Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. september 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 18. september 2002 19 Frálæra í bridge Eftir at eingin undir- vísing var í bridge undanfarna veturin, fer Bridgefelagið í Havn nú aftur at geva frálæru í bridge BRIDGE Bogi Simonsen & Arnbjørn Sivertsen Leggja til brots aftur Bridgefeløgini í Havn hava síðan eina ferð í seksti ár- unum regluliga skipað fyri frálæru í bridge. Árið í fjør var eitt undantak, men komandi vetur rigga vit seglini til aftur, so øll fáa møguleika at kunna seg við hetta spennandi spælið. Kanska átti man heldur at sagt ítrótt, tí bridge er ein kappingargrein burturav. Hvør hoyrdi ikki tíðindini frá EM í Italia í summar? Ítróttargrein við møguleikum Bridge er avgjørt ein kapp- ingargrein, har tey smáu londini eisini hava møgu- leika at gera seg galdandi. Í 1990 gjørdist Ísland heims- meistari í bridge — eitt roysni, tey í grannalandi okkara minnast við stolt- leika. Føroyar vóru fyri fyrstu ferð til EM í summ- ar, og ætlanin er at halda fram við luttøku í altjóða kappingum, sum eru bæði fyri menn (opið rað), kvinnur, unglingar og veteranar. Bridge er eisini um at verða viðurkent sum ítrótt- argrein til vetrar OL. Eitt spæl fyri øll Men bridge má fyrst og fremst metast sum eitt frí- tíðarítriv til at hugna um tey myrku vetrarkvøldini. Øll kunnu spæla bridge. Ung, gomul, kvinnur og menn kunnu øll dystast á jøvnum føti. Tað finnast ikki nógvar ítróttargreinar, har tú hevur møguleika at spæla saman við unnusti tíni ella abba tínum. Tilmelding Bridgeskúlin er við í vetr- arskránni hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla sum frítíðarvirksemi. Frá- læra og spæl fyri nýbyrjarar verður í Bridgehúsinum í Gundadali, gamla HB húsi- num, hvørt mánakvøld í vetur millum klokkan 19 og 22. Lærari í vetur verður Arnbjørn Sivertsen. Vit byrja mánakvøldið 30. sep- tember. Kostnaðurin fyri hvønn er einans 100 kr fyri allan veturin, umleið 15 kvøld tilsamans. Tilmelding er á skrivstovuni hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla, tel 31 77 55, ella heima hjá Arnbjørn Sivertsen, tel 31 91 42. Úti við rívuni Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen, spøl frá EM Í dystinum ímóti Pólandi (10-20) var Bogi í hesum spælinum úti við rívuni. Nr.9 K5 S/A 63 AKQ843 1086 AJ1092 876 Q AK109875 J62 9 AJ32 K9 Q43 J42 1075 Q754 S V N E Rói Joensen Adam Zmudzinski Bogi Simonsen Cezary Balicki pass 1sp 1ut! D pass pass pass Eystan spældi hj K út, og so var einki at gera hjá mótspælinum. Hj K tók hj Q við sær, og hj J43 gjørdist hald í litinum. Bogi tók 7 stikk og kundi væl nøgdur skriva sær 180 inn. Høvdu polakkarnir funnið tað rætta mótspælið við lágum hjartara út til frúnna og kleyvara aftur til kongin, høvdu teir tikið 11 stikk, og ævintýrið hjá Boga hevði tá í staðin kostað 1400. »Gott at eg hevði hald í hjartara, makkarin«, helt Rói skemtandi fyri eftir spælið. Stutt- ligt tá sovorið eydnast. Í hinum rúminum meldaðu og vunnu Hans Jacob og Arnbjørn við EV kortunum 4sp. 620 + 180 gav føroyska liðnum 13 imp ímóti pólsku heimsstjørnunum. Allir dystirnir hjá kvinnunum endaðu við favoritt-sigrum, men í øllum trimum førum var tað ikki fyrr enn í seinna hálv- leiki, at styrkismun- urin kom til sjóndar á máltalvuni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Næst seinasta umfarið í kvinnudeildini varð leikt um vikuskiftið, og úrslitini lagaðu seg soleiðis, at spenningurin í kappingini verður varðveittur til sein- asta umfari. Í ølum førum