Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 178 - 18. september 2002 Nr. 178 - 18. september 2002 5 Elin Lindenskov hevur tikið sæti á tingið fyri Katrin Dahl Jacobsen, men tað er ringt at gera so øgiliga nógv upp á ein mánað TINGARBEIÐI Áki Bertholdsen Nú hevur Elin Lindenskov tikið sæti á Løgtingið fyri Katrina Dahl Jacobsen, sum er á ST fundi í New York. Men hon ásannar, at hetta er ógvuliga deydlig tíð í tinginum, so tað verður ringt at gera hol í sjógvin hesa tíðina. Hon sigur, at hon fer at taka virkið lut í teimum málum, sum koma fram, men um hon sjálv fer at leggja nøkur mál fyri tingið, veit hon ikki rætti- liga, tí tíðin er so stutt. Men hon hevur fleiri mál, hon kundi hugsa sær at reist, serliga um tíðin var longri. Eitt nú heldur hon, at spurningurin um um- hvørvi liggur á láni, tí tað vísir seg, at landið leggur alla ábyrgdina av umhvørv- ispolitikkinum út á komm- unurnar. Men samstundis heldur hon, at okkum tørvar ein yvirskipaðan umhvørvis- politikk, tí tað kann ikki vera rætt, at agenda 21 skrivstovan skal detta nið- urfyri, av tí at nakrar kommunur ikki kunnu semjast um, hvat hon skal vera. Eitt týðandi mál fyri konufólk, hevur verið um- røtt eitt sindur og tað er spurningurin um fosturtøk- ur. Har ásannar Elin Lin- denskov, at hon er grund- leggjandi ósamd við lands- stýrismannin í tí, hann hev- ur ført fram. – Tað er nógv betri, at onki hendir í málinum, enn at miðflokkurin sleppur at sleppur at hóreiggja sær, tí tað fer bara at gera støðuna verri. Hon er somuleiðis av teirri áskoðan, at fosturtøkur eru ikki nakar trupulleiki í Føroyum. – Hetta er eitt stórt mál og eg ivist í, um nakað hendir hesa tíðina, eg siti í tinginum, men skuldi tað verið, verðið eg sjálvandi virkin í tí, sigur Elin Lin- denskov Í næstu viku fáa suðuroyingar sjáld- sama vitjan, tí tá fer alt Løgtingið suður at vitja KANNINGARFERÐ Áki Bertholdsen Í næstu viku fáa suðuroy- ingar bæði forvitnisliga og sjáldsama vitjan. Tá fer Føroya Løgting nevniliga eina kunningarferð til Suð- uroyar. Løgtingið fer suður við Smyrli mikukvøldið 25. september og norður aftur hóskvøldið 26. september. Edmund Joensen, løg- tingsformaður, sigur, at tað vóru suðuroyartingmennin- ir sum reistu spurningin fyri formansskapinum í Løgtinginum um at alt Tingið skuldi fara suður at eina kunnandi ferð. – Formansskapurin hevur síðani viðgjørt áheitanina og hevur gjørt av gera eftir henni og ferðin verður so- statt í næstu viku. Edmund Joensen sigur, at skráin fyri ferðina er ikki heilt greið enn, men ætlan- in er at fara so víða um í Suðuroynni sum yvirhøvur gjørligt, sigur hann. Eftir, hvat skilst, er ætl- anin at vitja á ymsum stovnum, eitt nú sjúkrahús og ellisheim, men ætlanin er eisini at kunna seg um vegakervið, um havnavið- urskifti og um samferðslu- viðurskiftini annars, eins og ætlanin er at hitta býráð og bygdarráð. Løgtingsformaðurin sig- ur, at heilt nógvir løgtings- limir hava boðað frá, at teir vera við á ferðini. So vítt, vit vita, er hetta fyrstu ferð, at alt Løgtingið fer eina kunnandi ferð, sum hesa, í hvussu so er í nýggj- ari tíð, men hann heldur, at tað er eitt frálíkt hugskot at gera slíkar ferðir. – Hetta