hósdagur 4. august 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosialurin
gsjalurin
Postsmoga 76,
3800 Argir
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Mútler
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Torført lógarsmíð
oddagrein |
}
HERFYRI vísti Tórfinn Smith, blað
stjóri á tað sera óhepna hann
hevði verið vitni til, tá ungdómar í
14—15 ára aldri fáa óavmarkaða
atgongd til rúsandi drykkir. Tað
var ein hending umborð á
Norrænu, og bað hann avvarandi
um at steðga hesum í stundini.
Seinni hevur stjórin á reiðarínum
sagt frá, at teir beinanvegin steðg-
au sølu til ungdómar, tí hetta var
avgjørt ikki í teirra interessu.
HENDA hending er vónandi bert
tann eina, men hon kann geva
okkum høvi til at vísa á, at hetta
vandamál, sum er í øllum sam-
felgum, eigur at vera uppfylgt á
ein slíkan hátt, at myndugleikarnir
altíð kunnu byrgja fyri, tá tekin eru
til hættisliga misnýtslu av rús-
drykkjum. Tí tað er eingum sum
ynskir ein ungdóm, sum skal vera
bundin av tílíkari nýtslu, sum
skjótt kann føra til misnýtslu.
AV OG Á eru røddir frammi, sum
vísa á skeivleikar í rúsdrekkalóg
gávuni og sum eisini vísa á at lóg-
arbókstavurin ofta ikki samsvarar
við tað sum í veruleikanum fer
fram í samfelagnum. At lóg og
handheving av lógini ikki eru á
einari leið.
TAÐ ER sjálvsagt óheppi, tí tað
elvir til at respektin fyri lógum og
myndugleikum sum handheva
skulu lógirnar fellur í virði. Og tað
er alt annað enn gott.
TAÐ ER royndur lutur, at lóggáva
á rúsdrekkagkinum er torfør, tí tað
verður ikki hugsað um henda
spurning so edrúiliga sum ynskj-
andi var. Men harfyri er tað neyð-
ugt eisini at fylgja hesi lógini upp.
Bæði má hetta hava áhuga fyri teir
partar sum ynskja størri avmark-
andi reglur og teir sum ynskja
leysari teymar.
TAÐ ER tíverri alt ov ofta soleiðis,
at avvarandi myndugleikar siga, at
lógarteksturin er so ågreidur at
ikki er meguligt at grípa inn,
hvorki so ella so. Og tað má so
vera uppgáva lóggevaranna at
rætta tílík brek.
Brennivín og kærleiki
$0síálurin
Eg kann ikki tiga. Í dag
leygarmorgun eftir Olavs-
veku 30. juli hoyrdi eg an-
dagt, ið fall mær fyri
brósti.
Talað var út frá róm.
12.10 »kappist æum at
veita hver eðrum virding«.
Har varð noktað okkum
trúgvandi at koma við
peikifingri viðvíkjandi tí
ólevna, sum fer fram á
Ólavsveku av drykki-
skapi. Og heldur var víst á
at vísa kærleika og
virðing.
Eg vil sitera erindi beint
framman fyri, róm. 12.9
»Kærleikin veri falsleysur,
havi andstygd fyri hinum
illa, haldið fast við hitt
góða.=.
Stutt sagt, fyllskapur er
av tí illa.
Síðan var talað um at
moralisera, og at tað var
av tí illa. At moralisera vil
siga at vegleiða fólk í at
halda lógina og boðini.
Jesus kom ikki fyri at av-
taka lógina og profetar-
nar, men fyri at fullfera.
Víðari var sagt, at Guð
hevði givið okkum lívið,
við tess gyrndum og
ódygdum, eins væl og
dygdum.
Guð gav okkum lívið við
boðum um at halda hans-
ara lógir og fyriskipanir,
men Satan freistaði
okkum at gera móti Guðs
boðum. Av hansara ávum
kom gyrnd, ódygdir og
onnur synd inn í lív
okkara. Í mínum oyrum
ljóðaði tað, sum tað gekk
nokk alíkavæl, Guð er jú
góður. Vit skulu bert elska
og virða hvenn annan. Vit
eru jú øll Guðs børn, og
Jesus doyði fyri okkum,
um so vit eru trúgvandi
„ella ei, um vit skikka okk-
um so ella so.
Hetta er tað reina hykl-
arí.
Nú verður hetta ikki
sagt fyri at dema ella for-
dema nakran.
Guð elskar okkum øll.
Og um tú hevur verið full-
ur á Olavsvøku ert tú ikki
glataður. Men, um tú ikki
eigur Jesus, sum tín frels-
ara, ert tú glataður.
Vit synda el, bæði
trúgvandi og vantrúgv-
andi. Vit treingja øll til
fyrigeving. Og hana eiga
vit i Jesusar blóði.
So stóran kærleika
hevur Guð til tín, at hann
offraði sín egna son. Vilt
tú elska hann, ið doyði í
tín stað, tá skalt tú verða
fríur, fríur frá synd og
dómi.
Guð hevur bara eitt at
geva tær, sín kærleika.
Kom og tak ímót.
Kefas
Eg havi altið ljós á
súkkluni.
