mikudagur 18. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 18. september 2002
Nr. 178 - 18. september 2002
13
– Tað er sera
harmuligt, at Føroya
Kommunufelag ikki
vil gjalda tað, sum tað
kostar at reka søvnini
á skúlunum. Tað
kostar einar 1o.000
krónur fyri smærru
skúlarnar um árið,
sigur Elsa Birgitta
Petersen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag
SAVNSRØKT
Eirikur Lindenskov
Seinastu mánaðirnar hevur
stríð valdað millum Føroya
Lærarafelag og Føroya
Kommunufelag um savns-
røktina á skúlum. Málið
snýr seg um, at Føroya
Lærarafelag heldur, at lær-
arar eiga at fáa løn fyri at
keypa inn til og røkja søvn-
ini á skúlunum, t. d. smíð-
stovur, evningstovur, alis-
og evnafrøði, tónleik, fim-
leik o. s. fr.
Men hetta vil Føroya
Kommunufelag ikki hoyra
talan um.
Fyrr í ár var semja gjørd
millum Kommunusamskip-
an Føroya og Føroya Lær-
arafelag um hesi viður-
skifti. Í Kommunusamskip-
an Føroya eru tær størstu
kommunurnar.
Sambært tí semjuni rinda
land og kommunur hvør
sína helvt av hesum kostn-
aði.
Hóast Kommunufelagið
ikki vil góðtaka hesa
semju, so hava ávísar
kommunur kortini valt at
gjalda tað, sum hetta kostar.
Men nú um dagarnar var
fundur í Føroya Kommunu-
felag, har breið semja var
um, at kommunurnar ikki
skulu gjalda.
– Tað er ófatuligt, at
Kommunufelagið soleiðis
velur at leggja skúlarnar
lamnar, tí hetta snýr seg
ikki um nógvar pengar,
sigur forkvinnan í Føroya
Lærarafelag, Elsa Birgitta
Petersen. Hon sigur, at fyri
smærru skúlarnar er talan
um einar 10.000 krónur um
árið.
– Eg veit um onkran
skúla, har tað snýr seg um
1.000 krónur um árið, sigur
hon.
– Við ikki at vilja gjalda
pengarnar, so gera komm-
unurnar tað, at amboð á
skúlunum forfella, og at
undirvísingin verður nógv
darvað og í summum førum
steðgar upp, sigur for-
kvinna
lærarafelagsins,
sum heldur tað vera langt
úti, at hetta bara skal verða
grundað á treiskni.
– Skattgjaldarin í hesum
kommununum rindar kort-
ini fyri hetta á hinum skúl-
unum, tí landið rindar jú
helvtina, og allir skatta-
borgarar í landinum rinda
skatt til landið. Við fram-
haldandi at forða hesum,
hevur Føroya Kommunu-
felag eisini sett seg upp
ímóti, at skúlarnir í teirra
limakommunum njóta gott
av teirri avtalu, sum longu
er gjørd um, at landið rind-
ar helvtina av øllum hesum
útreiðslum.
Elsa Birgitta Petersen ger
greitt, at limir í Føroya
Lærarafelag ikki vilja ar-
beiða uttan at fáa løn. Lær-
arafelagið hevur tó einki
ímóti, at kommunurnar seta
onnur fólk at taka sær av
hesum uppgávum, men
limir í lærarafelagnum gera
tað so ikki, um ikki teir fáa
løn.
Formaðurin í Føroya
Kommunufelag,
Jacob
Vestergaard
væntar,
at
semjan, sum gjørd er, bara
er fyribils, og at hetta verð-
ur dýrari seinni. Men hes-
um vísir Elsa Birgitta Peter-
sen aftur.
– Sum sagt so gera vit
einki fyri einki. Vit hava
fingið eina góða avtalu við
Kommunusamskipan Før-
oya, sum staðfestir, at hetta
er arbeiðið, sum gjaldast
skal fyri. Vit hava ikki ætl-
anir um at krevja hægri løn
fyri hetta, tó at hetta sjálv-
andi er ein sáttmálaspurn-
ingur, soleiðis er tað við
øllum sáttmálum, sigur
hon.
– Vit fegnast um at
síggja, hvussu væl tað nú
gongur á skúlunum í størru
kommunum, og harmast
samstundis um, at skil ikki
kann fáast á øllum skúlum
– sum sostatt liggja lamnir
av berum treiskni, sigur
Elsa Birgitta Petersen, for-
kvinna í Føroya Lærara-
felag.