spenningurin um silvur- merkini. Gullinum hevur KÍ langt síðani tikið sær av, og einasti spurningurin er nú, hvørt tær eisini megna at vinna tíggjuna dystin í endaspælinum, soleiðis at tær kunnu enda árið við fullum stigatali. HB gjørdi mótstøðu Í Havn spældi júst KÍ móti HB, og her var helst einki at ivast í, at níggjundi sigurin hjá KÍ í endaspælinum bíð- aði. Tað gjørdist eisini end- in, men áðrenn tær kundu staðfesta sigurin, mátti KÍ lata sær lynda ávísara frus- tratiónir, tí HB gjørdi alt tað, sum tær vóru mentar, til tess at steðga meistara- liðinum. Tað var alla tíðina KÍ, sum trýsti, og tað var eisini fult uppiborið, tá Rannvá Andreasen legði tær á odda tíðliga í dystinum, men HB gavst ongantíð. Tær royndu at liggja framvið, og beint fyri steðgin eydnaðist Eyð- fríð Kristiansen at javna, tá hon átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg. Í seinna hálvleiki brast tó fyri nev hjá KÍ, og so gjørdu tær skjótt av, tá stigaposin skuldi surrast. Bert fáir minuttir vóru farnir, tá Rannvá Andrea- sen legði bóltin fyri føtur- nar á eini fullkomuliga leysari Malenu Josphsen, og stutta løtu seinni var Rannvá aftur upp á spæl, tá hon smekkaði fríspark beinleiðis í kassan, og so var alt avgjørt. KÍ yvirvágin var stutt sagt alt ov stór, til at HB hevði møguleika at koma fyir seg aftur, og fram móti dystarenda staðfesti Rann- vá Andreasen bæði sigurin og sítt egna heiti á máltindi- num, tá hon sendi bóltin í netið til 4-1. Silvurið kann røkkast Í Gøtu skuldi B68 greiða setningin móti GÍ, men eins og hjá KÍ, so tók tað sína tíð at basa botnliðnum. Eft- ir ein fyrra hálvleik, har B68 hevði yvirvág, men kortini ikki skaptu teir stóru møguleikarnar, stóð framvegis á jøvnum, og í seinna hálvleiki helt sama dystargongdin fram. Ikki fyrr enn helmingurin av seinna hálvleiki var runnin, eydnaðist B68 at skora, tá Maibritt Olsen var fyrst á einum bólti, sum varð send- ur inn um GÍ-verjuna, og sama støðan íkom nakað seinni, tá Maibritt aftur var á staðnum og avgjørdi dyst- in. Fyri B68 merkir sigurin, at tær framvegis hava møguleikan at ogna sær silvurmerkini, tí enn er bert eitt stig upp til B36. Skal tað eydnast teimum at tryggja sær sigurin, fer tað tó at krevja bæði dugna- skap og hepni, tí í fyrsta lagi skulu toftakvinnurnar vinna sín dyst, sum er á úti- vølli móti KÍ, og harnæst skal B36 ikki vinna sín dyst ímóti HB. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Skála, har B36 vitjaði. Tað eydnaðist B36 at vinna ein trivaligan sigur, men leingi sá tó út til, at Skála skuldi geva gestun- um ein veruligan hvøkk. Skála var nevnliga á odda bæði 1-0 og 2-1, men so skrædnaði, og í seinna hálvleiki kundi B36 veru- liga dusa sær í málrúsinum. Sum sagt merkir hetta eftir øllum at døma, at B36 nú fer at ogna sær silvur- merkini. Tað kann eisini væl vera, at tær hava ráð til at tapa seinasta dystin móti HB, men tað man tó neyvan vera nakað, sum tæør svørt/hvítu hugsa um, tá tað eru grannarnir, sum standa á skránni. Úrslit um vikuskiftið HB-KÍ 1-4 (1-1) 0-1: Rannvá Andreasen 1-1: Eyðfríð Kristiansen 1-2: Malena Jospehsen 1-3: Rannvá Andreasen 1-4: Rannvá Andreasen GÍ-B68 0-2 (0-0) 0-1: Maibritt Olsen 0-2: Maibritt Olsen Skála-B36 2-7 (1-1) 1-0: Poula D. Olsen 1-1: Anja Weihe 2-1: Elin Jacobsen 2-2: Ása á Neystabø 2-3: Ása á Neystabø 2-4: Ása á Neystabø 2-5: Súsanna Hansen 2-6: Arnbjørg Danielsen 2-7: Arnbjørg Danielsen Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 9 9 - 0 - 0 42 7 35 30 2 B36 9 6 - 0 - 3 25 16 9 20 3 B68 9 6 - 0 - 3 17 14 3 19 