Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari; p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 UNDAN seinasta løgtingsvali varð dúgliga ført fram, hvussu tåsitandi landsstýri hevði greitt sínar uppgávur. Serliga funnust sambandsmenn at fíggjarviðurskiftunum. Teir vóru púra ósamdir við Javnaðarflokkin í tí, at vit skuldu brúka mestu orkuna til at upp- Eitt vanstýri byggja samfelagið við at gera ílegg- ingar í vinnulívið, samferðsluna, út- búgvingina. Tað, sum var galið, søgdu sambandsmenn, var tað, at vit brúktu ov nógvan pening til hesar grund- uppgávurnar í samfelag- num. Vit brúktu ov nógv, stýrisflokkurin eisini. Tað var neyðugt at spara, at leggja stilt á mest møgu- leggjandi ligum økjum. HETTA eru sannroyndir, ið ein lættliga segði Sjålv- SJÅLVSTYRISFLOKKURIN trúliga gingið í somu fótasporum og hevur ikki á nakran hátt megnað at skapa nakra broyting i nøkrum. Tað týðuligasta dømi um evnaloysi lands- stýrisins er tað, at uttanlandsskuldin er skjótt ferfaldað og skattarokningin hjá tí einstaka borgaranum er so Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 kendar, so er tað nett tað, sum tíverri í stóran mun hevur eyðkent og eyð- kennir løgmann. UNDIR hansara 3 ára stýri eru útreiðsl- urnar í føroyska samfelagnum so munandi bólgnaðar sum á ongum sinni. Uttan at nakað er komið ístaðin. Bert eftir einum ári varð fíggjarlógin hækkað við 25%. Síðani eru útreiðslur- nar hækkaðar hareftir. hevur óhugnaliga stór, at annarhvør er um at hokna. Harafturat eru flestu gjøld í kann kunna seg við, men tá vit síggja løgmann monnum og skirir teir leggja eftir javnadarting- lættisoppa- samfelagnum stórliga hækkað. HETTA er rokningin eftir at vit hava havt borgarligt stýri nú í skjótt 3 ár. Luttakið í almenna orðaskiftinum í Sosialinum — skrivið vinarliga stutt og greitt Kommunurnar og privata vinnulivið A starvsnevndarfundi 24. juni varð samtykt at svara fyrispurningi frá Leifi Niclasen soleiðis: Tá Leif Niclasen, um- boðsmaður fyri Sunda kommunu, í brævi dagfest 26. mai 1983 vendir sær beinleiðis til starvsnevnd- ina við einum fyrispurn- ingi, ið hevur almennan kommunalan áhuga, so verður nevndin at svara. Tá spurningurin snýr seg um lógarmerk fyri kommunalum tiltøkum, so itti spurningurin at verið vendur til landstyrid, ið er tann stovnur, sum skal hava eftirlit við at komm- unurnar halda seg innan fyri teir karmar, sum kommunufulltrúin setur. Landsstýrið hevur longu givið kommununum loyvi at seta pening í pri- vat virkir, so neyvan fer landsstýrið at siga, at tað hevur givið kommununum loyvi til nakað, sum ikki hevur lógarheimild. Starvsnevndin i kommunufelagnum er ikki ein dómstólur, og kann so- statt ikki siga, um tað er lógligt ella ólógligt at kommunurnar seta pening í privata vinnulívið. Tá tað, at seta pening í privat virkir, eftir okkara samfelagsskipan verður hildið at fella uttanfyri kommunalu verkevnini, so má haldast, at tað krevur lógarheimild, at fara inn á eitt eki, sum ikki er kommunalt. Um komm- unan setur pening í eitt virki, so hava øll virkir í kommununi krav uppá pening frå kommununi, um ikki mannamunur skal verda gjørdur. So einans tað at avmarka hverji virkir kommunan kann seta i, krevur