týsdagur 12. juli 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevarl; p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Undirgrundin er avreidd
AT BORGARLIGA landsstýrið við
Paula Ellefsen á odda og við sjálv-
stýrisflokkum sum samgongu-
partnarum hava avreitt føroysku
undirgrundina, stendur nú púra
greitt.
HETTA KOM fram á pressufundi í
samband við almennu vitjanina
hjá danska forsætisráðharranum
— ideologiska bróðuri løgmans og
Sundsteins — Poul Schliiter. Har
fekst at vita — sum eisini varð
greitt frá í seinasta blaði — at sett
verður ein n„skjóttarbeiðandia
nevnd við eins nógvum donskum
sum føroyskum limum. Við føroy-
ingi sum formanni.
DANMARK og Føroyar fåa sostatt
»en gensidig vetoret« sum Ritzau
tekur til. Ritzau tidindastovan
leggur somuleiðis dent á — so
sum rætt er — at: „Det færgiske
landsstyre bøjede sig for den
danske regering, og indviligede i
at føre de fremtidige forhandi-
inger om udnyttelse af råstoffer i
den færøske undergrund ud fra
det ligestillingsprinsip, som
gælder for den grønlandske
undergrund.« Greidari kann av-
reidingin valla orðast.
AT LOGMAÐUR uttan iva frødist
um eina tílíka gongd kann neyvan
undra nakran. Men hvat siga
Fólkaflokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin? Tað var serliga Fólka-
flokkurin sum legði so stóran dent
á yvirtøkuspurningin av undir-
grundini, tå verandi landsstyri
varð skipað. Svarið hava vit longu
fingið. Tað stóð í Dagblaðnum
longu fríggjadagin. Sigursælan
stendur um fyrstusíðu greinina
har Dagblaðið metir møguleika nú
fyri, at undirgrundin kemur á
føroyskar hendur.
HETTA MÁ vera fólkaflokslogikk-
ur við lít, tá vit samstundis vita, at
avtalan ber í sær vetorætt frá báð-
um síðum. Dagblaðið harmast um,
at tað enn ikki ber til at fáa at vita,
hver hin føroyski formaðurin i
nevndini verður, men um vit fara
at gita, at tað verður formaður
Fólkafloksins, Jógvan Sundstein,
munnu vit ikki fara at vera langt
av leið.
TÁ KANN hann enn einaferð hava
teir neyðugu 14 dagarnar at
sprakla í, fyri síðani at slúka dikta-
tið frá samgongumanni sínum
Paula Ellefsen, sum hann er vanur
til Somuleiðis kann hann hósk-
andi nýta somu 14 dagar til at
leggja sær orðini til rættis, sum
skulu greiða Feroya fólki frá, hví
ikki gekst sum hann hevði vónað.
HVOR FØROYSKI nevndarfor-
maðurin verur, er sum sagt enn
bert nakað vit gita okkum til, men
eitt stendur tó í dag rimmarfast.
Og tað er, at sitandi samgonga við
hesi avtalu hevur avreitt føroysku
undirgrundina.
Atlants-
havinum til selu
til hægstbjóðandica
land enn so. Men sam-
= -
|
„ formanni
(Hákun Djurhuus) undir
Hetta er tað Ó.J. Rólants-
son á Dagblaðnum fær
burtur úr uppskoti fram-
burðsfloksins til eina
loysn av hernaðarmáli-
num í Feroyum.
Óla Jákup Rólantsson
hevur skrivað nógvar
góðar greinir, sum eg taki
fult og heilt undir við —
t.d. tann um Friðargong-
una í Mjerkadali — hon
var heilt í tráð við mína
hugsan. Men hesaferð eru
vit ikki samdir — og langt
ífrá!
Ég var ein av teimum
sum søgdu gott fyri
hesum brævi, og tí kenni
eina ábyrgd at koma við
eini rættleiðing, tá tað
tykist at O.J.R. er ikki
einsamallur at misskilja
tað heila (eftir okkara met-
ing).
Vit eru ikki fyri at selja
Feroyar — og langt frá tí!
Vit eru betri við okkara
stundis ásanna vit, at
heimurin ikki er tað friðar-
stað, vit kundu ynskt
hann var, men fyri tann
skuld fara vit ikki eins
„fólk fyri frii« at grava
hevdið niður í sandin.
Stutt sagt: har er munur-
in.
Framburðsflokkurin
hevur ikki fingið Nato til
Feroyar, men kann Ó.J.R.
siga sín flokk heilt frían?
Minnist meg rætt,
stendur navnið á fyrrv.
