Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 178 - 18. september 2002 Nr. 178 - 18. september 2002 9 UTTAN ÚR HEIMI So slakaði Irak Irak hevur nú játtað at lata vápnaeftirlits- menninar hjá ST koma aftur til landið, men sjálvir vænta irakar ikki, at hetta fer at sissa amerikan- ararnar. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, boðaði gjáranáttina frá, at hann hevði fingið tilsøgn um, at Irak er sinnað at lata vápnaeftir- litsmenninar hjá ST koma aftur til landið. Stutt undan kunngerðini hevði irakski uttanríkisráð- harrin, Naji Sabri, handað Kofi Annan eitt bræv frá iraksku stjórnini, har stjórnin boðaði frá, at hon er sinnað at lata eftirlits- menninar hjá St koma aftur. – Eg kann vátta, at so er, og at irakska avgerðin er treytaleys, segði Kofi Ann- an. Aðalskrivarin legði aft- urat, at tann hvassorðaða røðan hjá George W. Bush, forseta á aðalfundinum hevði havt sína ávirkan, og at seinastu dagarnar hevur allur heimurin lagt trýst á Irak fyri at fáa landið at slaka. – Næstan hvør einasti røðari á aðalfundinum hev- ur biðið Irak lata vápnaeft- irlitsmenninar sleppa aftur til arbeiðis, segði Kofi Annan. Neyvan nóg mikið Irakska stjórnin heldur eftir øllum at døma ikki, at av- gerðin at lata vápnaeftirlits- menninar koma aftur er nóg mikið til at sissa amerik- ansku stjórnina. Tað kom fram í Bagdad í gjár. – Hetta málið endar ikki her, sjálvt um vit hava loyvt vápnaeftirlitsmonnunum at koma aftur. Amerikanski politikkurin hevur til enda- máls at fáa fatur á oljuni við Persaflógvan, eisini ir- aksku oljuni, segði irakski varaforsætisráðharrin, Tariq Aziz. Aziz legði afturat, at nú vápnaeftirlitsmenninir sleppa aftur til arbeiðis, hevur amerikanska stjórnin onga umbering fyri at leypa á Irak longur. George W. Bush, forseti hevur fyrr sagt, at USA fer ikki at helma í, fyrr enn irakski forsetin, Saddam Hussein, er koyrdur frá, tí hann er ein hóttan fyri heimsfriðin. Al Gore vil hava umdyst við Bush Demokratiska for- setavalevnið fyri tveimum árum síðani, Al Gore, hevur gjørt av at bjóða George W. Bush av til umdyst um tvey ár. USA Árni Joensen: Alment hevur Al Gore sýtt fyri at svara, tá hann hevur verið spurdur, um hann ætlar sær at royna eina ferð afturat at gerast amerik- anskur forseti. Men nú skrivar Drudge Report, at Gore fer at royna at gerast valevni hjá demo- kratunum, tá forsetaval verður aftur um tvey ár. Tíðindastovan sigur seg hava tíðindini frá vælvit- andi keldum í Washington. – Tað verður umdystur í 2004. Flokkurin hevur givið tilsøgn um at stuðla Al Gore til næsta forseta- val, og hansara næstu hava eisini mælt honum til at royna eina ferð afturat, skrivar Drudge Report. Slagorðið upp undir valið ber sambært tíðindastovuni upp á rím. Tað verður "Gore in 04". Eygleiðarar í Washington halda, at Al Gore fer ikki at kunngera avgerð sína fyrr enn umnakrar mánaðir. Men eygleiðararnir hava lagt til merkis, at Gore hev- ur verið sera atfinningar- samur ímóti stjórnini hjá Bush í seinastuni. M. a. hevur hann funnist hvass- liga at búskapar- og um- hvørvispolitikkinum. Greenpeace eftir kjarnorkuskipum Misnøgdir pedagokar Seldi irakum uran Støðast ikki á bygd Umleið tjúgu skip hjá umhvørvisverndarfel- agsskapinum Green- peace hava seinastu dag- arnar ligið í Írska