leygardagur 23. juli 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84
23. julí 1983
Ellis- og rektarheimsmálið:
Torført at fåa
politikarar at
geva målinum gætur
Hóast býráðið i Havn er farið i summarfri, so frættist kortini, at skitsuprojektið fyri
bygging av ellis- og røktarheimi i Havn, er lidugt.
Sosialurin hevur tosad við Leiv Johannesen, formann í sosialu nevnd byrådsins um
royndirnar higartil at faa stovnsbygging í lag, og Jóannes Dalsgaard um viðgerðina á
Tingi.
Leivur Johannesen: — Landspolitikararnir kenna ikki
tervin á ansingarplássum hjá okkara sjúku og gomlu, tí
teir fáa ikki áhaldandi áheitanir í gerandisdegnum.
Jóannes Dalsgaard:
— Hóast tingmenn eru
samdir um at finna eina
loysn á ellis- og rektar-
heimsspurninginum í
Suðurstreym, so eru teir
kortini trekir at geva máli-
num ans, — kanska tí teir
halda, at hetta er útbygg-
ing av Landssjúkra-
húsinum.
Av tí at skitsuprojektini
ikki hava verið vidgjørd í
nevndini, sum varð sett
fyrr í summar, so kann
Leivur Johannesen ikki
nágreiniliga siga frá hes-
um.
— Í stuttum kann tó
verða upplýst, at Ellis-
heimið er ætlað at byggja
við Skålatrød, og at tað
hevur pláss fyri 30 fólk-
um. og Rektarheimið við
Stoffalág — somuleiðis
fyri 30 fólkum.
Bygginevndin, sum
Leivur Johannesen er for-
maður í, hevur annars
leitað sær serkøna hjálp.
Andor Ellefsen, komm-
unulækni og Tyra Rervig,
sum starvast á pleygu-
deildini við Landssjúkra-
húsið eru vald i
bygginevndina. Hetta
heldur Leivur Johannesen
er sera gagnligt, ti Tyra
Rørvig kennur vidurskift-
ini å pleygudeildini og ti
Andor Ellefsen i sinum
dagliga arbeiði kennur
tervin, sum er á slíkum
stovnum úti í býnum.
Essa Arge og Ronald
Poulsen, býráðslimir, eru
eisini í bygginevndini fyri
ellis- og rektarheim i
Havn.
Tað er Albert Isfeld,
arkitektur, sum hevur
gjørt skitsuprojektini
eftir uppskoti frå byggi-
nevndini.
Roynt hevur verid at
laga stovnarnar eftir tørvi
å åvikavist ellis- og røktar
heimi, eins og nógv hevur
verið gjørt fyri at fáa
stovnarnar tillagaðar um-
hvervinum á Skálatreð og
við Stoffalág, sigur Leivur
Johannesen.
Tel progva tørvin
Verdur farid undir bygg-
ing av bådum stovnum i
senn, ella hvør hevur mest
skund?
— Vit vita, at tørvurin å
røktarheimi er stórur, men
vit hava eingi tel at halda
okkum til. Viðurskiftini
hesum viðvíkjandi eru
ógvuliga ógreið — júst tí
umsteðurnar eru so út av
lagi vánaligar, sigur
Leivur Johannesen.
— Harafturímóti hava
vit tel at ganga eftir, tá
tað snýr seg um umsóknir
at sleppa á ellisheim at
búgva. Her er talið umleið
40 umsóknir árliga.
— Enn er tó nakað tíð-
liga at siga, nær farið
verður undir bygging. At
enda sigur Leivur
Johannesen, at nú hevur
Tórshavnar kommuna
gjørt sitt til, at gongd
kann fåast å hetta ålvars-
mål, men tiverri hava
landsmyndugleikar og
politikarar ikki givid måli-
num gætur.
— Munurin å landspolit-
ikarum og kommunupolit-
ikarum er, at vit dagliga
fáa áheitanir frá fólki um
hjálp. Vit vita av hesum,
hvar tervurin er sterst.æ
Ødrvisi er við leikluti-
num hjá landspolitikar-
anum. Hann kennur ikki
ákoyringina frá neyð-
steddum á sama hátt i
gerandisdegnum og tí fólk
ikki venda sær til hansara
í júst hesum máli, sigur
Leivur Johannesen at
enda.
Eingin pengar
Hóast nógv hevur verið
gjørt frá býráðsins síðu og
ikki minst leiklutin hjá á-
hugabólkinum fyri ellis-
og rektarheim í Havn, so
stendur enn í botni, tí ikki
fæst búskaparligt grund-
Orð og myndir
Dagny Joensen
arlag fyri at fara undir
bygging, so leingi sum
Landsstýrið og Legting
ikki tekur undir við hes-
um. Higartil er pening-
urin, sum er tekur á
Legtingsins fíggjarlóg til
bygging av ellis- og rekt-
arstovnum, farin til fígg-
ing av stovnum í Klaksvík
og Runavík.
