Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 178 - 18. september 2002 Nr. 178 - 18. september 2002 11 Valúrslitið í Svøríki gjørdist sera áhugavert, ikki minst tí tað ger upp við tað rák, sum hevur verið gald- andi í mongum londum, har teir borgarligu flokkarnir í eitt nú Danmark, Noregi og Týskalandi hava gingið nógv fram, tó at tað tykist at venda aftur í Týskalandi. Í Svøríki hava teir borgarligu ikki fingið eitt bein til jørðina. Hetta er sera áhugavert nettupp nú. Valið hevur staðið um ideologisk sjónarmið og skilnaðir. Øðrumegin hava teir borgarligu staðið við kravinum um skattalætta tvs. við krøvum um, at man í ávísan mun skuldi avmontera vælferðarstatin við privatiser- ing av stórum almennum fyritøkum, loysa pensións- spurningin við privatum pensiónsskipanum osfr. Hinvegin hevur Javnaðarflokkurin staðið við einum sera einføldum boðskapi um, at vælferðarstaturin er góður. Hann skal ikki avviklast ella gerast veikari. Hann skal tvørturímóti gerast sterkari. Nettupp í eini tíð vit liva í sum nú, har fólk eru hart kroyst á arbeiðs- marknaðinum, fólk slítast skjótt, og hvar høgrarákið er sterkt í heiminum, hava javnaðarfólkini so sagt, at tað er altumráðandi at styrkja vælferðarstatin. Teir fóru á val við einum heilt greiðum boðskapi um at styrkja tað tradionella fundamentið undir væl- ferðarstatinum: betri pensiónsskipanir, betri útbúgv- ingartilboð til børn og ung, betri sjúkrahústilboð, betri viðgerðartilboð, ansingarpláss og røktarheims- pláss. Tvs. tey siðbundnu virðini undir vælferðarstat- inum. Tað kann virka eitt sindur vanabundið og fantasileyst. Men Javnaðarflokkurin hevur vitað, at hetta var tað besta fyri tað svenska fólkið, og teir hava vitað, at varð farið undir at niðurbyggja vælferðar- statin fóru at ganga ártíggju at venda rákinum aftur. Tað svenska fólkið, sum væl at merkja, livir í heims- ins besta og tryggasta samfelag, hevur tikið boðskap- in til sín og tað hevur sagt klárt nei til at tað verður pilkað við vælferðarstatin. Og eitt klárt ja til at styrkja hann. Áhugavert er eisini at síggja, at tað fremmandahatur, sum borgarligu flokkarnir um alt Europa spæla uppá, hevur als ikki borið ávøkst í Svøríki. Javnaðarflokk- urin, vinstraflokkarnir og tann liberali fólkaflokkurin (sum einki hevur við okkara fólkaflokk at gera) hava klárt meldað út, at teir vilja ikki hava fremmanda- hatur og rasismu. Svøríki skal vera eitt land, har fólk kunnu søkja til, tá tey verða forfylgd fyri sínar áskoð- anir. Eftir svenska valúrslitið bíða øll nú eftir tí týska valinum. Vit í Føroyum kunnu annars bara harmast um, at tann flokkur, sum eins og svenski Javnaðarflokkurin vil verja vælferðarstatin, ikki í løtuni tykist at hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi. Í løtuni verður rikin ein knallharðar liberalistiskur borgarlig- ur politikkur. Føroyingar eins væl og nógvar aðrar tjóðir hava so sanniliga nógv at læra av tí svenska modellinum og rákinum har, sum so týðuliga og klárt byggir mangarð um vælferðarstatin. DAGSINS MEINING Sosialurin Vit hava øll nakað at læra av svium VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Haldur S. Johansen Fólk flest undrast, nú Bill Justinussen, landsstýris- maður, hevur valt nýggjar limir í vísindaligu siðsem- isnevndina. Undranin snýr seg serstakliga um, at teir valdu limirnir koma úr smáum trúarbólkum, ið