leygardagur 6. august 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosialurin
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Skattastigin eitt vónbrot
oddagrein
HÓSDAGIN LEGÐI landsstýrið enn
eitt skattalógaruppskot fyri tingið.
Hetta uppskotið, sum kemur til um-
réðu á tingi í dag, umfatar skatta-
stigan, persónsfrádráttin og barnafrá-
dráttin í landsskattinum.
BARNAFRÁDRÁTTURIN verður eftir
uppskotinum settur til 1.800 kr. um
árið fyri hvert barn. Hetta er júst sama
upphædd sum javnaðarflokkurin
mælti til í seinastu tingsetu, men tá
fekk hetta uppskot íkki undirtøku frá
samgonguflokkunum og fall.
EFTIR UPPSKOTINUM frá landsstýri-
num verður persónsfrádrátturin
nakað hækkaður, men ikki í tann
mun, sum javnaðarflokkurin mælti til í
seinastu tingsetu. Landsstýrið hevur
heldur ikki skotið upp, so sum javn-
aðarflokkurin gjørdi i vår, at persóns-
frádrátturin verður pristalsvidgjørdur.
UPPSKOTIÐ UM broyting av persóns-
frádráttinum er sjálvandi ein bati ímun
til verandi støðu, men setur t.d. ikki
pensionistar og aðrar låinntøkur i
somu góðu støðu sum í 1978, tá hesir
bólkar ongan skatt fingu. Eina stødu,
sum teir nú og framyvir vildu verið í,
um so var, at uppskot javnaðarflok-
sins í vár fekk nóg stóra undirtøku.
BROYTINGARNAR í skattastiganum
umfata nakrar evarska lítlar lækkingar
hjá låg- og miðalinntskunum. Men
hesar lækkingar eru ikki størri enn so,
at prisvøksturin etur tær upp eftir ein-
um ári, og tað vil við ødrum orðum
siga, at lækkingin í skattastiganum
helst er horvin áðrenn skattastigin
verður tíkin í nýtslu í komandi ári.
TÁ VIT NÚ SKULU yvir til eina nýggja
skipan, har vit skulu gjalda skatt av
inntøkuni so hvert, ímóti sum higartil,
at gjalda skatt av inntøkuni eitt til
tvey ár eftir at inntøkan er vunnin, so
átti skattastigin at verið lækkaður
generelt við einum 10 til 15 pst.
JAVNAÐARFLOKKURIN tekur íkki
undir við uppskotinum frá landsstýri-
num. Flokkurin vil heldur mæla til, at
skattastigin generelt verður lækkaður
við 10 til 15 pst., at persónsfrádrátt-
urin verður settur til tað, sum flokk-
urin mælti til í vár og at skattastigin,
persónsfrádrátturin og barnafrádrátt-
urin verða pristalsvidgjørdir.
UPPSKOTID FRÅ landsstyrinum um
nýggjan skattastiga var eitt vónbrot.
Verjurøda
borgarstjorans
At privatkapitalistarnir
fåa ilt i båkin um nakad
hepnast væl sum tað al-
menna fæst vid, er væl øll-
um kunnugt.
Eitt hitt grovasta dømi
å hesum øki er kanska
smyrilsrutan. Fyrst var
av øllum alvi roynt at
sabotera hetta tiltak og tå
tað ikki eydnaðist og
rutan gjerdist ein succ!!
vóru onnur vápn tikin í
nýtslu, og rutan »upp-
stóð< síðan á privatum
hondum, eftir at tað al-
menna hevði brotið sló og
víst á nýleiðir.
Eitt annað syrgiligt
demi er bussleiðin í Havn.
Sjålvt um hon hevði onkur
brek, so má samanumtikið
sigast brúkararnir — fólk-
ið — vóru negd við hetta
tiltak. Og segan endurtók
seg einaferð enn, tí sjálvt
um henda ruta bert var
hálvalmenn, so fekk okk-
ara privatkapitalistiski
borgarstjóri ilt í búkin og
læt steðuna tilspíssast og
versna, til tess vit ein dag
stóðu á bussplássunum og
bíðaðu til fánýtis — buss-
leiðin var farin í seguna.
Aftaná kom hann so í
blødini við eini langari
verjureðu, hvar hann
jánkasliga royndi at geva
javnaðarmonnum skuld-
ina fyri tað sum hann
sjálvur hevði gjert, men
hetta eydnaðist ikki ser-
liga væl — býarins bern
eru ikki so lítið at sær
komin sum hann undir-
metir tey til.