——
Nr. 88 — 4. august 1985
FREEZE — endamálið
vid fridargonguni -83
Av ti, at nógvar misskil)
ingar tykjast at ver:
samband við endamåliå
við friðargonguni hjá
norðurlendsku kvinnu
num til New York og Was
tur
hington, fari eg at endu
taka hetta endamål
Við at fara yvir at stuðla
teimum amerikansku
friðarrerslunum,
luttakararnir kravinun
um FREEZE. Hetta merk
fullkomuligur
við
so stuðla
ir bert
steðgur fyri royndum
nýggj
um Hetta
merkir eisini, at tey stuðla
hugskotinum hjá Palme
at Norðurlond, eisini
Grønland, Island og
Føroyar, skulu lýsast sum
umráði uttan kjarnorku-
vápn
og framleiðslu av
atomvápnum
Hetta er alt Tev mót
mæla hvorki Nato ella
Warzawasamgonguni ella
akrari stjórn í heiminum
(ev krevja bert eitt evar
ska lítið vet av viti og
ábyrgdarkenslu frá teim-
1 mannfólkum sum
leiðis at okkara børn skulu
fáa ein pinkalítlan tjans til
at fáa eitt lív eins og vit
Fridarfølkini hava fingið
nógv niður yvir seg, men
tev hava eisini fingið
dyggan stuðul frá fólkum
og felagsskapum í Feroy
ellum hugsandi
politiskum litum, soleiðis
sum teirra systurfelags-
skapir í USA eisini hava
fingið tað
Friðargongan -83 Oslo
un av
Washingtor
New York
fær stuðul frå fakfeløgun
til kirkjurnar og
lisku
USA, frá so ymiskum fólk
um sum ST-aðalskrivara
num, Edward Kenned;}
Billy Graham og Coretta
evangt
samkomurnar
King.
So latum okkum heldur
vóna, at okkurt gott
spyrst burtur úr ferðini
enn at gita ilt og leggja
friðargonguna fyri hatur
millum feroyingar.
Fer heimaútróðurin
,
i søguna
Tad id fekk meg at taka
pennin i hond var grein, id
Eli Nolsøe, løgtingsmadur
hevði i Dimmalætting her-
fyri. Her visir hann å, at
båtar, id leigadir eru av
Landsstyrinum til
royndarfiskiskap trola
lika inn á 3 fjørdii.gar,
meðan annað skip ið
landið hevur leigað
sprongir trolið av smáfiski
á várleiðum. Nógv hevur
verið um ráns-
veiðuna hjá bretum, tá ið
hon var í hæddini, og trol-
ararnir lógu ímillum
oyggjarnar og fyltu uppí.
So tað kann ikki sigast
annað enn tað eru syndar-
lig tíðindi, id Eli Nolsøe
kemur við.
Er tað nakað hald í hes-
um tíðindum er minsta
kravið at alt kemur fram í
ljósið. Her í Vágoynni er
steðan hjá línu- og snellu-
bátunum líka ring sum
norðanfjers.
Nú í fleiri fylgjandi ár
hevur so gott sum eingin
fiskiskapur verið hjá bát-
unum. Um veturin hava
tosað
bátarnir tað ringa veðrið
at stríðast við, men ta ið
tað er klúgvandi hevur
verið farið til útróðrar,
men úrslitið hevur sum
sagt verið sera vánaligt,
ja, so vánaligt, at tað er
kanska ein spurningur um
tíð, so er kanska eingin
línubátur til heimaútróður
eftir í Vágoynni. Hjá teim-
um smærru bátunum, ið
dríva útróður um summ-
arið er steðan líka ring
bæði við snellu og línu.
Tað eru fleiri trolarar
her í oynni og hevur tað
gingið teimum stak væl og
tað er at fegnast yvir, tí
teir eru grundstuðulin hjá
flakavirkjunum, við tað at
teir tryggja javna til-
gongd av ráveru, men tað
kann ikki vera rætt at
samstundis sum tað fer
ein ótrúliga konsentrer-
aður trolfiskiskapur fram
á leiðunum við Mykines,
bæði norðanfyri og serliga
sunnanfyri, gevur Lands-
stýrið trolbátum á land-
leiðini loyvi at trola inn at
4 fjórðingum úr landi.
Fyri tað fyrsta er tað
mær vitandi einasta stað í
Føroyum, at trolbátar
sleppa so nær landi, har-
afturat liggur eitt tað
besta fiskipláss hjá ser
vingum — »Grunnurin«
beint innanfyri har ið trol-
bátarnir royna.
Vágoyggin hevur 2 um-
boð á Føroya Løgtingi, tað
má tykjast mongum
óskiljandi at hesir menn
ikki hava gjert vart við
hesa ótolandi steðu hjá
heimaútróðrinum i
Vågum.
Øll vita vit at nógv fólk
arbeida å flakavirkjunum,
men hóast alt so eru tað
ikki so fáir menn, ið ikki
hava steðugt arbeiði,
tískil rógva {eir ut, men
sum fyrr sagt, so sær tað
út til at heimaútróðurin er
við at verða tileinkisgjørd-
ur við stuðli frá Lands-
stýrinum, tí vil eg hervið
heita á Landsstýrið um at
fáa bett um hesi viður-
skifti, soleiðis at heimaút-
róðurin ikki kemur at
doyggja út. Frank
Tað er betri at byrja at
drekka tiðliga enn seint
Viðmerking til Ola
Hammer.
15 ára gomul bern
drekka — tað eru fá sum
byrja seinni; tað eit eg.
Eg skal nevna her, at
tann 15 ára gamli sum
hevur keypt sprutt um-
borð á Norrenu, hevur
fingið signingina frá for-
eldrunum, so tað er í lagi.
Men taka vit og venda
bílætinum eitt sindur á, og
tosa um tey sum eru eldri.
Ein maður er giftur og
eigur bern, hann drekkur,
og tá hann kemur til hús,
byrjar hann at buka kon-
una av. Tá bernini vakna
av standinum, og koma og
síggja skilið, tá sleppa tey
ikki undan.
Eg byrjaði at drekka 15
ára gamal. Tá eg var 17
ára gamal bleiv eg forlov-
aður og fleskan datt so at
siga burtur.
Av royndum skal eg
siga til tykkum sum lesa
hetta, at tá man byrjar
tíðliga, slakkar man eisini
av tíðliga.
S.H.C.