Ósemjan millum
Føroya Lærarafelag
og Føroya Kommunu-
felag merkist væl í
skúlanum á Giljanesi.
Kaos valdar í fleiri
lærugreinum, og har
tosa tey eisini um at
lata 10. flokk sleppa
at velja lærugreinir
umaftur – og bara
lata tey velja millum
tær bókligur læru-
greinirnar. Á Gilja-
nesi kostar savnsrøkt-
in 121 krónur fyri
hvønn næming
SAVNSRØKT
Eirikur Lindenskov
– Okkara skúli er fullkomi-
liga lamin á fleiri økjum og
skerdur á øðrum økjum,
sigur Hans Jørgensen, stjóri
á skúlanumá Giljanesi í
Vágum.
Har hava tey verið merkt
av hesi ósemju tann mán-
aðin, sum er farin av hesum
skúlaárinum. Hans Jørgen-
sen sigur, at trupulleikin
ikki var so stórur fyri
summarfrítíðina,
tí
tá
hjálptust tey við tí, sum var
keypt inn, og sum í summ-
um førum varð keypt til alt
skúlaárið.
Men nú hava tey stórar
trupulleikar á Giljanesi.
– Smíðstovan kann ikki
brúkast, og næmingarnir
sleppa ikki at arbeiða. Lær-
ararnir verða noyddir at
finna upp á ráð – og fáa
næmingarnar at gera eitt-
hvørt, sum hevur okkurt
við evnið at gera, sigur
Hans Jørgensen.
í alis- og evnaførði klára
tey seg kanska eina tíð
afturat, tí har verður keypt
inn soleiðis, at tað varar eitt
sindur longur. Í lærugrein-
ini handarbeiði er skilið tað
sama sum í smíð, har er
einki tilfar at arbeiða við,
og tað sama er galdandi fyri
evning, hvar valdar kaos,
sigur skúlastjórin.
Hans Jørgensen vísir á, at
t.d. 10. flokkur er eitt tilboð
til næmingarnar. Skúlin á
Giljanesi er ein litil skúli,
og tað hevur frammanund-
an við sær, at lítið er at
velja í, tí næmingagrundar-
lagið er so lítið.
– Verður hendan trætan
ikki loyst sum skjótast, so
er spurningurin um vit ikki
skulu lata næmingarnar í
10. flokki velja umaftur –
og tá bara geva teimum
bókligar lærugreinir í at
velja, sigur Hans Jørgen-
sen, sum hevur boðað bæði
Føroya Lærarafelag og
Mentamálaráðnum
frá
teirri ótolandi støðuni.
Hans Jørgensen vil ikki
taka støðu til, hvør av pørt-
unum hevur rætt og ikki.
– Men man kann ikki lata
hetta ganga út yvir skúlan á
henda hátt – serliga ikki tá
vit eru so illa sperd framm-
anundan, staðfestir hann.
Skúlastjórin á Giljanesi
vísir eisini á, at lærararnir
eru í føstum starvi. Teir
kunnu ikki sigast upp,
hóast eingin undirvísing er
í ávísum lærugreinum. Eis-
ini er tað eitt krav til næm-
ingarnar í 10. flokki, at teir
skulu hava í minsta lagi 28
undirvísingartímar, so tað
ber heldur ikki til at gera
teimum frí.
Hans Jørgensen sigur við
Sosialin, at hann herfyri
fekk ábendingar um, at
málið fór at verða loyst, og
tí gjørdu tey ikki meira við
málið. Men nú hevur hann
fingið at vita, at støðan er
fæst læst í Føroya Komm-
unufelag.
Fyri skúlan á Giljanesi er
talan um 30.000 krónur um
árið, sum tað kostar í
kommununnar
parti
at
rinda fyri savnsrøktina. Á
skúlanum eru 248 næming-
ar, sum allir eru merktir av
hesi ósemju, hóast eldru
flokkarnir í størri mun
merkja hetta.
Fyri hvønn næming er
talan um 121 krónur…
Formaðurin i Føroya
Kommunufelag skilir
væl, at lærarar vilja
hava løn fyri at røkja
søvnini í skúlunum.