er avgjørt ein ferð, sum løgtingslimir eiga at fáa stóra nyttu burturúr, ikki minst nú ein fíggjar- lógarviðgerð stendur fyri framman og í tí sambandi skal m.a. tosast um stórar útbyggingar í Suðuroynni, bæði um nýggjar havnir, um tunlar og um betri vegir. – Tað eigur at gera ting- limir betri før fyri at tosa um viðurskiftini at hava sæð tey við egnu meygum og at hava hoyrt, hvat fólk á staðnum hava at siga, sigur Edmund Joensen. Um fleiri ferðir av hesum slagnum verða gjørdar, veit løgtingsformaðurin ikki. Men hann kundi hugsa sær at løgtingslimir, serliga tær ymsu nevndirnar, áttu at gjørt meiri burturúr at ferðast kring landið at kunna seg um ymisk viður- skifti, tí tað heldur hann at ov lítið verður gjørt við. Men hann heldur eisini, at alt Løgtingið eigur at gera fleiri slíkar ferðir. – Havi eg nakað at siga við miðflokkin í sambandi við sið- seminevndina, sigi eg tað við flokkin sjálv- an, sigur formaður tjóðveldisfloksins SAMGONGUSTEV Áki Bertholdsen Formaðurin í tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, ger ongar viðmerkingar til støðuna, sum hevur tikið seg upp í samgonguni, eftir at Bill Justinussen valdi siðseminevndina av nýggj- um. Tað ger hann púra greitt fyri Sosialinum í gjára- morgunin. Hann hevur hann nakað at siga um hetta málið, sig- ur hann tað við miðflokkin sjálvan og ikki við tíðinda- tænastuna. Hann sigur at tjóðveldis- flokkurin hevur eina polit- iska avtalu og hana fer flokkurin at halda. Og eru tað onkrir av samstarvsfel- øgunum, sum ikki halda av- taluna, fer flokkurin at taka málið upp við tann partin og fer ikki at viðgera tað alment, tí tað er hann ikki vanur til – og tí fer hann heldur ikki enn alment at gera viðmerkingar til mál- ið. Um hann metir støðuna soleiðis, at miðflokkurin hevur brotið nakra avtalu, vil hann heldur onki siga um. Men hann viðgongur kortini, at talan er um ein trupulleika í samgonguni, men tað fer tjóðveldis- flokkurin at taka upp við miðflokkin sjálvan. – Mítt fremsta endamál er at halda tær politisku av- talur, sum eru gjørdar. Men tá ið trupulleikar stinga seg upp – og hetta er avgjørt ein trupulleiki – verða teir tikn- ir upp innanhýsis í sam- gonguni og ikki í fjølmiðl- unum. Ein annar spurningur, sum er umrøddur í kjalar- vørrinum á spurninginum um siðseminevndina, er, um tað yvirhøvur var rætt at taka miðflokkin við í samgonguna, nú vit líta aft- ureftir og mugu ásanna, at flokkurin hevur longu skapt øsing við umstrídd- um útsøgnum í tveimum eymum málum, málinum um fosturtøkur og málinum um siðseminevndina. Tað eru tey sum halda at frægasta loysnin hevði ver- ið at fingið javnaðarflokkin við í eini samgongu, og koyrt miðflokkin til hús, so at vit fingu eina sterka sam- gongu. Summi halda, at tjóð- veldisflokkurin og sam- gongan sum heild nú liggja sum tey hava reitt, tí tað var ikki annað væntandi av miðflokkinum og eitt nú helt Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri tjóðveldis- flokkin, at ein samgonga ímillum fólkaflokkin, javn- aðarflokkin og tjóðveldis- flokkin var frægasta loysn- in, soleiðis sum politiska støðan var beint nú. Men heldur ikki hetta hevur Høgni Hoydal nakra sum helst meining um