Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Finnið figgjan til svartkjaftavirki í Getu og Kollafirði Spurningurin um bygging av nýggjum svartkjafta- virkjum er aftur fyri á tingi. Tað er Petur Rein- ert, tjfl., sum biðjur lands- stýrið fáa gongd á málið um bygging av svart- kjaftavirkjum í Kollafirði og Getu. Uppskotið er so- ljóðandi Legtingsmál nr. 5/1983: Figgjan av svart- kjaftavirki í Getu og í Kollafirði Uppskot til samtyktar Feroya Legting áleggur Feroya landsstýri at taka upp samráðingar við teir menn og tey feleg, sum standa aftan fyri ætlanir- nar at byggja svartkjafta- virki í Getu og í Kollafirði. og at finna iggjanar- møguleikar til byggingina av hesum virkjum og at leggja úrslitið av hesum kanningum fyri tingið áðrenn 31. december 1983. Viðmerkingar: Í seinastu tingsetu legði undirritaði fram uppskot um bygging av tveimum svartkjaftavirkjum — eitt í Getu og hitt í Kollafirði. Malið fekk drúgva viðgerð í tinginum og fíggjar- nevndini, men úrslitið varð, at málið fall, sam- gonguflokkarnir sóu seg ikki ferar fyri at atkveða fyri tí, eina mest kanska tí legmaður og ofráfarni fiskimálaráðharrin hildu bestu ráðini vera at byggja svartkjaftadeildir í verandi fiskavirkjum. Legmansreðan í ár kundi týtt uppá, at sam- gongan hevði skift hugs- unarhátt. tíðindablaðið Legmaður sigur á síðu 11: >Annars eru umsóknir um bygging av nýggjum stórum svartkjaftavirki á landi. Tá landsstýrið ikki metir, at fíggingarmegu- leikar eru til reiðar at fíggja tílík tiltøk enn, hetta er váttað frá ávísum stovnum, so hevur lands- stýrið ikki avgreitt hesar umsóknir enn. Líka so skjótt figgjan fæst eftir vanligum regl- um, fer landsstýrið at stuðla bygging av tílíkum virkjum. « Ég eri ivaleysur í. at slik figgjan kann fåast í lag, um ikki å »vanligan« so å onkran hátt, ug loyvi eg mær við hesum at seta fram omanfyristandandi A Føroya Løgtingi 3. august 1983 Petur Reinert Kollfirdingar streingja nógv á fyri at fáa eitt svartkjaftavirki Framhald av síðu 4 leiðslan boðað frá, at ætlan er at gera ávísar broytingar ella ábetur ella útbyggingar á steðina á Sornfelli og í Mjerkadali. Hetta má, tá legtingssam- tyktirnar verða havdar í huga, tykjast mongum føroyingum og denum marghåttligt. Fyri at fåa greidi å hes- um måli, loyvi eg mær at seta rikisumbodsmanni- num hendan fyrispurning. Fyrispurningur til løgmanns 1. Við hvørjari heimild hevur landsstýrið góð- kent byggiloyvið, sum ein meiriluti í Tórs- havnar byråd hevur givid Forsvarets bygn- ingstjeneste til bygg- ing av åvisum bygning- um i Mjerkadali ? 2. Merkir hendan góð- kenning, at landsstýrið ikki longur viðurkennir og virðir samtyktir leg- tingsins frá 1960 og 1970 um hermenn og hernaðarútgerð á fer- oyskum eki? Viðmerkingar: Tvær ferðir, ávikavist 1960 og 1970, hevur Feroya Legting mótmælt, at hermenn og hernaðarút- gerð verða knýtt at steðini í Mjerkadali/Sornfelli og á steðini á Eiði. Gongdin annars í hesum máli má metast at vera tingmonn- um kunnug, smb. leg- tingsmál nr. 14/1969 og nr. 78/1968, sí Legtings- tíðindi 1970. Hóast hesar steðir eru klárt í stríð við legtingsins samtyktir, eru tær fram- vegis í landinum til stóran vanda fyri Feroya fólk, um spenningurin í heimi- num endar við einum av- markaðum ella einum alt- umfatandi > samanbresti millum tær stóru hern- aðarsamgongurnar. Av hesum fylgir, at ein- hver nútíðargerð ella út- bygging av nevndu steð- um má vera í stríð við samtyktir legtingsins. Av hesum fylgir somuleiðis, at eitthvert byggiloyvi í samband við steðina í Mjørkadali må stríða ímóti samtyktum løgting- sins, og hevur tað tí týdn- ing fyri almenningin at fáa at vita, hverja