mikudagur 18. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr.178 • mikudagur • 18.september 2002 • 76.árgangur • www.sosialurin.fo
Tórsvallargrunnurin
gevur hall. 2001 gav
eina hálva millión
skeiva vegin, og nú er
kassin um at vera
tómur, men hóast
hetta, so ivast
nevndarformaðurin
ikki í, at grunninum
er lív lagað
TÓRSVØLLUR
Jákup Mørk
Ársroknskapurin fyri 2001
hjá Grunninum Tórsvøllur,
sum eigur og rekur Tórs-
vøll, sýnir eitt hall upp á
485 tkr. Formaðurin í
grunninum, Poul Michel-
sen, sigur, at sjálvsagt er
hetta ikki nakað, sum er
haldbart í longdini, men
hann ivast tó ikki í, at rakst-
urin verður betri komandi
árini.
Tað er sum so ikki sjálvur
raksturin av Tórsvølli, sum
gevur grunninum nakrar
trupulleikar. Samlaðu út-
reiðslurnar av vøllinum
vóru ikki meira enn 231
tkr., og hesa vóru væl og
virðiliga mótsvaraðar av
inntøkunum, sum vóru
beint oman fyri milliónina.
Trupulleikin er hinvegin,
at raksturin av vøllinum
ikki ber fíggingarkostnaðin
hjá vøllinum. Samlaðu
rentuútreiðslurnar í 2001
vóru 866 tkr., og er tað
meira enn tað dupulta av tí,
sum raksturin kann for-
svara, tá hædd avskrivingar
verða roknaðar uppí.
Serlig viðurskifti
Í ársfrágreiðingini vísir
nevndin eisini á, at tað er
orsakað av rentubyrðuni, at
at raksturin gevur hall. Eis-
ini verður sagt, at nevndin í
løtuni arbeiðir við at finna
eina loysn upp á hetta, og
somuleiðis verður í frá-
greiðingini
staðfest,
at
rentubyrðan undir øllum
umstøðum
verður
væl
minni í 2002.
Poul Michelsen, sum er
nevndarformaður í Tórs-
vallargrunninum, sigur við
Sosialin, at hóast hallið upp
á hálva millión, so ber hann
ongan ótta fyri, at grunn-
urin ikki fer at svara hvørj-
um sítt.
– Tað er soleiðis, at rokn-
skapurin hesaferð er eitt
sindur serligur. Ikki minst tí
vit nú eru um at skifta frá
einum byggiroknskapi til
ein veruligan roknskap,
sum skal sýna raksturin hjá
grunninum.
– Sum vit siga í ársfrá-
greiðingini,
so
verður
rentubyrðan minni kom-
andi ár. Hetta kemst serliga
av, at í útreiðsluførdu rent-
uni fyri 2001 er stórur part-
ur trotaprovisión, sum er
íkomin, tí stuðulin til
grunnin verður goldin við
tvey ára forskjóting. Tað vil
siga, at hóast peningur hev-
ur verið játtaður, so hevur
grunnurin verið noyddur at
fíggja ein størri part av
byggingini, enn vit ætlaðu,
og tá vit ikki hava havt
gjaldføri til hetta, so kostar
tað í rentum.
Samlaða
skuldin
hjá
grunninum er sambært árs-
roknskapinum knappar 12
mió.kr, og við verandi
rakstrarinntøkum, ber illa
til at forrenta hetta, men tað
er so heldur ikki ætlanin.
Nærum helmingurin av
skuldini er skuld til FSF,
sum hevur fíggjað tað, sum
er gjørt av bygninginum
við vøllin, men hesin partur
av skuldini verður tikin
burturúr roknskapinum, tá
FSF yvirtekur bygningin.
FSF hevur eisini samtykt
yvirtøkuna á seinasta aðal-
fundi, men enn eru ymisk
formlig viðurskifti, sum
skulu fáast í rættlag, áðrenn
hetta kann gerast formliga.
Tungt gjaldføri
Umframt at raksturin í
roknskapinum sýnir eitt
hall, so er gjaldførið eisini
hart spent, og hetta hevur
sínar orsøkir.
Fyrst og fremst er hetta
so, tí sponsorinntøkurnar,
sum grunnurin fær, vórðu
forútgoldnar, tá farið varð í
holt við byggingina. Tað vil
siga, at hóast hesar í rokn-
skapinum standa sum inn-
tøka, so eru pengarnir fyri
hesar langt síðani komnir
inn, og eru teir síðani nýttir
til íløgur.