alment. Hann endurtekur, at tjóð- veldisflokkurin er í eini samgongu í løtuni. – Vit hava eina avtalu og hana fara vit at halda og hinum kjakinum eri eg ikki sinnaður at taka lut í. Ringt at gera hol í sjógvin upp á ein mánað Løgtingið til Suðuroyar at ferðast Mikukvøldið og hósdagin í næstu viku fer alt Løgtingið eina upplýsandi ferð til Suðuroyar Hevur onga viðmerking til miðflokkin Høgni Hoydal er ikki sinn- aður at taka lut í kjakinum um siðseminevndina, mið- flokkin ella nýggja samgongu Ísvirkið í Sørvági er undir umvæling og verður væntandi liðugt at taka í brúk um ein mánaða ella so FISKIVINNA Edvard Joensen Sørvági: Um ein mánað ella so fer aftur at bera til hjá skipum og bátum at taka ís í Sørvági. Gamla ísvirkið hevur lig- ið stilt í umleið hálvtann-að ár, sigur Vinjard Joensen, sum nú er við at rigga ís- virkið til aftur, so ísur aftur fæst á havnarlagnum í Sør- vági. Vinjard Joensen, sum eigur landingarmiðstøðina í Sørvági, sigur, at tað er ov trupult at arbeiða, tá ein noyðist til Miðvágs eftir hvørjari ístirnu, sum brúk- ast skal á havnarlagnum í Sørvági. Bæði útróðrarbátar og eisini størri skip landa til landingarmiðstøðina í Sør- vági, og serliga stóru skip- ini skulu hava ís umborð aftur. Higartil hevur verið neyðugt hjá teimum at farið til Miðvágs eftir ísi, men tað fer at broytast um ein mánaða ella so, tá ísvirkið aftur fer í gongd, sigur Vin- jard Joensen. Hann væntar, at ta man fara at kosta umleið eina millión at gera ísvirkið aftur í brúkiligan stand. Vinjard Joensen sigur, at tað er nakað av útróðri í Sørvági, og at bátarnir hava hampiligan fiskiskap. Miðvingar hava keypt ein útróðrarbát úr Noreg. Hann er 24 tons til støddar og smíðaður úr stáli ÚTRÓÐUR Edvard Joensen Miðvági: Enn eitt nýtt far kemur í flotan fyrsta dagin. Tað er útróðrarbáturin »Presttangi«, sum skal koma í flotan í staðin fyri Havbúgvan, sum verður lagdur. Tað er reiðaríið Vestline í Miðvági, sum hevur fingið hendan nýggja bátin. Hann er merktur 24 tons og hevur 400 HK maskinu. Báturin er smíðaður úr stáli í 1995, greiðir Tummar Jacob á Løgmansbø, reiðari, frá. Hann er útgjørdur við egn- ingarmaskinu umframt teimum hentleikum á brúnni, sum í dag krevjast. Báturin er yvirdekkaður í bakborð. Fimm mans fara at rógva út við Presttanga, sum fer í drift, so skjótt skráseting og tílíkt er kom- ið upp á pláss. Presttangi kemur í flotan fyri 50 tonsaran Havbúgv- an, sum Vestline keypti av Eiði í vár. Havbúgvin veður nú lagdur, og Presttangi fer at brúka fiskiloyvið hjá honum til útróður undir Føroyum. Tó verður bara partur av fiskiloyvinum hjá Hav- búgvanum flutt yvir á Presttanga, tí West Freezer hjá sama reiðaríði brúkar ein part av tí. Nevniliga íslandsloyvið. Kostnaðurin fyri Prest- tanga er einar fimm milli- ónir, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø. Tá er prísurin fyri Havbúgvan ikki rokn- aður við. Hann var umleið tvær milliónir. Tó metir reiðarin ikki, at tað ber til at siga, at Prest- tangi stendur teimum í sjey milliónum, tí partur av fiskiloyvinum hjá Hav- búgvanum fór jú til West Freezer, vísir hann á. Hvat nú verður gjørt við Havbúgvan, veit Tummas Jacob á Lømansbø ikki, men roynt verður