Hann vísir kortini á,
at tað er landið sum
er arbeiðsgevari hjá
lærarunum. Eiga
kommunurnar at
rinda fyri savnsrøkt-
ini, so er tað ein
spurningur millum
land og kommunur
og ikki lærarafelag og
kommunur, sigur
hann
SAVNSRØKT
Eirikur Lindenskov
– Tað er skeivt at býta
lønarútreiðslurnar til lærar-
ar millum land og komm-
unur.
Hetta sigur formaðurin í
Føroya
Kommunufelag,
Jacob
Vestergaard
á
Økrum.
Kommunufelagið hevur
havt fund um trætuna við
Føroya Lærarafelag, og har
var breið semja um, at
felagið ikki bakkar.
Jacob Vestergaard sigur,
at man sjálvandi altíð kann
tosa um, hvørt savnsrøktin
er ein kommunal uppgáva
ella ikki. Men um so er, so
er tað eitt mál millum
landið og kommunurnar,
ikki millum kommunurnar
og Føroya Lærarafelag.
– Tað kann ikki verða
rætt, at vit fáa rokningina, tí
at Føroya Lærarafelag ikki
fær Mentamálaráðið at bera
allan kostnaðin, sigur hann.
Hetta heldur hann verða
prinsippielt skeivt.
Formaðurin í Føroya
Kommunufelag
heldur
hetta verða eitt keðiligt
mál. Hann sigur, at komm-
unurnar hava allar góð við-
urskifti við skúlan og við
lærarar. Hann heldur tað tí
verða sera keðiligt, at
kommunur og lærarar á
henda hátt verða sett hvør
upp móti øðrum.
Jacob Vestergaard er væl
greiður um, at hetta ikki er
ein spurningur um pengar.
Men ein spurningur um
prinsipp. Hann væntar, at
hetta bara er byrjanin, og at
krøvini við tíðini fara at
gerast hægri, um Komm-
unufelagið nú góðtekur
henda leistin.
Men tað er ikki tí, at hann
heldur, at lærarar fáa ov-
mikið í løn.
– Læraralønirnar eru alt
ov lágar. Teir eiga at fáa væl
meira í løn, og savnsrøktin
eigur sjálvandi at verða ein
partur av hesum, eins og t.
d. KT-varaarbeiði er tað,
sigur hann. Mentamálið
rindar allar útreiðslurnar í
sambandi við KT-vørarnar,
tí heldur Jaocb Vestergaard,
at sama prinsipp eigur at
verða við savnsrøktini,
heldur hann.
– Nú verður so nógv tos-
að um at fáa greitt býti
millum land og kommunur.
Fara vit nú at blanda tingini
saman á henda hátt, so
verður tað ein vavgreytur,
sum vit ikki koma burtur úr
aftur, sigur hann.
Jacob Vestergaard sigur,
at hann skilir væl lærar-arn-
ar og at teir eru loyalir yvir
fyri Føroya Lærarafelag, ti
tað skulu teir vera – og
sjálvandi skulu teir hava
løn fyri sítt arbeiði.
– Men adressan er skeiv,
tá teir koma til kommun-
urnar eftir pengum, sigur
hann.
Leggja skúlar lamnar av berum treiskni
Kostar 121 kr fyri hvønn næming
– Tað er ófatuligt, at Komm-
unufelagið soleiðis velur at
leggja skúlarnar lamnar, tí
hetta snýr seg ikki um nógvar
pengar, sigur forkvinnan í
Føroya Lærarafelag, Elsa Bir-
gitta Petersen
– Verður hendan trætan ikki
loyst sum skjótast, so er
spurningurin um vit ikki
skulu lata næmingarnar í 10.
flokki velja umaftur – og tá
bara geva teimum bókligar
lærugreinir í at velja, sigur
Hans Jørgensen, sum hevur
boðað bæði Føroya Lærara-
felag og Mentamálaráðnum
frá teirri ótolandi støðuni
Adressan er skeiv
– Tað kann ikki verða rætt,
at vit fáa rokningina, tí at
Føroya Lærarafelag ikki fær
Mentamálaráðið at bera
allan kostnaðin av
savnsrøktini, heldur Jacob
Vestergaard
Framúr disco-ferð við Boney M
Væl upplagda mann-
ingin í Boney M
hevði fullkomiliga tak
á áhoyrarunum í
Fuglafirði
leygarkvøldið, tá tey
tóku fólk við aftur í
árini, tá disco-tón-
leikurin hevði sína
stórtíð. Tað var onga
løtu keðiligt, tá tey
spældu allar sínar
kendu sangir
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Myndir: Gissur Patursson
Tað var disco-tónleikur fyri
allar pengarnar, tá tey fýra
fólkini í Boney M vóru á
pallinum í Fuglafirði leyg-
arkvøldið. Teir nógv kendu
sangirnir úr sjeyti- og átta-
tiárunum ljómaðu ein fyri
og annar eftir, og sangirnir
riggaðu eins væl nú á døg-
um, sum teir plagdu at
gera.
