leygardagur 25. juni 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 25. juni 1983
tíðindablaðið
Foroya banki setur
útlánsrentuna niður
Galdandi frá 1. juli 1983
hevur Feroya banki sam-
tykt at seta útlánsrentuna
til vinnulívið niður við 1%
p.a. til umleið 14% p.a.
Esbern Simonsen sigur,
at í samband við at rentan
í løndunum uttan um okk-
um er fallin munandi,
hevur bankin samtykt at
seta rentuna niður við ein-
úm prosenti av lánum og
kredittum til alt virksemi
innanfyri fiskivinnu,
ídnað og handil
Innlánsrentan til øll við-
skiftafólk bankans verður
óbroytt, soleiðis at til
dømis uppsparing til set-
húsabygging vid rentu-
studningi frå ti almenna er
13'/2 % p.a. sum uttan iva
er hægsta renta id fæst i
løtuni.
Esbern Simonsen
heldur fram, at henda
lækking av útlánsrentuni
soleiðis verður fíggjað av
bankanum sjálvum, og vil
Føroya banki á henda hátt
hjálpa vinnulívinum at
minka um rakstrarút-
reiðslurnar
Likviditetsstødan
batnad
Samstundis upplysir
Føroya banki, at likvidi-
tetsstøda bankans er
batnað í fyrra hálvári, og
er tí lættari at ganga láni-
umsóknum á meti
Esbern Simonsen sigur,
at orsekin til at likviditet-
urin er nakað batnaður, er
at sterri byggiarbeiði eru
liðug og byggilán í hesum
sambandi eru avloyst av
endaligari fígging. Eisini
hevur rentufallið á láns-
brævamarknaðinum i
Danmark havt tann tydn-
ing at tað almenna og
onnur hava figgjad ymisk
tiltøk á henda hátt.
Frá komandi friggjadegi
fær vinnan biligari lån i
Føroya Banka
Nu fær Argir kirkjutorn
Tað hevur verið á skránni,
hverja ferð meinigheits-
ráðið hevur havt fund síð-
ani tíðliga í 1975.
Torn til kirkju- og missi-
ónshúsið á Argjum.
Leingi er tað, ið væl skal
vera, verður sagt. Og nú
hevur Argir fingið kirkju-
torn. Tað kom á einum
trailara mikudagin. Av
Tórshavnar skipasmiðju,
har tåa er sveisað og smíð-
að saman. Henning Mort-
ensen, sum situr í meinig-
heitsráðnum, fekk á sinni
litið upp í hendi at útvega
eitt torn.
Hann sigur, at talan var
eina ferð um at seta torn á
húsið. Men eftir ráðum frá
biskupinum bleiv hetta
ikki gjert. Húsini rigga
betur uttan torn, helt
hann.
Men nú er so avgjert at
seta tornið norðan fyri
kirkjuna.
Tvær klokkur
Henning Mortensen upp-
lýsir, at Hilbert Djurhuus
á teknistovuni hjá Tórs-
havnar skipasmiðju hevur
teknað tornið. Stál-
konstruktiónin er somu-
leiðis gjørd á skipasmiðj-
uni. Sverri Petersen hevur
timburarbeiðið um hond.
Meinigheitsráðið hevur
bílagt tvær klokkur úr Ál-
borg. Tvermátið á aðrari
er 85 cm og á hinari 64 cm.
Klokkuautomatikkurin
kemur í august og verður
settur upp tá, sigur Henn-
ing Mortensen, sum vænt-
ar, at alt arbeiðið við torn-
inum verður liðugt umleið
20. august, gongur eftir
ætlan.
— Tá tað ringir, rokni eg
við tornið fer at tátta upp í
móti 300.000 kr., sigur
Henning Mortensen.
Pengarnir eru
sigur hann.
Fingu klokku
úr Havn
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum varð vígt triðja
sunnudag í advent í 1974.
Húsið fekk eina klokku
sum gávu frá meinigheits-
ráðnum í Havn. Klokku-
stápilin er úr kirkju í Dan-
mark. Men skjótt eftir
vígsluna var farið at tosa
um torn og klokkuauto-
matikk. Orsekin til, at
onki torn varð gjert sam-
stundis sum húsið varð
bygd, var tann, at bygt
var í smáum. Í fyrsta um-
fari varð dentur lagdur á
at fáa kirkjusal og salir til
meti, sigur Henning
Mortensen.
Tað er ikki avgjert enn,
nær klokkurnar í kirkju-
torninum á Argjum skulu
ljóma fyrstu ferð.
tekir,
hd
Tornið verður klætt við hvítum stenitplátum, so tað
kemur at líkjast húsinum. Á takið verður lagt stál.
Tornið er 16 metrar hegt og góðar 8 m'.
Holini í stálkonstruktiónini passaðu til bóltarnar í
fundamentunum og so var tornið komið upp á pláss.
Tað vigar her 8 tons, stálið 5 og viðurin 3. Tá tað er
liðugt, kemur tað at viga 12 tons.
Grannunum nýtist tó ikki at bera ótta fyri at fáa tað
oman yvir seg í onkrum ódnarveðri. Ti teir 22 bóltarnir,
sumhalda tí, eiga hver at kunna halda 22 tonsum, hava
teir klóku roknað út. Kostnaðurin verður knappar
300.000 kr. Harav eru 125.000 kr. fyri klokkuauto-
matikkin.
Dálkingin stavar frá bóndagarði
Sandá varð dálkað av
um
Dálkingin í Sandá kemur
frá einum av bóndagerð-
unum í Havnrrdali. Fyrst
í hesi vikuni varð Sandá
dálkað av nýggjum.
Politiið fór á staðið og
nýggjum fyrst í vik-
at dálkingin
taðing av
heimara
fann út av
stavar frá
bønum á ti
garðinum i Havnardali
A politistødini verður
upplýst, at tveir mans
kannaðu alla ánna. Dálk-
ingin byrjaði við garðin.
Politiið sigur seg hava
greið prógv fyri, at dálk
ingin stavar haðani
Við hjálp frá pumpu á
traktori, rørum og einum
spreiðara verða teðini
sproytað beinleiðis úr
køstinum út yvir
Men hall er á bønum, og
tað nógva rennur út í eina
bein.
á, haðani tað so rennur
oman í Sandá. Politiid
sigur, at áin var brún og
illa dálkað
Heilsufreðiliga
stovan hevur tikið nýggj-
ar vatnroyndir úr ánni
Politiið hevði ikki í gjár
fingið úrslitið av kanning-
unum, men politiið vil
Starvs
hava staðfest, hvussu
vandamikið vatni er,
soleiðis at vissa fæst fyri,
um tað er skaðiligt hjá
bernum sum t.d. spæla í
ánni.
Politiið upplýsir frá
serkønum, at tå teð verða
sproytað út yvir be, skulu
tey verða tynt við vatni,
soleiðis at vatnmongdin er
eini 70%. Í hesum feri
hava teðini nærum ikki
verið blandað upp í vatn
Sakin er ikki liðug enn
Vakthavandi visti ikki at
siga, um politisturin, ið ar-
beiðir við málinum, hevur
tosað við bóndan um
málið.
jo-mo