Fólkafloksins
onkrum skjali á samband
við Mjerkadalssteðina av
fyrstu tíð. (Um eg fari
skeivur her, kanska onkur
ger so væl at rættleiða
meg).
Eg eri so mikid gamal,
at eg minnist væl Pålma-
sunnudag i 1959, tå vit
tjóðveldismenn (tad var eg
tå) skipaðu fyri mótmælis-
mótteku av P.M. Dam
sála (fyrrv. form. javn-
aðarfloksins), tá hesin,
kroystur av denum ella
sínum kammeratum — við
Heimastýrislógini, >Fræl-
sisbrævið mikla« sum
hann var vanur at málbera
seg, royndi at sannfera
føroyingar um, at hetta
varð lukkan fyri feroy-
ingin, tí nú fingu so og so
nógvir mans arbeiði við
vegagerð og at byggja
sjálva steðina. Henda
steð, sum fór at gera
sigleingina hjá feroy-
ingum nógv tryggari — ja,
sjålvt »Hans Hedtoft«,
sum var sokkin stutt áð-
renn, kundi verið bjarg-
aður, um bert henda góða
radarstød, var fyrr á veg.
Hesa taluna helt P.M.
Dam av brúgvavonginum
á tåverandi »Tjaldrinum«
Eg arbeiddi hjå abba-
num, sum eg eiti eftir —
keypti fisk og skar flak
o.a. tílíkt, men síðan bleiv
selt. Helið var á leið har
sum 14. September heldur
til nú í Vágsbotni. Eisini
koyrdi eg út itl handlarnar
at selja. Hetta varð gjert
við einum veruvogni, sum
var keyptur til sama
endamál. Henda sama
veruvogn varð eg biðin at
læna — minnist ikki av
hverjum, meguliga av
Gunleivi Dalsgaard — til
at koyra nekur mótmælis-
skilti úr Sjónleikarhúsi-
num oman á Vaglið. Um
Trellaklipparin ella onkur
annar gávuríkur maður á
tí ekinum hevði gjert tey,
veit eg ikki.
Eg helt sum so, at hetta
við nevnda grena veru-
vogni fall uttanfyri mítt
arbeiðseki, so eg mátti
heldur spyrja abba um
loyvi fyrst. Tá hann so
hoyrdi hetta smíltist hann
við og helt, at teir máttu
royna at finna onkran
annan at lána frá. Hetta
var ein erlig steða og hana
góðtók eg.
Nógv vatn er runnið í
havið síðan vit fingu tað
sokallaða „Sjálvstýris
landsstýrið<. At tað ikki
bleiv til nakað Sjálvstýris-
landsstýri, uttan av navni,
kunna vit takka Fólka-
flokkinum fyri.
Ikki minni enn tveir
tjóðveldismenn høvdu vit
í landsins stjórn, nevniliga
Karstin Hoydal og Erlend
Patursson. Teirra skreytir
í landsstýrinum munnu
tey flestu vaksnu minn-
ast, so óneyðugt skuldi
verið at gjert meiri burtur
úr tí.
Stutt og greitt: >Early
Warning< steðin, sum
danir hava trýst yvir
hevdið á feroyingum,
uttan at vit at kalla — við
undantak av Hákun D. og
P.M. Dam, sála — eru
eftirspurd, minkaði ikki so
mikið sum ein tumma í
stjórnartíð Erlends!
Vit eru, mær vitandi, iki
spurd um vit vilja vera
limir av Nato ella ei, og er
tað hugstoytt fyri okkum í
Framburðsflokkinum, tá
hugsað verður um at í
stevniskrá floksins
stendur m.a. heilt týðu-
liga, at vit >seta fólkaræð-
ið í hásætðið og menn-
iskjuna í middepul«.
At vit eru vestansinn-
aðir, hava vit ongantíð
dult fyri. Somuleiðis at vit
av ellum alvi vilja berjast
í móti kommunismuni, so
hon ikki fær ov stórt vald
her á landi.
Sjálvandi skal tað
standa fólki frítt at velja
teir um tey eru nóg býtt til
tess. Men vit seta fólka-
ræðið í hásætið og vita
vit úr nærmast óteljandi
londum, at koma kommu-
nistarnir til valdið, tå eru
teir ikki so fagurlætnir
sum her heima hjå okkum.
Her låtast teir sum verja
teirra minnimentu og såa
misálit á demokratisku
skipan okkara og royna at
máa steðið undan, t.d. inn-
an skúlagátt og sokall-
aðum friðargongum, væl-
vitandi, athon bert kann á-
virka Vesturheimin. Sosi-
alistisku londini hava jú
nærum altíð ein gangandi
aftanfyri við riflu — um-
framt KGB við sínum re-
volvarum, sproytum o.g.