bert umboða nøkur fá pros- ent av trúarlívinum í Føroy- um. Sjálvur undrist eg, men ikki av hesi orsøk. Eg undr- ist, at eingin setir spurnar- tekin við, hví siðsemis- nevndin partú skal mannast við fólki, ið er knýtt at onkrari samkomu ella kirkju. Hví er tað so, at tá ið tosað verður um siðsemi, so verður hildið, at fólk sum fáast við religión, eru tey røttu fólkini at svara spurningum um siðsemi? Orsøkin er valla, at tey hava víst seg at vera betri ella klókari enn vit onnur. Orsøkin er helst tann, at nógv fólk halda, og ikki bara úr Miðflokkinum, at siðsemi bert kann skiljast í sambandi við religión. So av tí at prestar, predikantar og trúgvandi yvirhøvur eru talsmenn fyri religión, verður hildið, at tey eisini eru talsmenn fyri siðsemi. Veruleikin er tó tann, at sið- semi er sjálvstýrandi. Hon er ikki tengd at religiónini. Teoriin um náttúrliga lóg (en: The Theory of Natural Law) hevur verið tann ráð- andi teoriin um siðsemi í søguni hjá kristindóminum. Hon sigur, at tað besta, ið kann gerast undir øllum umstøðum, er at halda seg til tað, sum hevur tær bestu orsøkirnar á sínari síðu. So- leiðis eru tann trúgvandi og tann ikki trúgvandi í somu støðu, tá ið tað kemur til at gera metingar um siðsemi. Báðir partar eru útgjørdir við samvitsku og orsøkum. Fyri báðar partar er neyð- ugt at lurta eftir orsøkum, og at vera trúgvur ímóti samvitskuni, fyri at gera eina ábyrgdarfulla meting um siðsemi. Prátið um at manna sið- semisnevndina við fólki úr samkomum og úr kirkjuni, gerst eisini eitt sindur tápu- ligt, tá ið hugsað verður um, at talan er um eina vís- indasiðsemisnevnd. Í øldir hevur verið góðtikið, at vís- indin er sjálvstýrandi. Hon hevur sínar egnu spurning- ar, sín egna hátt at svara teimum uppá, og sín egna standard fyri sannleikan- um. Í strembanini hjá granskaranum at finna sannleikan um heimin, hev- ur tann kristni myndugleik- in einki at týða. Tað var sjálvandi einaferð, at kirkjuligur myndugleiki ognaði sær rættin til at døma vísindina í navni trú- arinnar: granskingin hjá Galileo var fordømd, og hann var noyddur at havna henni, tí hon var ósam- bærulig við kristnu trúnna, sum hon var fatað tá. Nú hava flest øll kristin lært, at trúgv ikki gevur innlit í vísindalig evnir. Siðsemisnevndin Nemus Nap Djurhuus Nú er tann stundin komin til handa, har Miðflokkurin fær at vita, hvar skápið skal standa. Tað letur seg ikki gera í ár 2002 at føra svartasta fundamentalistiskan kristn- an afturhaldspolitikk. So um Miðflokkurin ikki vil føra realpolitkk, ja so er eitt at gera – slít samgong- una. Eg vil heldur liva undir svartasta sambandi heldur enn at liva kúgaður undir kristnum fundamentalist- um. Svartasta sambandinum vinna vit á, tá vit fáa eina sterka sjálvstýris samgongu – MEN móti kristnu fundamentalistunum, hava vit ikki ein livandi møgu- leika at fóta okkum aftur! Í hjarta mínum býr frælsi - MEN! Íslendski bólkurin Úlpa fer at spæla á konsertum í Gøtu og í Havn. Saman við teimum fara føroyskir bólkar eisini at spæla TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Í komandi viku kemur íslendski rockbólkurin Úlpa til Føroya. Leygarkvøldið 21. sept- ember fer bólkurin at spæla í Losjuni í Gøtu saman við føroyska bólkinum Krit. Sunnukvøldið 22. sept- ember verður konsert í Út- varpshøllini í Havn, har eisini Krit; MC Hár, Gestir og Flux fara at spæla. Ferðin hjá Úlpa