4 HB 9 2 - 2 - 5 15 17 -2 8 5 GÍ 9 2 - 1 - 6 7 27 -20 7 6 Skála 9 0 - 1 - 8 12 37 -25 1 Máltindurin, kvinnur Rannvá Andreasen KÍ 18 Malena Josephsen KÍ 10 Arnbjørg Danielsen B36 7 Majbritt Olsen B68 7 Ása á Neystabø B36 6 Eyðfríð Kristiansen HB 5 Elsa Maria Simonsen KÍ 5 Vivian Bjartalíð Kí 5 Anja Weihe B36 4 Heidi Heinesen GÍ 4 Elin Jacobsen Skála 4 Laila Enghamar B36 3 Súsanna Hansen B36 3 Hansy Davidsen B68 3 Poula D. Olsen Skála 3 Favorittarnir høvdu trupulleikar 19 18 Nr. 178 - 18. september 2002 Annar hvør venjari hevur mist høvdið Í flestu førunum eru tað føroyskir venjar- ar, sum hava tikið við, tá útlendingar hava mist venjarastørvini VENJARAR Jóannes Hansen Tað er eitt krevjandi starv at vera fótbóltsvenjari. Tað verður roknað við, at venj- arin syrgir fyri, at venjing- arstøðan er góð, at liðið verður sett saman, sum tað eigur, og at hugburðurin til uppgávurnar er optimalur. Øllum hesum hevur venjar- in ábyrgdina av, og um úrs- litini boða frá, at tað ikki er so væl vorðið, so er tað venjarin, sum fær sekkin. Soleiðis er tað úti í stóru verð, og soleiðis er tað vorðið í Føroyum. Nú B68 venjarin er farin úr starvi- num, hava helmingurin av teimum tíggju feløgunum í 1. deild skift venjaran út í hesum kappingarárinum, og í fleiri av hinum feløg- unum hevur eisini verið turbolensur kring venjarar- nar. Av teimum fimm venjar- unum, sum eru sagdir úr starvi, hava fýra verið út- lendingar. Burtursæð frá Marek Wierczbicki, sum í fótbóltshøpi kortini verður roknaður sum føroyingur og TB venjaran, so eru allir teir, sum hava tikið ábyrgd- ina á seg, føroyingar. Fram ímóti summar- steðginum skiftu bæði fel- øgini í Suðuroy venjara. Dragan Kovacevic varð sendur til hús úr Vági, og Marek tók við. Zoran Man- cic, sum hevði verið venjari á Tvøroyri síðani eftir fimta umfar í fjør, varð settur frá uppgávuni á Tvøroyri, har Lynge Nielsen gjørdist nýggjur ábyrgdarmaður. Eftir HB tapið ímóti B36 í tólvta umfarinum varð Ion Geolgau uppsagdur. Kári Nielsen, sum hevði verið hjálparvenjari, og Jóannes Jakobsen tóku við sum venjarar. Felags fyri teir báðar er, at teir í nógv ár vóru á besta HB liðnum. Eftir at Skála í 14. um- farinum hevði tapt stórt á heimavølli ímóti NSÍ, varð venjarin, Mathias David- sen, uppsagdur. Í staðin varð Hans Jákup Andreasen settur sum venjari. Hann hevur áður vant bæði Skála og EB/Streym, umframt at hann hevur verið ungdóms- venjari í NSÍ. Hjálparvenj- ari hjá honum er Jústinus Justinussen, sum árini frammanundan hevur tikið eina hond í við venjingini á Skála. Í síni tíð var Jústinus á NSÍ liðnum, tá teir vóru í miðaldeildini og í 1976 og árini eftir, tá teir fyrstu ferð royndu seg í 1. deild. Og eftir 15. leikumfar er tað B68, sum hevur skift venjaran út. Frank Skytte er farin frá, og tveir av gomlu B68 spælarunum, sum seinnu árini hava fingist við at venja, hava tikið við ábyrgdini. Umframt í omanfyri nevndu fimm feløgum, so er greitt, at í hvussu so er trý av hinum feløgunum í bestu deildini skulu hava nýggjan venjara, áðrenn tað verður farið undir eitt nýtt kappingarár. Trygve Mortensen verð- ur ikki venjari í EB/Streymi komandi ár, Johan Nielsen verður ikki venjari í GÍ, og Piotr Krakowski, sum í summar fekk Oddbjørn Joensen at hjálpa sær við venjingini, verður ikki venjari hjá B36 næsta ár. Í gjár varð upplýst frá leiðsluni í KÍ, at teir fegnir vilja hava, at Kurt Mørkøre heldur fram í venjarastarvi- num, og at teir bíðaðu eftir, at avhildni venjarin fór at geva teimum boð um, hvussu tað verður hjá hon- um. Jógvan Martin