hósdagur 4. august 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
Nr. 88 — 4. august 1983
Almannastovan tapti:
tíðindablaðið SpSjalurin
Fekk ikki rættin at
bøta um mistakið i 79
sakarmál um dagpengar.
Gloymska ger, at kunngerðin um dagpengar bert er fyri
starvsfólk og ikki sjómenn og lærlingar til domis.
Almannastovan tapti
z
Almannastovan kann tó royna aftur. I Eystara lands-
rætti.
Almannastovan
hevur ikki heimild
til at krevja gold-
nan dagpening og
írestandi len hjá
einum skipara frá
arbeiðsgevara
hansara.
Hetta avgjerdi
Feroya rættur týs-
dagin. Og við hes-
um dómi hevur Al-
mannastovan fyri-
bils tept eitt týð-
andi prinsippmál í
rættinum.
Fyribils, tí Almanna-
stovan hevur meguleika
at skjóta málið inn fyri
Landsrættin og royna tað
har.
Yvir 30 mál av sama
slag sum hetta við skip-
aranum hava ligið og bíð-
að á Almannastovuni eftir
dóminum hjá Feroya
rætti. Almannastovan
vildi ikki avgreiða tey,
fyrr enn rætturin hevði
talaða.
Eftir, hvat Sosialurin
hevur skilt, hevur Al-
mannastovan hug at fara í
Landsrættin við dóminum
hjá Feroya rætti. Um so
verður, sleppur bunkin við
óavgreiddum málum at
liggja enn eina tíð.
Flestu av teimum yvir
30 málunum eru viðvíkj-
andi lærlingum.
Eitt mistak
Tað eru skjótt tveir mán-
aðir síðani, málið viðvíkj-
andi skiparanum var fyri í
Feroya rætti. Tá kom
fram, at eitt mistak varð
gjørt, tá kunngerðin um
dagpening bleiv skrivað í
1979.
Hetta mistak liggur í tí,
at ongin hevur hugsað um
til demis sjómanslógina
og lærlingalógina, tá grein
2, stk. 1, í kunngerðini
varð skrivað.
Har er bara nevnd
starvsmannalógin. Og tað
er óheppið í einari soljóð-
andi áseting:
„$ 2. Um persónur eftir
metan Almannastovunnar
kemur undir reglurnar um
løn undir sjúku i løgtings-
lógini um starvsmenn, og
arbeidsgevarin sytir at
gjalda slika løn, rindar Al-
mannastovan hesum per-
sóni dagpening eftir $ 1, 5.
stk. i logini um dagpening
og krevur — um neyðugt
vid rættargangi —
arbeiðsgevaran eftir
goldnum dagpeningi og
írestandi len hjá starvs-
folkinum. «
Tí hvussu vid persón-
um, sum eftir metan Al-
mannastovunnar = koma
undir reglurnar um len
undir sjúku í til demis sjó-
manslógini og lærlingalóg-
ini?
Skipari á sandbáti
Málið, Almannastovan
valdi at royna í rættinum,
er um ein skipara á einum
sandbáti.
Skiparin, sum hevur
heimaskiparaprogv, fekk í
september 1980 skada um-
bord og noyddist i land.
Vanlukkutryggingin fekk
fráboðan um tilburðin,
men vísti henni frá sær til
Dagpeningaskipanina.
Skiparin var tímalentur.
Skiparin var í landi í
fimm víkur og fýra dagar,
og skuldi fyra hesa tíðina,
samanborið við tær fimm
vikurnar, áðrenn skaðin
hendi, fingið 20.496 kr. í
len. Frá Almannastovuni
Við salti til Føroya
— elverksmiðju til Yemen
Herborg lossar salt á vestaru bryggju í Havn.
Í seinastu viku kom
farmaskipið Herborg til
Feroya úr miðalhavsoynni
Ibiza við 1700 tonsum av
salti. Hetta er triði túrurin
Herborg ger við salti
hendavegin. A Saltsøluni
siga teir, at saltgoymslur-
nar eru við at verða fyltar.
Teir hava í letuni umleið
5600 tons av salti á
goymslu. Tað ber ikki til
at siga, hvussu skjótt
goymslurnar temast, tí
hetta er ógvuliga ymiskt.
Tað veldst um fiskiskapin
— hvussu nógvur fiskur
fer til saltingar.
Tað eru nýggju mans
fekk hann 7.728 kr. í dag-
peningi. Tær 12.768 kr.,
sum so restaðu í, hevur
hann ikki fingið enn.
Arbeiðsgevarin noktar
at gjalda. Og tí hevur Al-
mannastovan stevnt eftir
teimum 20.496 kr. sam-
bart grein 2, stx. 1, í kunn-
gerðini um dagpening.
Almannastovan heldur,
at har samsvarandi (ana-
logt) kann standa »...eft-
ir goldnum dagpeningi og
írestandi løn hjá sjómanni-
num (ella lærlinginum)«.
Arbeiðsgevarin heldur
seg til kunngerðina,
soleiðis sum hon er skriv-
að. Tað vil siga bókstavi-
liga.
Og tað ger dómarin.
Henning Mogensen,
eisini.