Sostatt eru politikarar-
nir vitandi um, at ikki er
peningur tekur í hesum
grunni aftur fyrr enn um-
leið 1990.
Ellis- og rektarheims-
málið hevur tó verið til
viðgerðar á Tingi, men hó-
ast Javnaðarflokkurin
setti fram uppskot, sum
bar í sær, at meguleiki
hevði verið fyri at farið
undir hetta átroðkandi
byggimál, so fall tað.
Jóannes Dalsgaard,
tingmaður og limur í sosi-
alu nevnd Legtingsins,
sigur við Sosialin, at hóast
flest allir tingmenn vóru
samdir um tervin á stovn-
um í Havn, so fall upp-
skotið.
Óhóskandi
Uppskot varð í vár sett
fram um at innrætta
Eirargarð til rektarheim.
Tað er Landsstýrið sum
hevur latið Eirargarð
byggja til brekað bern,
men hesin stovnur er
mettur óhóskandi.
Tingmenn vóru samdir
um, at Eirargarður var «
hóskandi, og Landsstýrið
x
játtaði teimum at flyta
nen ætlaði ístaðir it
rúka stovnin til røktar
heim
Uppskotið um at nýta
Eirargarð til rektarhe
fall ikki í góða jerð hjá
teimun sum hava skil
fyri slíkum, sigur Jóannes
Dalsgaard
'
Få fyristødukvinnar
Ellisheiminum
og starvsfólk á
leildini á Landssjúkra
húsinum mettu, at stovn
urin ikki var hóskandi til
rektarsjúklingar var
hetta tikið til eftirtektar
og uppskotið fall á Tingi
- eisini ti kostnaðarmikil
umbygging skuldi fremj-
ast, um hetta skuldi ger-
ast veruleiki.
Kommunan hevur
gjørt sína skyldu
— Vit meta eisini, at rekt-
arsjúklingar oftast verða
verandi á stovni, og tí er
tað ikki rætt, at tey skulu
búgva á sjúkrahúseki,
sigur Jóannes Dalsgaard.
Niðursteðan bleiv, at
tervur er at byggja eitt
ella tvey rektarheim í
Suðurstreym.
Á legtingsins fíggjarlóg
verður avsett ein ávís pen-
ingaupphædd til bygging
av ansingarstovnum. Í ár
eru avsettar 11 mill. krón-
ur, sum eru brúktar til
bygging í Klaksvík og
Runavík.
— Javnaðarflokkurin
setti tí uppskot fram um
lánteku, í upphædd 30
mill. krónur. Við hesum
uppskotinum hevði verið
meguligt at farið undir
bygging í Havn beinan-
vegin, men hetta
uppskotið varð eisini felt
við tí grundgeving, at
upphæddin var ov lítil!
Vit settu síðan uppskot
fram at hækka lánið t
R ;
mill. krónur, men tað fall
hent Máilllun sigt
arin er vardur moti agang
ið hava ter
ra teimum
nun til KOM UPOltIK
árar. sum faa aheilanir um
stuðul dagliga, sigur Jó
annes Dalsgaard, at hann
fyri sovitt er samdur í hes
um
Tingmenn uttanfyri
Suðurstreyn eru ofta
trekir at geva rektar
heimsmálinum gætur
Teir eru ímóti útbygging
av sosialum stovnum
Suðurstreym. — kanska ti
teir halda, at tað er ein út-
bygging av Landssjúkra-
húsinum.
— hetta er órættvíst, tí
vit vita, at nógvir rektar-
sjúklingar enda í Havnini,
á pleygudeild ella hjá
teimum avvarðandi her.
Tí er tað ein landsskylda,
at fáa loyst rektarheims-
spurningin í Suðurstreym
sum skjótast
— Tað er rætt, tá Leivur
johannesen sigur, at Tórs-
havnar kommuna hevur
gjert sínar skyldur í hes-
um máli, og nú er tað upp
til Løgting og Landsstyri
at siga seinasta orðið um
ansingarspurningin í
Suðurstreym.
— Ti fer Javnaðarflokk-
urin í næstu tingsetu at
leggja uppskotið um lán-
teku til bygging av ellis-
og rektarheimi í Havn
fram á tingborð aftur,
sigur Jóannes Dalsgaard
at enda.
Uppskotið at nýta Eirargarð til røktarheim fall á tingi, ti serken innan rektarheims-
stovnar mettu, at tað var óhóskandi. Uppskot Javnaðarfloksins um lánteku til
figgjan av bygging fall eisini, og sostatt er eingin loysn fingin til vega. Javnaðar-
flokkurin fer í næstu tingsetu at leggja málið fram aftur.
A —ÞÞÞÞ— mmm