lógarheim- ild, tí eitt tað fremsta, ið áliggur einari kommunu, er at tæna ellum borg- arum uttan at gera mannamun. I veruleikanum hevur landsumsitingin = villleitt kommunurnar. Um lands- stýrið meinar, at kommun- urnar eiga at fáa heimild at seta pening í privat virkir, so átti tað at farið til løgtingid, sum er lóg- gåvuvald, við einum lógar- uppskoti, sum kundi givið kommununum heimild at sett pening í ávís virkir. Landsstýrið hevur tikið sær eina heimild, sum tað ikki hevur fingið frá log- tinginum, og tí tikið løg- tingið av ræði. At tingið ikki mótmælir, gevur ikki landsstýrinum heimild. í Nú er ein stórur partur av kommunufulltrúini bygdur á sidvenju, og er tá ikki altíð talan um skrivaðar lógir, men tað at geva einstøkum borgarum pening úr kommunu- kassanum kann ongantíð gerast sidvenja, til tess krevst lógarheimild. Til demis kunnu kommunur- nar ikki veita sosialhjálp uttan lógarheimild. Tað verður ofta sagt, at kommunulógin ikki bann- ar kommunum at seta pening í privat virkir. Har- til er at siga, at komm- unulógin er ein lóg um hvussu kommunurnar verða stýrdar, men ikki sigur nakað um verk- evnini hjá kommununum. Skyldurnar og heimildir- nar eru at finna í eðrum lógum og siðvenjum. Sum Leif Niclasen nevn- ir í brævinum, eru kommu- nalpolitikararnir valdir at taka sær av verkevnum, sum hava alment gagn skúlar, ellisheim, so sum læknahøli, renovation, heilsu- og umhvørvismål vegir, havnir, lendingar og annad. Sjålvandi kann tad verða sagt, at arbeidsplåss i kommununi hava alment gagn, og kommunurnar hava vanliga hildid seg til at skapa tiltøk, sum al- ment kundu fremja vinnu- livid. Tey virkir, kommunur- nar hava sett pening i hava vanliga verið virkir við nógvum arbeiðspláss- um, so vanliga hava hesi virkir havt alment gagn. Um kommunurnar i størri mun skulu tilat virka sum ídnaðargrunn- ur, so krevur hetta at kommunurnar koma undir eftirlit, sum eisini umfatar skynsemi í gjørdum iløg- um. Tað vanliga er, sum Leif Niclasen eisini eigur, at tað at seta partapening í eitt virki er ein avgerð, sum hver einstakur tekur. Nr. 74 — 30. juni 1983 Um kommunan setur partapening i eitt virki, so hevur hon gjørt hvønn ein stakan borgara, kanska ímóti hansara vilja, til partaeigara, og slíkt kann ikki verða gjert uttan lógarheimild. Starvsnevndin vil ikki venda sær ímóti, at komm- unur hava sett parta- pening í virkir, tí hetta hevur óivað verið menn- andi fyri fleiri kommunur, men hon metir at hetta er ein spurningur, ið eigur at verða tikin upp av leg- tinginum, so kommunur- nar vita hvat tær skulu halda seg til. Fyri at taka aftur í sjálvan spurningin: Er tað lógligt, at eitt bý- ella bygdaráð setur pening í privat handils-, ídnaðar-, skipa- ella líknandi felag? Til hetta er at siga: Í dag er eingin lóggáva á hesum økinum. Vegna starvsneundina Jens Dalsgaard, skr. Hatur og diktatur — ein kanning av Fólkaflokkinum Tann, sum i hesum døgum opnar Dagblaðið, fær eina strálu av hatri upp í and- litið. Hatri til russarar og arabarar, hatri til sosial- istar og friðarfólk, hatri til kvinnurerslu og arbeiðara- rerslu, hatri til mentan og list, hatri til upplýsing og vit og skil. Hatur, hatur, hatur. — Men einki hatur til pengar og