hósdagur 14. juli 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ringt at koma
á tal við vinnuna
Í grannalondum okkara er
neyvt
vinnulivid
samstarv
og
millum
brukara-
felagsskapirnar.
Men í Føroyum vísir tað
seg at vera ógvuliga trupult
at fáa slíkt samstarv i lag,
segði Sigrid Dalsgaard, for-
maður Brúkarafelagsins í
,
roðu síni á Foroya-Vikuni.
Ein tann stersta hóttanin
í dag er dálking og oyðsl.
Brukarafjøldin má taka
hóttan í álvara og
gera sítt til at tað eisini
verður liviligt á hesi klótu
fyri komandi ættarliðum
Her krevst upplýsing og
her hevur fólkaskúlin eina
stóra uppgávu at loysa.
Brúkarakunning er, eftir
tí nýggju fólkaskúlalógini,
nesa
kravt undirvisingarevni.
Endamálsorðingin er
henda: at næmingarnir
fáa kunnleika til galdandi
reglur, rættindi og
skyldur og at teir gerast
sjálvsteðugir og vandnir í
meting síni tá tað snýr seg
um brúkaraviðurskifti. Og
víðari stendur: skulu gera
hugsan okkara galdandi,
og tað er okkara skylda, er
neyðugt at kenna tær
reglugerðir og lógir, ið eru
galdandi. Ein skylda skúl-
ans er tí at gera næmingin
feran fyri at,
a. velja og vraka tá ið pen-
ingur skal brúkast og
b. at seta seg inn í lógir
og reglugerðir so at hann
verður ferur fyri at finnast
at á ein slíkan hátt, ið er
honum og samfelagnum at
gagni, tí brúkaraspurn-
ingurin er ein samfelags-
spurningur.«
Ikki kann sigast, at
skúling er nóg mikið við
hetta evni og er hetta m.a.
tí at tey, ið skulu taka
hetta evni upp ikki hava
fortreytirnar til tess. Tað
er ikki nóg mikið við brúk-
arakunning í skúlanum,
tað má eisini takast upp
uttanfyri skúlans gátt, tí
tað er ikki gott um ikki
brúkarin nóg væl kennir
síni krev og sínar skyldur.
Tað er nevniliga ikki beint
at minni brúkarin veit, jú
betur.
Vit mugu fáa so nógvan
kunnleika til fram-
leiðsluna at vit kunnu seta
krev til góðsku, til prís, til
innbjálving o.s.fr. Vit
mugu krevja at eftirlit er
við bæði egnari og inn-
fluttari framleiðslu, ikki
bert góðskueftirlit, men
eisini eftirlit við at fram-
leiðslutólini ikki dálka
okkum umhvervið óneyð-
ugt. Síðst, men ikki minst
er neyðugt at vita at sam-
stundis sum vit seta krøv
hava vit eisini skyldur
mótvegis vinnuni t.d.
skyldur at vísa á skeiv-
leikar
Brúkarafelagið
Brúkarafelagsskapir
gamlir stovnar í okkara
grannalondum, men ikki
fyrrenn í 1975 varð Brúk-
arafelag sett á stovn her.
Hesin stovnur er óheftur
bæði politiskt og vinnu-
liga. Oll, ið fylt eru 18 ár
kunnu gerast limir og
limagjaldið er 100 kr. um
árið. Ymiskir felagsskapir
stuðla við ávísari peninga-
upphædd og eisini hevur
landsstýrið tvey tey sein-
astu árini stuðlað við uml.
12.000 kr. A aðalfundi-
num velja limirnir eina 5
manna nevnd sum síðani
skipar seg sjálva við for-
manni, næstformanni og
skrivara. Endamálið er at
verja áhugamál brúkarans
í samfelagnum.
Vit royna at arbeiða fyri
at fáa settar í verk lógir og
reglugerðir, ið kunnu
eru
tryggja brúkaran betur,
vit vilja vera við tá lógir
og reglugerðir, ið ávirka
brúkarans steðu, skulu
setast í verk og vit tala at
um verðandi lógir og
reglugerðir ikki verða
hildnar. At tað ikki altíð
nyttar nakað er bussleiðin
í Havn demi um. Vit
hevdu her í Havn fingið
eina bussrutu sum brúk-
arin av henni var meira og
minni negdur við. Men
hon bleiv tó nógv brúkt.
