Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-07-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juli 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 14. juli 1983 Hevur landsstyrid havt loyniligar samráðingar við ríkið ? Undir vitjan Poul Schlúters, statsminist- ara í seinastu viku undir- strikadi Pauli Ellefsen, løgmaåur, at ferðin hjá statsministaranum ikki kom at bera i sær nakra stødutakan av politiskum slagi, men harafturímóti var hetta ein Føroyaferå, tann fyrsta hjå Schliiter, sum skuldi gera hann kunn- ugan við landið, hann skuldi bert hoyra og siggja Men hetta er ikki meira enn sagt, tå vit hoyra tidindi uttanifrå, at sami legmaður PauliEllefsen hevur tikið stig til stórar politiskar avgerðir, sum kunnu koma at hava álvars- ligan týdning fyri Feroy- ar. So álvarsligar, at tann parturin av Feroya fólki, sum framvegis er av teirri hugsan, at sam- vinnan millum Feroyar og Danmark eigur at verða varandi, er vorðin skelkaður, tí útleggingin av steðutakan formans Sambandsfloksins er segd soleiðis í >Berling- ske Tidende«, hesum blaði, ið stendur Poul Schlúter nær, nevnliga: „Det er endnu uafklar- et, om indtægterne fra en fremtidig rástofud- vikling skal modregnes i det danske tilskud til Færøerne, der for tiden er ca. 400 mill. kr. årlig.« Hetta at Berlingske Tidende tekur upp iva- Lesnaður til alla familjuna spurningin um mótrokn- ing í statsstudninginum, sigur okkum somikið, at her eru veruliga farnar fram tingingar sum studningsskipanina mótrokna tí vit kanska kundu fingið úr ráevn- unum. Eftir ellum at dema eru samráðingar farnar fram fyri afturlætnum hurðum, sum eru av so álvarsligari náttúru, at tað er meira enn átaluvert, at samgongu- flokkarnir hava gjert hetta uttan at taka allar flokkarnar uppá ráð. Serliga tá legtingið so seint sum stutt fyri tað fór til hús í summar av nýggjum samtykti at undir-grundin er føroyskt sermål Hetta er at halda løg- tingið fyri tað turra spott. Tað er tað sama sum at »fletta bjørnina ådrenn hon er skotin« longu nú at hava givið politisk lyfti til stats- ministaran um at allar útreiðslur og allar inn- tekur av meguligum úr- drátti úr undirgrundini skulu býtast javnt mill- um partarnar, og missa statsstudningin. Hetta, at fremst Sambands- flokkurin vil gera heima- stýrisskipanina — og her undirgrundsmálið — til ein spurning um krónur og oyru, er, sum for- maður Javnaðarfloksins segði i Sosialinum leygardagin, óverdugt fyri heimastýrisskipan ina — og tann vísi vegur in til gravarbakka hennara. Og tað er sera álvarsiigt »Ti spurningurin um krónur og oyru må altíð vera ein samráðingar spurningur ikki tað sum í forhond drepur verdug heit, mannsømuligheit vilja og evni til at sam- virka í einum ríkisfelag skapi.« Hesi orð formann Javnaðarfloksins siga stuttum tann nakna veruleikan, sum er, at landsstýrissamgongan forhond hevur avreitt undirgrundsmálið og tí fáa vit hereftir lítlan kjans til at gera okkara sjónarmið galdandi í hesum fyri alla framtíð okkara sera týdningar- mikla máli. Hetta er ein avreiðing við lít. Eitt djúpt knæfall J. Lindenskov - | - Det færøske land Sig torsdag for den regering og indvilgede ; de fremtidige forhandlinger Sstyre tilpasses f , es lærøske g ønsker Færinger- bliver så kopi af aftalen ke land og Danmark Det er endnu ua Qdtægter at føre HOTEL VÁGAR tif. 32955 grim c| » > . ' Ll ; RL ; 8 tt : Á Dagsins døgurdi kr. 63,50 Leygardagin 16/7: Klår suppa Fleskasteik v/ reyðkáli Sunnudagin 17/7: Åspargessuppa Oksasteik v/ grønmeti Western-steak v/ bønum, tomatum, Harumframt fæst eisini annað frá matarkortinum pommes frites og persillusmøri kr. 75,- Dupultkamar kr. 385,- Einakamar kr. 300,- — morgunmatur er íroknaður