Hetta er sjálvandi ikki
nakað, sum er haldbart í
longdini, og Poul Michel-
sen sigur eisini, at gjaldfør-
ið fer at batna í framtíðini.
– Vit gjørdu í sínari tíð
avtalu við sponsorarnar um
forútgjalding av lýsingar-
inntøkum. Nakað av hesum
varð goldið forút fyri fimm
og nakað fyri tíggju ár. Tað
vil siga, at fram til 2005
koma eingir sponsorpengar
í kassan. Tey fimm fylgj-
andi árini kemur so nakað,
og ikki fyrr enn í 2010
verða hesar tíðaravmark-
ingar í rakstrinum burturi.
Men er tað so yvirhøvur
gjørligt hjá grunninum at
rinda rentur og avdrøg?
– Jú. Sjálvandi er tað tað.
Tað veldst sjálvandi um,
hvussu fíggingarmynstrið
er. Tað er enn ikki komið
endaliga upp á pláss, men
lánveitararnir hava alla tíð-
ina vita, hvussu projektið
hevur hingið saman, so
vónandi fáa vit eina aftur-
gjaldsskipan, sum samsvar-
ar við raksturin hjá grunn-
inum, sigur Poul Michelsen
at enda.
Hálv millión skeiva vegin
lánveitararnir hava alla
tíðina vita, hvussu projektið
hevur hingið saman, so
vónandi fáa vit eina
afturgjaldsskipan, sum
samsvarar við raksturin hjá
grunninum, sigur Poul
Michelsen at enda
17
16
Nr. 178 - 18. september 2002
Ikki angrað fosturtøku eina løtu
Sosialurin hevur
tosað við eina kvinnu
miðskeiðis í tjúgun-
um, sum valdi fostur-
tøku, tá hon varnað-
ist, at hon var við
barn. Hon sigur, at
hon hevur ongantíð
angrað avgerðina,
sum hon tók fyri um-
leið seks árum síðani.
Hon heldur, at tað er
burturvið, at løg-
tingsmenn, sum stýra
landinum til dagligt
eisini skulu gera av,
hvat ein kvinna kann
og ikki kann gera við
sín egna kropp. (Av
misgávum kom ikki
øll greinin við
leygardagin, tí prenta
vit greinina umaftur í
fullum líki).
FOSTURTØKA
Solby A. Eliasen
Kvinnan, sum Sosialurin
hevur tosað við, hevur valt
at vera dulnevnd, orsakað
av viðkvomu støðuni, hon
hevur verið í. Vit hava valt
at kalla hana Anna.
Tá hon fyri umleið seks
árum síðani gjørdist við
barn, var tað fyri hana ikki
ein gleðilig hending. Hon
var sera illa fyri, og hon
bleiv tunglynt.
– Eg spýði allatíðina og
vildi bara sova og orkaði so
at siga onki. Eg gekk í
skúla tá, og sjálvandi gekk
tað út yvir mína skúla-
gongd, at eg alla tíðina var
so troytt og illa fyri. Drong-
urin hjá mær vildi als ikki
góðtaka tað, at eg var vorð-
in við barn. So umstøður-
nar vóru út av lagi vánalig-
ar. Men eg gevi als ikki
honum skuldina fyri tað.
Eg tók avgerð um, at eg
vildi hava fosturtøku bein-
anvegin, tá eg varnaðist, at
eg var við barn. Og eg havi
ikki angrað tað eina løtu.
Heldur ikki, um eg í dag
síggi børn, sum eru í tí aldr-
inum, sum mítt vildi verið
í, um eg ikki valdi fostur-
tøku.
Anna sigur tó, at um hon
gjørdist við barn í dag, so
hevði støðan verið ein heilt
onnur, og nú hevði hon ikki
valt fosturtøku.
Fosturtøka ikki
fyribyrging
Anna sigur, at allar kvinnur
kunnu koma í ta støðuna
einaferð, at tær eru vorðnar
við barn uttan at vilja tað.
Og tá skulu hesar kvinnur
hava ein møguleika til at
velja, hvat tær vilja.
– Fosturtøka skal als ikki
nýtast sum fyribyrging,
men ein og hvør, sum kem-
ur í hasa støðuna, hevur
uppiborið at hava eitt val.
Eg taki als ikki undir við, at
ein kvinna skal kunna taka
fostur fleiri ferðir, men tað
eru so nógvar, sum koma í
somu støðu, sum eg var í og
ikki kunnu velja. Ella fáa
ikki fosturtøku. Tað eru
sanniliga eisini nógvar
kvinnur, sum ikki velja
fosturtøku og tað er tað
rætta fyri tær, sigur Anna,
sum heldur, at tað eru so
nógvir aðrir menniskjaslig-
ir feilir, sum tað verður bor-
ið yvir við, at hví skal hetta
so ikki eisini kunnað vera
tað.