er komin í lag í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá Plátufel- agnum Tutl. Seinni í ár skal íslendski bólkurin til Dan- markar og USA at spæla. Tónleikurin, sum teir spæla, kann samanberast við nøvn sum Radiohead, Sigur Rós, Muse, Coldplay og Aha. Ein av sangunum hjá Úlpa roynir seg í hesum døgum sum eykalag á 15 teimum bestu. Hóast úlpa merkir tað sama á íslendskum sum á føroyskum, hevur bólkurin tó fingið navn frá russ- iskum tekniseriufiguri. Tað er Plátufelagið Tutl, sum saman við Tónleika- samtakinum Grót, skipar fyri konsertunum. Íslendsk Úlpa til Føroya at spæla VIÐMERKINGAR Helgi Abrahamsen Ein afturvendandi setning- ur, sum mangan var at hoyra í sambandi við full- veldistilgongdina í farna valskeiði, var setningurin »øll kunning er góð«. Fólk- ið skuldi kunnast um ætlan- irnar hjá landsstýrinum, og tað skuldu millum annað óheftir embætismenn syrgja fyri. Vit fingu Hvítubók, Caragata álitið, tey so- nevndu »Íslendsku tølini«, eina heimasíðu við kunn- andi tilfari og ein alment fíggjaðan faldara frá sam- gonguflokkunum fingu vit eisini inn um hurðina. Men spurningurin sum altíð reis- ir seg er, hvussu óheft er tílík kunning. Sannleikin í fleiri útgávum Eg hoyrdi einaferð dømið um eitt fólkatingsval, har Sosialdemokratiski flokk- urin hevði stóra fram- gongd. Nakað eftir valið varð ein veljarakanning gjørd, sum vísti, at Sosial- demokratarnir hildu støð- una. Tveir tíðindamenn skrivaðu hvør sína grein um veljarakanningina, har annar brúkti yvirskriftina »Sigurin er staðfestur«, meðan hin skrivaði »Fram- gongdin er steðgað«. Hetta var kunningin, sum hesir báðir tíðindamenninir góvu sínum lesarum. Báðir skrivaðu teir um sama evni, og hvørgin skrivaði ósatt, men kortini fingu teir tvær søgur, sum ikki kundu sam- anberast. Íslendsku tølini vóru fínpussaði Tá ið eg taki hetta evnið upp, so er tað tí at eg fyri fáum vikum síðani var inni á heimasíðuni hjá lands- stýrinum um fullveldi, fyri at leita eftir »Íslendsku tøl- unum« (um langtíðarárin av at ríkisveitingin fellur burtur). Eg fann tað, sum eg leitaði eftir, og printaði tað út. Á veg inn á Skálafjørðin við Gomlu Ternu setti eg meg at lesa í tilfarinum. Tá sá eg, at rættingar vóru gjørdar í tekstinum á tann hátt, at upprunateksturin var yvirstrikaður, men kundi tó framvegis lesast, meðan nýggjur tekstur var settur ístaðin. Hví hetta var lagt soleiðis út á heimasíðuna, veit eg ikki, men helst er talan um ein tekniskan feil, tí rætt- ingarnar sóust ikki á teldu- skýggjanum, men bert á tí útprintaða tilfarinum. Millum rættingarnar í tekstinum kunnu nevnast hesar yvirskriftirnar: • »Vøkstur í skattatrýstin- um« var broytt til »Skatta- trýst« • »Arbeiða meira – væl- ferðin minni« var broytt til »Arbeiði og vælferð« Um vit lesa innihaldið í tekstinum, so síggja vit skjótt, at yvirskriftirnar »Vøkstur í skattatrýstin- um« og »Arbeiða meira - vælferðin minni« passa útmerkað til niðurstøðurnar í tilfarinum, so tað er ikki tí, at yvirskriftirnar eru broyttar. Nei heldur man talan vera um eina roynd at siga tingini við teimum røttu orðunum, soleiðis at kunningin passaði til ætlan landsstýrisins. Politisk upplýsing Tá fólkaatkvøða skuldi verða um fullveldisspurn- ingin í mai 2001, hevði landsstýrið eitt lógarupp- skot klárt, sum millum ann- að segði, hvussu peningur til politiska upplýsing í sambandi við