Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

re" Í | É A ——— mere — Á ÁÁ LK {— Sme | Leygardagur 25. juni 1983 Atlantic Shellfish við tilboði til argjafólk: Orð og myndir: Jan Miiller Argir komandi skeljamiðste Eru argjafólk sinnað at luttaka í nýggjum projekti, fer hetta at geva 15 arbeiðspláss á Argjum í fyrsta umfari Fara argjafólk at taka undir við ætlanini at byggja eina skeljamidstød á Argjum og tekna parta- pening í eitt slíkt virki, so er ætlanin at byrja beinan- vegin — at byggja ein bygning við sjóvarmálan. Hetta kom fram á einum almennum fundi í Argja skúla seinasta hóskveld. Á fundinum greiddu Knút Nolsee frá Atlantic Shell- fish og Tórmóður Dahl, ídnaðarráðgevi frá ætlan- ini. Knút Nolsee greiddi frá, at ætlanin er at seta upp ein bygning, sum skal virka sum miðsteð fyri viðgerð, pakking og selu av ymsum skeljafiska- verum. Miðsteðin fer at virka eins og Mjólkavirkið í Hoydelum. Kring landið verða settar upp knúsi- maskinur og konteynarar til at flyta knústa gággu og annan skeljafisk við til miðsteðina á Argjum, har so fiskurin verður góðsk- aður til ud endamál og tann marknað, sum ætlan- in er at fara til. Atlantic Shellfish, sum í dag er í ferð við at byggja upp eina kræklingaalistød í Kaldbaksfirði, hevur við Argjafólk lurtaðu og spurdu hesi ætlanini slept upp- runaliga tankanum um at byggja eitt virki á Kald- baksfjørdinum. Orsøkin er tann, at felagið heldur tað ikki vera rætt at leggja slíkt virki har sjálv alingin fer fram. Ein fundur hevur verið við bygdaráðið á Argjum, sum er sinnað at stuðla hesi ætlanini, tí tað er tervur á arbeiðsplássum á Argjum. Virkið, sum her er talan um at byggja, verður ikki eitt nýtt Oyravirki. Hetta virkið fér at arbeiða annan skeljafisk og góðska aðra veru enn hana tey viðgera á Oyri í dag. Virkið skal serliga tkaa ímóti aldum kræklingi og gággu. Kræklingurin verður aldur á alisteðini í Kaldbaksfirði. Fyrsta árið er ætlanin at taka ímóti 100 tonsum, men so hvert verður framleiðslan ekt til nekur túsund tons. Gággan, sum ætlanin er at fáa frá bátum nógva staðni frá, verður brúkt til agn og matna. Knút Nolsee segði at gágguríki- dømid kring Føroyar er stórt, ikki bert inni við land, men serliga úti á dýpunum Atlantic Shellfish hevur annars tikist við ymsar royndir. Eitt nú at trola eftir æti og krill. Hesar royndir vísa, at tað er ómetaliga nógv til av hes- um skeljadjórum kring Feroyar. Virkið á Argjum skal so eisini taka ímóti æti og krill, sum skulu nýtast í framleiðsluni av aldum fiski serliga sum smakkleyst litevni. Alt, sum verður tikið frá undir góðskingini av skeljafiskinum, verður brúkt til eitt nú fóður til fiskaaling. Hetta er av besta fóðuri. Sostatt verður eingin dálking frá virkinum, men alt verður brúkt. Royndir hava eisini verið gjørdar við veiði eftir roynkilsi. Hetta er fiskur, sum í dag íkki verður veiddur, men laksaskipini siga, at tað er ógvuliga nógv til av hes- um fiskaslagi. Her eru tað so rognini, ið kunnu brúk- ast sum kaviar. Maskina er gjørd til at viðgera hesi rogn og vísir hon seg at virka eftir ætlan. Eisini marknaðurin er kannaður og vísir tað seg at vera góðir meguleikar at selja rognini 7—8 mill. kr. Samlaða projektið er mett til 7—8 mill. kr. Harav fara tær 3 mill. kr. til bygningin å Argjum, meðan 4 mill. kr. fara til alingina av kræklingi og veiðuorku eftir skeljafiski. Felagið Atlantic Shell- fish, sum varð sett á stovn í 1977 við tí fyri eyga at ala, veiða, viðgera og selja skeljafisk, hevur nú parta- pening uppá 130.000 kr. Meira er teknað. Ognin hjá felagnum er mett til 200.000 kr. Nú ætlanin er at fáa í gongd av álvara, er brúk fyri 1 mill. kr. í parta- peningi. Knút Nolsee vónaði, at argjafólk fara at vísa hes- um tiltaki ans og tekna partapening. Tórmóður Dahl segði, at Argir í dag er eitt hugna- ligt og vælhildið pláss, men hann helt tað vera spell, at eingin ídnaður er á Argjum. — Tað kann tykjast ein- um, at Argir er vorðin ein sovibýur, men vónandi fara fólk her á plássinum nú at stuðla hugskotum, sum kunnu skapa arbeiðs- pláss, segði ídnaðarráð- gevin Hann helt, at eitt slikt virki fer at hava góðar meguleikar ikki minst at ein partur av ráveruni, gággan, kann gerast ein sera góð seluvera í fram- tíðini Tórmóður Dahl segði, at tað er spell, at Síða9 | tosið um gágguna er kom ið á eina skeiva hill, har roynt verður at gera gjeldur burtur úr ístaðin fyri at síggja hesar nýggju meguleikarnar