mikudagur 18. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 178 - 18. september 2002
Nr. 178 - 18. september 2002
7
Erik Olsen í Smiðjuni
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Hósdagin letur útlagni ritu-
víkingurin Erik Olsen upp
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík við prýðislutum og
brúkslist úr kopari, stáli,
granitti og øðrum tilfari.
Erik Olsen, sum er fødd-
ur í Rituvík í 1931, hevur
síðani 1956 fyri tað mesta
búð í Íslandi og Danmark -
síðstu
fimtan
árini
í
Esbjerg.
Seinnu árini hevur hann
javnan vitjað heimaftur á
klettarnar at sýna fram
nakað av tí, hann tekst við,
nú hann við hondunum
styttir sær stundir við list,
ið eins væl er handverk.
– Markið millum hand-
verk og list er kanska ikki
altíð so stórt, og eftir eitt
langt lív við handverki, var
ikki so langt hjá mær at fara
til listina eisini, sigur Erik
Olsen, sum sýnir fram einar
hálvthundrað lutir, sum eru
ymiskligir í bæði skapi og
vavi.
– Longu á ungum árum
fekk eg áhuga fyri tí, ið
kundi gerast við hondun-
um, og nú eg fyri aldur ikki
longur eri tøkur á arbeiðs-
marknaðinum, syrgi eg á
henda hátt fyri, at eg ong-
antíð siti fyri einki.
Mong ár var Erik í starvi
sum faklærdur bilbyggjari í
Íslandi, so tí er tað hesi
síðstu næstan tjúgu árini
fallið honum náttúrligt
burturav at gera lutir úr
komprimeraðum
stáli,
kopari og granitti.
Nógvar framsýningar
Listaverkini, ið verða sýnd
fram undir merkinum »Erik
Olsen Design« fevna um alt
frá fleiri røðum av ljósa-
stakum og skálum til borð,
stólar og spegl, umframt
aðrar størri og smærri lutir.
Síðani hann fyri einum
ári síðani hevði framsýning
í Føroyum, hava boð verið
eftir honum til fleiri fram-
sýningar í Danmark, so hó-
ast eftirløntur hevur Erik
Olsen úr at gera í garasjuni
heima við hús, har hann
brúkar allar leysar løtur til
sína list.
Framsýningin hesa ferð
minnir nógv um framsýn-
ingina fyri einum ári síðani,
men alt er tó nýtt tilfar, ið
er at síggja í Smiðjuni í
Lítluvík í knappar tvær
vikur.
Hans Tausen Olsen, sum
eisini er ættaður úr Rituvík,
fer at seta framsýningina
hjá Erik Olsen hósdagin 19.
september kl. 17, og síðani
verður hon opin hvønn dag
frá kl. 14 til 20 líka til týs-
dagin 1. oktober.
Limur í Siðsemisnevndini:
Anita rakar langt við síðuna av
Anne-Lene Olofson er
ein av limunum í
Siðsemisnevndini.
Hon heldur, tað vera
sera løgið, at hon skal
verða noydd at verja
seg fyri at vera ein av
teimum sjey, sum er
vald í nevndina. Hon
fatar tað, sum er farið
fram frá løgtingsins
røðarapalli sum, at
tað verður lagt eftir
sær, tí hon er gift við
Peter O.K Olofson
SIÐSEMISNEVNDIN
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
– Tað er heilt týðuligt, at
løgtingskvinnan Anita á
Fríðriksmørk ikki heldur
seg til málið, sum tað veru-
liga snýr seg um, tá hon út-
talar seg soleiðis, sum hon
ger. Eg trúgvi ikki, at Bill
Justinussen valdi meg í
Siðsemisnevndina, tí eg eri
gift við Peter O. K. Olof-
son, sigur Anne Lene, sum
bleiv uppringd í summar og
spurd um, hon hevði hug at
verða í Siðsemisnevndini.
Hon ivaðist onga løtu og
segði ja beinanvegin.
– Hetta hevur altíð havt
mín áhuga, so eg tók av, tí
eg haldi, at hetta er avbera
spennandi at arbeiða við.
Hon dugir ikki at síggja,
at tað sum løgtingskvinnan
segði á tingsins røðarapalli
kann fatast upp á nakran
annan máta enn, at hon
eigur at verða vrakað, or-
sakað av manni sínum.
– Og tað er láturligt, haldi
eg. Og av tí sama havi eg ilt
við at taka hetta álvarsligt.