fólkaatkvøð- una skuldi býtast ímillum flokkar og felagsskapir. Eftir tí uppskotinum skuldi meira stuðul latast til »ja- síðuna« enn til »nei- síðuna«. Vit kunnu tí spyrja, hví fullveldisfólk skuldu kunn- ast meira enn sambands- fólk? Mær vitandi er eingin munur á, hvør av hesum pørtunum er tornæmari enn hin. Jú víst eru føroyingar kunnaðir, og øll kunning er góð. Eitt samfelag og ein politisk skipan eiga altíð at tola, at fólkið fær innlit í samfelagslig- og politisk viðurskifti. Men spurning- urin er, um vit nakrantíð í hesum landi fara at kunna kunna objektivt. – Tað kláraði landsstýrið í hvussu so er ikki í sambandi við fullveldisætlanina. Nicolina Jensen Beder So lagt eru vit nú komin í Føroyum, at neyðugt er at seta navn á egnu kirkju okkara. Í uppvøkstri mín- um var kirkjan, kirkjan rætt og slætt. Í Havn høvdu teir Katolikkakirkjuna, ið var nevnd við navni. Kirkjan, skúlin og heimið gingu hond í hond. Í kirkju fóru vit hvønn sunnudag, óansæð um tað var prestur ella deknur. Tó vil eg siga, at tað var eyka hátíðarligt, tá ið prestur var. Tá vóru ljósini tendraði, fólk fóru til altars, og børn vóru borin til dópin. Um kvøldið fóru vit á møti, tá hevði hvør maður loyvið at gera orðið fram. Hetta var kallað at vitna. Hugnaligt at minnast aftur á. Málburður- in var frá teirra egna um- hvørvi og bar tað meira enn so til at hoyra á vitnisburð- inum, hvat maðurin tókst við í gerandidegnum. Líkn- ilsini vóru tikin út teirra egna umhvørvi. Tá var ikki tvístøða millum kirkju og missiónshús, langt minni ímillum prest og degn. So kom næsta ættarlið, mál- burðurin broyttist og flestu fingu betri málsliga út- búgving. Nú bar ikki til longur. Tá byrjaði sundur- lyndið, har hvør vildi ráða sær. Nú er sundurlyndið vorðið uppaftur størri, og hvør trúarbólkur vil hava somu rættindi, sum kirkjan eina hevði. Hetta minnir um søguna, ið Kåre Holt, norskur rithøvundur, sigur frá, um normenn, ið fluttu til Amerika. Teir søgdu seg flyta undan kirkjuni. Alt var sera gott at byrja við, men so gjørdi sundurlyndið seg aftur galdandi og teir spjaddust í allar ættir, hvør við sínum trúarbólki. Kirkjan hevur havt ómetaliga nógv at týða í Føroyum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit vóru betur farin uttan alt hetta sundurlyndi. Um vit nú hyggja eftir, hvørja uppgávu fólkakirkj- an í roynd og veru hevur, kunnu vit í fyrstu syftu taka hana sum ein ser vælvirk- andi stovn. Prestarnir, ið starvast hvør í sínum prestaøki, hava fingið holla útbúgving í gudfrøði eins og í bókføring. Teir verða løntir eins og einhvør annar embætismaður. Starv teirra krevur, at teir eru tøkur til eina og hvørja tíð. Hvørt einasta mansbarn, borðið í heim í Føroyum, verður skrásett. Hvørt barm við navni, óansæð um tey verða doypt ella navngivin, øll standa tey í kirkjubók- ini. Óteljandi váttanir skulu skrivast bæði til eitt og annað endamál. Í kirkju- bókini verða øll skrásett, bæði konfirmantar, kirkju- vígd og annars hvørt eitt deyðsfall. Hugsað sær til virðið í kirkjubókunum. Kirkju- bøkurnar eru høvuðskeld- urnar til ættargransking, eins og tær hava stóran týdning fyri siðsøgulig og onnur vísindi. Í Eysturoy er kirkjubók heilt aftur til 1687. Umframt bókføringina hava prestarnir aðrar fastar reglur at ganga eftir í tí kirkjuliga arbeiðinum. Sum andaligir vegleiðarar hava teir bundnar uppgávur. Teir skulu eftir givnum