pengavald. Hetta er tankavekjandi. Tað, sum vit feroyingar nú lesa í DAGBLAÐ- NUM, eiga vit at leggja okkum í geyma. Vit minnast, hvussu hesin flokkur kom í: Pengamenn høvdu í 1930- unum stovnað egnan flokk undir tí lutfalsvíst erliga navninum Vinnuflokkurin (t.e. vinnulívsflokkurin, sum jú er tað sama sum pengamannaflokkurin). Men fyri at tryggja sær stuðul millum veljararnar fingu pengamenninir tann borgarliga partin av sjálv- stýrisrersluni í part við sær við at stovna Fólkaflokkin. Við hesum navnaskifti hongdu pengamenninir ein blíðan gekkaskort upp fyri ta misháttu gronina, men innihald og ætlan floksins broyttust ikki eitt vet. Hetta kunnu eldri fiski- menn og onnur tosa við um: Fólkaflokkurin terror- iseraði eðrvísi hugsandi undir krígnum, menn blivu koyrdir í land, aðrir fingu ikki kjans, fyrr enn teir hevdu boygt seg. Nógvir fólkafloksmenn vóru opinlýst nazistar. Fólkaflokkurin er íkki fólksins flokkur, men pengaposans. Flokkurin vil ikki fólka-ræði, men penga-ræði. A sama hátt sum hansara navn er falskt, er hansara boðskapur falskur. Hann sigur seg vera fyri demo- kratii, fólkaræði. Men hann er fyri diktaturi, pengaposans —diktaturi. Hetta kann prógvast: Tá ið hervaldið og kapitalist- arnir í Chile saman við CIA koyrdu tann fólka- valda demokratin Salva- dor Allende frá og drupu hann, vakti tað mest sum ovfarakæti á Dagblað- num. Fólkafloksblaðið skrivaði gleðistrálandi um niðurheglingina av demo- kratinum í Chile, at »tad var gott, at hann (Allende) FEKK SPARKID«. Ti ein ávaring til Føroya fólk: Haldið tykkum burtur frá Fólka- flokkinum! Blað hansara vísir, at hann er fascistisk- ur. Hann vil militarisera Feroyar. Fær hann sín vilja, so skulu feroyskir dreingir gera hertænastu og læra at handfara dráps- vápn. Hann vil selja Feroyar til teirra, sum vilja draga okkum upp í stórveldaklandrið. Og hví skulu vit halda, at hann virðir okkara demokrati meiri enn tað chilenska? Vit feroyingar eiga at taka okkum saman og geva Fólkaflokkinum sparkið á komandi løgtingsvali, tað vil siga á fult demokrat- iskan hátt. Einum flokki, sum prædikar dik- tatur og fólkahatur, hava vit ikki brúk fyri. Getutróndur Áminning til løgmann Harra legmaður: Undir- ritaði loyvir sær hervið at minna tygum á fundin, tygum hevdu við átta menn tann 23. nov. 1982, umboðandi Meginfelag Utróðrarmanna, og tey lyftir, tygum góvu hesum monnum. Væl mugu tygum metast at vera sera nógv upptikin, men her eru tó farnir meira enn 7 mánaðir síðan tað akuttu støduna, vit vidgjørdu, og sum ikki er vorðin minni álvarslig síðani. Nær frætta vit frá tyg- um, harra løgmadur? Fyri at minka um møgu- ligt uttanumtos, skal verða tygum upplýst, at starvsnevndin er vitandi um álitið frá Ráfiska nevndini. Gott nokk er okkara umboð í Ráfiska- nevndini óvitandi um hetta álit, so vit gittu, at formaður, skrivari, ella báðir stóðu fyri hesum áliti. Vit eru eisini vitandi um, hvat innihaldið er í høvudsheitum, men vit eru óvitandi um, hví hetta er vorðið skuffulagt. Tey fundarboðini tygum tosaðu um tá, harra leg- maður, nær koma tey? Henda áminning er frá undirritaða persónliga. Forslær ikki við einari redd, eiga fleiri at fara at hoyrast seinni. Virðingarmest Ísak Matras ASS UR SN