Olsen fer at halda fram í NSÍ. Og um Kurt Mørkøre ger av at halda fram í Klaksvík, so verða tað bara NSÍ og KÍ, sum fara at hava somu venjarar, tá tað verður farið undir komandi kappingarár, sum tey høvdu, tá tað varð farið undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Tí kann ikki sigast annað, enn at tað er nógvur trekkur á venjarabonkunum kring landið. Júst sum tað er tað í útlondunum. Skytte sendur av Svangaskarði Ingolf Petersen og Kjartan Nesá skulu royna at rætta B68 skútuna uppaftur, eftir at hon síðani summarsteðgin er komin í alt tyngri sjógv VENJARI Jákup Mørk Seks dystir í landskapping- ini og tvey stig. Tap ímóti B36 og javnleikur ímóti TB á heimavølli, og á útivølli javnleikur ímóti EB/- Streymi og tap ímóti HB, KÍ og GÍ, Tað hevur verið úrtøkan hjá B68 síðani 7. juli, og nú hevur leiðslan í felagnum tikið avleiðingar- nar. Á heimasíðuni hjá Tofta Ítróttarfelag, b68.fo, varð mánakvøldið boðað frá, at Frank Skytte ikki longur er venjari hjá B68. Tá spælar- arnir møttu til venjingar mánakvøldið, fingu teir at vita, at í trimum teimum seinastu umførunum verða tað tveir av gomlu stuðul- unum hjá B68, sum fara at hava ábyrgdinatað, sum er eftir av kappingarárinum. Talan er um Ingolf Peter- sen og Kjartan Nesá, sum báðir hava verið venjarar í B68 í ár. Niclas Davidsen er for- maður í Tofta Ítróttarfelag. Hann staðfestir, at venjarin er frítikin fyri venjaraupp- gávuna, og at tað var ússa- liga úrtøkan eftir summar- steðgin, sum bar við sær, at nevndin metti tað vera rætt at fremja broytingar: – Allir partar í felagnum kunnu ivaleyst grípa í egn- an barm, tá vit líta á tað farna. Tað gekk væl fyrra- partin av árinum. Tá vit í síðsta umfarinum undan summarsteðginum vóru í Gundadali og spældu ímóti HB, mistu vit møguleikan at vera oddalið. Síðani hev- ur gingið stútt skeiva vegin. Í sovornum førum verður ofta roynt við nýggjum venjara, og tað hava vit so gjørt av at royna. Men tit kunnu ikki røkka bronsuplássinum og harvið altjóða luttøkuni, sum tit hava verið við í seinastu árini? – Tað gera vit neyvan. Men støðan kendist so fast- løst nú, at vit mettu tað at vera neyðugt við broyting- um fyri at koma í gongd aftur, vinna onkran dystin og harvið at betra um lagið, áðrenn tað verður farið í vetrarfrí og seinni undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár. Eru tit misnøgdir við arbeiðið hjá venjaranum? – Spælararnir og venjar- arnir hava arbeitt seriøst síðani fyrst í árinum. Nógv tíð og orka er løgd í venj- ingina. Vektin, sum tað verður vigað á, eru úrslitini. Tað er nú eina ferð soleiðis. Tað er eingin loyna, at vit vónaðu at vera við í kapp- ingini um fremstu plássini í ár. Men tað hevur ikki ging- ið eftir vild, og eftir tapið í Gøtu og alt annað enn góða avrikið gjørdu vit av, at nú var neyðugt við broyting- um, sigur Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfel- ag. Ingolf Petersen og Kjar- tan Nesá vóru við á B68 liðnum, sum vann FM heit- ini í 1984, 1985 og aftur í 1992.Teir hava báðir tikið lut í venjaraskeiðum, sum FSF hevur skipað fyri. Í fjør var Ingolf Petersen hjálparvenjari hjá NSÍ í 1. deild, har Petur Mohr var venjari. Petur Mohr verður eftir øllum at døma venjari á Toftum komandi ár. Í trimum teimum sein- astu umførunum skal B68 spæla ímóti VB á heima- vølli, NSÍ á útivølli og Skála á heimavølli. Frank Skytte verður ikki við stýrisvølin hjá B68 seinastu tríggjar dystirnar. Ístaðin verða tað Ingolf Petersen og Kjartan Nesá, sum fara at standa við ábyrgdini restina av árinum C M Y K 18