mikudagur 18. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 178 - 18. september 2002
Nr. 178 - 18. september 2002
3
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá
kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og sonur
Jógvan Jacobsen
Skáli
so brádliga doyði og varð jarðaður.
Takk til Jógvan Fríðriksson, prest, fyri góð
og troystarrík orð og hansara serliga hjálpsemi.
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og øllum
tykkum mongu sum hjálptu til á ein og hvønn hátt.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til kirkjuna,
og øllum tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jonna, Ruth, Bernt, Jannet og Berlina
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu
okkum á silvurbrúdleypsdegnum 3. august
takka vit hjartaliga.
Emi og Signar H. Poulsen
Ida omma var annarleiðis,
ongin ivi um tað
kvik og glað
løtt sum ein fjøður
eitthvørt, sum hevði við
kettu at gera, vakti altíð ans
tað, sum ikki hevði navn,
varð kallað frensur, halin
»hale dyi nakke villina«
kettumál,
vit frá barnsbeini hava
hoyrt
Kaffimaskinan,
kall
á
frens, floytan, útvarp og
sjónvarp har frá
haaaaaallloooooooo
tað var ei óljóð, men
góð ljóð
inni hjá ommu Idu
við babba
oman til dunnurnar
síðani
bestu pannukakurnar, salt-
astu frikkadellurnar og søt-
astu bollarnir frá ommu
seymimaskinan
gullkjólin, klæðir til føstu-
lávint, nýggjar køksgardin-
ur
kreativ og kvik
oman í býin, út á kirkju-
garð, norður til Vestmanna,
út á hav
heim til ketturnar
eitt satt útistrok
lívsorkuni bilaði onki
við/uttan
sigarettum,
krabbameini, forstørrilsis-
glasi og hoyriapparati
hon »morðaði« sær
gomul ung omma
»fara tit ikki í býin at mora
tykkum í kvøld?«
»sum tit altíð eru smartar«
»stuttligt at vera ungur í
dag«
stuttligt at eiga ommu Idu
okkara omma
sum átti klæðir at læna
okkum
toy at seyma út
røsk og glað
løtt sum ein fjøður
vit sakna teg
nógv
eru so góðar við teg
men enn
ert tú hjá okkum
vit bæði syngja, dansa,
seyma og eru útistrok við
og vit vita
tú hevur tað gott,
og uttan iva
morar tær við kettunum
hvíl í friði
Marianna
Christina Elisabeth
Julianna
Til minnis um ommu okkara Idu Mørkøre
05.01.1909-13.07.2002
Martin Juul Jarnskor 65
Ein kirkja við havið
stendur og lavir,
í myrkrinum skínir
hin lavandi stavur
Meðan vit tiga
og lýða á støpulin
- høgt hann man riða-
man ósædd hon gleðast
- handandi obolin
Táið í kassa
vit látast at føra hana,
beint við, óansað,
deyðin, tú rør hana
Hostandi hálshvítin
hevur upp hond,
setur sær sjón út um
suðuroyar-rond,
sær ei hvar báturin
leggur at strond
Alt sum við Tvøroyri
tíðinnar hav
tí verðsligu fjøruni
máar burt av
Agnar
1. september fylti ein væl
kendur gøtumaður, Martin
Juul Jarnskor, 65 ár.
Góði gubbi. At skriva tær
eina føðingardagsheilsan
fellur mær lætt, tí tú hevur
verið okkara góði gubbi hjá
okkum øllum, tað eg kann
minnast. Ja, nú ert tú vorðin
65 ár, men tað sæst ikki á
tær. Tú ert tann sami gubbi
í góðum lag.
Nú búgvi eg saman við
familjuni í Esbjerg, men
góði gubbi, tá eg vitji
heima í Gøtu, verði eg
ongantíð gloymd av tær.
Altíð ein pakka við onkrum
góðum niður aftur við til
okkara. Eg var eisini og
vitjaði tykkum, nú eg var
heima
í
summar
í
føðingardag hjá mammu,
og var tað fyrstu ferð, eftir
at tit hava fingið eini so
deilig hús við deiligari íbúð
í kjallaranum. So sigur tú
við meg: Tú hevur ikki
verið inni í kamarinum hjá
mær og Henny. Nei, sigi eg.
