Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosiaturin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (åbyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lysingar: Årni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Undirgrundin einaferð enn Føroya Javnaðarflokkur á ongum sinni fremur leik, sum er til ógagns fyri samvinnuna Feroyar/Dan oddagrein ari, at mark TAÐ var ríkissamvinnuna UNDIR legtingsviðgerðini leygar dagin av tjóðveldisuppskotinum um havbotnin og undirgrund Føroya gjørdi formaður Javnaðarfloksins, Atli Dam fullkomuliga greitt, at Javnaðar flokkurin undir ongum umstødum fór at fremja nakran leik sum kundi føra til at grundarlagið undir heimastýris skipanini á nakran hátt varð vikað frá Javnaðarfloksins síðu gjørt púra greitt, at flokkurin metti Danmarkar og Føroya millum meira enn bert at vera ein spurningur um krónur og oyru, men eina samvinnu, sum á so mong- SO KANN Sambandsflokkurin við for manni sínum leika í, sum hann vil. Tað er Sambandsflokkurin og ikki Javn aðarflokkurin sum luttekur í samráð ingunum um yvirtøku av Undirgrunds málinum. Men tað er Javnaðarflokk urin sum yvirhøvur einki fær at vita um hvussu hesar samráðingar ganga. Og tað kann gerast sera hættisligt fyri Postsmoga 76. 3800 Argir, telefor 11820 framtíð Føroya. Við ti samráðingar kynstri niður á 0. um økjum virkar til frama fyri tjóðirnar báðar. Javnaðarflokkurin fer ongantíð at fremja ein leik, sum á nakran hátt skaðar hesi viðurskifti. HÓAST hesa staðfesting og hóast hesa greiðu ávísan um stødu Javn- aðarfloksins, nýtti Pauli Ellefsen alla sína talutíð undir tingviðgerðini til at skjóta eftir Javnaðarflokkinum fyri at verða virkandi fyri loysing, tí Javn- aðarflokkurin hevði verið fyri tings- sum Pauli hevur sýnt, hevur gingið tungliga á skeiva borðið. Eitt dømi er hansara samráðingarúrslit av havnastudningi- num, sum nú eisini skjótt er komin Ellefsen higartil TAÐ er og verður støda Javnaðarflok- sins at føroyingar mega hava munandi ávirkan á samráðingarúrslitið um hav- botn og undirgrund Føroya — og at samtyktini um Undirgrundina og hav- botnin å føroyskum hondum TAÐ skal tó standa púra greitt, hvussu óferur Pauli Ellefsen er sum orðsnúgv- tað má vera føroyska samfelagið, sum kemur at fáa ágóðan av meguligum úrdráttum. Samstundis má tað vera greitt, at hesir spurningar allir vera framdir í neyvari samvinnu við ríkis- stjórnina og at fyrimunirnir verða okk- ara sovæl sum tí samlaða ríkinum HER ER eingin ivi um stødu Javnaðar floksins. Javnaðarflokkurin er sam- flokkur. ríkisflokkur og ikki nakar loysingar- Tá menn målbera seg soleiðis... Undir viðgerðini av málinum um áseting av skatti til landskassan segði Hilmar Kass, legtingsmaður fyri Sjálv- stýrisflokkin, at andsteðan nokk hevði atkvett fyri málinum um javnfering av fólkapen- sjónini, men so heldur ikki meira. Víst kann tað vera so, at menn kunnu gerast heitir og okkurt kann leypa av munni, sum betur var ósagt. Men slíkar flottheitir, sum hesa Hilmar Kass varpaði út í feroysku heimini seinasta leygardag fyrrapart, áttu at verið afturvístar og tað í stundini. Slík arrogansa, sum hesa skal ein leita leingi eftir, tá tað er sólarklárt, at sannleikin í hesum máli um javnferingar av fólka- pensjónini er tverturímóti tann, at sitandi samgonga við beráddum huga drál- aði hetta mál og togdi tað so langt út, sum tað var henni meguligt. Tí so langt aftur sum í 1979 hevði Javnaðarflokk- urin liðugt-forhandlað uppskotini um avlamis- pensjón, fólkapensjón og forsorgarlóg til at kunna koma í gildi longu 1. apríl 1980. Men hvat hendi, upp- skotini frå Javnaðar- flokkinum, heilar