heimild landsstýrið heldur seg hava til at góðkenna eitt ólógligt byggilovvi. Somuleiðis hevur tað stóran áhuga hjá legtingi eins og hjá almenningi- num sum heild klárt og greitt at fáa at vita, um sitandi landsstýri viður- kennir legtingsins sam- tyktir ella ikki, og verður hesin fyrispurningur tí settur Feroya legmanni. Føroya fólk eigur undir- grund og havbotn Tjóðveldisflokkurin legg ur uppskot á ting um lóg um ognar- og yvirvalds- rættin til undirgrundina og havbotnin, sum flokk- urin eigur tilhoyra foroyska heimastýrinum. Uppskotið er soljóðandi: Uppskot til legtingslóg um havbotn og undirgrund Feroya Í samljóði við samtykt Sameindu Tjóða frá 16. desember 1966, sum gekk í gildi 3. januar 1976, sam- tykkir Føroya legting hesa legtingslóg um hav- botn og undirgrund Føroya: $ 1. Øll råevni å havbotni og i undirgrund Før- oya tilhoyra føroyska heimastyrinum, og er ongum loyvt rann- sóknir ella nýting av hesum nattúrgivnu rikidømum uttan loy- vi frå løgtingi og landsstyri. $2. Yvirvaldsrættur heimastyrisins yvir havbotninum rekkur tann part av land- grunninum sum til- skilaður er í tí altjóða- sáttmála, sum varð undirritaður í Geneve 29. apríl 1958. $3. Marknadarnevnd leg- tingsins verður álagt at evna til lógarupp- „skot, sum setir nærri lógarreglur um henda feroyska ognar- og yvirvaldsræt., har í millum lógarreglur viðvíkjandi kanning- um og nýting av rá- evnum í undirgrund og á havbotni. $4. Henda legtingslóg Erlendur Patursson enn einaferð á tingsins reðara- palli við málinum um undirgrundina og havbotnin. kemur í gildi 1. januar 1984. Greinargerð: Viðvíkjandi undirgrund Feroya er í gildi donsk lóg nr. 181 frá 8. mai 1950, sum í $ 1 sigur: Råstoffer i kongeriget Danmarks undergrund... — tilhører den danske stat. Efter- forskning og indvinding af sådanne råstoffer forbe- holdes staten«. Viðvíkjandi havbotni Feroya er í gildi donsk an- ordning nr. 259 frá 7. juni 1963, sum í $ 1 sigur: „Dansk hejhedsret ud- eves, for sá vidt angár ud- forskning og udnyttelse af naturforekomster, over den del af den kontinen- tale sokkel, der efter de í Genéve den 29. april 1958 undertegnede konvention om den kontinentale sok- kel...tilherer det danske rige.« Føroya løgting hevur fyrst árið 1975 og aftur árið 1983 samtykt, at málsekið undirgrund Feroya og havbotnur verður yvirtikið sum føroyskt sermål Henda samtykt er i full- um samljóði við Samtykt Sameindu Tjóða frá 16 december 1966. ið gekk í gildi 3. januar 1976. sum sigur: »All peoples may, for teir own ends, freely dispose of their natural re- sources without prejudice to any obligations arising out of international econo- mic cooperation, based upon the principle of mutual benefit and inter- national law. In no case may a people be deprived of its own subsistence.« »Nothing in the present Convenant shall be inter- preted as impairing the in- herent rigth of all peoples to enjoy and utilize fully end freely tér natural wealth and resources. = Av hesi altjóðasamtykt er tað skilligt, at ognar- og yvirvaldsrætturin yvir rá- evnum í undirgrund og á havbotni Feroya tilkemur Feroya fólki, og er hetta lógaruppskot, sum leggur henda ognar- og yvirvalds- rætt yvir feroyska heima- stýrið, lgeting og lands- stýri, í fullum samljóði við hesa altjóðasamtykt. Av tí at danska lógin frá 1950 um undirgrundina og danska anordning fra 1963 um havbotnin stríða móti hesi altjóðasamtykt, má henda lóg og henda an- ordning fáast úr gildi, samtíðis sum hetta lógar- uppskot kemur í gildi, t.e 1. jauar 1984. Henda skylda hvílir á donsku rík- ismyndugleikunum. A Føroya Legtingi 1. august 1983 Tjóðveldisflokkurin Erlendur Patursson