Síðan lovar hann okkum
eina beturvirkandi buss-
skipan — seinri — eftir at
hann fyrst hevur sjakrað
býbussarnar út til nakrar
tilvildarligar persónar at
umsita, skilji hetta hver ið
kann. Men eftir borgar-
stjórans miðaldarligu
samfelagsáskoðan er
hetta óiva í fínasta lagi.
Hann skilir jú ikki at bý-
bussar eru ein náttúrligur
tænastutáttur í samfelag-
num, ájavnt við skúlar,
barnagarðar, heilsuverk,
og ikki at gloyma ítróttar-
og svimjihallir, ið verða
prioriteraðar langt fram
um td. ellis- og rekt-
arheim.
Bussleiðin er nú avreidd
á privatar hendur, men
man hon harfyri fara at
geva tað stóra yvirskotið,
man tað ikki framhaldandi
fara at vera so at býráðið
kemur at gjalda tað sum
írestar, og tá kundi býráð-
ið eins væl sjálvt rikið
Bussleiðina, uttan nakrar
dýrar millummenn.
Annars hoyrir tað jú við
til borgarligan hugsunnar-
hátt, at tað er alt í lagi við
stórum almennum undir-
skoti, bert tað rullar í teir
rettu lummarnar.
Havnarfólk
Nr. 89 — 6. august 1983
Skattur min til tins
Hevur nakað stýri hækk-
að skattatrysið skjótari
enn okkara ?
Vit vita at borgerligir
altíð útskriva stóran skatt
sjálvt um teir siga, at teir
skulu spara uppá almenna
servisu. Men teir uttan-
lands eru knapt so dugna-
ligir sum okkara.
Teir siga: »Pengene
ligger bedst í borgernes
lommer«, men hjá okkum
eru tað teir fáu lummarnir,
sum sleppa at goyma pen-
ingin tá teir hava lúrkað
hann upp úr teimum
nógvu, tí onkunstaðni
flyta teir mín pening.
Løgmadur lovadi Palla-
ba 1. mai, at hann skuldi
taka hverja krónur aftur,
men seinni bað hann um
forlátilsi. Nú síggi eg hvat
fyri eitt av lyftunum hann
ætlar at halda.
Okkurt kostiligt finna
teir uppá hesa ferð, so eg
haldi eg fari at lurta.
Seinast teir snýttu meg,
eydnaðist teimum næstan
at prædika so, at eg onki
oyra kom at betala ov
nógv. Men tá skattarokn-
ingi kom, hjálpti tað uppá
forstáilsið. Eg haldi tað
var bara Gubbin sjálvur,
sum ikki visti hvat var
hent.
Spennandi at vita um
hann hesa ferð fær alt við.
hin Óli
Nekur FAKTA
og nakrar metingar
um Uppistovufestið
Viðv. tí meir enn syndar-
liga tilburði í djóra misrekt
i vár, var Dagb:aðið tað
einasta av blødunum, sum
veruliga sóknaðist eftir
meguligum orsekum
(Sosialurin kortini eitt vet
eisini), og millum annað
setti spurningin »Hvi
segði maðurin ikki frá,
áðrenn tað kom so vítt ?«
Upplýsast kann til
henda spurning, at longu í
1980, tá heilsan rættuliga
var farin at bila, segði
bóndin Jarðarráðnum frá,
at nú gekk ikki meira, og
at hann hevði fingið mann,
úr reðini av festarum, at
játta at koma og átaka
sær arbeiðið av garðinum,
um hann slapp at byggja
sær sethús.
Jarðarráðið góðtók
henda festara, og lovaði
alla vælvild viðv. bygging
og modernisering av Uppi-
stovufestinum, men tað
legna hendi, at ein fyri-
spurningur um, hvar hann
slapp at byggja (umsókn
um byggiloyvi og tekning
hevdu komið aftaná), bleiv
skuffulagdur, og maður
settur at verja skuffuna.
Hetta tyktist legi tá,
men tað ger tað ikki nú.
Eins og 5-ára ætlanir eyst-
an jarntjald, tykist hetta
við Uppistovufestinum at
hava verið langtíðarætlan.
Alt passar nú sera væl inn
í myndina. Bróðurskapur
og bróðurandi tykist at
hava rátt yvir allan front-
in.