Men Anita heldur seg slettis
ikki til málið, tá hon ger so,
tí hon leggur ikki eftir mál-
inum og heldur ikki eftir
persóninum, sum hetta um-
fatar, men manninum hjá tí
persóninum, tá hon sigur, at
viðkomandi hevur ella er í
ferð við at ríva seg leysan
frá fólkakirkjuni líka sum
Dimmalætting sigur í eini
oddagrein tann 13.09.02
um mannin hjá mær. Og tí
haldi eg, at hetta heldur er
eitt mál, sum átti at verðið
viðgjørt í javnstøðunevnd-
ini, sigur Anne-Lene Olofs-
on speiskt.
Hon er miðnámsskúla-
lærari við religión og
kristnikunnleika sum høv-
uðslærugreinar og donskum
sum hjálærugrein. Hon
skrivaði høvuðsritgerð um
etikkin hjá Søren Kierke-
gaard. Hon hevur millum
annað undirvíst í etikki á
miðnámsskúlanum í sekst-
an ár, trettan av teimum í
Føroyum.
– Eg má gera tað øllum
greitt, at hóast tað er sagt
fleiri ferðir, at eg eri gud-
frøðingur, so eri eg tað ikki.
Eg eri útbúgvin sum mið-
námsskúlalærari. Og eg
veit, at tað eru fleiri, sum
halda, at eg eri gudfrøðing-
ur, og at mín "óndi" maður
ikki vildi lata meg vera
prestur, og tí undirvísi eg í
miðnámsskúlanum.
Men
tað passar also ikki. Tað var
mín sannføring, at tað vildi
verið skeivt av mær at verð-
ið prestur, langt áðrenn eg
hitti Peter, so prestur havi
eg ongantíð ætlað mær at
verðið.
Anita dumpað
Hon sigur, at eitt, sum hon
roynir at læra sínar næm-
ingar, er, hvussu ein argu-
menterar etiskt. Og ein av
høvuðsreglunum fyri tí er,
at ein ikki má leggja eftir
persóninum, men halda seg
til málið. Og tað metir
Anne-Lene als ikki, at Anita
á Fríðriksmørk gjørdi á løg-
tingsins røðarapalli herfyri.
– Um Anita var til próv-
tøku í etikki, so hevði hon í
hesum førinum dumpað
upp á standandi fót, tí hon
ikki argumenteraði fyri síni
søk á rættan hátt.
– Nú standi eg brádliga
fyri skotinum av tingsins
røðarapalli, tí eg eri gift við
honum, eg eri. Tí tað kann
ikki vera mítt, men sam-
bandið hjá manninum hjá
mær til fólkakirkjuna, sum
hon sipar til, sum eg gangi
út frá, at hon kennir til frá
fjølmiðlunum, hóast hon
ikki endurgevur tað rætt, og
tað er langt úti, heldur Anne
Lene og leggur aftur at, at
tað kann ikki vera rætt, at
tann ein kvinna er gift við
skal vera ein diskvalifika-
tión til eitt starv ella nevnd-
arsess. Anita sigur óbein-
leiðis tað sama, sum verður
sagt í oddagreinini hjá Dim-
malætting, sum enntá fer so
langt at vera við at siga, at
hann er í holt við at stovna
sína egnu samkomu uttan-
fyri fólkakirkjuna. Tað ber
illa til at skilja úttalilsini hjá
Anitu á Fríðriksmørk øðr-
vísi.
– Hervið er ikki sagt, at
eg ikki haldi tað sama sum
maður mín, tí tað geri eg í
roynd og veru, men hvat
hevur tað við málið at gera,
spyr Anne Lene, sum undr-
ast stórliga á orðini hjá
løgtingskvinnuni.
– Maðurin hjá mær hevur
onki við hetta málið at gera.
Hon greiðir frá, at hon í
skúlanum ein dagin tosaði
við næmingarnar um nøkur
hugtøk. Eitt var fakta og
eitt var fiktión. Og so er eitt
annað hugtak út frá hesum
báðum, sum verður kallað
faktión. Tað er tillagaður
veruleiki. Tað vil siga, at
tað er ein søga, har ein við
vilja bert tekur tað fram,
sum ein sjálvur vil hava,
soleiðis at søgan kemur at
ljóða sum ein sjálvur vil
hava hana at ljóða – ofta til
egnan fyrimun. Og hetta
samanber Anne-Lene hetta
málið við. Tí fólk úttala seg
um hana uttan at vita ta
veruligu søguna.
– Ein eigur at halda seg
langt burtur frá slatri og til-
lagaðum veruleika – serliga
á tingsins røðarapalli, sigur
Anne-Lene.
Hon sigur, at hon hugsar
ikki so nógv um hetta málið
í gerandisdegnum.