Hav- inum, har tey ætla at mótmæla tveimum skip- um, sum eru á veg til Bretlands við kjarnorku- burturkasti. Kjarnorkuverkið í Sellafield sendi burtur- kastið til Japan í 1999, har tað skuldi endur- vinnast, men tá tað kom fram, at bretar høvdu givið japanum skeivar upplýsingar um farmin, vildu japansku verkini ikki hava burturkastið. Tí eru bretar noyddir at taka tað aftur, og nú eru tvey farmaskip á veg til Sellafield við teirri vandamiklu lastini. Greenpeace sigur, at felagsskapurin fer ikki at gera seg inn á tey bæði farmaskipini, men bert at mótmæla flutning- inum. Tey bæði farma- skipini hava kanónir at verja seg við, og bretskir kavbátar eru í fylgi við teimum. Pedagokarnir í nógvum donskum kommunum eru í øðini inn á teir kommunalu myndug- leikarnar, sum ætla at spara á ansingarøkinum. Misnøgdin við tær politisku ætlaninar er so stór, og í fleiri av teim- um stóru býunum hava pedagokarnir verið í verkfalli. Í býum sum Århus, Odense, Esbjerg og Randers hava peda- gokarnir sitið við hús, og tað hevur sum vera man havt við sær, at foreldrini hava verið noydd at vera heima ella at taka børn- ini við sær til arbeiðis. Pedagokarnir siga, at tær ætlaðu sparingarnar hjá kommununum fara at kosta fleiri hundrað arbeiðspláss, samstundis sum umstøðurnar hjá børnunum verða mun- andi verri. Kommunur- nar siga, at tær eru noyddar at spara, tí pen- ingurin røkkur ikki til. Eitt blað í Brasil vil vera við, at irakar keyptu uran frá brasilska hernaðar- stýrinum í árunum frá 1979 til 1990. Sambært blaðnum var talan um fleiri tons, sum vórðu flutt við skipi til Irak. Upplýsingarnar í bras- ilska blaðnum koma bert fáar dagar eftir, at ein út- lagin irakskur kjarn- orkuserfrøðingur hevur sagt, at Irak er ført fyri at gera kjarnorkuvápn um stutta tíð. Khadir Hamza vil vera við, at Irak hevur arbeitt við einari kjarnorku- vápnaætlan í fleiri ár, og at landið skjótt fer at hava fleiri kjarnorku- bumbur. Khalid Hamza var við til at seta iraksku kjarnorkuvápnaætlanina í verk, men flýddi av landinum í 1994. Ein kanning í Noregi vísir, at fólk, sum á ung- um árum flyta úr teim- um stóru býunum at bú- seta seg, velja rættiliga skjótt at flyta aftur til býirnar at búgva. Tað er størri stuðul til skúlanæmingar, ókeypis grundstykki og trygg ar- beiðspláss, sum fáa nógvar ungar norðmenn at flyta út á bygd at bú- seta seg, men kanningin vísir, at tey støðast kort- ini ikki. Sambært kann- ingini flyta 70 prosent av fólkinum innaftur í býir- nar, áðrenn tey hava fylt 35 ár. Ein samfelagsfrøðing- ur, sum hevur kannað viðurskiftini, heldur, at tey góðu og dragandi tilboðini hjá teimum smáu kommununum galda ov stutta tíð, og at fólk tí rýma haðani, tá umstøðurnar broytast. Tað var irakski uttanríkis- ráðharrin, Naji Sabri, sum handaði ST-aðalskrivaran- um tilsøgnina frá stjórnini í Bagdad, sum treytaleyst loyvir ST-vápnaeftirlits- monnunum at taka arbeiðið uppaftur. Innflytararnir drignir upp í týska valstríðið Í einari seinastu roynd at venda gongdini upp undir valið til týska samveldis- tingið hava teir konservat- ivu nú drigið innflytara- spurningar upp í valstríðið. Hesir spurningar hava ann- ars ikki verið umrøddir. Konservativa kanslaraval- evnið Edmund Stoiber sig- ur, at tað er neyðugt at seta mark fyri, hvussu nógvir