reglum halda gudstænastu hvønn sunnudag. Prædikan skal vera væl fyrireika. Eisini hon er bundin uppgáva við tað, at prædikuteksturin er givin frammanundan. Prædikan skal vera væl fyrireika út frá teksinum, so hon kann geva fólki nakað at hugað um. Annað, sum fer fram í kirkjuni, er altar- gongd, dópur, konfirm- atión, brúðarvíglsa og jarð- arferð. Orð biskups, H. J. J.: »Gudstænastan skal ikki kappast við undirhald av øðrum slag. Gudstænastan skal vera hátíðarlig og geva fólki eina friðsæla løtu, so tey kuinnu fara ríkari heim«. Umframt prestarnar, ið fáa løn fyri fast arbeiði, hevur kirkjan átt ein trúgv- an skara av óløntum kirkju- tænarum. Terra ósøknað arbeiði hevur gjørt, at kirkj- urnar í Føroyum kunnu hava havt kirkjutænastu, sjálvt um prestur ikki var til staðar. Av og á verður spurt, um tað er neyðugt at hava eina fólkakirkju, jú, har til vil eg svara, at ongantíð í Føroya søgu hevur tað ver- ið meira neyðugt. Kirkjan er einasta friðarstað í øllum hesum meldrinum av átrúnaligum rørslum. Nú ið kjakast hevur verið um yvirtøku av kirkjuni, og um hvør ið gjalda skal, hava nógvar røddir verið frammi, og í yvirvág av teimum, ið vilja mága støð- ið undir kirkjuni. Kirkju- skattur og trúarfrælsi verð- ur blandað saman í eitt ósømiligt kjak. Kirkjan og kirkjuskattur Aftaná at hava fingið innlit í kirkjuligt arbeiði, undrar tað meg, at nakar kann vera frítikin fyri at gjalda kirkju- skatt. Kirkjan røkir bæði eitt andaligt og eitt verðs- ligt øki, ið henni er álagt. Tað verðsliga er at føra kirkjubøkurnar, umsita navnalóggávuna, samskifta við myndugleikarnar um barnsburð og deyða, og fyri ikki at tosa um tað ótal av attestum, ið fólk skulu hava í tíð og ótíð. Neyvan ber til, at vera frítikin fyri at gjalda sjúkrakassan, vegna flyting í annað trúarfelag. Nakað annað, ið tykist at vera eitt sindur løgi er, at hesi fólk, ið mest hava hug at mótmæla, eru fólk, ið tulka orð úr halgu bók til eitt hvørt høvi. Í Halgibók fáa vit greitt svar, ikki frá einum og hvørjum, men frá Jesusi sjálvum, tá ið hann sigur: »Gevið tá keisaran- um tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guds er«. (Mt. 22,21). Eg haldi, at tað verðsliga arbeiði hjá kirkj- uni neyvan kann tulkast øðrvísi, enn at vera keisar- ans. Tá ið skrivað verður niðursetandi um kirkju- bóksførsluna og tvætli um, at tað skal vera mannmink- andi at lata seg skráseta hjá presti, verið eg bæði kedd og hørm. Tað munnu vera nógv lond, ið misunna okk- um, at vit eiga ein so dýran siðsøguligan skatt. At møguleiki er fyri at hetta kann gerast øðrvísi, er eingin trygd fyri, at tað kann gerast bíligari og betri. Hví er so umráðandi at yvirtaka kirkjuna, áðrenn nakað er avklárað? Vit eru mong, ið gerast ørkymlaði, tá ið skrivað verður: Vit yvirtaka, so skulu vit ráða, ella um grundlógina: at føroyingar ongantíð hava ynskt hana. Hvørji eru vit? ella hvørji eru føroyingar? og Hvørji eru tey, ið tala okkara alra vegna. Hóast eg alla mína tíð havi vakt sjálvstýrið, eri eg komin til tað løgnu niðurstøðu, at sambandsfólk vísa seg at hava meira kenslu og góðsku fyri øllum tí, ið før- oyskt er, enn øll hesi í rópa um loysing. Hægsta ynski mítt er, at føroyska kirkjan og før- oysku kirkjusiðirnir verða óbroyttir, at kirkjan fram- vegis fær góð og trygg kor. Tórsnavn, 12. sept. 2002 Kirkjan ella fólkakirkjan Kunnu vit kunna ? C M Y K 11 10