Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 18. september 2002 15 14 Nr. 178 - 18. september 2002 Fangi um at sita í arrestini: Ofta undir mannavirðið Sosialurin hevur gjørt prát við ein fanga, sum situr í arrestini í Bókbindaragøtu í Havn. Samrøðan er grundað á tann trupulleikan, at vit ikki hava nakað fongsul í Føroyum SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Lítla samfelagið, vit liva í, setir ávís mørk. Mørk, sum ein ikki sær dagliga. Fyri at verja viðkomandi, sum vit hava tosað við, er fangin dulnevndur. Hann ynskti av góðum grundum ikki at traðka fram alment, men vildi fegin fortelja um við- urskiftini í arrestini í Havn. Viðurskifti, sum hann metir kundu verið nógv betri. Vit hava valt at kalla fangan fyri Jógvan. Sunnukvøld er. Tað kenn- ist næstan sum at vera við í einum filmi, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at sleppa inn í arrestina. Og sum fjølmiðil er tað uppaft- ur verri enn sum sivilper- sónur. Loyvið skulu havast alla møguliga staðni frá, men nú – langt um leingi, sleppa vit endiliga at gera samrøðuna, vit leingi hava bíðað eftir. Víst verður okkum inn í eitt lítið rúm. Inni er ein song og á náttborðinum við síðuna av songini liggja nøkur bløð. Á skrivara- borðinum liggur ein Bíblia og har stendur eisini eitt lít- ið sjónvarp. Vakthavandi í arrestini togar gardinurnar, og fer síðani at rópa á fang- an, sum hevur játtað at tosa við okkum. Vánaligar umstøður Jógvan kemur út gjøgnum einar dyr, sum síðani verða væl læstar. Trekt er at koma í gongd, men eftir at prátað hevur verið eina løtu kemur rættiligt glið á samrøðuna. – Eg haldi ikki, at arrest- in er egnað til longri dómar, byrjar Jógvan við at siga. – Men at ein skal sita inni her fyri at hava koyrt fullur ella okkurt líknandi í eini 14 dagar ella so, skuldi ikki verið nakar trupulleiki. Tí tekur ongin skaða av. Sjálvur hevur Jógvan eis- ini sitið í eini opnari anstalt niðri í Danmark. Hann sig- ur, at munurin er ógvuliga stórur á, hvussu fangar eru fyri har og so í Føroyum. – Um ein maður hevur gjørt nakað galið, so skal hann sjálvandi revsast. Tað er ongin ivi um tað. Men í Føroyum í mun til Dan- mark ella útlond sum heild, hava fangar nógv verri um- støður. Jógvan vísir á, at í Dan- mark eru alskyns virksemi hjá fangunum at tríva í. Fótbóltsvallir, badminton- banar, ein verkstøð og ann- að er við til, at fangin ikki gerst so passivur í daglig- degnum. Og á anstaltini Jógvan sat á, høvdu fangar- nir møguleika at ganga út og inn, sum teimum lysti – men sjálvandi innanfyri eitt sperrað økið. Men úthurðin varð ikki læst fyrr enn klokkan níggju ella tíggju á kvøldið. – Her sleppa fangarnir út í garðin eina ella tvær ferðir um dagin. Og garðurin er ikki nakað serliga stórur. Her er eisini eitt lítið rúm, har ein kann lyfta vektir og renna á bondum, men tað krevur stóra motivatión fyri at fara í gongd, og tað er kanska eisini eins egna skyld. Men fyri mítt við- komandi vil eg nógv heldur ganga mær ein styttri túr enn at renna á einum bandi. – Í arrestini er ógvuliga avmarkað, hvat vit kunnu gera. Ítrivini ein kann tríva í her, eru eisini ógvuliga plássavmarkað, tí her er so trongt. Alt krevur eina motivatión ein onkursvegna ikki fær. Passivur Jógvan heldur, at tað, sum er serliga gott við donskum fongsul er, at menn hava møguleikan at aktivera seg. Teir sleppa at arbeiða og hava ein dagligdag, sum líkist nógv dagligdegnum hjá einum fríum manni. – Og tað er henda møgu- leikan eg eftirlýsi. Tá ein maður situr og bínur niður í gólvið upp til fleiri mánað- ar ella hyggur í sjónvarp, so verður hann í sama standi sum ein gomul omma, tá hann einaferð kemur út aft- ur, greiðir Jógvan frá. – Á einum staði sum hes- um, her møguleikarnir eru so avmarkaðir, er tað skjótt at gerast passivur. Eingin er, sum togar teg upp úr songini um morgnarnar. Tú kanst sova allan dagin burt- ur um tú vilt. Tað einasta vit hava at gera er at rippa húk- ar, men tað loysir seg næst- an ikki. Sjálvur heldur Jógvan, at hetta kunnu myndugleikar- nir ikki bjóða fólki. Fangar eru eisini borgarar og skatt- gjaldarar í Føroyum, og um teir ikki fáa sama rætt sum onnur, so eiga teir at fáa livilig kor at liva undir. – Ein byrjar so spakuliga at doyggja tá ein kemur inn higar. Tað er í nógvum før- um undir mannavirðið, tá talan er um umstøðurnar, sigur Jógvan og fortelur um tá hann fyrst kom inn í arr- estina í summar. Tá lá hann niðri í einum kliva har sólin skein beint inn um dagin. Inni í klivanum gjørdist