Tað havi eg ikki. Ja, men
far so inn og hygg, sigur tú
so. Tað fyrsta, sum eg síggi,
er eitt býlæt av dóttur
okkara Gerdu Astrid. Tað
vart rørandi at síggja. So
fari eg inn aftur í stovuna
og spyrji teg. Góði gubbi.
Hví hevur tú eitt bílæt av
Gerdu Astrid standandi í
kamarinum. Tað fekk eg
ikki svar uppá, men eg fekk
tað svar, at hon skuldi
standa har, so leingi tú livir.
Tað var rørandi at hoyra.
Góði gubbi og góða
Henny. Mangar góðar løtur
hava eg, Árni og børnini
havt inni hjá tykkum, og
mangan drekkamunn hava
vit eisini fingið og brúna
formakaku í sambandi við,
at GÍ hevur spælt. Tit eru
bæði framvegis aktiv í GÍ
og hava havt ikki minni enn
fimm spælarar á GÍ-liðn-
um, John, Dánjal, Pauli,
Magni og Henning, og altíð
hevur tú verið stoltur av
teimum. Men teir eldast, so
nú er bara Magni eftir, men
summusonurin hjá mær,
Súni, er jú komin heim úr
Hollandi at spæla við GÍ.
Abbasoninum
ert
tú
ógvuliga stoltur av og fylgir
væl við í hvørjum dysti.
Men góið gubbi. Eg
hoyri, at tú hevur havt ein
góðan føðingardag við
nógvum gestum – ikki
bara úr Føroyum, men so
sanniliga eisini úr Íslandi,
og eg ivist onga løtu í, at tit
hava verið so blíð, at øll
hava kent seg væl í tykkara
heimi.
Góði gubbi. Eg kundi
skrivað so nógv, men eg
fari at enda við enn
einaferð at takka tær og
Henny fyri alt, sum tit hava
verið fyri okkum og ynski
tykkum báðum Guðs sign-
ing. Eg skal heilsa frá Árna
og børnunum, mammu og
systkinunum hjá mær við
familju. Vit gleða okkum at
síggja tykkum í november,
tá tit koma í føðingardag
hjá Henningi, nú hann fyllir
runt. Og munnu vit ikki
fara at fáa nakrar góðar og
stuttligar dagar saman?!
Alt tað besta ynskja vit.
Guðdóttir tín Joan
Til minnis um
ommu mína,
Agnes Mortensen
Vit trýsta harðari á speedaran
Líka síðan ferðslu-
lógin varð broytt fyri
góðum tveimum
árum síðan, er miðal-
ferðin nógv økt. Mát-
ingar vísa, at í
Streymoynni koyra
tveir av trimum bil-
um ov skjótt
FERÐSLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Nýggja ferðslulógin hevur
nú virkað í yvir tvey ár. Við
lógini vóru framdar fleiri
broytingar, m.a. um revsng,
tá fólk koyra ov skjótt. Eftir
gomlu lógini misti ein
koyrikorti treytaleyst í hálvt
ár, um koyrt varð yvir 30
km/t
meira
enn
mest
loyvdu ferð. Men flestum
kunnugt vóru hesar reglur
broyttar, tá nýggja ferðslu-
lógin kom í gildi 1.juli
2000. Nú siga reglurnar, at
verður ein persónur tikin
fyri at koyra skjótari enn 30
km/t meira enn mest loyvda
ferð, missir viðkomandi
koyrikortið treytað og kann
sleppa upp til nýggja koyri-
roynd.
Hesar broytingar hava
eftir øllum at døma fingið
føroyingar at koyra skjótari.
Landsverkfrøðingurin ger á
hvørjum ári ferðamátingar
kring alt landið, og tølini
vísa tíðiliga, at meðalferðin
er nógv økt, síðan nýggja
lógin kom í gildi 1.juli
2000. Serliga síggjast stór-
ar broytingar í Streymoynni
og Eysturoynni.