Brúkarafelagið saman við
umboðum fyri býráðið og
býarverkfreðingin komu
ásamt um hvussu ein
reglugerð kundi gerast
fyri at fáa hesa rutu at
virka enn betur og tað
hjálpti ikki sert. Hetta ar-
beiðið var tó burturspilt,
tí nú verður rutan uttan
víðari skerd. Brúkarans
tervur eigur at vera steðið
undir vinnuni, her varð
ikki spurt um brúkarans
tørv.
Vit royna at upplysa um
rætt og skyldur vid skriv-
ing i blødunum og vid at
halda fundir.
Brukarafelagid
sum kærustovnur
Tað arbeiðið, ið krevur
sterstu orkuna, er at virka
sum kærustovnur, og vit
kunnu siga at vit næstan
altíð kunnu fáa eina semju
í lag ímillum kæraran og
tann, ið kært verður um.
Tað er tó ikki beint, sum
onkur vil verða við, at vit
altíð geva brúkaranum
Fish-Flakes
80 gr NETTO
Brukarin kann keypa fleiri og fleiri góðskaðar fiska-
verur. Tað nýggjasta er turkað svartkjaftafars.
rætt, tí hann hevur sjálv-
sagt ikki altíð rætt í kæru
síni, men so fær hann at
vita tað.
Vit hava roynt at komið
á tal við vinnulívið, men
bert í einstekum tilfelli
hevur tað eydnast at
fingið eitt eiti av sam-
starvi. Samstarv ímillum
vinnu og brúkarafelagið
kann bert gagna. Vit
kunnu tó siga við vissu, at
felagið hevur havt stóran
týdning fyri brúkaran.
Ein og hver kann venda
sær til felagið uttan mun
til um hann er limur ella ei,
men tað er eingin loyna at
tað, ið darvar arbeiði okk-
ara mest er fíggjarsteðan.
Tí biðja vit ell, sum venda
sær til okkara um at ger-
ast limir. Vit vildu ynskt
at ráðini vóru til at útgivið
eitt brúkaratíðarrit, tað
eru tey ikki. Í staðin fyri
fáa limirnir ókeypis blaðið
Rád og Resultater sum
Statens Husholdningsrád
gevur út. Hetta er eitt
sera nyttugt blað, har m.a.
ymisk royndarúrslit bæði
viðv. tólum, klæðum og
ødrum eru at síggja.
Skal eitt Brúkarafelag
vera eitt virkið felag er
neyðugt við virknum
limum. Aðalfundur felag-
sins er um heysti og vóna
vit at síggja bæði verandi
limir og nógvar nýggjar
limir tá. Tygum kunnu
skriva til Brúkarafelagið,
Postbox 2005, Tórshavn
og tekna tygum sum lim.
Í grannalondum okkara
er neyvt samstarv ímillum
vinnulívið og brúkara-
felagsskapirnar. Sum áður
nevnt kunnu vit ikki rósa
av at hava hetta neyva
samstarv, kanska tí at vit
ikki hava verið nóg ágang-
andi. Vit hava eisini roynt
at komið á tal við ídnaðar-
stovuna, men hetta gav
heldur ikki nakað úrslit.
Samstarv ímillum hesar
báðar stovnar skuldi verið
heilt náttúrligt, ja, ein
kann siga at tað er ónátt-
årligt við ongum sam-
starvi.
Vónandi vilja hesi orð
gera sítt til at vit finna
saman.
Ki Í RUT
5 g *
á á ; i Fi
» få 4 FT < | + i Í i
= ENDURSKIN
verjir bæði tey sum
ganga og tey sum
koyra
Við endurskini sæst
tu 100 m
tað kann
j eila deyð
longur
tyda liv
.
Fa DI) FYRI
FERÐSLUTRYGD
fFi
Bussleiðin — dømi um, hvussu áhugamál brúkarans verða skúgvað til viks.