– Eg eri helst eitt sindur
líkaglað, men tað er eitt,
sum eg verði kedd um. Og
tað er, at um fylgjurnar av
øllum hesum fara at ganga
út yvir samstarvið í nevnd-
ini. Tað vil siga, at um sam-
starvið verður vánaligt í
millum okkum sjey valdu
limirnar. Tí tað tykist sum
um, tað verður roynt at seta
okkum upp móti hvørjum
øðrum longu áðrenn vit eru
farin til arbeiðis. Og tað
hevði eg verðið sera kedd
av, sigur Anne Lene, sum
vónar at samstarvið millum
limirnar í Siðsemissnevnd-
ini fer at verða sakligt og
gott við ordiligum argu-
mentum, sum viðkoma
teim ymsu málunum, sum
tey koma at viðgera.
Í viðmerking til tað, sum
Eyðun Andreasen hevur
sagt um tey, sigur Anne
Lene við einum ironiskum
smíli, at tað er synd fyri
Mentamálaráðið, at tey
skula hava sett "tílíkar idiot-
ar, sum høvdu argumenter-
að fyri, at jørðin er fløt" í
starv.
Anne-Lene Olofson er
hørm um, at fýra av limun-
um í Siðsemisnevndini
verða hongd út á ein tílíkan
hátt.
– Eg kenni ongan av hin-
um limunum persónliga.
Eg havi sæð ein teirra í
sjónvarpinum
einaferð,
men annars haldi eg ikki, at
eg havi hitt nakran av teim-
um. Í øllum førum ikki,
sum eg minnist, sigur Anne
Lene Olofson og leggur at
enda enn einaferð dent á, at
hon vónar ikki, at alt hetta
fer at ganga út yvir sam-
starvið í Siðsemisnevndini.
Anne-Lene Olofson heldur ikki, at løgtingskvinnan Anita á Fríðriksmørk helt seg til málið, tá
hon frá tingsins røðarapalli legði eftir Anne-Lene ella rættari sagt eftir manni hennara
PrimaVera selir pizza á Kambsdali
Gongst sum ætlað, fer
matstovan eisini at
borðreiða við ymisk-
um sløgum av búffum
í næstum.
MATSTOVUR
Vilmund Jacobsen
Fyrst í hesum árinum læt
Dagunn Nolsøe Larsen upp
matstovuna, PrimaVera, í
ítróttarhøllini á Kambsdali.
Orðið "matstova" er kanska
ikki dekkandi fyri virk-
semið hjá Dagunn, tí
PrimaVera ger og selir í
fyrsta lagi pizza. Til ber
eisini at bíleggja smyrji-
breyð, bæði inni í mat-
stovuni og koyrt til dyrnar,
men hetta má verða í
hampiligari tíð framman-
undan. Umframt at selja
pizza, selir matstovan eisini
chips, sodavatn og sigar-
ettir.
Opið hvønn dag
Sosialurin vitjaði Prima-
Vera herfyri og varð mót-
tikin av Dagunn, sum er út-
búgvin køkshjálpari og
hjálparmanni hennara, 20
ára gamla Mortani Nóns-
gjógv. Aftrat sær til hjálpar,
tá ið nógv er at gera, hava
tey sonin hjá Dagunn, 23
ára gamla, Birgar Larsen.
Tá ið matstovan í ítróttar-
høllini læt upp síðst í
januar, hevði einki virk-
semi verið har seinastu ár-
ini. Matstovan hevur tískil
verið stongd og fólk, sum
vitja í høllini og annars
vildu keypt sær okkurt et-
andi
og
drekkandi
á
Kambsdali, hava ikki havt
hetta høvi síðan seinna-
partin í nítiárunum.
PrimaVera hevur opið
hvønn dag millum 17 og
23, og vanligar gerandis-
dagar er eisini opið millum
kl. 11 og 14, tó ikki leygar-
dag.
Dagunn leigar matstov-
una frá hallarnevndini, sum
umsitir ítróttarhøllina, ið
Fuglafjarða
kommuna,
Gøtu kommuna og Leirvík-
ar kommuna eiga í felag.
Pepperoni special
Tá ið Sosialurin vitjaði,
hevði Mortan gjørt okkum
eina pizza, sum kallast
"pepperoni special" og
aftrat tí vanliga, hevði hann
lagt ananas og tað, hann
kallaði jalabeno pipar",
omaná.
Pizza’in gagnaðist ógvu-
liga væl, og meðan vit ótu,
prátaðu vit eitt nú um tað at
gera eina pizza.
PrimaVera hevur fleiri
sløg av pizza, og Dagunn
og Mortan, sum bæði gera
pizza, arbeiða støðugt við
at hava eitt uppaftur størri
úrval.
Spurdur, um tað er leingi
at læra at gera pizza, sigur
Mortan, at tað heldur hann
ikki.
– Ert tú nærlagdur, tekur
tað einar 3-4 dagar at seta
seg inn í hetta arbeiði, sigur
hann.
Á
PrimaVera
verður
pizzabreyðið gjørt við eini
maskinu.