so heitt, at hann sovnaði um dagin, tí hann orkaði ikki allan tann nógva hitan. Vindeygað kundi ikki latast upp, og heldur ikki glopp- ast. – Og eg eri kropsliga væl fyri. Hevði tað verið ein eldri fangi ella ein fangi við hjartatrupulleikum ella bara veikur sum heild, so hevði hann als ikki klárað at liva undir slíkum um- støðum. Eingin telda Jógvan dugir ikki at síggja, at tað skal vera rætt, at fólk skulu liva á henda hátt. Hann vil tó ikki lasta arb- eiðsfólkunum í arrestini fyri nakað. – Tey gera alt tey kunnu, og tá tað kemur til stykkis, so eru tey eins avmarkaðar møguleikar sum vit, sigur Jógvan. Fangarnir, sum sita í arr- estini, hyggja nógv í sjón- varp. – Alt gott um tað, at vit hava sjónvarp, men tað er eitt ógvuliga passivt brúk av tíðini. Fyrr hava fangar havt møguleika at svimja einaferð um vikuna, men hetta hevur ikki verið nú. Kanska tí tað hevur verið summarferia. Vit hava eis- ini verið onkran gongutúr á onkrum fjalli, og tað var eisini fínt, fortelur Jógvan. Tá Jógvan var settur inn, ætlaði hann at taka telduna hjá sær við. Men hetta fekk hann ikki loyvi til, og tað helt hann vera ógvuliga løgið. – Eg hevði júst fingið eitt forrit, sum eg ætlaði at seta meg inn í, men tað fekk eg so ikki møguleika fyri. Tað er løgið tá tú hugsar um tað. Tú hevur loyvi at skriva brøv, men tú hevur ikki loyvi at skriva tey á teldu. Jógvan heldur, at menn- iskja eigur at verða virt fyri tað, sum tað er, og tað er verri enn so ikki altíð, at ein kennir tað soleiðis, tá ein situr í arrestini. – Ein hevur ofta brúk fyri góðkenning og kærleika, tá ein minst hevur brúk fyri tí, men soleiðis er tað bara ikki. Tú verður koyrdur í fongsul og tú missir tína fríheit – tað er revsingin, men tað kann ikki vera meiningin, at passivisera Soleiðis sær ein klivi út í arrestini í Havn. Trongt er inni, og lítið av plássi er at taka av. fólk, sum eru arbeiðsfør, soleiðis, at tey ikki fáa høvi at gera nakað skilagott. Paradoksalt Tørvurin á einum fongsli er stórur í Føroyum. – Hetta er nakað, sum eg síggi ein vaksandi tørv á. Jú skjótari tokið koyrir, jú fleiri fólk detta av í svingi- num. Men her í Bókbind- aragøtu eru eingir møgu- leikar fyri at byggja út. – Eg meti, at tann størsti trupulleikin her er plaser- ingin. Tú kanst ikki hava eitt fongsul mitt í býnum. Eitt og hvørt menniskja hevur rætt til náttarfrið, og tað fært tú verri enn so ikki hvørja nátt í arrestini. Tá fullir menn koma inn, er ofta øgiligur gangur av teimum. Jógvan sigur, at eitt før- oyskt fongsul skuldi ligið uttanfyri býin. Á einum staði har møguleikar fyri frítíðaraktiviteti eru til staðar. – Útgangsstøði hjá sam- felagnum skuldi verið, at fingið sum mest burturúr hvørjum einstøkum, men tá tú hevur sitið nakrar mán- aðar inni í arrestini hevur tú onga motivatión, sigur Jógvan. – Tá Nikolaj prinsur fekk ein lítlabeiggja fór Danne- brog á húnar hátt her á støðini. Og hetta er eitt sindur paradoksalt. At poli- tiið er danskt øki, og hóast tað, so hava fangarnir í Før- oyum nógv vánaligari um- støður enn teir í Danmark. Hvør hevur skyldina av tí veit eg ikki. Uppskot til broyting hev- ur Jógvan nógv av. Eitt av teimum er, at dagurin í arr- estini verður skipaður sum ein arbeiðsdagur. Soleiðis, at fangarnir skulu upp klokkan 7 um morgunin og til arbeiðis klokkan 8 til klokkan 16 – 17 um dagin. – At ein gerst so passivur er ein revsing omaná revs- ingina ein longu hevur fingið. Tað er ósunt at vera inni í arrestini í ov langa tíð. Dagligdagurin endar í einum vavgreyti. Tú gerst dovin, tí tað ger tað sama, hvat tú gert, tí tú hevur onki at fara upp til. Fangar kunnu sita í arr- estini upp til hálvt annað ár. Um revsingin er longri enn hálvt annað ár verða fang- arnir sendir til Danmarkar at sita. – Hetta kann heldur ikki vera rætt. At ein maður skal verða skildur burtur frá familju og vinum, og har- við eisini missa møguleik- an at fáa vitjan. Tað er upp- gávan hjá myndugleikun- um at syrgja fyri, at fangar- nir ikki vera verri stillaðir, slær Jógvan fast. Men hvussu er ella ikki, so er Jógvan sannførdur um, at um allir fangarnir, sum sita í arrestini í dag høvdu verið spurdir um teir ynsktu sær betri umstøður, høvdu teir allir svarað ja. So er bert eftir at síggja, hvat verður gjørt tá løgregl- an verður yvirtikin á før- oyskar hendur. Fangarnir, sum sita í arrestini í Havn, hava sera vánaligar umstøður. Og teir kunnu sita í arrestini upp í hálvt annað ár Modellmynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14