Tveir triðingar koyra
ov skjótt
Árini frá 1994 til og við
1999 koyrdu umleið helvtin
av bilførarunum í Streym-
oynni ov skjótt. Men í 2000
sæst ein týðilig broyting, tí
tá vísa mátingarnar, at heili
65 prosent koyra ov skjótt í
Kollfjarðartunnlinum, har
mátingarnar verða gjørdar.
Og í fjør øktist talið til 66
prosent, tvs. at tveir trið-
ingar av øllum bilførarum
koyra skjótari enn 80 km/t
sum er mest loyvda ferð á
landsvegnum. Eisini í mát-
ingunum fyri Eysturoynna
síggjast tíðuligar broyting-
ar. Í 1994 koyrdu 20 pro-
sent av bilførarunum skjót-
ari enn 80 km/t, talið vaks
spakuliga til 24 prosent í
1999, men í 2000 vísa mát-
ingarnar, at heili 58 prosent
av øllum bilførarum koyra
skjótari enn 80 km/t. Í fjør
minkaði talið á teimum,
sum koyra ov skjótt, tó
niður á 50 prosent.
Landsverkfrøðingurin
ger eisini ferðamátingar í
Suðuroynni, í Vágunum og
í Borðoynni, men har eru
tølini ikki so ógvuslig sum í
miðstaðarøkinum. Í nevndu
oyggjum koyra ávíkavist 19
prosent, 31 prosent og 18
prosent
av
bilførarum
skjótari enn loyvt er á
landsvegnum.
Ferðslulógin orsøkin
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
metir
broytingarnar
í
ferðslulógini at vera størsta
orsøkin til, at fólk sum
heild koyra skjótari í dag
enn áðrenn 1.juli 2000, tá
broytingarnar komu í gildi.
Hann vísir á, at nógv hava
ta fatan, at tað hendir einki,
um tey koyra ov skjótt – tey
missa
bara
koyrikortið
treytað og fáa tískil ein
kjans afturat. Men hetta er
ein skeiv fatan, heldur Jón
Kragesteen. Tí fólk skulu
bæði upp til nýggja koyri-
roynd og missa harumframt
koyrikortið treytað í trý ár.
Leiðarin á Ferðslutrygd
sigur, at hann persónliga
var ímóti broytingunum í
ferðluslógini, sum geva
treytaða
frádøming
av
koyrikortinum,
verður
koyrt meira enn 30 km/t
skjótari enn mest loyvdu
ferð. Orsøkin var, at hann
óttaðist gongdina, at fólk
fóru at koyra skjótari eftir
nýggju lógini. Og nú lógin
hevur virkað í gott og væl
tvey ár, vísa ferðamátingar,
at miðalferðin á landsvegi
fyri alt landið er økt úr 73
km/t í 1999 upp í 77,9 km/t
í fjør. Og mátingarnar fyri
Streymoynna vísa, at har
verður í meðal koyrt 86
km/t.
– Tað er eingin ivi um, og
tað vísa royndir úr øllum
okkara grannalondum, at tá
miðarferðin hækkar, økist
vandin fyri ferðsluvanlukk-
um, umframt at vanlukkur-
nar gerast álvarsligari, vísir
Jón Kragesteen á.
Hann kundi hugsað sær,
at ferðslulógin á hesum øki
varð endurskoðað, so at tá
ein persónur t.d. koyrdi 130
km/t á landsvegi, misti
koyrikortið treytaleyst. Tá
átti at verið talan um
»skerpaðar
umstøður«,
heldur Jón Kragesteen.
Hann vísir á, at í dag ber til
at koyra dupult so skjótt
sum ein hevur loyvi til, tvs.
160 km/t á landsvegi, uttan
at missa koyrikortið bein-
anvegin.
Hagtølini vísa, at saml-
aða talið av ferðsluóhapp-
um ikki er økt síðstu tvey
árini. Men harafturímóti
vórðu fleiri skadd í ferðsl-
uni í fjør, sammett við árið
fyri.