– Hetta ger, at okkara
pizza hava lítið feitt, minni
enn vanligt. Skalt tú evna
breyðið ella botnin til við
hond, er neyðugt at brúka
meira feitt, og tað vilja vit
ikki hava, sigur Dagunn.
Hon vísir annars á, at tey
gera meginpartin av tilfar-
inum burtur úr rávøru, sum
tey evna og skera til sjálvi.
– Vit elta deiggið og gera
breyðið. Oksakjøtið verður
gjørt til burtur úr rávøruni,
og vit skera piparfruktir,
leyk og annað til sjálvi.
Einasta, ið kemur sum kon-
serves, er ananas, champig-
non og mais, sigur mat-
stovueigarin.
Búffar
Gongst sum ætlað, fara tey
á PrimaVera í næstum at
gera og selja búffar, og her
verður ætlandi talan um
fleiri sløg av búffum.
Dagunn sigur, at hon so
við og við hevur bygt mat-
stovuna upp, og í hesum
arbeiði er hon sera fegin
um leiklutin og stuðulin hjá
starvsfelagnum, Mortani,
sum er ein ógvuliga skila-
góður
og
nærlagdur
drongur.
– Tá ið vit lótu upp síðsta
vetur, var innandura ítrótt-
urin ikki liðugur, og tí var
nógv at gera ta fyrstu tíð-
ina. Síðan var virksemið
eitt sindur slakari, men nú
er líkt til, at fleiri og fleiri
aftur vitja PrimaVera. Vit
bíða nú eisini spent eftir,
hvussu heystið og komandi
vetur verður, sigur mat-
stovueigarin,
Dagunn
Nolsøe Larsen.
Mortan Nónsgjógv hevur júst
tikið eina "pepperoni special"
úr ovninum.
– Tað tekur ikki so langa tíð
at læra seg at gera pizza,
sigur hann.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bogi Olsen, sum
leygardagin læt upp
nýggjan handil við
filmum til útleiging,
hevur størsta úrval av
sínum slagi á Skála-
fjørðinum.
HANDIL
Vilmund Jacobsen
Tey, sum leiga videofilmar
og fløgur út í Eysturoy,
hava nú fingið ein nýggjan
kappingarneyta.
Síðsta
leygardag
læt
snotuligi handilin við tí
geniala navninum, C-it,
upp í gamla Oyrahandlin-
um á Toftum. Eigari av
handlinum er 28 ára gamli
saltnesmaðurin, Bogi Ol-
sen, ið annars arbeiðir sum
sølumaður.
Hann leigar hølini frá
Sigurdi Højgaard á Toftum
og versoninum, Jan Mohr í
Fuglafirði.
Bogi hevur sjálvur og við
hjálp frá pápa sínum, Karl,
ið er timburmaður, innrætt-
að sær hølini og sett tey í
stand.
Stórt úrval
Spenningurin var stórur
hendan dagin, handilin
skuldi lata upp kl. 17, og
ein hópur av fólki stukku
inn á gólvið.
Bogi sigur, at úrvalið av
filmum er stórt, og her eru
bæði vanligir video-filmar
og DVD-filmar, ið eru
filmar á fløgu.
Hvussu stórt úrvalið er,
vil hann ikki siga ítøkiliga,
men vit skilja, at hetta er
størsta úrval av videofilmur
og fløgum á Skálafjørð-
inum.
– Vit hava filmar til allar
aldursbólkar, bæði spenn-
ingsfilmar, dramafilmar,
stuttleikafilmar
og
barnafilmar, sigur Bogi.
Hann vísir á, at C-it fer at
fáa nýggjar filmar heim
hvørja viku, og tí verður tað
altíð áhugavert at vitja
handilin, um tú ætlar tær at
leiga ein góðan film.
Kioskvørur
– Enn er handilin so
nýggjur, men eg haldi, eg
havi rakt seymin á høvdið.
Fyrstu dagarnir hava víst, at
tørvur er á einum handli,
sum hevur eitt stórt og fjøl-
broytt úrval av video-
filmum, sigur Bogi Olsen.
Umframt útleiging av
filmum, selir C-it eisini
ymisk sløg av chipsi og
poppkorni, nakað av góð-
gæti og sodavatn, ið vanliga
verða nýtt til filmshugna.
C-it er opin frá sunnudegi
til hósdag frá kl. 17-23 og
fríggjadag og leygardag frá
kl. 17-23.30.
Nýggjur handil við stórum úrvali av filmum
C-it er nýggjur og snotuligur handil á Toftum, ið leigar út
video-filmar og DVD-fløgur við filmum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Meðan Sosialurin vitjaði C-
it mánakvøldið, var hendan
nesdiddan inni á gólvinum
og leigaði sær ein film.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6