at selja hann. Hann ásannar tó, at tað verður helst ringt uttan fiskiloyvi. Í ørðum lagi verður roynt at selja útgerðina úr Hav- búgvanum. Eitt nú snell- urnar, sum eru umborð. Ísvirkið í Sørvági letur uppaftur Nýggjur útróðrarbátur til Miðvágs Útróðrarbáturin Presttangi er keyptur úr Noreg fyri umleið fimm milliónir krónur Mynd: Edvard Joensen Tá landsstýrismaður- in við heilsumálum setti ráðstevnuna um krabbamein í Norðurlandahúsinum í gjár, fegnaðist hann um, at partar av krabbameinsviðgerð- ini kunnu latast í Føroyum RÁÐSTEVNA Edvard Joensen Landsstýrismaðurin við heilsumálum er bjartskygd- ur, tá hann tosar um við- gerð av krabbasjúkum í Føroyum. Bill Justinussen, lands- stýrismaður við familju- og heilsumálum, setti í gjár ráðstevnuna um krabba- sjúkur, sum hildin varð í Norðurlandahúsinum í samband við, at tað eru lið- in 10 ár, síðan Onkologiskt Ambulatorii fór at virka í Føroyum. Stóri salurin í Norður- landahúsinum var at kalla fullsettur av fólki, sum komið var at lýða á tað, sum fór at verða borið fram. Ráðstevnan vardi all- an dagin, og var meginpart- urin av skránni settur við ymsum fakligum fyrilestr- um, sum hava við krabba- meinssjúku og viðgerð at gera. Eisini varð sagt frá Føroya Felag móti Krabba- meini, eins og ein sjúkling- ur, sum lektur er, fór at siga frá síni søgu. Fyrilestrahaldarar vóru komnir bæði úr Danmark og Íslandi, eins og eisini fleiri føroyingar vóru mill- um teirra, sum høvdu orð- ið. Ráðstevnan byrjaði við, at formaðurin í Føroya Felag móti Krabbameini, Jákup N. Olsen, beyð væl- komin. Hann fegnaðist um tann møguleika, føroyingar fingu at fáa viðgerð heima í Føroyum og vísti á tann týdning, tað hevur fyri sjúklingin at kunna verða verandi í kendum um- hvørvi. Eftir at Jákup Olsen hevði boðið vælkomin, fekk Bill Justinussen, landsstýrismaður, orðið til at seta ráðstevnuna. – Tryggjast má alla tíð- ina, at góðskan í viðgerðini er í lagi, segði Bill Justin- ussen millum annað. Og tað metti Bill Justin- ussen, at hon í løtuni er, samstundis sum hann fegn- aðist um, at tað nú ber til at fáa partar av viðgerðini í Føroyum. Og hann segði seg vera bjartskygdan, tá hann hugsaði um framtíð- ina. Hann hugsaði serliga um telemedecinska við- gerð, segði landsstýrismað- urin. Eisini fegnaðist lands- stýrismaðurin um avtaluna við Ríkissjúkrahúsið, sum eigur at haldast viðlíka og helst útbyggjast. Bill Justinussen nýtti ein stóran part av røðu síni til at tosa um hospice, sum hann metti vera av stórum týdningi, tá onnur viðgerð var uppgivin. Og tað tykist, sum brúk er fyri hospice í Føroyum, tá ein hoyrir tølini, Bill Justinussen nevndi. Hann segði, at hvørt ár doyggja umleið 100 føroyingar av krabbameini, umframt at 150 til 200 nýgggir tilburð- ir verða staðfestir árliga. Tá ísvirkið í Sørvági letur upp aftur um ein mánaða, sleppur Vinjard Joensen frá at koyra til Miðvágs eftir ísi Mynd: Edvard Joensen Viðgerðin eigur at vera heima Bill Justinussen, landsstýris- maður, fegnaðist í setanar- røðu síni um, at viðgerð fæst í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Heilt nógv fólk var í Norðurlandahúsinum, tá ráðstevnan varð sett Mynd: Jens Krisitan Vang C M Y K 5 4