FAKTA
Landsverkfrøðingurin
ger á hvørjum ári ferð-
mátingar á landsvegun-
um fleiri staðni kring
landið. Kanningar verða
gjørdar á hesum støð-
um: Suðuroy: á Nesi í
Vági; í Vágum: við Leit-
isvatn; í Streymoynni: í
Kollfjarðartunnlinum; í
Eysturoynni: á Lambar-
eiði; á Borðoynni: á
tunnilsvegnum
til
Klaksvíkar.
Mátingarnar eru at
finna í ársfrágreiðing-
unum hjá Landsverk-
frøðinginum um ferðslu
og á heimasíðuni hjá
Landsverkfrøðinginum
www.lv.fo
50 daga fongsul
Ein 24 ára gamal
maður varð seinna-
partin mánadagin
dømdur 50 daga
treytaleysa fongsuls-
revsing fyri at hava
roynt at smuglað 458
gram av hasji til
Føroya. Hasjið skuldi
hann selja í
Føroyum.
LØGREGLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Maðurin, sum er búsitandi
í Danmark, men av før-
oyskum uppruna, kom við
Norrønu úr Hanstholm
mánamorgunin. Maðurin
skuldi eftir ætlan bara í
grundlógaravhoyring
seinnapartin mánadagin,
men av tí at hann játtaði
seg sekan í ákærunum,
varð málið tikið upp til
dóms beinanvegin.
Hasjið, sum varð keypt í
Thy-leguni í Danmark,
hevði hann fjalt í tveimum
cola-dósum. Í grundlógar-
avhoyringini segði hann, at
hann ikki hevði nakran
keypara til hasjið í Føroy-
um. Hann segði seg ikki
hava so nógvar pengar um
hendi í løtuni, og tí metti
hann tað vera ein lættur
máti at forvinna eitt sindur
av pengum.
Í rættinum kom eisini
fram, at maðurin hevur ein
líknandi dóm frá august
2000. Tá varð hann eisini
tikin umborð á Norrønu, á
veg úr Hanstholm til Før-
oya. Við sær ta ferðina
hevði hann smáar nøgdir
av hasji og amfetamin.
Ákærin kravdi í minsta
lagi fongslulsrevsing í 60
dagar og helst 70-80 dagar,
men tað metti dómarin
vera í meira lagi. Dómurin
var 50 daga fongsul. Har-
umframt skal hann gjalda
sakarmálskostnaðin. Hóast
tann 24 ára gamli játtaði
seg sekan í ákærunum, tók
hann ikki við dóminum,
men bað um stundir at
hugsa seg um. Hann hevur
nú 14 dagar til tess.
Finn Ougaard, varafúti,
var rímiliga væl nøgdur
við dómin, hóast hann stutt
frammanundan hevði kravt
60 daga fongsul. Hann
væntaði tískil ikki, at
ákæruvaldið fór at skjóta
dómin inn fyri hægri rætt,
velur 24 ára gamli maðurin
at taka við dóminum.
Í bilinum hjá manninum
funnu tollarar eisini tvær
gamlar
hernaðarriflur,
onnur frá 1942 og hin frá
tjúgunum. Ikki er loyvt at
flyta inn vápn av slíkum
slag til Føroya, og tí kravdi
ákærin, at maðurin skal fáa
3000 krónur í bót fyri
brotið á vápnalógina. Hes-
um var dómarin samdur í.
Tann 24 ára gamli mað-
urin varð latin leysur eftir
at málið varð avgreitt.
Myndin vísir miðalferðina á
føroysku landsvegunum, tvs.
har loyvt er at koyra 80 km/t.
Frá 1994 til 1999 var at kalla
eingin broyting í miðalferð-
ini, og tí hava vit valt at seta
tey bæði árini lið um lið á
myndini. Tað er serliga í
Streymoynni og í Eystur-
oynni at miðalferðin liggur
væl omanfyri mest loyvdu
ferð.
Kelda: Landsverkfrøðingurin
Myndin vísir, hvussu stórur
prosentpartur av øllum
bilførarum koyra skjótari enn
80 km/t á landsvegi.
Mátingarnar fyri 2000 eru
gjørdar eftir 1.juli, tá
ferðslulógin varð broytt.
Kelda: Landsverkfrøðingurin
C
M
Y
K
3
2