Tað er ógjerligt annað
enn at vera anti-kommu-
nistur og berjast móti slík-
um devulskapi, tá vit seta
persónliga frælsið so hegr,
sum vit gera.
Nú er loyvi givið til at
byggja barakkir í Mjørka-
dali. Skilabetri mátti tað
verið at Tórshavnar
kommuna fekk grundeki
til taks í býnum til tær. So
var meguleikin seinri at
umbygt hesar fyri lítlan
kostnað til sosialar íbúðir.
Óivað vil ein ávísur tervur
altíð verið fyri tí.
Mjerkadalsmenninir
kundu koyrt aftur og fram
við bussi teir hava til tað
sama. Hver ið hevur givið
teimum loyvi at reka buss-
vinnu, við útlendskum
nummarplátum, í kapping
við aðrar busseigarar, veit
eg ikki. Mær kunnugt er
lóg sum sigur, at tú fært
bert loyvi at koyra í uml. 6
mánaðar við útlendskum
plátum. Meinar O.J.R. ella
Fólkaflokkurin at teir ikki
hava ráð at gjalda veg-
skatt, sum allir bileigarar
annars eru noyddir til. Vit
mega gjalda rættstundis
annars verða nummarplát-
urnar tiknar av og er tað
sjálv legreglan sum hevur
hetta um hendi. Hví fer
legreglan ikki og tekur
tær ólógligu pláturnar av
Mjørkadalsbilunum og
Marinusteðbilunum?
Nr. 79 — 12. juli 1983
Óla Jákup rósar síðan
Chruchill fyri, at hann
sendi eina verjustyrkju til
Feroyar. Har eru vit
samdir aftur. Flestu feroy-
ingar mundu heldur vilja
hava bretar enn týskarar
higar.
Síðan reksar o.J.R. alt
sum bretar ofraðu — bæði
pengar og fólk — fyri at
verja Feroyar, og leggur
aftur at, at vit fingu onga
rokning fyri alt hetta. Og
hver mundi so tann veru-
liga orsekin vera?
Veit Óla Jákup Rólants-
son ikki, at í mun til fólka-
talið, mistu feroyingar
fleiri mannalív av krígs-
ávum enn bretar? Og
sendu vit teimum nakra
rokning fyri tað?
Chrurchill var so takk-
samur fyri at vit feddu
teir við fiski undir krígn-
um, at hann lovaði ongan-
tíð at gloyma føroyingum
tað. Hvussu væl helt tað
lyfti? Tað er ikki so langt
síðani, at føroyskur trolari
sigldi millum ymsar býir í
Skotlandi, inntil fiskurin
varð ov gamal, tí hann
slapp ikki at selja hann til
eitt Nato-land. Hetta
sama land, sum Churchill
stóð á odda fyri í síni tíð.
Nú veit eg ikki um ola
Jákup Rólantsson tosar
fyri allan fólkaflokkin,
vónandi ikki. Um so er, so
sleppa teir vælsaktans at
broyta meining, tá ið teir
fáa eyguni upplatin.
Vit eiga bert tveir mans
á tingi enn, so vit noyðast
at fáa aðrar skilagóðar
kvinnur og menn at taka
undir við okkum í Fram-
burðsflokkinum til tess at
fáa broyting í — landinum
at gagni.
Aðalspurningurin, sum
skilir okkum frá Óla
Jákup BRólantsson og
nógvum eðrum — tó
kanska ikki so nógvum,
sum teir halda. Kavbáta-
gelan í Sveríki og nú í
Noreg, hevur uttan iva
loypt kvedd í mangan fer-
oying. Neyvan fáa russar
føroyingar at trúgva, at
hesi bæði londini eru ein
hóttan móti tí stóra og al-
brynjaða Russlandi. Tí
vilja vit loyva Nato at
vera her sum leigubúgvar,
men ein og hver sum býr
til leigu má gjalda leigu.
Um tað skal verða pen-
ingur ella toskatons, tað
kunnu vit trætast um,
men vit vildu heldur havt
fiskiloyvi (Natolondini
eiga bæði) Leiga skal
gjaldast og meta vit, at
teir hava ráð til tess. Tað
skal ikki sum higartil vera
danir sum fáa ágóðan so
ella so.
Vælsignaðir, allir tit, ið
bera sjálvstýrisneistan í
barmi, hjálp okkum í
Framburðsflokkinum við
hesum stórmáli.
Feroyar eru okkara land
og ikki til selu. Hverki til
Nato ella Warzawasam-
gonguna!
Við sjálvstýriskveðu.
Chr. Holm-Jacobsen