Summi siga, at fostur-
tøka er morð. Men hesum
er Anna ikki samd í.
– Tað er eitt fostur, sum
verður tikið, so tað er ikki
tað sama sum morð. Og so
er angribollin eisini morð,
men hann er ikki bannaður.
Hon vísir eisini á, at tað eru
umstøður, sum gera, at ein
kvinna kann fáa fosturtøku
í Føroyum. Men hon heldur
ikki, at tað skal verða
gjørdur munur á.
– Óansæð um ein kvinna
til dømis verður neyðtikin
ella ikki, so eigur hon at
kunna velja, um hon vil
ganga við fostrinum ella
hava eina fosturtøku. Eg
taki so í øllum førum ikki
undir við sjónarmiðjunum
hjá Miðflokkinum, tá tað
kemur til fosturtøku. Eg
haldi, at tey sjónarmiðini
eru langt úti. Veit ikki hví,
men tað er helst tí eg eri so
frí, sigur Anna og leggur
aftur at, at samfelagið skal
verða fyri øll, og at tað ikki
er rætt, at tað verður lóg-
givið um tílíkt.
Hon heldur, at tað átti at
verið eitt ráð mannað við
læknum og serfrøðingum,
sum tóku avgerð um fostur-
tøka skal verða framd ella
ikki, heldur enn tann van-
ligi løgtingsmaðurin, sum í
veruleikanum ikki veit,
hvat hann tosar um.
– Eg haldi, at lógir skulu
smíðast út frá hugburðum
hjá menniskjum og ikki út
frá Bíbliuni. Tað ber ikki til
at liva eftir Bíbluni, og fyri
tað um nøkur ynskja at
royna at gera tað, so kann
tað ikki vera meiningin, at
vit øll skulu noyðast til tað.
Nei, í staðin skal tað heldur
vera, sum tað er, har tey,
sum ynskja at liva eftir
Bíbluni hava møguleika til
tað, meðan onnur hava
møguleika til at liva eftir
onkrum øðrum, sigur Anna
og spyr samstundis, hvat
hendir við børnunum hjá
nógvum ungum mammum
í dag?
– Nógv børn hava tað ikki
gott, tí at mamman var so
ung, tá hon fekk tað, og tí at
hon ikki maktar leiklutin
sum mamma til fulnar.
Hóast eitt barn er eitt undur,
so er tað ikki altíð lukkan.
– Ein onnur orsøk til, at
eg haldi, at tað er skeivt at
lóggeva um tílíkt er, at tað
til tíðir kann tykjast sum um
onkrir politikarar siga seg
ikki taka undir við fostur-
tøku, hóast teir gera tað, av
ótta fyri at missa atkvøður
frá teimum, sum eru ímóti.
Tí er tað betur, at tað eru
fólk, sum hava skil fyri tí,
sum taka avgerð um tað og
ikki
politikarar,
heldur
Anna.
Hon gekk í skúla, tá hon
fekk fosturtøkuna. Og hon
greiðir frá, at tey høvdu um
etikk í religión og sjálvandi
tosaðu tey eisini um fostur-
tøku.
– Tá stóð tað mangan
nógv á mær at ikki reisa
meg upp og siga teimum,
sum vóru so skjót at siga,
hvussu skeivt tað er, ella at
tað er morð, at eg hevði
roynt tað. Tí tað var eyð-
sæð, at tey høvdu ikki ánilsi
fyri, hvat tey tosaðu um.
Tað var ógvuliga torført at
tiga, men eg gjørdi tað,
kortini. Ofta haldi eg, at
fólk bara tosa og tosa, uttan
rættiliga at hava skil fyri tí,
tey tosa um. Tað kann vera
sera ørkymlandi til tíðir.
Anna heldur tað so av-
gjørt ikki vera lætt at fáa
fosturtøku í Føroyum.
– Tú skalt hava eina góða
orsøk fyri at fáa játtandi
svar. Orsøkin, sum eg gav,
var, at eg var so ung, har var
ongin pápi, eg var so sjúk
og eg gekk í skúla. Eg
minnist, at tann gynæko-
logurin, sum kannaði meg,
virkaðið eitt sindur irreter-
að – helst tí at eg plágaði
um at fáa játtandi svar – tí
hon segði at enda: „Okey,
so gera vit tað meðni!“,
greiðir Anna frá.
