum.
Talið fer at nærkast
teimum hundrað, fær
felagið = onkur arbeiði
afturat nú beinanvegin,
sigur Sten Balle
Felagið bleiv í vetur og
vár liðugt við trý stór-
arbeiði, havnirnar á Sandi
og í Oyndarfirði og Hotel
Feroyar. Talið av fólki var
heilt niðri í 30—40 upplýs-
ir stjórin.
Tvær havnir
Men nú hevur E. Pihl á
Sen aftur tvær havnir at
gera. Í Runavík og Nóls-
oy. Í báðum plássum er
talan um at útbyggja
havnarlagið.
Hesi arbeiði kosta góðar
4 mill. kr. hvert. Bert E.
Pihl & Søn bjóðaði upp á
arbeiðið í Nólsoynni. So
tað var ikki trupult at fáa.
Arbeiðið í Nólsoy er longu
byrjað. Hinvegin fekk E
Pihl & Sen arbeiðið í
Runavík eftir at Kanjon í
Klaksvík meldaði frá.
Kanjon hevði annars
lægsta boðið. E. Pihl á
Sen næstlægsta.
Í Runavík eru teir farnir
at rigga til og arbeiðið
skal vera liðugt á jólum. Í
Nólsoynni verður ikki lið-
ugt fyrr enn næsta vár,
sigur Sten Balle.
Hann upplýsir, at teir
fara eisini at bjóða uppá
havnaarbeiði í Toftum.
Tilboðini verða latin upp
mánadagin. Og felagið er
eins og nekur onnur
byggifeløg, eisini biðið um
at koma við einum tilboði
upp á útstykkingararbeiði
úti á Fletum í Havn.
Og í Leirvík gera nakrir
mans og amboð hjá felag-
num brimgarð úr gróti-
num, sum kemur úr berg-
holinum. Hetta arbeiðið
verður gjert upp á rokn-
ing, sigur Sten Balle,
stjóri hjá E. Pihl & Søn.
hd