triggjar ferðir, vóru hverja einastu ferð kveistraði til viks, viðhvert grýtt í landsstýr- ið í onkra skuffu har ella sum av landsstýrismanni sambandsins fyri social- málum, ávíst í kolovnin. Hetta var tann viðgerð málið um hækking av fólkapensjónini fekk frá politisk viðmerk- ing hesum landsstýrinum. At tað eftirhondini var óhaldbard at afturhalda hesi neyðugu mál, var sólarklárt. So at vera so flottur, so arrogantur í málburði sín- um, sum Hilmar Kass, at kunna fáa seg at siga, at andsteðan bert hevði at- kvett fyri málinum. Tá minkar virði av tí, sum maðurin sigur, niður í botn. Nei, tað var ikki Javn- aðarflokkurin sum gjerdi at forsorgarlógin ikki kom í gildi fyrrenn 1. juli 1983,. ístaðin fyri 1. apríl 1980. Men m.a. Sjálvstýris- flokkurin var flokkurin sum fekk forhálað tær socialu lógirnar í áravís. Nr. 90 — 9. august 1983 Trælaliv her og har Undir hesari vvirskrift stóð eitt lesarabræv í Sosi- alinum taun 21. juli 1983 Orsakað av burturferð og ødrum umstøduri hevur tíverri ikki ligið fyri at gera nakrar viðmerkingar til lesarabrævið fyrr enn nú, men tað ger vónandi minni, av tí at tað sum ført verður fram um Am- nesty International helst hevur áhuga enn hjá teim- um, sum skrivað hava Lat meg fyrst nevna, at tað als ikki hevði verið neyðugt at brúkt dulnevni í hesum ferinum, av tí at Amnesty International al tíð fegin tekur móti atfinn- ingum og viðmerkingum til arbeiði sítt. Tíverri hevur verið gjert ov lítið av Ferova deild hjá A.I. at upplýsa í bleðunum og aðrur staðir um arbeiðið hjá felagsskapinum, men kemst hetta minni a tervandi hugi og vilja enn av ov lítlari arbeiðsorku, tí hóast undirtekan í Feroy um hjá A.I. er framúr góð vantar enn í stóran mun undirteka frá fólki, ið vil gera eitt aktivt arbeiði Tað hevur tí verið neyðugt hjá teimum, sum arbeiða aktivt í Feroya deild, heldur at nýta orkuna til veruligt arbeiði til frama fyri samvitskufangar og aðrar átrokandi uppgávur Tó hevur meira verið gjørt seinastu árini við at senda tíðindi til bleðini, sum hava verið ógvuliga posi- tiv mótvegis A.I Tad er óivað rætt, sum nevnt í lesarabrævinum, at A.I. er »ein stovnur, sum er stýrdur av relativ um hugmyndum“ tí hverjar eru tær hug myndir. sum ikki eru meira ella minni relativar? Tað er hinvegin bein- leiðs skeivt, at A.I. leggur sterri dent á kúging í Sov- jetsamveldinum enn í eðr- um londum, og at AI einki ger við tað sum fer fram í >gangstaratjóðini< USA. Amnesty Internati- onal er heldur eingin amerikonsk leigufyriteka, soleiðis sum sagt verður í lesarabrævinum. Tað hava øll árini, síðan A.I. varð stovnað verið gjørdar nógvar royndir at prógva, at A.I. var í lummanum hjå annadhvørt CIA ella KGB, og hesar royndir halda stødugt fram, men hava ongantíð eydnast av teirri einfaldu grund, at A.I. altíð hevur lagt av- gerandi dent á síni full- komuligu óheftu steðu í stríðnum millum »eystur« og »vestur«, eitt stríð sum í mangar mátar hevur gjert arbeiðið til frama fyri mannarætt...dini tor- ferari. Tað finst neyvan tann ránsmannastjórn í heiminum, sum ikki er fer fyri at søkja sær stuðul hjá annaðhvert USA ella Sovjet, sama hvussu grov mannarættindabrot verða framd móti landsins egnu ibugvum av viðkomandi stjórn Tað ber ikki til í einum lesarabrævi til fulnar at greiða frá endamáli og arbeiðshættum hjá A.I men bæði lesarabræva- skrivararnir og ell onnur áhugað eru altíð vælkomin at venda sær til Feroya deild, og fáa tá allar upp- lýsingar sum vit eru fer fyri at útvega. A deildini eru eisini til skjals upplýs- ingar um mannarættinda- vidurskiftini í nærum øll- um heimsins londum. Her skulu bert verða gjerdar viðmerkingar til tvey