útlendingar kunnu sleppa til Týsklands. Hann heldur, at týsku myndugleikarnir eiga heldur at virka fyri, at teir útlendingarnir, sum eru komnir, fáa betri umstøður, enn teir hava. Eygleiðarar í Berlin siga, at tann nýggi tátturin í valstríðnum kann geva teimum konservativu nakr- ar atkvøður afturat, men teir ávara samstundis um, at hetta er eitt sera við- kvæmt evni at taka upp, og at tað lættliga kann vísa seg at vera eitt mistak. Joschka Fischer, uttan- ríkisráðharri segði í gjár, at teir konservativu eiga at ansa eftir, at teir ikki birta upp undir fremmandahatur í týska samfelagnum. Eftir ráðstevnuna í Føroyum eru fólk farin undir at seta á stovn brúkarafelag BRÚKARAFELAG Heri á Rógvi Tað er nú nógv, ið røkist fyri, at eitt brúkarafelag aft- ur verður sett á stovn í Før- oyum. Áður hevur verið brúk- arafelag í Føroyum, men hetta datt niðurfyri, ikki minst tí, at arbeiðið var at kalla alt sjálvboðið. Á ráðstevnuni hjá NKU, ið varð hildin í síðstu viku, vóru fleiri føroysk umboð við, og tey gjørdu vart við støðuna í Føroyum. Hans Pauli Strøm, fyrr- verandi løgtingsmaður og føroysku kontaktpersónur á ráðstevnuni, sigur, at út- lendsku luttakararnir vóru stórliga bilsnir yvir, at brúkaraøkið í Føroyum var so illa fyri. – Rættiliga nógv tíð varð nýtt til at tosa um tey før- oysku viðurskiftini, og fleiri gjørdist heilt skelkaða av at hoyra, hvussu illa stóð til, sigur Hans Pauli Strøm. Hann leggur afturat, at økið er ógvuliga nógv for- sømt í Føroyum, og polit- iski myndugleikin eigur at taka stig til at fáa gjørt nak- að við hetta. Nýggja føroyska felagið fer at hava fund seinni í hesu vikuni. Hans Pauli letur sum heild væl at ráðstevnuni. Føroyskt brúkarafelag á veg – Faktistk er støðan verri her enn í Eystur- evropa á brúkaraøk- inum, og tit eru langt aftanfyri hini norður- londini, sigur for- maðurin fyri NKU, ið er norðurlendski samstarvsfelagsskapu rin fyri brúkarafeløg SAMRØÐA Heri á Rógvi Í farnu viku hevði NKU(Nordisk Konsument- udvalg) ráðstevnu í Føroy- um. NKU er norður- lendskur samstarvsfelags- skapur, ið er settur saman av teimum ymsu brúkara- feløgunum í Norðurlondum og ymiskum øðrum, sum fáast við brúkaraviðurskifti í Norðurlondum, t.e. granskarar og onnur. Fel- agsskapurin skal virka ráðgevandi fyri serliga Nordisk Ministerråd, ið eisini fíggjar virksemið hjá felagsskapinum. Øll Norðurlond eru um- boðaði í NKU. Grønland kom fyri fyrstu ferð við fyri trimum árum síðani. Í sam- bandi við ráðstevnuna í Føroyum vóru ymsir før- oyingar við sum gestir. – Vit sakna føroyingar í hesum samstarvinum. Okk- ara fatan er, at øll lond eiga at verða umboðaði, ið kunnu roknast sum norður- lond, sigur Johannes Gunn- arsson, formaður fyri ís- lendska forbrúkarafelagið og limur í NKU. Norðurlendskt brúkara- vernd og brúkarapolitikkur hevur verið at rokna sum tann besti í heiminum, men nú hevur ES gjørt meira við økið, og tyngdarpunktið liggur nú heldur í Brússel. Í Norra er forbrúkararáð- ið har tann mest virdi stovnurin í landinum, og aðrastaðni eru stovnarnir rættiliga væl umtóktir. So nógv, at arbeiðsbyrðan er rættiliga stór. Formaðurin í NKU undrast stórliga á støðuna í Føroyum. – Eg gjørdist bilsin, tá eg frætti um, at tað í Føroyum einki felag var, og lítil og eingin vitan var um, hvat fólk