Fekk nógvan stuðul
Anna fann út av, at hon var
við barn, tá hon var komin
næstan tveir mánaðir. Hon
sigur, at hon og drongurin
høvdu nýtt fyribyrging,
men at hon kortini gjørdist
við barn. Men tað at tey
høvdu ansað eftir, gjørdi
sítt til, at tað gekk ein tíð,
áðrenn hon byrjaði at um-
hugsa, um hon mundi vera
uppávegin.
Men tá tað so gjørdist
greitt, at hon var við barn,
var hon onga løtu í iva um,
at hon vildi hava fosturtøku.
– Eg tók avgerðina sjálv.
Mamma, sum eg sjálvandi
segði tað fyri, segði, at tað
var mín avgerð, og óansæð,
hvat eg valdi, so stóð hon
aftan fyri meg. Hon bland-
aði seg ikki uppí, og hon
var hvørki fyri ella ímóti.
Tað hevði ómetaliga stóran
týdning fyri meg. Eisini
stuðlaðu vinkonurnar mær
væl. Eg og mamma fóru til
kommunulæknan. Mamma
var við, tí at hon skuldi
skriva undir, at eg kundi fáa
fosturtøku, tí eg var so ung.
Aftan á tað fóru vit so til
gynækolog.
Anna bleiv innløgd á
Landssjúkrahúsið.
Tað
fyrsta, sum hendi var, at
hon fekk eina tablett at
slappa av við. Har lá ein
onnur kvinna á somu stovu,
sum Anna. Hon skuldi
eisini hava fosturtøku, og
Anna sigur, at tað gjørdi
skommina minni hjá sær. Tí
tá sá hon, at tað var ikki
bara hon.
Sjúkarsystrar gingu inn
til hana alla tíðina og
spurdu, um hon nú var vís í,
at tað var tann rætta avgerð-
in, hon hevði tikið. Um hon
hevði hugsað um valmøgu-
leikarnar hjá sær. Men
Anna hevði tikið sína av-
gerð og var vís í, at tað var
tað, hon vildi.
– Eg helt tað vera skomm,
at eg var vorðin við barn.
Eg var so ung, har var ongin
pápi, ongin av mínum vin-
konum átti barn og so hevði
eg tað so ringt, bæði lik-
amsliga og sálarliga, at har
var onki at ivast í hjá mær.
Tað var tað rætta fyri meg.
Eg minnist, at tá eg var
longst niðri av hesum,
kundi eg liggja og sláa meg
sjálva í búkin. Hvønn dag,
tá eg vaknaði vónaði eg, at
eg fór at missa tað, sigur
Anna, sum eisini veit at siga
frá um aðrar ungar gentur,
sum fóru út at renna ella
hoppa fyri at kasta burtur.
Anna sigur, at hon sá,
hvussu sjúk hon hevði
verið, tá hon vaknaði aftur
eftir, at alt var yvirstaðið.
– Eg leyp upp úr songini
og kendi meg sum fødda av
nýggjum. Tí eg hevði ging-
ið við fostrinum í tveir mán-
aðir tá, og havt eitt negativt
forhold til tað allatíðina. Eg
helt tað vera nakað keðiligt,
sum eg gekk við og vildi
bara hava tað vekk. Og tá eg
so vaknaði, tá var tað vekk
og tað var ein góð kensla
fyri meg, tí eg vildi ikki
hava tað har.
Eg veit,
at hetta ljóðar øgiligt og
kensluleyst, men eg hevði
tað so ringt bæði likamsliga
og sálarliga av tí, at tað var
ein lætti, tá tað so var
yvirstaðið. Sjálvandi helt eg
tað vera skomm. Bæði tað
at vera vorðin við barn og
so eisini tað at taka fostrið.
Men eg hevði góðan stuðul
frá mammu og vinfólkum,
sum kendu til mína støðu,
so tað gjørdi tað lættari, um
ein kann siga so.
Hon slapp heim seinni
tann dagin, og so byrjaði
gerandisdagurin aftur.
– Vit tosaðu ikki nógv
um tað, sum var hent. Eg
haldi, at vit vildu bara
gloyma tað. Tað var ongin
orsøk til at tosa um tað,
sigur Anna, og leggur aftur
at, at tað, sum hon var mest
bangin fyri, meðan hon
bíðaði var, at hon fór at fáa
noktandi svar.
– Men so hevði eg farið
til Danmarkar, sigur hon
avgjørd á málinum.
Modelmynd. Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
16