kon- kret mál, nevnd í lesara- brævinum Fyri tað fyrsta skuldset ingin um at A.I. hevur á kært Sovjetsamveldið fyri at lata fangar arbeiða við gassleiðingini frå sovjett til Vestureuropa. Hetta er beinleidis osatt Sum altíð tá tíðindi verða borin um brot á mannarættindi, kannaði AI. gjølla tey tíðindi, ið vórðu nógv frammi sein- asta ár, at m.a. politiskir fangar vórðu noyddir at arbeiða í Sibiria við nevndu gassleiðing. Amnesty International sendi tá hesi tíðindi ut: »A.I. hevur ongar upp- lýsignar í letuni, sum kunnu vátta hesi tíðindi. Fongsling ella innanlendis eksil í Sovjetsamveldinum inniber tvangsarbeiði. A.I. savnar upplýsingar um viðgerðina av fangum og hevur kunngjert um fang ar í Sovjett, sum hava verið settir til hart og við- hvert vandamikið arbeiði. Higartil hevur A.I. kortini ikki ficngið nakrar upplýs- ingar, sum kunnu benda á at nakrir av teimum fang- um, sum A.I. veit um, hava verið settir til arbeiðis við gassleiðing- ina. A.I. kann ikki sum er vátta hesi tíðindi.: Hetta var í august 1982. Ein mánað seinni bóru blød í Vestur-Týsklandi somu tíðindi og nevndu í hesum sambandi fimm fangar við navni. Hesir fimm fangarnir vóru allir ella høvdu verið adop- teraðir av A.I. sum sam- vitskufangar, og AI. vitsti gjølla hverja lagnu teir hevdu. Í einum tíð- indabrævi frá 30. septem- ber 1982 greiddi A.I. frá viðurskiftunum hjá hes- um fangum. Eingin teirra hevði arbeitt við gass- leiðingina. Hetta er alt A.I. hevur kunngjørt um nevnda mál, so hvaðan bræv- skrivararnir hava síni tíð- indi er okkum ógreitt. Í hesum sambandi skal verða nevnt, at A.I. ong- antíð kunnger nakað um brot á mannarættindi uttan so at so full vissa sum tåa á nakran hátt er meguligt at útvega fyri at tíðindini eru rett, er fingin frammanundan. Tað er heldur ikki meira enn tað hendir seg, at tíðindi frá A.I. um mannarættinda- brot kunnu mótprógvast Tað man neyvan vera stórvegis grund hjá AI at mótmæla at føroyska legreglan setir fangar at rippa hukar, av teirri grund at okkum kunnugt er tílíkt arbeiði ikki tvung- ið í geglinum í Havn. Ann ars eru brævskrivararnir altíð vælkomnir at seg í samband við okkum seta fyri at kunna seg um fong sulsvidurskifti vida um heimin, sum tiverri i alt ov nógvum førum eru so Ó- hugnalig, at viðurskiftini í geglinum hjá okkum til samanburðar munnu vera reiðiliga góð Viðvíkjandi fongsling kunnu vit upp- lýsa, at A.I. hevur arbeitt við hesum, sum mangir læknar og legfreðingar meta sum eitt stórt vanda- mál. Í 1980 sendi A.I. eina reiðiliga umfatandi frá- greiðing til myndugleikar- nar í Vestur-Týsklandi um langtíðar isolation av fangum, ið vórðu ákærdir fyri yvirgang (m.a. limir av Rote Armee Fraktion) Samstundis heitti A.I. á vesturtýsku myndug- leikarnar um at beta um hesi viðurskifti. Frágreið- ingin og brævaskiftið mill um A.I. og vesturtýsku myndugleikarnar er til skjals hjá Feroya deild, og eru øll, ið hava áhuga. væl- komin at lem hetta til farið. At enda skal nevnt, at mannarættinda- brot tíverri framvegis eru dagligur kostur um allan heimin. Viðurskiftini eru heldur versnandi enn í batning, og tað er tí fram- vegis alstórur tervur á at allar góðar kreftir taka seg saman um at royna at beta um vidurskiftini. Amnesty International er bert ein av teimum nógvu felagsskapum, ið arbeiða fyri at tað skal gerast trygt at liva hjá einstakl- ingum í ellum londum, og ætlanin er at halda fram við hesum arbeiði, eisini í Føroya deild. Øll, ið hava åhuga at hjålpa til vid hes- um arbeiði, eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. isolatións- verða Vegna Amnesty Inter- national — Føroya deild Halgir Winther Poulsen