Tann lætta disco-rútman
og tey góðu løgini fangaðu
bæði tey ungu og tey, sum
vóru ung í sjeytiárunum, og
so var sannur harmoniur,
hóast tvær gentur frammi
við pallin máttu hjálpast
burtur, tá tað gjørdist ov
trongt.
Terji Rasmussen hevði
fingið uppgávuna at hita
áhoyrarnar upp, og hóast
alt fólkið ikki var komið, tá
Terji og hansara menn fóru
at spæla, so var tað sum
vanligt ein heilhjartaður
innsatsur frá Terja. Hann
hevur eisini nógvar kendar
sangir at taka av, og tað
gjørdi hann eisini sannfør-
andi.
Sungu væl
Stóra navnið hetta kvøldið
var tó Boney M, og tey
livdu eisini upp til alt tað,
sum fólk væntaðu av teim-
um. Tað er bert ein av teim-
um upprunaligu limunum
eftir í Boney M, men kon-
septið er tað sama – tríggjar
myrkar songkvinnur og ein
maður, sum hevur ein eitt
sindur varligari leiklut.
Songkvinnurnar sungu
sera væl, og tær dugdu eis-
ini væl at upptraðka. Mazie
Williams var við av fyrstan
tíð, og hóast hon er farin
um tey fimmti árini, so
stóð hon einki aftanfyri tær
nakað yngru kvinnurnar í
bólkinum.
Tónleikurin var play-
back, og hóast tað ongantíð
er nummar eitt, so riggar
tað heilt væl til hetta slagið
av tónleiki.
Ljóðið í Mentanarhúsi-
num í Fuglafirði verður
sagt at vera frálíka gott, og
tað er tað eisini. Ljóðmenn-
inir høvdu ivaleyst loyst
sína uppgávu til fulnar,
men eisini ljóðumstøðurnar
í salinum gjørdu, at tað
ljóðaði framúr væl.
Umstøðurnar annars eru
sera góðar, hóast húsið ikki
er heilt liðugt enn, og tað
átti at borið til at lokka
nógv fólk úr Eysturoynni
og úr høvuðsstaðnum til
Fuglafirðar til líknandi til-
tøk í framtíðini. Hesaferð
eydnaðist tað at fáa fólk úr
so at siga øllum landinum
at leita til Fuglafjarðar.
Einki nýtt
Boney M hevur nógvar
góðar sangir at taka av, og
tað vóru eisini bara kendir
sangir, sum vóru á skránni
leygarkvøldið. Tey royndu
einki nýtt, og tað var heldur
eingin, sum væntaði tað av
teimum. Sáttmálin millum
Boney M og áhoyrarnar,
har tey vitja, er greiður: tey
skulu spæla hittini.
Og tað gjørdi Boney M
so, og tað varð væl
móttikið
–
eisini
av
teimum, sum ikki vóru
fødd, tá Boney M hevði
sína stóru tíð.
Eitt spurnartekin kann
setast við skránna til eitt
slíkt tiltak. Tað er vani í
Føroyum, at tað besta verð-
ur goymt til seinast, og tað
verður seint eitt slíkt kvøld,
tá tiltakið helst skal varða
til klokkan 04 um náttina.
Tá talan er um bólk, har
stórur partur av teimum
áhugaðu er komin nakað
upp í árini, hevði tað
kanska verið eitt hugskot at
lagt høvuðsnavnið nakað
fyrri á kvøldinum.
Men hóast onkur kundi
ynskt sær hetta, so kundi
tað ikki forða fyri, at kon-
sertin eydnaðist sera væl,
og Boney M tók øll við á
eina ferð aftur í gyltu árini,
tá disco-tónleikurin hevði
takið á dansigólvunum
kring heimin.
C
M
Y
K
13
12