Politiovasti okkara
segði frá við risayvir-
skriftum í Oyggjatíðindi,
hvat hann var komin
framyvir, og hetta var
syrgiligt og grátuligt, men
hann gjørdi sær ikki tann
ómak, sum t.d. Dagblaðið,
at sóknast eftir megulig-
um orsekum. Herði hann
sum undiryvirskift sett
hetta i Oyggjatíðindi
„Annar bóndi í bygdini,
sum hevur hann totalt
undir tufluni, hevur við
lygnum og lágum kneb-
um, lumpað sær ein trið-
ing av stráfóðrinum frá
bóndanum, meðan hann so
sjálvur noyddist at keypa
sær stráfóður aðra-
stadnis«. Ikki satt. Hetta
hevði ikki hóska at havt
við í yvirskriftini. Og tað
er tí, at hetta er sannleiki,
og í tilikum hulduleiki er
sannleikin húsvillur og
heimleysur.
Og var hesin sannleiki
við í blaðnum, hvussu so
við dupultum bróður-
skapi?
Formaðurin í Jarðar-
ráðnum sigur í Oyggjatíð-
indi, at uppistovubóndin
nevur sagt festið frá sær,
og tað er lagt afturat
Frammistovufestinum.
Framferðin var henda.
Hann fór til uppistovu-
bóndan við skjali, hann
sjálvur hevði (ella fingið
orðað), og gav bóndanum
ordrar at skriva undir.
Bóndin veit ikki, hvat
stóð í skjalinum, og hann
fekk heldur ikki eitt ein-
tak av tí, hann skrivaði
undir. Hann var ju niður-
brotin, totalt undir tufluni
og sum voks í hondunum á
hesum monnum. Í somu
grein er hevuðstrupulleik-
in hjá frammistovubónda-
num stráðfóður. Hetta er
beinleiðis ósatt. Hann
hevur í mong ár havt stór-
an part av innangarðsjerð-
ini í Uppistovu undir
hond, og sligið tað honum
hevur tervað av stráðfóðri
har. Nei høvudstrupulleik-
in var tann, at har kundi
koma ein annar maður á
Uppistovufestið, sum ikki
læt seg hundsa og traðka,
og sum enntá hevði viljað
havt sína innangarðsjerð í
friði fyri eðrum óviðkom-
andi.
Í somu grein er hann
eisini so »large« at siga
frá, at maðurin eigur ikki
at verða revsaður. Ikki
mann øll Uppistovuslekt-
in vera so bláoygd, at
trúgva tílíkum. Tá Jarðar-
ráðið og frammistovu-
bóndin hava fingið sítt
igjøgnum og hann er
vorðin skjalbundin til
Uppistovufestið, so man
pípan um revsing fara at
fáa annað ljóð. Imeðan
verur uppistovuslektin øll
kyniskt sparkað av festi-
num. Hetta fer fram eins
og vanligt straffispark her
hjá okkum, meðan sama
prosessin tekur minst 25
ár aðrastaðni.
Málið skal eitast at vera
tys-tys, og hetta kundi
havt eina meining, men
aftanfyri hetta, og við
hesum sum skálkaskjól, er
hektiskur aktivitetur av
frammistovubóndanum,
við sagableðum í albog-
unum, og Jarðarráðnum í
felag, at fáa kupraraskjøl-
ini staðfest. So væl sigst
vera fyrireikað, at tað er
fullkomiliga óneyðugt at
tala eitt orð til nakran,
sum samb. gomlu festi-
skipan okkara er borin til
festið.
Metingar
Illa hildnaðist „tílíkt góðs
hildu tey gomlu. Legið
skal tað vera, um Miðhag-
in og Uppistovufestið
verða nekur undantek.
Bert harmuligt, at hetta
brotsverk uppistovubónd-
ans móti djórum sínum,
skal geva frammistovu-
bóndanum og Jarðar-
ráðnum rætt til tílíkar iva-
samar atgerðir, og enntá
rætt til at klæða seg í
lambaskinn uttanyvir
úlvaroðið, meðan øll uppi-
stovuslektin ferð eftir ferð
bert skal venda hin
vangan til.
Fuglar syngja um loð-
djórahald eystanfyri Núp,
og vegagerð til hetta.
Syngja hesir fuglar rætt,
so hómast kanska ein
meining við hulduleiki-
num. Loðdjórini skulu jú
fóðrast. Hevur profittur
tikið búgv í Breiðkjallara-
num, og stendur tann
stersti, humanasti og
liberalasti av avgudum
okkara, sjálvur Mammon
Framhald á síðu 19