kundu klaga um, og hvørji brúkararættindi vóru. Eg havi ta kensluna av, at brúkarapolitikkur ikki er til í Føroyum, og hetta gjørdi meg ógvuliga bilsn- an, tí eg helt, at Norðurlond vóru ógvuliga frammaliga á hesum økinum. Faktiskt er støðan í Føroyum verri enn í fleiri Eysturevrope- iskum londum, sigur Finn T. Aas formaður fyri NKU. Hann leggur afturat, at føroyingar burdu havt líka stóran rætt til brúkaravernd sum aðrir norðurlendskir borgarar. Felags lógarverk Ein stórur partur av ar- beiðinum hjá NKU er at fáa felagslógarverk í øllum Norðurlondum á brúkara- økinum. – Vit hava roynt øll tey árini, ið norðurlendska samstarvið hevur verið til, at fingið eitt felagslógar- grundarlag í øllum lond- unum, sigur Finn T. Aas. Hesi seinnu árini hevur nógv virksemi snúð seg um ES, og tey viðurskifti, ið gera seg galdandi í ES og samstarvi við ES. Reglar, ið ES kemur við, verða Norðurlond eisini noydd at fylgja. Reint praktiskt heldur NKU tvær ráðstevnur um árið. Tann eina av ráðstevn- unum í ár varð hildin í Før- oyum og snúði seg um digi- talisering (talgildan) á brúkaraøkinum. Aftur her verður ES og tess reglar knýtt uppí. Í sambandi við ráðstevnurnar eru vanliga fleiri víðagitnir granskarar úr norðurlondum ella aðra- staðni frá. – Roynt verður at varpa ljós á fleiri sentralar spurn- ingar í brúkarahøpi, og vit royna at ávirka myndug- leikarnar og kunna teir um støður og ætlanir, sigur Finn T. Aas, formaður fyri NKU. – Tað er vorðið meira og meira týdningarmikið, at vit í felag royna at nýta hes- ar fundirnar til at ávirka av- gerðir hjá ES, sigur Finn T. Aas. Ísland og Norra eru ikki limir í ES, men við lima- skapinum í European Ec- onomic Area (EEA), og hetta ger, at Norra og Ísland noyðast at seta í verk tað lógarverk, ið verður sett í verk í Brússel. Norðurlendsk brúkaraumboð: Støðan er sum í Eysturevropa Mynd: F.v. Finn T. Aas, formaður fyri NKU og úr Norra, Johannes Gunnarsson, formaður fyri íslendska forbrúkarafelagið, og Eeva-Liisa Koltta-Sarkanen, "øverinspektør" úr Finnlandi. Hans Pauli Strøm, sum er ein av teimum í nýggja føroyska brúkarafelagnum. C M Y K 9 8 v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Nissan Terrano II 2,7DT Van grønur, 4 hurðar, árg. 1996. Nissan Micra reyður, 5 hurðar, 15.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 406 ST 2,1 DT beige, 4 hurðar, árg. 1997, 136.000 km. 143.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7 DT beige, 5 hurðar, árg. 1996, 95.000 km. 85.000 Opel Astra 1,6 16V bláur, 4 hurðar, árg. 1999, 30.000 km. 125.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 60.000 km. 67.000 Opel Astra 1,7 DT brúnur, 4 hurðar, árg. 1996. 78.000 Opel Astra 1,7 DT vínreyður, 5 hurðar, árg. 1997, 101.000 km. 89.000 Opel Astra 1,6 St. Car bláur, 5 hurðar, árg. 1993, 116.000 km. 55.000 Opel Astra 1,6 beige, 4 hurðar, árg. 1997. 78.000 Opel Astra 1,6 5 hurðar, árg. 1998. 92.000 Opel Vectra 1,8 svartur, 4 hurðar, árg. 2000, 22.000 km. 174.000 Opel Vectra 2,0 Di bláur, 4 hurðar, árg. 1998, 96.000 km. 130.000 Audi 100 grønur, 4 hurðar, árg. 1987, 290.000 km. 25.000 Ford Courier 1,8d Diesel Van reyður, 3 hurðar, árg. 1995. 28.000 Fiat Marea 1,6 svartur, 4 hurðar, árg. 1996, 70.000 km. 85.000 Ford Escort 1,6 Van reyður, 5 hurðar, árg. 1996. 65.000