Kunngerðin um dagpen-
ing er ikki broytt. Men lít-
ið man vera at ivast í, at
tað verður hon.
Í øllum ferum segði
Klaus Herman, stjóri á Al-
mannastovuni, í Feroya
rætti í juni, at fekk Al-
mannastovan ikki viðhald
í rættinum, so hevði hon í
hvussu so er nakað íteki-
ligt at leggja fyri Lands-
stýrið fyri at fáa tað at
broyta kunngerðina.
við Herborg, sum parts-
reidariid »Herborg« eigur.
Felagid eigur harumframt
skipid Karolinu.
Manningarnar å bådum
skipunum eru føroyskar.
Bædi skipini flyta
ymiskan farm millum lond
eitt nú salt til Feroya.
Karolina er í letuni á veg
úr Fraklandi til afrikanska
landið Cameror. Herborg
skal næsta túrin flyta eina
ølverksmidju úr Ant-
werpen í Hálandi til Aden
í Suðuryemen.
Skipari á Herborg er
John í Líknargetu, ætt-
aður av Glyvrum.
Árið merkt av
virkisfýsni
og ótryggleika
Hóast farna árið hevur verið merkt
av virkisfýsni, so var tað eisini merkt
av einum ávísum ótryggleika, sigur
nevndin í Feroya Ídnaðargrunni m.a.
,
i sini seinastu frågreiding og rokn-
skapi.
I farna roknskaparårinum fekk grunnurin 74
nýggjar umsóknir um lån. Hetta eru 24 fleiri enn
undanfarna ár. Av hesum vóru 17 umsóknir um
ískoytislán.
Í árinum vóru 67 umsóknir um lán uppá til-
samans kr. 55.499.000,- játtaðar. Av hesum vóru
57 komnar í árinum, meðan 10 vóru komnar í sein-
asta fíggjarári. 8 umsóknir vóru ikki játtaðar,
meðan 9 umsóknir ikki vóru liðugt viðgjerdar.
Tey játtaðu lánini býta seg soleiðis á ymisk
yrki:
í 1.000 kr.
9 Alistaødir til laks og síl 2.757
6 Alisteðir til smolt 10.600
2 Bakaríir 425
1 Bryggjarí 1.500
6 Fiskigóðskingarvirkir 14.760
4 Kemisk ídnaðarvirkir 2.485
2 Klædnavirkir 900
10 Maskin- og bilsmiðjur 3.260
5 Mjólka- og matveruvirkir 1.275
2 Neta- og trolvirkir 1.020
3 Sementveruframleiðsluvirkir 3.100
2 Skipasmiðjur 7.300
4 Snikkara- og træídnaðarvirkir 2.106
11 Onnur virkir 4.017
67 55.499
Góðar 80 mill. kr. i lánum
Í roknskaparárinum vóru 30 lán uppá kr.
19.104.050,- útgoldin og hevur grunnurin til 31.
mars 1982 goldið út tilsamans 159 lán uppá 81,5
mill. kr.
Í árinum hevur stórur áhugi verið at gera ílegur
og serstakliga í alibrúk til síl og laks og hevur
grunnurin í árinum játtað 15 slík lán uppá tilsam-
ans kr. 13.357.000,-.
Nevndin fyri Idnadargrunnin sigur, at sjålvt
um virkisfýsni ikki hevur trotið, var árið eisini
merkt av einum vissum ótryggleika. Trý virkir,
sum hevdu lán frá grunninum, vóru seld við
tvangselu, trý virkir hildu uppat og tvey virkir
skiftu eigara, tá fyrru eigararnir ikki mettu
meguleikarnar fyri framhaldi at vera tilstaðar.
Fleiri virkir, serstakliga innan klædnaframleiðslu,
vóru í fíggjarligari trongsteðu.
Rakstrarúrslit grunnsins skal síggjast í mun til
tær skyldur, sum hvíla á grunninum. Serstakliga
viðvíkjandi uttanlandalånunum, sum i roknskapi-
num eru sett upp við kr. 75.437.786,55. Fyri ”/s av
hesum lånum byrjar afturgjaldingin av avdråtti i
september 1984, meðan avdråttur av restini byrj-
ar í februar 1987. Lånini vórðu tikin í 1981 og
1982 og er roknad kurstap til 31/3 1983, kr
4.378.165,96 ella 5,8%.
Avlop 7 mill. kr.
Inntekur grunnsins vóru i fíggjarárinum kr.
19.693.283,50, meðan samlaðu útreiðslurnar vóru
kr. 12.761.170,36, soleiðis at ársúrslitið aftaná av-
skrivingar, saman við tí sum er flutt frá seinasta
ári er kr. 6.953.641,47. Herumframt er roknaður
netto kursvinningur uppá kr. 2.534.824,74, og
hevur nevndin samtykt at nýta hetta soleiðis:
Lagt í tiltaksgrunn sambært $ 11 kr. 7.400.000,00
Sett av móti tapi av skuldarum kr. 2.063.000,00
Flutt til næsta ár kr. 25.466,31
Roknskapurin javnvegar við kr. 151.424.685,21,
stendur m.a. i ársfrágreiðingini frá nevndini fyri
Idnadargrunnin.